NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Gudstænasta við Hanus á Gørðum sunnudagin

12/5/2023

Comments

 
Picture
Sunnudagin, 14.maj, er gudstænasta kl. 11.00 v/Hanusi á Gørðum. Kristiliga sangkórið syngur.

On Sunday, 14th' of May at 11pm, we have a service with the priest, Hanus á Gørðum. The Christian choir will sing.

Christianskirkjan

Comments

Danmark fær besta veðrið í Europa hetta vikuskiftið

12/5/2023

Comments

 
Picture
Veðrið verður av tí allerbesta hetta vikuskiftið og hitin verður umleið 22 hitastig, líka til at grilla og sólar sær.

Eitt hátrýst eystan fyri Danmark leggur seg við Danmark, bæði í dag, leygardagin og sunnudagin og tað gerð at vit fáa ordiligt summarveður, hetta skrivar TV2 veðrið í dag, klikk link her:  "Danmark får noget af det bedste vejr i Europa i weekenden".

​SáH



Comments

Endiliiiigaaaaa er vegurin asfalteraður á Stongunum

11/5/2023

Comments

 
Picture
Eftir sera nógvar greinar og filmsklipp frá undirritaði, har heitt hevur verið á Klaksvíkar Kommunu, at fara í gongd við vegin á Stongunum, hevur Klaksvíkar Kommuna ENDILIGA fingið fingurin úr einum vissum staðið og vegurin á Stongunum er blivin asfalteraður.

Mítt slogan til seinasta Býráðsvalið var, NOKK GRIVIÐ GERIÐ LIÐUGT og tí er tað gleðiligt at vegurin á Stongunum er blivin asfalteraður og vónandi asfalterað teir eisini aftanfyri egningarskúrarnar, so alt økið verður liðugt gjørt, tað lovaði eg búfólkunum sum búgva har.

Forstandi ikki hví hann ikki langt síðani er blivin asfalteraður og nú tit eru ígongd við økið, so fái skil á ruskplássinum við endan av veginum og vendi portið rættað vegin.

Tit eiga rós fyri at vegurin endiliga er asfalteraður, men í mínum eygum hevur hatta gingið alt ov leingi fyri seg . Vit eiga at raðfesta vinnulívið sera høgt, "hevur vinnulívið tað gott, so hava vit øll tað gott".

Símun á Høvdanum

Her gamlar myndir av Stongunum, áðrenn FÓLKAFLOKKURIN tók yvir. Nú er Bollafabrikkin gjørd og nú verður asfalterað og økið gjørt liðugt, til frama fyri okkara vinnulív og borgarar á Stongunum. SO ER TAÐ GJØRT.

Comments

Landsstýrismaðurin til móttøku og miðlatiltak í Keypmannahavn

11/5/2023

Comments

 
Picture
Seinnapartin í gjár luttók landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, á móttøku, sum sendistova Føroya í Keypmannahavn skipaði fyri.

Móttøkan var fyri innbodnum umboðum fyri sendistovur í Keypmannahavn, altjóða stovnar og danskar stovnar, ið vara av Føroyum og føroyskum uttanríkispolitiskum viðurskiftum.

Ein av uppgávunum hjá sendistovuni í Keypmannahavn er at røkja samband við hesar stovnar og tær umleið 80 sendistovurnar, ið eru í Keypmannahavn.

Ein fastur táttur er at vera vertur fyri einum árligum tiltaki, ið savnar sendistovur og umboð fyri stovnarnar sum sendistovan samstarvar við. Til tiltakið luttóku umboð fyri áleið 50 sendistovur. Til tiltakið vóru eisini fólkatingslimir, umboð fyri danska forsætismálaráðið, uttanríkisráðið, verjumálaráðið, eins og aðrir samstarvsfelagar.

Til móttøkuna flutti landsstýrismaðurin fram røðu. Landsstýrismaðurin greiddi í røðuni frá Føroyum og uttanríkispolitisku ætlanunum hjá landsstýrinum.

Aftan á røðuna hjá landsstýrismanninum, framførdi Drifa Hansen føroyskar sangir, meðan Riivo Sarapik spældi klaver.

Miðlatiltak fyri altjóða miðlum
Fyrrapartin í gjár var tiltak við landsstýrismanninum í International Press Centre í Keypmannahavn fyri útlendskum miðlum, sum virka í Danmark og Norðurlondum.

Á tiltakinum hevði landsstýrismaðurin framløgu um Føroyar og Føroyar í altjóða samfelagnum, harímillum støðu Føroya til russisku innrásina í Ukraina og nýggju geopolitisku støðuna í Norðurhøvum.

Miðlarnir høvdu høvi at seta spurningar. Spurt var um ymiskt, fyrst og fremst fiskiveiðusamstarvið við Russland og miðlasøgurnar um at russisk fiskifør njósnast. Eisini var spurt eitt nú um útlit fyri broytingum í ríkisrættarligu støðu Føroya, um føroysku ferðavinnuna, spurningin um gongd í haga og tankarnir hjá landsstýrismanninum um vánir og luttøkuna hjá Reiley í Eurovision sangkappingini.

Á tiltakinum luttóku miðlar so sum AFP, Reuters, Associated Press, Sveriges Radio, Deutsche Presse Agentur og EU Observer, og miðlafólk úr londum sum Japan, Pólland, Sveis, Kina, Hollandi, Spania og Grønlandi. Tiltakið var stroymað, so miðlar kundu eisini luttaka umvegis netið.

Miðlatiltakið var fyriskipað í samstarvið við International Press Centre. Sí meira kunning um International Press Centre.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Comments

​England er á veg uppaftur

11/5/2023

Comments

 
Picture
Bank of England (BOE) boðar nú frá, at teir væntað at búskarliga afturgongdin verður liðug seinni í ár og tá kemur vend í búskapin aftur.

Nevndin í BoE'S Monetary Policy (MPC) atkvøddi í gjár 7-2 fyri at hækkað høvuðsrentuna frá 4,25% til 4,5% og so høg hevur rentan ikki verið síðani 2008.

SáH

Comments

Tveir próstar í Føroyum

10/5/2023

Comments

 
Picture
Løgtingið samtykti í gjár at broyta lógina um fólkakirkjuna í Føroyum soleiðis, at tveir próstar nú kunnu virka í sama próstadømi, hvør við sínum parti av próstauppgávunum.

Ætlandi verða uppgávurnar býttar soleiðis próstanna millum, at dómpróstur heldur fram við at røkja dómkirkjuna og at hava um hendi fíggjarstýringina í mun til allar kirkjusóknirnar í landinum, meðan nýggi prósturin skal røkja umsjónina við kirkjubókaføringini, og hava um hendi partar av starvsfólkauppgávunum vegna biskup.

Hettar er ein smidlig loysn, sum verður roynd í staðin fyri at býta landið upp í fleiri próstadømi.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at allir partar á kirkjuøkinum, og so at siga øll tingfólk, hava verið samd um at skapa kirkjuni hendan møguleikan bæði skjótt og væl.

Próstur er ikki eitt egið starv, men eitt embæti, sum ein sóknarprestur fær at røkja afturat embæti sínum sum sóknarprestur.

Ætlanin er at lýsa próstaembætið leyst millum allar sóknarprestar í Føroyum at søkja sum skjótast, eftir at lógin er kunngjørd.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

USS San Juan í Nólsoyarfjørð

9/5/2023

Comments

 
Picture
Amerikanski kavbáturin USS San Juan kemur fyrrapartin í Nólsoyarfjørð í sambandi við manningarskifti.

USS San Juan tók lut í NATO-venjingini Dynamic Mongoose 2023, sum eisini var við Føroyar herfyri.

USS San Juan er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Comments

Nýggj áhugaverd frímerki frá Posta koma út í dag

9/5/2023

Comments

 
Picture
Felagsnevnarin fyri tey bæði frímerkini, sum koma út í dag, er friður.

Friðarlag
Tað fyrra frímerkið hevur Edward Fuglø sniðgivið og hevur tað heitið ”Friðarlag”. Hermaðurin við fagottini, blómunum og friðardúgvuni vekir hugmyndasamband við

yrkingina ”The Strangest Dream” hjá Ed McCurdy. Vit, ið vuksu upp undir kalda krígnum, minnast við ekka og stúran aftur á óunniliga atomara stígin millum eystur- og vesturheimin í kjalarvørrinum á seinna heimsbardaga. 

Friður - hægsta virði mannaættarinnar
Hetta er evnið fyri Evropa-frímerkini í 2023, og verður tað lýst við einum felags myndevni, sum øll luttakandi postverk geva út í 2023.

Myndevnið er úrslit av eini kapping, og ímyndar eitt nýtt friðarmerki. Íblásturin er frá keltiska kærleiksknútinum við samantvinnaðum hjørtum.

Teir ymisku litirnir súmbolisera allar heimsins tjóðir, og hendurnar við flættaðum fingrum bera boð um virðing sínámillum. Snið: Linda Bos og Rúna Egilsdóttir.

Les áhugaverdu greinarnar um frímerkini á www.stamps.fo.

Posta

Comments

Stór sjavskapping í Klaksvík tann 20. mai

9/5/2023

Comments

 
Picture
Tann 20. Mai skipar Norðoya Kvinnufelag fyri stórari sjavskapping, sum verður í húsmøðrafelagnum, Bøgøta 3, Klaksvík. Kostnaður er 100 kr fyri hvønn. 

Kappingin byrjar kl 13.00, og høvi er at fáa suppu til keyps frá kl 12.00. 

Kaffi / té og okkurt gott afturvið er ókeypis. 

Neyðugt er við tilmelding, og tað kann gerast við at kontakta okkum á tlf 587724 ella 287829. Freistin at tilmelda seg, er fríggjakvøldi tann 19.mai kl 22.00.

​Lutaseðlar vera seldir, og her hava vit 15 góðir vinningar m.a vikuskiftisuppihald á hotel Brandan, vikuskiftispass til SF.

Norðoya Kvinnufelag

Comments
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.