NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Koppsetur fyri vetrarbeinkrím

31/10/2017

Comments

 
Billede
Læknamiðstøðin koppsetur fyri vetrarbeinkrím mánadagin 30. okt. til og við fríggjadagin 3. nov. klokkan 09.00-15.00

Hesar dagar er ikki neyðugt at bíleggja tíð frammanundan.

Um ikki liggur fyri nevndu dagar, er eisini møguleiki at fáa tíð.

Her liggur Læknamiðstøðin, Klikk her: Læknamiðstøðin Google.com/maps.

SáH

Billede
Comments

Terror álopið í New York

31/10/2017

Comments

 
Billede
8 menniskjur hava latið lív og minst 11 menniskjur fingu stóran skaða - eftir at ein maður koyrdi við ein súkklubana í West Side Highway og Chambers Street, sum er í TriBeCa street - sunnan fyri Manhattan í New York ígjár.

Maðurin koyrdi í einum pick-up bili hálvannan kilometur, áðrenn hann rendi á ein skúlabuss. Síðan rann maðurin út úr bilinum við einum paint-gun og einum luftpistól og rópti "Guð er stórur" á arabiskum. Maðurin bleiv síðan skotin í búkin av løgregluni og liggur nú í sjúkrahúsinum. 

Maðurin sigst, at vera 29 ára gamli Sayfullo Saipov, sum hevur fingið uppihaldsloyvi í Amerika síðan ár 2010. Hann hevur koyrt nógv lastbil og eitt nú bestaðið bakgrundstjekk frá Uber.

JáH (y) 01.11.2017

Comments

Miðlatrúvirðið og norðurlendskar virðislønir

31/10/2017

Comments

 
Billede
Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, er í morgun farin til Finnlands, har allir teir norðurlendsku mentamálaráðharrarnar skulu hittast.

Á fundi mikudagin verður kjak millum ráðharrarnar, har evnini serliga verða: “Álit borgarans á miðlarnar” og “Norðurlendsk mentanartiltøk í altjóða høpi”.

Á skránni hesar dagarnar eru eisini aðrir kunningarfundir og tiltøk, sum landsstýriskvinnan luttekur á – millum annað verður Norðurlendska Mentanarheiðurslønin 2017 latin mikukvøldið 1. november.
Trý føroysk nøvn eru í uppskoti til at vinna Mentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Fyri bókmentir er Sissal Kampmann tilnevnd fyri yrkingasavnið Sunnudagsland.

Fyri barna- og ungdómsbókmentir er Rakel Helmsdal tilnevnd fyri bókina Hon, sum róði eftir ælaboganum.

Í bólkinum fyri tónlist er bólkurin Yggdrasil í uppskotið. Bólkurin varð stovnaður í 1981 og hevur givið 15 plátur og fløgur út.

Úr Finnlandi fer Rigmor Dam til Keypmannahavnar, har hon tann 6. november eisini skal luttaka á einum fundi fyri Norðurlendskar undirvísingar- og granskingarmálaráðharrar.

Evni á hesum fundinum verða “Framtíðar útbúgvingarsamstarv í Norðurlondum” og “Styrkt norðurlendskt granskingarsamstarv”.

JáH (y) 31.10.2017
Kelda: Mentamálaráðið

Comments

Fara at gera ein film um Breivik fyri 180 milliónir krónir

30/10/2017

Comments

 
Billede
Bretski Paul Greengrass hevur planir um, at gera ein film um Anders Behring Breivik, sum eftir øllum at døma kemur at kosta yvir 180 milliónir krónir. Netflix stendur aftanfyri filmin, sum mong í Noregi meina - ikki burdi verið gjørdur yvirhøvur.

Høvuðsrolluna sum Anders Behring Breivik fer til Anders Danielsen Lie - ið eisini er føddur í 1979 - sama ár, sum Breivik bleiv føddur. Og Jon Øigaard skal spæla sakførari hjá Breivik, Geir Lippestad .

Filmurin fer at snúgva seg um terrorálopi tann 22. juli 2011, sum í alt kravdi 77 mannalív. Fólkini handan filmin vilja ikki koma við nakrari útsøgn um hvat filmurin í veruleikanum kemur at handla um. Men Greengrass sjálvur sigur, at bókin hjá Åsne Seierstad "Ein av okkum", sum snýr seg um lívið hjá Breivik og syrgiligu hendingina - hevur gjørt eitt stórt inntrykk á seg og hvussu bókin megnaði at fáa sannleikan & ræðuleikan framm í ljósið, sigur Greengrass við fjølmiðlarnir.

JáH (y) 30.10.2017

Comments

Peter Madsen sigur, at hann hevði partera Kim Wall - men ikki dripið hana ..!

30/10/2017

Comments

 
Billede
Tann løgna sakin við Peter Madsen og tíðindakvinnuna Kim Wall er aftur nú blivin eitt sindur løgnari ...

Nú sigur Peter Madsen í rættinum, at hann ikki hevur dripið hana og at hon doyði av kolsúrniseitran í bátinum - ímeðan hann varð staddur aðrastaðnis í bátinum, tá ið hendingin fór framm.

Síðan hevur Peter Madsen viðgingið, at hann parteraði Kim Wall - fyri síðan at tveita tað parteraða líkið í havið.

Peter Madsen hevur havt fleiri frágreiðingar um hvat hendi umborð kavbátinum og nú hevur hann also aftur broytt sína frágreiðing, sum mong halda er tí, at hann er sekur og at nú roynir at gera alt fyri ikki at blíva dømdir fyri dráp av tíðindakvinnuni Kim Wall.

JáH (y) 30.10.2017

Comments

Fyrrverandi Trump-valleiðari handtikin

30/10/2017

Comments

 
Billede
Fyrrverandi valleiðarin Paul Manafort og felagin Rick Gates eru handtiknir av FBI - og um tað í samband við, at teir hava havt við Russland at gera undan tí amerikanska valstríðnum 2016 - vita fjølmiðlarnir faktist ikki heilt beint nú - men gitt verður, at tað hevur okkurt við russiska innblandan av valinum.

Les eisini: Spenningurin økist í Washington

Eisini sonurin hjá Donald J. Trump og svigersonurin fingu eisini eitt hvørt at vita um Hillary Clinton frá russiskum fólkum og tað er ikki loyvið undan einum valkampi, at onnur lond blanda seg uppí.

Sjálvur hevur Donald J. Trump ikki skrivað nakað stórvegis um, at FBI blívur við at kannað um okkurt ólógligt er farið framm - undan valkampinum 2016. 

JáH (y) 30.10.2017 

Comments

Google Street View fyri Føroyar virkar nú

30/10/2017

Comments

 
Billede
Nú virkar Google Street View fyri alt Føroyar. Her kanst tú við at trýsta á ein knøtt, síggja hvørja gøtu og hvørt tað einasta hús í Føroyum frá tínari egnu teldu.

Sera smart, Norðoya Portalurin, sum heldur til á Helnabrekku, royndi skipanina ímorgun og hon virkaði stak væl.

Vit tastaði Helnabrekka inn á Search Google Maps og so komu vit á gøtuna Helnabrekku og so kanst tú hyggja eftir øllum húsunum og umhvørvinum á gøtuni Helnabrekku.

Hetta ferð at gera tað sera lætt at finna hús runt Føroya land í framtíðini, við bert at klikka seg inná gøtuna og so ert tú á staðnum. Klikk her, "Helnabrekka  Klaksvík" og fyri Føroyar, klikk her "Føroyar".

SáH

Comments

Stoltenberg: Norð-Korea er ein global hóttan

30/10/2017

Comments

 
Billede
Aðalskrivarin hjá NATO, Jens Stoltenberg, kallar Norður-Korea fyri eina globala hóttan og at hann stuðlar strangari tiltøk ímóti landinum.

Les eisini: Jim Mattis: Atomhóttan úr Norður-Korea er økjandi

Hetta hevur Jens Stoltenberg sagt undir einari vitjan í Japan, veit NTB at siga frá.

JáH (y) 30.10.2017

Comments

Nógv virksemi í Klaksvík í dag

29/10/2017

Comments

 
Billede
Var ein túr við myndatólinum í morgun og tók nakrar myndir. Nógv virksemi er í Klaksvík, bæði í miðbýnum, Skúlatrøð, Føroya Tele, Arbeiðsmannafelagnum, Elding og aðrastaðni við, har hondverkarnir hava úr at gera.

Bragd kom aftur av túrið, men fiskiskapurin er smáligur fyri tíðina.

Ein russari liggur og umskipar á vesturi kaj.

Teir eru lidnir at landa Sjúrðaberg og nú er ætlanin, at Sjúrðaberg ferð til Norra á Bedning. Sjúrðaberg hevði 430 tons hendan túrin.

Elrisin Elding gerð klárt at opnað.

Ein røsk kona var gongutúr.

Her nakrar myndir frá 30. oktober, sjá niðanfyri:

​SáH



Comments

Jim Mattis: Atomhóttan úr Norður-Korea er økjandi

27/10/2017

Comments

 
Billede
Verjumálaráðharrin úr Amerika, Jim Mattis sigur at ein atomhóttan úr Norður-Korea er økjandi og eitt álop úr Norður-Korea fær ógvusligar hernaðarligar avleiðingar.

- Eitt og hvørt brúk av atomvápnum vil vera møtt við kraftigum hernaðarligum aftursvari og tað fer at vera effektivt og sera ógvusligt, segði Mattis undir einari fjølmiðlavitjan í Seoul leygardagin, veit NTB at siga frá.

Amerikanski Forsetin, Donald J. Trump hevur eisini lítla virðing fyri leiðaranum úr Norður-Korea, Kim Jung-un, har hann ferð eftir ferð hevur kallað Kim fyri Rocket-Man, eftir sanginum hjá Elton John. Men hvussu víkir og vendir, so kemst ikki undan, at støðan ímillum Norður-Korea og Amerika er sera ræðandi, har báðir partar standa til at tapa.

JáH (y) 28.10.2017

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.