NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Arbeitt verður í Norðoyatunnilinum

19/5/2023

Comments

 
Picture
Norðoyatunnilin er stongdur fyri ferðslu hvørja nátt komandi viku, frá sunnukvøldið 21. mai kl. 22.00 til fríggjamorgunin 26. mai kl. 06.00. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02, 04 og 05.30. 

Um alt gongur eftir ætlan, er hetta seinastu ferð í hesum umfari, at tunnilin verður stongdur fleiri nætur. Tað sum verður gjørt er ljósini í innkoyringar sonurnar, uppundir loftið verður borað og nýggir boltar fastgjørdir og vifturnar umvældar.

Tunnil.fo

Comments

​Útboð: Ráðgeving til sølu av partabrøvum

19/5/2023

Comments

 
Picture
Løgmaður hevur fingið heimild í fíggjarlógini fyri 2023 at selja partabrøvini, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Í hesum sambandi, hevur Løgmansskrivstovan sett tænastuna í útboð á keypsportali landsins.

Útboðið fevnir um ráðgeving og fyriskipan av møguligari sølu av ognarlutinum hjá landinum á nøktandi fakligum og búskaparligum grundarlagi. Uppgávan inniber eitt nú, at bjóðarar gera virðismeting, sølutilfar, skipa útboðið og fyrireika møguliga søluavtalu.

Til ber at lesa meira um útboðið á www.keypsportal.fo.

Um tørvur er á at frætta nærri og fáa útboðstilfar, eru áhugaðir bjóðarar vælkomnir at senda eini boð til lms@lms.fo ella at ringja til Flóvin Eidesgaard, búskaparráðgeva á Løgmansskrivstovuni, á telefon +298 271877. 

Stutt um P/F Smyril-Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðamanna- og farmavirksemi, sum fevnir um ferðamanna- og farmaflutning, hurð-til-hurð flutningsloysnir, ferðamannavistir og annað líknandi virksemi. Felagið eigur og rekur skip og fastogn, umframt ognarpartar í øðrum feløgum. Landið eigur 16,238% av partapeninginum. 

Løgmansskrivstovan

Comments

Hvar vóru okkara lokalu samgongutingfólk í gjár?

18/5/2023

Comments

 
Picture
Tað kann ikki bera til at útjaðarin skal gjalda fyri gildið í Tórshavn, har bara ein bygningur, hevur ein meirkostnað omanfyri 400 milliónir og har tað mesta er og verður handla í heimildarloysið.

Vit liva av Fiskivinnuni og Alivinnuni, tí er tað alneyðugt, at vit hava skikkaðar politikkara at umboða útjaðaran, har øll okkara høvuðsvinna heldur til og tað er henni vit liva av.

Væntaði meira av okkara lokalu samgongupolitikkarum í gjár, men teir flentu tá ið atkvøtt bleiv og so verður spennandi um tey flenna, um okkara høvuðsvinna verður fyri hóttarfalli, eftir at bæði uppskotini blivu samtykt í Løgtinginum í gjár, her eitt filmsklipp, har eg sigi mína hjartans meining um okkara lokalu samgongutingfólk.

Símun á Høvdanum

Comments

Uppskot um broytingar í brúksskylduni sent til ummælis

17/5/2023

Comments

 
Picture
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot um at broyta reglurnar um brúksskyldu í sjófeingislógini til ummælis.

Ein broyting er at strika ásetingina um, at tá egnir fiskidagar ella egin kvota ikki er brúkt við meira enn 30%, fellur munurin millum 30% og tað, sum er brúkt, aftur til landið.

Harumframt verður gildiskoman á sonevndu 60%-regluni útsett. Frá og við fiskiárinum 2025 er treyt fyri at avhenda kvotur ella fiskidagar, at brúkt eru í minsta lagi 60% av kvotuni ella fiskidøgunum fiskiárið frammanundan. Tí fær brúkið í 2024 týdning fyri møguleikarnar at avhenda kvotur ella fiskidagar í 2025.

Í galdandi lóg eru fiskasløgini makrelur, norðhavssild og svartkjaftur undantikin 60%-brúkstreytini. Skotið er upp, at undantakið verður gjørt tíðaravmarkað og fer úr gildi 31. desember 2025. Við hesi broyting koma avhendingar av kvotum av nevndu fiskasløgum undir somu lógartreytir sum aðrar kvotur í 2026 og frameftir.

Í lógini er eisini ein generell brúksskylda, sum sigur, at um fiskifar als ikki hevur brúkt veiðiloyvi og fiskiloyvi í tvey ár á rað, falla tey aftur til landið. Í uppskotinum, sum nú er sent til ummælis, er hetta óbroytt, men reglurnar um, hvussu brúk verður gjørt upp, verða í uppskotinum orðaðar neyvari.

Eftir ætlan verður lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku.

Uppskotið er til ummælis fram til 15. juni 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til fisk@fisk.fo í seinasta lagi 15. juni 2023.

Lógaruppskotið liggur her á síðuni undir "Uppskot til ummælis".

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

​USS New Mexico í Nólsoyarfjørð

16/5/2023

Comments

 
Picture
Amerikanski kavbáturin USS New Mexico kemur fyrrapartin í Nólsoyarfjørð í sambandi við manningarskifti.

USS New Mexico er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Comments

​Sjúklingarráðið vitjaði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

15/5/2023

Comments

 
PictureÁ myndini síggjast, umframt Súsonnu og Alexandru, varastjóra og stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, umboð fyri nýggja Sjúklingaráðið. Jákup N. Olsen, formaður, Poula Reinert Olsen, næstforkvinna, og Hergerð Joensen, ráðslimur. Hilmar Augustinussen og Emil Michelsen fingu ikki verið við í dag.
Í dag vitjaði nýggja Sjúklingarráðið okkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Endamálið hjá Sjúklingaráðnum er at ráðgeva landsstýriskvinnuni, í sambandi við lógir og kunngerðir og yvirskipað viðurskifti, um hesi hava týdning fyri veitingar til sjúklingar. Sjúklingarráðið skal gera neyðug hoyringsskriv, luttaka í arbeiðsbólkum og hava árligar fundir við landsstýriskvinnuna.

Í sambandi við vitjanina, fingu limirnir í Sjúklingaráðnum innlit í virksemið á sjúkrahúsinum, hvussu sjúkrahúsið skipar sítt virksemi í mun til tey ymisku serøkini og virkisøkini. Somuleiðis varð víst runt á sjúkrahúsinum, soleiðis at tey fingu eitt gott forstáilsi av okkara gerandisdegi og okkara mannagongdum.

Á myndini síggjast, umframt Súsonnu og Alexandru, varastjóra og stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, umboð fyri nýggja Sjúklingaráðið. Jákup N. Olsen, formaður, Poula Reinert Olsen, næstforkvinna, og Hergerð Joensen, ráðslimur. Hilmar Augustinussen og Emil Michelsen fingu ikki verið við í dag.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments

​Løgmaður á toppfund í Evropeiska ráðnum

15/5/2023

Comments

 
Picture
Í morgin og mikudagin luttekur løgmaður á toppfundi hjá Evropeiska ráðnum, sum verður hildin í Íslandi. Ovast á dagsskránni er russiska innrásin í Ukraina. Saman við stjórnarleiðararum úr øllum Evropa fer løgmaður at taka lut í ymiskum orðaskiftum í Reykjavík.

Skifta orð við stjórnarleiðarar
"Tað hevur stóran týdning fyri okkum at vera virkin á øllum pallum, har trygdarpolitiska kósin komandi árini verður stungin út í kortið. Eg gleði meg at taka lut og skifta orð við aðrar stjórnarleiðarar um fleiri viðkomandi mál," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Miðvísur føroyskur trygdar- og verjupolitikkur

Løgmaður heldur, at tørvurin á einum miðvísum føroyskum trygdar- og verjupolitikki er stórur. Hann væntar eisini, at júst trygdar- og verjumál fara at standa ovarlaga í politiska orðaskiftinum í Føroyum frameftir.

"Longu áðrenn russisku innrásina í Ukraina var trygdarpolitikkur aftur eitt evni, sum setti sín dám á politiska orðaskiftið í Føroyum, og hetta hevur bara tikið dik á seg seinasta árið. Eg vænti, at trygdarpolitikkur fer at fylla nógv í føroyskum politikki komandi árini", vísir løgmaður á.

Bara fjórðu ferð
Hetta er bara fjórðu ferð í 74 ára gomlu søguni hjá Evropeiska ráðnum, at stjórnarleiðararnir í limalondunum hittast. Á fundinum í Reykjavík verða í alt 900 útlendsk umboð fyri tær ymisku stjórnirnar og millum 300 til 500 miðlafólk.

Løgmansskrivstovan

Visti tú, at...
Evropeiska ráðið bleiv stovnað stutt eftir seinna veraldarbardaga. Kjarnuvirðini eru mannarættindi, fólkaræði og ein heimsskipan, ið er grundað á altjóða lóg.  Tað eru í løtuni 46 limalond og fimm eygleiðaralond í Evropeiska ráðnum. Øll londini í Evropa eru limir, fyriuttan Hvítarussland, Russland og Kosovo.


Comments

2 kunngerðir hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum lýstar

13/5/2023

Comments

 
Picture
​Hesar kunngerðir eru nú lýstar:

Kunngerð um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar

Kunngerð um skipan av fiskiskapinum hjá bretskum skipum í føroyskum sjógvi í 2023

Leinki
.
Leinki.


Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Ziska góða móttøku í Lerwick

12/5/2023

Comments

 
Picture
We were pleased to welcome the new Faroese lifeboat 'Ziska' to the sunshine of Lerwick harbour today. The crew are taking the 20-metre boat from Langevåg in Norway to enter service at Klaksvik on the island of Borðoy, in the north of the Faroe Islands
 
Meeting the Faroese crew today were some of the current and former crew from Lerwick and RNLI Aith Lifeboat stations in Shetland. There are long-standing cultural links between the two communities of Klaksvik and Aith.
 
Coxswain Marius Magnusson said a few words to acknowledge the links between our neighbouring islands and presented a wooden plaque to Lerwick Coxswain Stephen Manson and Aith Coxswain John Robertson to say thanks for the assistance given to the crew today.
 
We wish the crew a safe homeward journey and hope 'Ziska' has many years of search and rescue service ahead of her
#RNLI #SavingLivesAtSea #RespectTheWater #føroyar #faroeislands #Shetland
 
Kelda og myndir RNLI Lerwick Lifeboat

 RNLI Lerwick Lifeboat

Comments

​Nýggi Ziska kemur á Klaksvík í morgin klokkan 12:00

12/5/2023

Comments

 
Picture
​Í morgin, leygardagin, kemur okkara nýggi bjargingarbátur á Klaksvík. Væntandi leggja teir at kl 12.

Øll eru vælkomin at síggja bátin, fáa sær ein kaffimunn og okkurt søtt afturvið 

Norðoya Bjargingarfelag

Comments
<<Previous
    Picture
    Klaksvík Shuttle til Flogvøllin hvønn dag, Klikk her

    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.