NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stovnandi aðalfundur fyri felagið Heimafriður

29/11/2018

Comments

 
Billede
Mánakvøldið 10. desember verður stovnandi aðalfundur í Skótahúsinum í Runavík av einum felag, sum skal hava til høvuðsendamál at arbeiða fyri at avmarka ótolandi ljóð- og luftdálking frá skipum

Tíðindaskriv

Á skránni verður framløga um ætlaninar við felagnum, orðaskifti um ótolandi støðuna í sambandi við ljóð- og luftdálking, stovnan av felagnum og val av nevnd. Aftaná verður ein drekkamuður at fáa. Arbeiðsbólkurin heitir á øll áhugað um at møta á fundinum og vísa sín stuðul.

Ljóðdálking frá havnaløgnum og skipum er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki. Tí hava borgarar, ið liva undir ótolandi umstøðum orsakað av larmi frá skipum, tikið seg saman til at stovna eitt felag, hvørs høvusðendamál er at virka fyri, at lóggivið verður soleiðis, at Føroyar gera sum grannalondin og áseta krøv til dálking frá skipum.

Borgarar við fleiri havnaløg í Føroyum verða javnt og samt útsett fyri umfatandi ljóð- og luftdálking, sum órógvar heimafriðin og serliga náttarfriðin hjá búfólkunum.

Í skrivi fyrr í ár til Heilsu- og Innlendismálaráðið, skriva Lars Fodgaard Møller, landslækni ,og Pál Weihe, yvirlækni, at ljóðdálkingin, sum borgarar tætt við havnaløg í Føroyum eru útsett fyri, kann
vera heilsuskaðilig.

Í oktober mánaða í ár gav altjóða heilsustovnurin, WHO, út umhvørvisleiðreglur fyri Evropa.

Leiðreglurnar hjá WHO vísa á sterk prógv um, at óljóð er ein av størstu umhvørvisvandunum fyri
bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá fólki.

Í Føroyum er eingin beinleiðis reglugerð fyri ljóðdálking frá skipum, hetta merkir at ljóðdálkanin,
sum borgarar í Føroyum eru útsettir fyri, er langt omanfyri viðmælini hjá WHO. Eisini er kanningin, prógv um, at ljóðdálking skal takast í nógv størri álvara enn higartil hildið.

Áhaldandi hava borgarar gjørt vart við ótolandi viðurskiftini, tey liva undir, men framvegis er
eingin broyting íkomin og verður málið ikki tikið í nóg stórum álvara.

- Vit hava gjørt av at kalla felagið Heimafriður, tí vit vilja vísa á, at sum nú er hava vit ikki so frægt sum svøvnfrið heima við hús. Vit ynskja rætt og slætt at fáa frið til hvíld í egnum heimi, siga fyriskipararnir.

Hin 10. desember eru liðin 70 ár síðani aðalfundur Sameindu tjóða samtykti Heimsyvirlýsingina um
mannarættindi. Grein 24 í sáttmálanum sigur, at ”øll hava rætt til hvíld, og grein 25 sigur, at ein og hvør hevur rætt til lívsumstøður, ið tryggja honum og hansara heilsu og vælveru.”

Við hesum felag vilja vit vísa á, at nógvir borgarar í Føroyum, orsakað av ljóðdálking, ikki fáa hvíld heima við hús og liva undir umstøðum, sum eru til vanda fyri heilsu og vælveru teirra.

Vegna fyriskipararnar

Trina Elttør Eysturoy, Signabø
Sylvia Thomsen, Ánir
Theodor E. Johannesen, Saltangará
Niels Midjord, Fuglafjørður

Comments

Russar hackað seg á Týskland

29/11/2018

Comments

 
Billede
Russland hevur í oktober í ár framt eitt hackara-álop ímóti teim týsku mynduleikunum, skrivar ávísin Der Spiegel.

Ávísin veit at siga frá, at álopið bleiv framt ímóti teldupostum hjá tí týsku vernduni, parlamentslimum og fleiri sendistovum.

Týsku mynduleikar arbeiða víðari við sakini - og fara teir, at koma við einari klárari útmelding yvir - um júst hvat tað varð sum hendi í oktober mánað í ár, tá ið russar hackaðu seg á fleiri almen støð í Týsklandi.

JáH (y) 30.11.2018

Comments

Mæla frá at Norðoyatunnilin fyrireikar tunlar

29/11/2018

Comments

 
Billede
Rættarnevndin hevur lagt fram álit í málinum um, at Norðoyatunnilin skal fyrireika tunlar norður um Fjall

Samgonguflokkarnir og Sonja Jógvansdóttir í rættarnevndini taka ikki undir við uppskotinum frá tingfólki í andstøðuni, um at Norðoyatunnilin skal fyrireika verkætlanina at gera tunlar norður um Fjall, og mælir frá at samtykkja tað.

Les meira HER

JáH (y) 29.11.2018
Kelda: KVF (Johnsigurd Johannesen)


Comments

Russland: IS hóttir við kemiskum álopum

28/11/2018

Comments

 
Billede
Russland vil vera við til, at IS fer at brúka kemisk vápn ímóti kurdiska uppreistarbólkinum SDF í Sýra, skrivar NTB.

Verndarstovan í Moskva upplýsir, at tey hava móttikið upplýsingar um kemisk álop, sum framd verða í næstum í Sýria.

JáH (y) 29.11.2018

Comments

Hóttir við at avlýsa fundin við Putin

27/11/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump segði við Washington Post - at møguliga verður ongin G20 fundir russiska forsetan Vladimir Putin.

Trump segði, at hann roknaði við einari rapport frá trygdarliðnum - um hvat hendi sunnudagin, tá ið Russland byrjaði at skjóta og harafturat løgdu hald á trý ukrainsk akfør.

Hann segði í samrøðuni við Wahington Post, at tað verður avgerandi hvat rapportin kemur at siga - og at hann kanska ikki fer at møtast við Putin á G20 fundinum.

JáH (y) 28.11.2018

Comments

Kina: Enn ein bilur koyrt í fólkamongd

26/11/2018

Comments

 
Billede
Enn eitt bilálop hevur verið í Kina - eftir at ein bilur koyrdi fólk niður á einum buss-stoppstaði í býnum Leshan, suðurvestan fyri Kina.

​Les eisini: Kina: Bilur koyrt í fólkamongd

Løgreglan boðar frá, at sjey persónar hava latið lív, sjafførurin er handikin og hendingin verður nú kannað av løgregluni úr Kina.

Hetta er aðru ferð uppá eina góða viku - at bilálop verða framd í Kina. 

JáH (y) 27.11.2018

Comments

870 álop á skúlar í 2018

26/11/2018

Comments

 
Billede
Tað hava verið í tí fyrsta hálvárinum av 2018 - heili 870 álop á skúlar í Afganistan. Tað er tað hægsta síðan 2011, vísa nýggj tøl frá felagskapinum GCPEA, skrivar NTB.

Álopini hava elvt til - at fleiri foreldur ikki longur torað, at koyra børnini hjá sær í skúla og arbeitt verður við trupuleikunum av tí afganiska stýrinum.

JáH (y) 27.11.2018

Comments

Magnus Magnussen fagnaður

26/11/2018

Comments

 
Billede
​Fríggjadagin 23. november 2018 skipaði Klaksvíkar kommuna fyri hátíðarløtu í samband við, at Magnus Magnussen eftir 23 ár í starvi sum kommunulækni í Norðoya læknadømi, takkar fyri seg.

Nógv fólk vóru til hátíðarløtuna, sum varð markað við røðum, klavertónum, ábiti og heilsanum frá borgarstjóranum, Jógvani Skorheim, og stjóranum í Heilsutrygd, Egil á Bø. Magnus fekk eisini heilsanir frá gomlum starvsfeløgum og kenningum, sum á hvør sín hátt hava myndað starvsleiðina hjá Magnusi Magnussen.

Les meira HER

Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Minst 25 deyð av bumbu í Pakistan

23/11/2018

Comments

 
Billede
Ífylgi teim lokalu mynduleikunum - so eru í minsta lagi 25 mennsikjur dripin og minst 50 sáraði, tá ið ein kraftig bumbu gekk av í einum marknaði í býnum Klaya í Orakzai-økinum - norðvest av Pakistan, skrivar NTB.

Ongin hevur tikið sær ábyrgdina av bumbingini enn, skrivar fjølmiðlar úr Pakistan.

JáH (y) 23.11.2018

Comments

Prestur dømdir fyri neyðtøku

21/11/2018

Comments

 
Billede
75 ára gamli presturin, Lee Jae-rock úr Suður Korea er dømdur 15 ára fongsul fyri at hava neyðtikið 15 kirkjulimir av kirkjuni hjá sær.

Nakrar av kvinnunum søgdu í rættinum, at tær hildu at hann varð Guð - og at hann tá kundi gera hvat hann vildi við tær.

JáH (y) 22.11.2018
Kelda: NTB

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.