NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Nýtt útiøki á Skúlatrøð

31/5/2022

Comments

 
Picture
- Í góðum samstarvi við skúlaleiðslu, lærarar og næmingar hevur ein byggibólkur gjørt uppskot til nýtt útiøki norðan fyri Skúlatrøð, sum er samtykt av býráðnum, og nú fer arbeiðið í gongd, sigur Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung.

Leikur og spæliútgerð er bíløgd, og um stutta tíð fer arbeiðið, at gera fyrra partin av hesum nýggja útiøkinum, í gongd. Tað, sum verður gjørt í ár, er eitt amfi og ymsar møguleikar fyri aktivitetum og leikum.

- Eftir ársskiftið verður so hildið fram við fremjingini av seinna parti av hesum nýggja útiøki. Tann parturin fevnir m.a. um ein sparkivøll umframt aðrar møguleikar at verða virkin likamliga.

- Tað, at næmingarnir hava okkurt ítøkiligt at takast við í skúlagarðinum, kann eisini styrkja felagsskapin og sostatt trivnaðin hjá næmingunum. Tað hevur stóran tyðning, sigur Eyðstein Ó. Poulsen.

Eisini eitt útiøki til allan býin

Nýggja útiøkið, sum serliga er ætlað miðdeild skúlans (4.-6. flokk), fer fyrst og fremst at verða til gleði fyri næmingarnar á Skúlatrøð, sum leingi hava saknað nøktandi útimøguleikar, men eisini verður hetta eitt spennandi stað fyri almenningin, har ein kann fara saman við børnum og ungum og hugna sær í frítíðini.

- Hetta hava vit longu sæð á útiøkinum suðureftir á Skúlatrøð, at børn, ung og familjur dagliga og í vikuskiftum hugna sær við teimum møguleikum, sum har eru. Hesir møguleikar gerast nú enn fleiri, sigur Eyðstein.

Fyrri partur liðugur í heyst

Fyrsti partin av arbeiðinum, sum verður gjørdur í ár, og sum vónandi verður liðugur í heyst, kostar umleið 3 mió. kr.

Byggibólkurin, sum hevur arbeitt við innrættingini av økinum, er mannaður við umboðum fyri Skúlatrøð, býráðsumsitingina og politisku skipanina – hesir persónar:

Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung, Vivian Guðjónsson, varaskúlastjóri, Unnur Fonn, lærari, og Carsten Wigant Andersen, lærari, umboð fyri skúlan, Hans Fróði Hansen, byggifrøðingur, og John Færø, trivnaðarstjóri.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Video: Ráðstevna um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu

30/5/2022

Comments

 
Picture
​Ráðstevnan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu sum bleiv hildin týsdagin 24. mai er nú tøk sum video, og kann síggjast her.

Televarpið hevur staðið fyri upptøkunum.

Skráin fyri ráðstevnuna kann síggjast her.

​Løgmansskrivstovan
Comments

Skjótt at blíva snýttur, eisini um tað er frá einum banka?

30/5/2022

Comments

 
Picture
Fekk hendan meylin í gjárskvøldið frá Danske Bank, men hetta er slett ikki frá Danske Bank, sjá reyða rundingin ovast, hetta er ein meylur, har fólk royna at snýta teg við at geva teimum upplýsingar og á tann hátt sleppa inn á tínar konti og tøma tær.

Tað hesir snýtarnir ikki vita, tað er at eg slett ikki eri kundi í Danske Bank og tí havi eg slett ikki trýst á linki, sjá myndina og hygg hvør hevur sent meylin, terry.t@ns.sympatico.ca

Ansi tykkum, hatta kundi gott verið BankNordik, Betri Banki ella Norðoya Sparikassi.

SáH

​

Picture
Comments

Dýrindal komin inn við 19.000 pundum

30/5/2022

Comments

 
Picture
​Dýrindal kom inn tíðliga í morgun. Teir hava trola á landleiðini og eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 18.944 pund, tað mesta var tunga og toskur, 4.560 pund tunga, 4.400 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 26. mai.

Landa bleiv til Barðið í Tórshavn.

SáH

DÝRINDAL – ( KG 474 )
 (BARÐIÐ)-30-05-2022   9.472

Comments

Fiskaklettur hevði 32.000 pund í dag

30/5/2022

Comments

 
Picture
​Fiskaklettur kom aftur tíðliga í morgun. Teir hava trola á landleiðini og norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 32.140 pund, tað mesta var toskur og havtaska, 10.600 pund toskur, 9.800 pund havtaska og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 25. mai.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

FISKAKLETTUR – ( TN 415 )NFCS-30-05-2022   16.070



Comments

Gadus verður longu í Klaksvík í kvøld klokkan 21 – 22

27/5/2022

Comments

 
Picture
Heimferðin hjá Gadus hevur gingið sera væl og nú frættist at teir longu vera í Klaksvík klokkan 21-22 í kvøld.

Teir hava roynt í norskum sjógvi og hava teir 504 tons í flaki inni.

Gadus fór túr tann 8. mars, sostatt hava teir verið burtur í næstan 3. mánaðar.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim og góða Norðoyastevnu.

SáH

Picture
Comments

Norðoyastevnuskráin 2022

25/5/2022

Comments

 
Picture
Hósdagur 26. mai
Kl. 11.00: Christianskirkjan: Hanus á Gørðum, sóknarprestur hevur guðstænastuna. Kristi himmalfarðardag

Kl. 17.00 – 18.30 Skákið - á Gerðagøtu 3. Talvkapping fyri børn og ung. 4. flokkur og yngri
Tilmelding á staðnum. Heiðursmerki verða latin

Kl. 19.00: Í Atlantis. Filmur: Top Gun. Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.

Kl. 19.30 – 21.00 Skákið - á Gerðagøtu 3. Talvkapping fyri børn og ung. 5. flokkur og eldri
Heiðursmerki verða latin. Tilmelding á staðnum

Kl. 20.00: Christianskirkjan. Haderslev Domkirkes Drengekor
Við í framúr góða kórinum eru 56 sangara úr nýggju ára aldri og uppeftir. Hava verið við til fleiri ymsar kappingar. Tú kanst hitta og hoyra hetta serstaka kóri í Christianskirkjuni  

kl. 20.00: Soli Deo Gloria – Klaksvíksvegur 56. Ungdómsmøti v/ Eriku Kristiansdóttir Winther.

Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?

Fríggjadagur 27. mai
Kl. 09.00 – 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum er opin
Kl. 09.00 – 14.00 Norðoyastevnu brunsj - sjálvtøkuborð
Kl. 12.00 – 21.00 Vanlig matskrá

Kl. 09.30 –12.00 Café Gloria – Stangavegur 16. Caféin selur morgunkaffi og -te við onkrum góðum afturvið
Kl.10.00: Morgunsangur á Café Gloria – Stangavegur 16

Kl. 10.30: Klaksvíkar bókasavn: Søguhugni – Tiltak fyri børnum undir skúlaaldri.
Vit fara at lurta eftir søgu og syngja sangir

Kl. 12.00 – 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum. Vanlig matskrá

Kl.13.00 – 17.00 Norðoya Fornminnasavn. Nýggj áhugaverd framsýning í Spaniastovu og Gamla Apotekinum
Serlig verkætlan er gjørd í Spaniastovu at lýsa ymiskar partar av arbeiðslívinum hjá fólki fyrr í tíðini.
Her hevur Edward Fuglø, listamaður verið við í sniðgevingini.

Kl.14.00 - 21.00   Café Fríða á Biskupstorginum. Norðoyastevnu-suppur og nýbakað breyð á sjálvtøkuborðinum. Nógvar nýbakaðar køkur og gott at drekka

Kl. 16.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen letur upp. Til ferniseringina heldur Bartal Augustinussen røðu og Benjamin, Son of Fortune syrgir fyri tónleikinum. Aftaná verður lætt ábit

Kl. 16.00 – 19.00 Gamla Seglhúsið. Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen

Kl. 17.00 – 22.00 Í Royndini Fríðu – Nólsoyar Pálsgøta 7. Støkk-upp-matstova á Norðoyastevnu.                   Kongsstovan í Haraldssundi borðreiðir við føroyskum stevnubitum. Í Royndini Fríðu.  

Kl. 18:00: Pike: Upphiting til KÍ - EB/Streymur

TIVOLI-økið við vøllin
kl. 18.00 – 24.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum
kl. 18.00 – 24.00 Súkklubátar, Fiskibrunnur,Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum
kl. 18.00 – 24.00 Stórt hoppiland á Akursmørk
Kl. 18.00 – 20.00 Útitalv við Tingstaðið í Vágstúni. (um viðrar)
Útitalv við stóru talvfólkunum. 

Kl. 18.30 – 22.00 KFUM og K - Gerðagøta 16. Kondibingo. KFUM og K-skótarnir skipa fyri kondibingo. Til ber eisini at keypa sær ein drekkamunn.

Kl. 19.00: við Djúpumýru. Betri deildin menn 2022: KÍ - EB/Streymur

Kl. 19.00: Í Atlantis. Top Gun. Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.

Kl. 20.00: Crescendo í Christianskirkjuni. Kenda kvinnukórið úr Horsens, Crescendo vitjar í Klaksvík á Norðoyastevnu. Tey hava eina samansetta konsert av kirkjuligum tónleiki. Eisini er ein partur við donskum og føroyskum sangum.

Kl. 20.00: Emmaus – Uppsalagøta 10, Ungdómsmøti v/ Hjalmar Arge

Kl. 21.00: KFUM og K - Gerðagøta 16. Ungdómsmøti við Jeffri Johannesen. Lilja Klein Joensen kemur eisini at framføra.

Kl. 21.30: í Dávavirkinum. Konsert við Páll Brim og Adrenaline í Dávavirkinum. Øll eru hjartaliga vælkomin!  Konsertin er ókeypis, men fólk eru vælkomin at lata eitt oyra til nýtt videolag hjá Adrenaline. Eisini fáast Adrenaline t-blusir til keyps.

Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?

Kl. 21.00 - 03.00   Skálin, Bøgøta 11. Uppá gólv og tá - Klaksvíkar Dansifelag. Almennur dansur í Skálanum. Á skránni verða bæði føroyskur og harmonikkudansur. Kostnaðurin fyri kvøldið er kr.100,- og møguleiki er at keypa sær smyrjibreyð o.a.

Kl. 21.00: Føroyskur dansur
Kl. 22.00: Harmonikudansur
Kl. 23.00: Føroyskur dansur
Kl. 24.00: Harmonikudansur
Kl. 01.00: Føroyskur dansur
Kl. 02.00 - 03.00: Harmonikudansur

Kl. 22.30 - 03.30 Roykstovan - Pub quiz. Pub quiz v/ Kristian Joensen verður - 18 ára aldursmark og ókeypis atgongd

00.00 – 03.45: Pike. Jens Marni spælir og syngur

Leygardagur 28. mai
Kl. 09.00: við Djúpumýru. Dreingir U13 C1 millumumfør 2022. KÍ c, B36 c, B36 e, EB/Streymur c

Kl. 09.00 – 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum er opin. Kl. 09.00 – 14.00 er brunsj - sjálvtøkuborð

Kl. 12.00 – 22.00 Í Royndini Fríðu – Nólsoyar Pálsgøta 7. Støkk-upp-matstova á Norðoyastevnu. Kongsstovan í Haraldssundi borðreiðir við føroyskum stevnubitum Í Royndini Fríðu.  

Kl.13.00 – 17.00 Norðoya Fornminnasavn. Nýggj áhugaverd framsýning í Spaniastovu og Gamla Apotekinum. Serlig verkætlan er gjørd í Spaniastovu at lýsa ymiskar partar av arbeiðslívinum hjá fólki fyrr í tíðini. Her hevur Edward Fuglø, listamaður verið við í sniðgevingini.

Føroya Bjór renningin – við Føroya Tele børn, vaksin við Akursmørk

Kl. 11.00             Menn/Kvinnur (f. 1977-2008) – 5 km
Kl. 11.00             Menn/Kvinnur Veteranar (f. 1967-1976) – 5 km
Kl. 11.00             Menn/Kvinnur Superveteranar (f. 1966 ella fyrr) – 5 km
Kl. 11.40             Dreingir-7/Gentur-7 (f. 2015 ella seinni) – 450 m
Kl. 11.50             Dreingir-10/Gentur-10 (f. 2012-2014) – 450 m
Kl. 12.00             Dreingir-13/Gentur-13 (f. 2009-2011) – 900 m
Kl. 12.15             Heiðursmerkjahandan við Norðoya Sparikassa

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF – www.treysti.fo. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 27. mai kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. 

Kappróður
Kl. 13.00: Norðoyastevnan verður sett - Í Klaksvíksgarðinum. Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini heldur røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Kl. 13.15: Í Klaksvíksgarðinum: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður flytir fram heiðursrøðu um føroyska bátin - UNESCO hevur sett føroyska bátin á listan yvir heimsarv. Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Kl. 13.30 – 14.50     Kappróður - FM-barnaróður
Kl. 15.30 – 17.40      Kappróður - FM-róðrar
Róðurin verður vístur á stórskíggja á vestaru bryggju. Til ber at keypa okkurt leskiligt.
Kl. 18.00: Heiðursmerkjahandan í Klaksvíksgarðinum – Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, handar steyp og heiðursmerki

Kl. 13.15: við Djúpumýru. Dreingir U13 C2 millumumfør 2022. KÍ d, NSÍ c, B36 d, FC Hoyvík b

TIVOLI-økið við vøllin

kl. 14 - 01: Súkklubátar, Fiskibrunnur,Trampolin, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið
kl. 14 - 01              TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum
kl. 14 - 01              Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum
kl. 14 - 01              Fisk og Chips søla á Tivoliøkinum
kl. 14 - 01              Pannukøkubúðin selur á Tivoliøkinum
kl. 14 - 01              Biografur: í 3D bio-vogninum á Tivoli økinum
kl. 14 - 01              Stórt Hoppiland á Akursmørk
kl. 18                     (Áftaná kappróðurin) 24” Bekk-lið-Etikapping – Manningin á áttamannafarinum, Nevinum Reyða fer at kappast um, hvør er Føroya Størsti átari 2022. Kappingin fer fram uttanfyri Hjá Frank – Bøgøta 12.

Kl. 19 - 20: Countrybólkurin á Tivoliøkinum

Kl. 14.00 - 21.00: Café Fríða á Biskupstorginum. Norðoyastevnu-suppur og nýbakað breyð á sjálvtøkuborðinum.

Kl. 15.00 – 19.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen

Kl. 16.00 – 20.00: Miðhøllin á Skúlatrøð. Norðoyastevnuframsýningin 2022. Klaksvíkar Rotary Klubbi skipar fyri

Kl. 18.00: Heiðursmerkjahandan – Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, handar steyp og heiðursmerkir eftir kappróðurin á vestaru bryggju

Kl. 18.00 – 24.00 Pike: Kokkurin grillar á terassuni uttanfyri Pike

Kl. 19.00: við Djúpumýru. 3. deild menn innl. C 2022. KÍ - Víkingur a

Kl. 19.00 – 23.00: Klaksvíkar svimjihøll í Vælveruøkinum. Kvinnukvøld í Vælveru í Klaksvíkar svimjihøll. Har eru góðar umstøður - inni er heilsuklivi, dampbað og gosbað. Uttandurða er gosbað, kaltvatnskar, kaltvatnsspann og sauna. Meir kann lesast á www.saunagos.fo og har kanst tú keypa atgongumerki.

Kl. 19.00: Í Atlantis. Top Gun: Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.

Kl. 20.00: Pike: Champions League finalan verður víst

Kl. 21.00: Í Vágstúni. Betesda hevur útimøti niðanfyri Føroya Bók. Góður tónleikur og sangur við m.a. sangbólkinum, Vitin

Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?

Kl. 22.30: Í Vágstúni. Live-tónleikur á pallinum í Vágstúni. Herborg Torkilsdóttir syngur og spælir.

Kl. 23.00: Í Vágstúni. Felagssangur við góðum undirspæli frá Fuglafjarðar Harmonikufelag

Kl. 23.30: Í Vágstúni – á stóra pallinum. Klaksvíkar Hornorkestur spælir horntónleik. Á stóra pallinum í Vágstúni

kl. 23.30 – 03.45 STÓR-dansur í KÍ-høllini við Herborg Torkilsdóttir og Ratchid. 18 ára adursmark - NFÌ skipar fyri

Kl. 24.00: Midnáttarsamkoma - Í Vágstúni. Kyndlagonga kemur í Vágstún. Pál Weihe, professari og granskari heldur røðu. Eftir midnáttarrøðuna verður stórt fýrverkarí sent upp.

Kl. 24.00:  KFUM og K - Gerðagøta 16: Midnáttarcafé - eftir fýrverkið. við tónleikaframførslum og suppu

Kl. 24.00 - 03.45 Roykstovan - Livandi tónleikur. Live tónleikur við Frankie Jensen og Ási Mikkelsen. 18 ára aldursmark og ókeypis atgongd.

Kl. 24.00 – 03.45: Pike:  Tónleikur & dansur

Sunnudagur 29. mai
kl. 11.00             Christianskirkjan. Øssur Kjølbro, prestur hevur Norðoyastevnugudstænastuna

kl. 12.00             Soli Deo Gloria, Klaksvíksvegur 56. Møti við vitjan úr Esbjerg. Eftir møtið verður miðmáli

Kl. 14.00         Skrúðgonga og Norðoyastevnurøða

Skrúðgonga – Klaksvíkar Hornorkestur, býráðs- og bygdarráðslimir úr Norðoyggjum, skótar og ítróttarfólk fara úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har Jóhanna á Bergi, stjóri flytur fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Kl. 14.45             KFUM og K - Gerðagøta 16. Eftir skrúðgonguna í Vágstúni. Norðoyastevnu café við tónleiki

TIVOLI-økið við vøllin

kl. 14 - 23            TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum
kl. 14 - 23            Fisk og Chips søla á Tivoliøkinum
kl. 14 - 23           Pannukøkubúðin selur á Tivoliøkinum
kl. 14 - 23           Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum        
kl. 14 - 23           Biografur: í 3D bio-vogninum á Tivoli økinum
kl. 14 - 23           Stórt Hoppiland á Akursmørk
kl. 18.00             Undirhald: Trølla Pætur og Omman (trøllini) undirhalda á Tivoliøkinum (við fótbóltskýlið)
kl. 20 - 21        Bára Silvansdóttir syngur á Tivoliøkinum
kl. 21 - 22         Karstin Danielsen og Rani Nolsøe syngja á pallinum á Tivoliøkinum

Kl. 15.00 – 20.00 Miðhøllin á Skúlatrøð. Norðoyastevnuframsýningin 2022. Klaksvíkar Rotary Klubbi skipar fyri.

kl. 15.00 – 17.00: Saunagos verður í Klaksvíkar svimjihøll

Kl. 15.00 – 19.00 Í Royndini Fríðu – Nólsoyar Pálsgøta 7. Støkk-upp-matstova á Norðoyastevnu. Kongsstovan í Haraldssundi borðreiðir við føroyskum stevnubitum Í Royndini Fríðu.  

Kl. 15.00 – 19.00 Gamla Seglhúsið: Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen

Kl. 15.00 við Djúpumýru. Betri kvinnur 2022. KÍ - NSÍ

Kl. 17.30 við Djúpumýru. U21 Dreingir innl. B 2022. KÍ b – Víkingur

Kl.18.00: KFUM og K - Gerðagøta 16. Møti við Ann Hermansdóttur, presti. "Jesus er keldan til ávøkst" Nátturði verður aftaná.

Kl.18.00: Emmaus – Uppsalagøta 10. Møti v/ Atla Rasmussen. Sunnudagsskúli undir møtinum. Vit grilla eftir møtið

Kl.19.00: Betesda - Útgávukonsert til heiðurs fyri Árna Jacobsen, sála. Nýggja fløgan er sungin og innspæld við sangum, sum Árni Jacobsen hevur yrkt ella týdd. Á fløguni eru seytjan sangir, sungnir av Betesdakórinum, Kvartettini í Betesda, Vitanum og Zamar.
Ein sangur verður sungin av børnunum hjá Árna og Elisabeth.
Steðgur verður við einum góðum drekkamunni. Høvi verður at ogna sær fløguna.

Kl. 19.00: Í Atlantis. Top Gun - Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.

Kl. 20.00: KFUM og K - Gerðagøta 16. Opið hús við borðspælum, drekkamunni, borðtennis o.a

Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?

Norðoyastevnuskráin 2022

Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð

Comments

​Eitt av verðins størstu fraktflogførum lendi á Bornholm

25/5/2022

Comments

 
Picture
Da Bornholms Lufthanvns landingsbane fik ny asfalt for otte år siden, var målet at større passagerfly kunne gøre brug af lufthavnen. Men i går, som en del af de multinationale DEFENDER-Europe 22 øvelser, kunne lufthavnen byde velkommen til et af verdens største transportfly fra USA’s Flyvevåben.  

Dele af den danske hær, flåde og luftvåbens kystforsvar er sammen med USA involveret i HIRAIN-øvelsen på Bornholm og i Østersøen. Øvelsen skal opbygge operationelt beredskab og interoperabilitet mellem USA, NATO-allierede og partnere. 

DEFENDER-Europe er en paraply for forskellige øvelser ledet af US Army Europe and Africa. Målet er at demonstrere militær kapacitet og evnen til hurtigt at samle kampkraft og indsætte styrker i NATO-operationer i forskellige dele af Europa. 

Danmarks forsvarsminister Morten Bødskov, Norges forsvarsminister Bjørn Arild Gram og Jan-Olof Lind, den svenske statssekretær for forsvarsminister Peter Hultqvist overværede øvelsen på klippeøen.

USA's ambassade i Kongeriget Danmark

Comments

​Sólvit E. Nolsø helt røðu á 40 ára degnum hjá Sinnisbata

25/5/2022

Comments

 
Picture
Týsdagin tann 24. mai fylti Sinnisbati 40 ár, og í hesum sambandi varð skipað fyri almennum føðingardegi og bókaútgávu í Reinsarínum. Í hesum sambandi helt Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum røðu.

”Sum heild eru vit á rættari leið til eitt meira javnbjóðis samfelag, eisini hjá fólki, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Tó mugu vit ásanna, at enn eru batar at fremja. Vit eiga øll hesa avbjóðing, og tí er neyðugt, at vit sum samfelag, lyfta í felag og standa saman fyri at røkka málinum.“
Sinnisbati er ein sjálvboðin áhugafelagsskapur hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Endamálið hjá felagnum er at at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku - at virka fyri javnbjóðis møguleikum og rættindum hjá menniskjum við sálarsjúku, og teirra avvarðandi.

Í sambandi við føðingardagin gav Sinnisbati, saman við Sprotanum og Grækaris Djurhuus Magnussen, bókina “Sálareygað” út, ið snýr seg um 40 ára søguna hjá Sinnisbata.

Røðan hjá Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum kann lesast niðanfyri:

“At virka í einum áhugafelag krevur, at tú brennir fyri økinum og fyri at broyta samfelagið til tað betra. Tað krevur, at tú áhaldandi trýrt uppá, at broytingarnar kunnu henda, og at tú gleðist um tær smáu sigrarnar.

At virka í einum áhugafelag er ein lívsstílur.

Í dag heiðra vit tykkum, sum nú virka, og øll tey, sum hesi mongu árini hava virkað, fyri at betra um korini hjá menniskjum við sálarligum avbjóðingum.

Takk fyri at eg eri boðin við her í kvøld at hátíðarhalda 40 ára dagin saman við tykkum.

Øll árini hevur endamálið hjá Sinnisbata verið at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku - at virka fyri javnbjóðis møguleikum og rættindum hjá menniskjum við sálarsjúku, og teirra avvarðandi.

Nógv er hent hesi árini, og hevur felagið verið sera virkið og sjónligt í almenna rúminum.

Úr rúgvuni kann eg nevna:

Landsinnsavningin í fjør
Avvarðandi bólkar, bæði fyri vaksin avvarðandi og fyri ung, ið hava foreldur ella systkin við sálarsjúku
Stuðulsbólkar til ung við angist
Og væl vitjaðu kjatt-ráðgevingina, sum er opin hvørt kvøld allar 365 dagar í árinum.
Sinnisbati er ein felagsskapur, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan. Tí hóast nógvir batar eru framdir, er tørvurin á tykkum eins stórur í dag.

Kanning eftir kanning hevur víst at sálarheilsan versnar í vesturheiminum. Hetta er tíverri eisini galdandi í Føroyum.

Tí er alneyðugt at varpa ljós á sálarheilsu, og gera tit eitt megnararbeiði á hesum økinum.

Hetta gera tit millum annað við at markera Altjóða Sálarheilsudagin, og sum samstarvsfelagið hjá Fólkaheilsuráðnum, har tit eru við til at mynda ABC fyri sálarheilsu.

Kanningar vísa, at tað serliga er millum tey ungu, at sálarheilsan versnar.

Eisini her ganga tit í Sinnisbata á odda við at seta sálarheilsu millum ung á breddan. Hetta kemur til sjóndar við stovnsetanini av ungdómsbólkinum Sinnibati Ung, sum í ár er stovnað sum felag.

Sinnisbati Ung varpar ljós á sálarheilsu og vil bøta um sálarheilsustøðuna millum tey ungu. Felagið er sera virkið, og sæst hetta aftur við átøkum sum Sárbærur sunnudagur og poddvarpinum TØGN, har tøgnin verður brotin, og prát um kenslur verður normalisera.

Hetta arbeiði er sera umráðandi, og skulu tit hava stóra tøkk fyri tað.

Eg gleði meg eisini at síggja nýggja stuttfilmin, sum Sinnisbati Ung fara at vísa okkum í kvøld.

40 ár er ikki 40 dagar, og nógv er broytt í samfelagnum hesi árini – til tað betra.

Men søgan skal tó ikki tigast burtur – hon er við til at slóða fyri meira opinleika. Og við at líta aftur á søguna, kunnu vit læra av henni.

Í skránni fyri dagin sæst, at tað júst er søgan hjá Sinnisbata, ið tit hava valt at varpa ljós á í dag. Hetta við bókaútgávuni um søgu felagsins, sum tit geva út, saman við Grækaris Djurhuus Magnussen og Sprotanum.

Spennandi verður at hoyra Grækaris greiða frá um bókina, og at hoyra tvey av fólkunum í nýggju bókini, ið hava myndað felagið og føroysku sálarsjúkusøguna, greiða frá.

Eg gleði meg til at lesa bókina.

Samfelagið er broytt munandi hesi árini.

Nógv er hent í mun til hugburð í samfelagnum. Sum heild eru vit á rættari leið til eitt meira javnbjóðis samfelag, eisini hjá fólki, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Tó mugu vit ásanna, at enn eru batar at fremja. Sum samfelag standa vit frammanfyri einari avbjóðing: at bøta um sálarheilsuna.

Vit eiga øll hesa avbjóðing, og tí er neyðugt, at vit sum samfelag, lyfta í felag og standa saman fyri at røkka málinum.

Gávan, ið eg havi valt at geva tykkum í kvøld, skal ímynda júst hetta:
at vit sum tjóð mugu lyfta í felag!

Hjartaliga til lukku við 40 ára degnum!

Takk fyri at tit eru ein virkin og konstruktivur viðspælari, og fyri, at tit áhaldandi samskifta við og ávirka okkum politikarar og myndugleikar.

Tykkara upplýsandi arbeiði er virðismikið. Og uttan tykkara íkast, høvdu vit ikki verið komin hartil, sum vit eru í dag.

Serliga vil eg takka tykkum fyri, at tit áhaldandi gera eitt megnar arbeiði, og gera øllum føroyingum greitt at ‘Tað er okay ikki at vera okay’.

Takk fyri!”

Almannamálaráðið

Comments

50 mió. til at fullføra verkætlanir

25/5/2022

Comments

 
Picture
Allar verkætlanir, sum eru ígongd, skulu gerast lidnar. Neyðugt er tí við lántøku á 50 mió. kr., soleiðis at arbeiðast kann víðari við fleiri av teimum spennandi verkætlanum, sum koma at mynda býin í mong ár framyvir.

Á skránni til býráðsfundin í kvøld er uppskot um lántøku á 50 mió. kr. til viðgerðar. Orsøkin til lántøkuna er, at dagførda fíggjarætlanin fyri 2022 vísir eitt hall á 18,8 mió. kr., 20 mió. til gjald av lániavdráttum á og peningur til at gera verkætklanir lidnar.

- Tá ið sitandi býráð tók við 1. januar 2021, var býráðið samt um, at Klaksvíkar kommuna skuldi stremba eftir at halda allar teir sáttmálar og bindingar, sum bæði fyrrverandi og núverandi býráð hava undirskrivað. Tí er neyðugt við hesi lántøku, soleiðis at haldast kann fram við liðugtgerð av teimum verkætlanum, sum eru ígongd, sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri.

Av størri verkætlanum, sum antin eru lidnar ella komnar væl áleiðis, kunnu nevnast:
Bollafabrikkin – liðugt
Barnagarður á Norðoyri – liðugt
Rennibreytin – liðugt summarið 2022
Ídnaðarøkið undir Hamri – liðugt á sumri 2022
Mentanarhúsið Varpið – liðugt okt/nov 2022
Kappróðrarneystið – liðugt um ársskiftið 2022/23
Útstykkingin á Fossum – fyrsta byggistig, liðugt á heysti 2022
Arbeiðið við fíggjarkarminum fyri 2023 er farið í gongd. Somuleiðis verður í næstum farið undir at dagføra langtíðar íløguætlanina hjá kommununi.

Skuldin hjá Klaksvíkar kommunu er í løtuni 311 mió. kr., og við lántøkuni verður skuldin í alt 361 mió. kr. Kommunan rindar 20 mió. kr. í avdráttum í 2022, og verður skuldin við ársenda 341 mió. kr.

Klaksvíkar Kommuna

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.