NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Brimil sleipaði smábát inn frá Kalsoyarfirði

31/8/2022

Comments

 
Picture
Um 3 tíðina bleiv hesin smábáturin sleipaður inn til Klaksvíkar.

Hann hevði verið á havhestaveiðu, men fekk trupuleikar í Kalsoyarfirði har nógvur streymur var og hann hevði trupuleikar við motorinum og bað MRCC um hjáp.

Brimil var á økinum og hann sleipaði bátin inn á Klaksvík.

​SáH

Comments

Dalsenni hevði 2.600 pund í dag

31/8/2022

Comments

 
PictureDalsenni: mynd tikin tann 31.08.2022 klokkan 09:57
Dalsenni kom aftur frá útróðið klokkan 09:57 í morgun. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 2.642 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 1.400 pund hýsa, 1.300 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS kl. 10:00.

SáH

​DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-31-08-2022   1.321

Comments

Leggja flag á kappróðrarneystið

31/8/2022

Comments

 
Picture
Tað hevur gingið væl við at smíða neystið, og hava teir fylgt tíðarætlanini rættiliga væl. Bygningurin er fyri stóran part smíðaður inni sum elementir – størri bygningslutir, og síðani sett upp á staðnum.

Bygnignurin er býttur upp í tvey. Eitt neysti, sum ikki er hitað, og síðani eru venjingarhølir, wc- og bað, umframt fundarhøli og uppilhaldsøki í heita partinum.

Tá ið tað er góðveður, sum nú, leggja teir flag á og annars innrætta teir og gera liðugt inni. Eini 800 m2 av flagi skulu leggjast á, og er tað skorið í Saksunardali.

Á byggiplássinum hava staðið 70 plattar av flagi, og ein lítil helmingur komin upp at liggja. Fyrra lagið verður lagt við grasinum niðureftir, síðani trol ímillum og tað ovaralagi við svørðinum upp.

Grundvíddin á bygninginum er 470 m2 og síðani er ein lítil loftshædd við fundahøli og goymslu á 120 m2. Bygningurin verður hitaður við sjóhitaskipan.

Tað er Malltek, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna, meðan Ósbjørn Jacobsen Arkitekatar hava teknað. Gongst sum ætlað, stendur bygningyrin liðugur í november í ár.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Anru rokast á Bankanum, eru komnir inn við heili 64.000 pundum

31/8/2022

Comments

 
Picture
Anru er komin aftur frá sera góðum og skjótum túri. Teir hava roynt við línu á Føroya Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 63.960 pund, tað mesta var hýsa og longa, 48.000 pund hýsa, 11.340 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 27. august, sostatt bara verið úti í 3. dagar
Skipari er Gundur Sørensen.

Landa verður til Snarfrost í Miðvági og byrjaði teir at landa hann klokkan 7 í morgun.

SáH

ANRU - ( KG 730 ) (SNARFROST)-31-08-2022   31.980

Comments

​Kommunur skulu sjálvar áseta gjøld fyri røkt og tænastur

30/8/2022

Comments

 
Picture
Kommunurnar hava fleiri ferðir, síðan eldraøkið var lagt út til kommunurnar at umsita í 2015, gjørt vart við, at tær sjálvar áttu at havt heimildina at áseta gjøldini fyri røkt og tænastur á eldraøkinum, soleiðis at vald og gjald fylgjast.

Fyri at eftirlíka ynskinum frá kommunum, hevur landsstýrismaðurin í almannamálum tí í dag sent tvey broytingaruppskot til kunngerðir til ummælis. Talan er um kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. og kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum. Uppskotini kunnu lesast HER.

Fyrra uppskotið leggur upp til, at kommunan fær heimild at áseta eitt hægsta møguligt gjald fyri at búgva á ellis- og røktarheimi og eldrasambýli. Sama verður galdandi fyri heimahjálp.

Seinna uppskotið er um broyting av upphæddini, sum verður veitt í ansingarsamsýning. Ansingarsamsýning kann veitast persóni, ið ansar eldri og óhjálpnum persóni heima. Henda upphæddin er lítið og onki broytt síðani 2010. Í uppskotinum verður lagt upp til, at upphæddin hækkar til 18.000 kr. um mánaðin í mun til í dag, har upphæddin er 10.789 kr. um mánaðin.

Broytingarnar koma eftir ætlan í gildi 1. januar 2023.

Ummælisfreistin er 26. september 2022.

Almannamálaráðið

Comments

Dalsenni hevði 2.800 pund í dag

30/8/2022

Comments

 
PictureDalsenni, mynd tikin tann 30.08.2022 klokkan 09:08, júst lidnir at landa og tikið ís og á veg til Stengabrúnna.
Dalsenni kom aftur frá útróðri klokkan 08:43 í dag. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 2.846 pund á 40 stampum, tað mesta var toskur og hýsa 1.800 pund, 1.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Við vóru 3 mans og skipari var Jóhannes F J Nybo.

Landa bleiv til NFCS klokkan 09:00.

SáH

DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-30-08-2022   1.423

Comments

Bjørgvin hevði 2.800 pund í dag

29/8/2022

Comments

 
Picture​Bjørgvin: Mynd tikin tann 29.08.2022 klokkan 13:26, tá ið Sjógæti landaði Bjørgvin
Bjørgvin er komin aftur frá útróðri. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 2.770 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.200 pund hýsa, 300 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir vóru eisini til útróðrar leygardagin 27.08 og tá høvdu teir 1.696 pund.

Landa bleiv til Sjógæti í Klaksvík.

SáH

BJØRGVIN - ( KG 503 )
 (SJÓGÆTI)-29-08-2022   1.385
BJØRGVIN - ( KG 503 ) (SJÓGÆTI)-27-08-2022      848

Comments

Dalsenni hevði 3.000 pund í dag

29/8/2022

Comments

 
PictureDalsenni: mynd tikin tann 29.08.2022 klokkan 09:18, beint eftir teir vóru lidnir at landa.
Dalsenni kom aftur frá útróðri klokkan 09:00 í morgun, beint í hølunum á Fiskakletti. Teir hava roynt við línu.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.030 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.000 pund hýsa, 1.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS klokkan 09:00.

SáH

DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-29-08-2022   1.515

Comments

Fiskaklettur komin inn við 29.000 pundum

29/8/2022

Comments

 
PictureFiskaklettur: Mynd tikin tann 29.08.2022 klokkan 08:53
Fiskaklettur kom aftur klokkan 08:55 í morgun. Teir hava trola á landleiðini.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 28.690 pund, tað mesta var tunga, reyðsprøka og toskur, 6.660 pund tunga, 6.400 reyðsprøka, 6.400 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá herundir.

Teir byrjaði túr tann 24. august.

Við hesaferð vóru 5 mans og ein kvinna.

Landa bleiv til NFCS klokkan 09:00 í morgun og við reyða kránabilinum var tað 85 ára gamli Sjúrður Josephsen sum stóð við kránanum.

SáH

FISKAKLETTUR - ( TN 415 )NFCS-29-08-2022   14.345

Comments

HUGNALØTA FRÍGGJADAGIN 02.SEPTEMBER 2022

29/8/2022

Comments

 
Picture
Fríggjadagin, 02.september kl. 15.00 er hugnaløta í kirkjukjallaranum. Jógvan Ósá greiðir frá barna- og ungdómsárunum við Ósánna.

Felagssangur og stutt andakt v/Hanusi á Gørðum er eisini á skránni, og ein góður drekkamuður verður at fáa.

On Friday, 02th' of September at 03 pm, we have a cozy moment in the Christians church's basement. Jógvan Ósá will tell about the childhood and adolescence at Ósánna.

Communal singing and devotion with the priest, Hanus á Gørðum, are also on the program, as well as coffee, tea and cakes will be served.

Christianskirkjan

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.