NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Løgmaður heldur nýggjársrøðuna beinleiðis í kvøld

31/12/2020

Comments

 
Picture
​Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer løgmaður at flyta fram nýggjársrøðuna beinleiðis í kvøld. Vanliga verður hon sjónbandað nakrar dagar undan nýggjársaftan.

Løgmaður fer at halda røðu sína beinleiðis úr Tinganesi klokkan 19.15 í kvøld.

Her ber til at síggja, hoyra og lesa eldri nýggjársrøður hjá løgmanni.

Mynd: Nýggjársrøðan frá 2019

Løgmansskrivstovan

Comments

Fimm nýggir smittutilburðir í gjár

31/12/2020

Comments

 
Picture
Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Tríggir tilburðir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum, og fingu staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 1517 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 199.165 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 610 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 547 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 63 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Comments

Tey fyrstu í Klaksvík blivu koppsett í dag

30/12/2020

Comments

 
Picture
Í dag vóru eisini fyrstu koppsetingarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi givnar. 

Fyrstur her norðuri var yvirlæknin, Poul Verner Madsen. Starvsfólk hjá sjúkraflutningstænastuni og Covid-19 kanningartoymið hava eisini fingið fyrru sproytuna nú og onnur við 💉🦠

Eftir koppsetingina skuldu øll sita í umleið eitt korter, soleiðis at fylgjast kundi við, um tey blivu illa fyri 🤔 Tað blivu tey ikki, so stutt eftir koppsetingina helt arbeiðsdagurin fram 💪🏻😃

Klaksvíkar Sjúkrahús

SáH

Picture
Comments

Fýra nýggir smittutilburðir í gjár

30/12/2020

Comments

 
Picture
Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Allir tilburðirnir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1060 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 197.487 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 605 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 541 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 64 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

​Heilsumálaráðið

Comments

​Filmsklipp: 10. desember bleiv Ven og Virka 10 ár

30/12/2020

Comments

 
Picture
​10. desember bleiv Ven og Virka 10 ár ??‍♀️

Fyri 10 árum síðani var høvuðsendamálið at hjálpa teimum, sum høvdu fingið afturgongd í førleikastøðuni. Tað er tað framvegis í dag, men við tí menning, sum er farin fram, er tænastan blivin nógv meira fjølbroytt við ymiskum tilboðum.
 
Fleiri starvsfólk eru í hópinum og eru tey í dag samansett við fleiri ymiskum fakbólkum ?

Kelda: Klaksvíkar Kommuna

SáH

Her filmsklipp, klikk link herundir:

Comments

Vaksinan kom klokkan 20:00 í gjárskvøldið

30/12/2020

Comments

 
Picture
Koppingarevnið móti Korona kom við Atlantic Airways klokkan 20:00 í gjárskvøldið.

Komin til landi bleiv vaksinan koyrd til Apoteki í Tórshavn og í dag klokkan 13:00 byrja tær fyrstu koppsetingarnar í Føroyum.

Tað vera heilsustarvfólkini sum starvast við Corona sjúklingum sum vera koppsett fyrst og verður tað gjørt í øllum sjúkrahúsunum í landinum, bæði á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Tummas í Garði varastjóri í Sjúkrahúsverk Føroya segði at tað vera bara 100 fólk sum vera koppsett áðrenn ársskiftið, men har komu 975 skamtanir til Føroyar og tí var útsøgnin hjá Tummas í Garði í Dag & Viku í gjárskvøldið eitt sindur løgin, sjálvandi eiga 487 at vera koppsett beinanvegin og so eigur Heilsumálaráðið at fáa sín lut í hvørjari einastu sending Danmark fær til landi og Danmark fær sendingar hvørja viku og frá tann 6. januar verður nøgdin enn fleiri og frá fleiri fyritøkum og tá eiga Føroyar og Grønland at fáa enn fleiri skamtanir enn 975 um vikuna. Hetta skrivar Sundhedsstrelsen á teirra heimasíðu:

Hvordan bliver de første vacciner fordelt?
Efterhånden som vi får større mængder af vaccine og også flere typer, vil flere og flere borgere blive tilbudt vaccination. Den fordeles ligeligt og på samme tid mellem regionerne efter befolkningstal. Grønland og Færøerne får også deres andel. Den første mængde vaccine, der kommer til landet, skal bruges til at vaccinere de udvalgte grupper med både det første og andet stik med vaccinen med et bestemt antal dages mellemrum.

”Vi prioriterer forebyggelse af alvorlig sygdom og død højest og fordeler vaccinerne efter det princip, efterhånden som de kommer. Derfor må man ruste sig med lidt tålmodighed, hvis man ikke er en af de grupper, som først får tilbud om vaccination. Alle, som vaccinerne er godkendt til, skal nok få tilbuddet om vaccine på et tidspunkt, når der åbnes bredt op for det”, siger Søren Brostrøm.

Den næste, og større sending vacciner ventes at ankomme til Danmark i løbet af få dage.

So nú er at seta alt inn fyri at øll vera koppsett so skjótt sum gjørligt, so vit skjótast gjørligt sleppa av við Korona og á tann hátt fáa okkara vanliga lív aftur.

SáH

Comments

Vaksinan er á veg

29/12/2020

Comments

 
Picture
Heilsumálaráðuð: Í kvøld kemur fyrsti kassin við koronuvaksinu til Føroya, og í morgin verða tey fyrstu fólkini  koppsett

Nú er greitt, at koppsetingin fyri koronu varisliga kann byrja í Føroyum í morgin, tí longu í kvøld kemur fyrsti kassin við Tozinameran-vaksinuni hjá Pfizer/BioNTech við flogfarið til landið.

Talan er um ein heilan kassa við 975 skamtum, og tey fyrstu, sum verða koppsett, eru heilsustarvsfólk í smittuvanda, eins og tilskilað er í almennu koppingarætlanini.

Koppsett verður á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Nakað av óvissu hevur seinastu dagarnar valdað um, júst nær vaksinan fór at koma til Føroya, tí danir fingu væl minni av vaksinu í fyrstu atløgu, enn tey høvdu roknað við, og Føroyar fáa sínar skamtir úr Danmark.

Men nú kemur vaksinan, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast.

"Í praksis er tað kanska ikki so avgerandi, um vit byrja at koppseta nakrar dagar fyrr ella seinni, men eg vænti avgjørt, at tað hevur eitt positivt psykologiskt virði, at vit kunnu byrja nú – at vit kunnu siga, at nú er koppsetingin í gongd," sigur landsstýrismaðurin.

Hann heitir tó inniliga á fólk um framhaldandi at taka øll neyðug atlit at smittuvandanum, sýna fyrilit og fylgja teimum almennu tilmælunum, so smittan ikki sleppur at taka dik á seg og breiða seg ímillum fólkið.

Heilsumálaráðið

Comments

19 nýggir smittutilburðir í gjár

29/12/2020

Comments

 
Picture
19 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

17 teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tað er í løtuni óvist, hvussu tveir persónar, ið báðir búgva í Føroyum, eru smittaðir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 1270 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 196.479 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 601 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 535 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 66 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Comments

BOÐA FRÁ NÝGGJÁRSBÁLI

29/12/2020

Comments

 
Picture


Ætlar tú at brenna bál nýggjársaftan, minst so til at skráseta teg hjá Sløkkiliðnum. Her er vegleiðing til skráseting til borgarar, ið ætla sær at brenna bál á nýggjárinum. Øll bál skulu skrásetast hjá Sløkkiliðnum.

Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústað. Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni. 

Boð frá nýggjársbáli her: Nýggjársbál 2020

Í sambandi við bálbrenning og brenning í smá­um heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.

Hetta er loyvt at brenna:
Reinur og turrur óviðgjørdur viður
Ólitað pappír og papp
Jóla­trø og annað grann
Hetta er ikki loyvt at brenna:

Plast og gummi (t. d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
Viðgjørdur og málaður viður
Sagu­spønir og spønplátur
Húsarhaldsburturkast
Vandamikið burturkast (t. d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o. a.)
Klæðir, leður og annað
Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)

Kelda: Klaksvíkar Kommuna

​SáH

Comments

Tríggir nýggir smittutilburðir í gjár

28/12/2020

Comments

 
Picture
Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Allir tilburðirnir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 584 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 195.209 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 582 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 535 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 47 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.