NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Koronukanningar verða eisini sunnudagin

27/12/2020

Comments

 
Picture
Sjúkrahúsverkið hevur gjørt út við 7000 kanningar fyri koronu um jólini og framvegis er gravgangurin stórur. Tí verður aftur kannað fyri koronu á Eystaru bryggju sunnudagin frá 15.30 til 17.30.

Aftur í dag, annan jóladag, vóru nógv og lótu seg kanna á Eystaru bryggju í Havn og onkur slapp ikki framat, sum annars hevði ætlað sær at lata seg kanna. Sjúkrahúsverkið skuldi eftir ætlan ikki hava opið fyri kanningum í morgin, men tillagar nú upplatingartíðirnar.

Møguligt verður sostatt hjá fólki at lata seg kanna á Eystaru bryggju í morgin kortini.

Heilsumálaráðið

Comments

​Átta nýggir smittutilburðir í gjár

27/12/2020

Comments

 
Picture
Átta nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Seks teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tveir persónar hava verið uttanlands, har annar fekk staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum, meðan hin persónurin fekk staðfest smittuna við kanning á sætta degi. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 1186 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 194.510 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 579 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 531 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 48 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Comments

Fýra nýggir smittutilburðir í gjár

26/12/2020

Comments

 
Picture
Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Trý teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann fjórði persónurin býr í Føroyum. Tað er í løtuni óvist, hvussu viðkomandi er blivin smittaður. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 828 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 193.753 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 571 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 530 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 41 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Comments

Nýtt stýri fyri Fróðskaparsetur Føroya tilnevnt

25/12/2020

Comments

 
Picture
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett nýtt stýri fyri Fróðskaparsetur Føroya at stjórna stovninum næstu fýra árini.

Í stýrinum eru sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra limir uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir limir og tey lesandi velja ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, men fyri limin hjá teimum lesandi er skeiðið 1 ár.

Uttannhýsis stýrislimirnir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi og skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu til samans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Stýrið er evsti myndugleiki hjá Fróðskaparsetrinum. Stýrið skipar seg við formanni og næstformanni, sum skulu vera millum limirnar, sum landsstýrismaðurin hevur valt. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.

Sum nýggjan stýrislim hevur landsstýrismaðurin valt Elaine Munthe, ið er dekanur á universitetinum í Stavanger og er professari í pedagogikki. Hinir limirnir eru afturvaldir.

Millum málini, sum standa fyri framman eru uttanhýsis eftirmeting av m.a. Námsvísindadeildini og ætlanin at savna Fróðskaparsetrið í eitt sonevnt kampus.

Frá 1. januar 2021 er stýrið soleiðis mannað:

Uttanhýsis limir og varalimir valdir av landsstýrismanninum:
•Ólavur Ellefsen, Stjóri í Sp/f Nemlia (afturval)
◦varalimur: Páll Isholm, cand. mag.
•Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum (afturval)
◦varalimur: Heidi Poulsen, arkitektur (afturval)
•Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
◦varalimur: Martin Zachariassen, rektari á IT-Universitetet (afturval)
•Elaine Munthe. Dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger
◦varalimur: Anna Kristin Sigurðardóttir, professari á Háskóla Íslands á deildini fyri útbúgving og námsfrøði

Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum:
•Marin Strøm, lektari í heilsuvísindum, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarfrøði
◦varalimur: Firouz Gaȉni, professari í antropologi, Søgu- og samfelagsdeildin
•Jónrit Halling, lektari í mýlskari lívfrøði, Náttúruvísindadeildin
◦varalimur: Jóhannes Miðskarð, adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu, Námsvísindadeildin
•Brandur Arnoarson, lesandi á Náttúruvísindadeildini (fyri 2021)

Mentamálaráðið

Comments

​Seks nýggir smittutilburðir í gjár

25/12/2020

Comments

 
Picture
Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Fimm teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónar er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanning á sætta degi eftir komu. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 864 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 192.496 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 567 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 526 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 41 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

Heilsumálaráðið

Comments

​Soleiðis kannar Sjúkrahúsverkið fyri koronu um jólini

24/12/2020

Comments

 
Picture
​Soleiðis kannar Sjúkrahúsverkið fyri koronu um jólini

Á Eystaru bryggju í Havn
21. desember kl. 17 - 19
22. desember kl. 20 - 22
23. desember kl. 17 - 19
24. desember kl. 10.30 - 12.30
25. desember kl. 8.30 - 10.00
26. desember kl. 11.30 - 13.30
28. desember kl. 17 - 19
29. desember kl. 20 - 22
30. desember kl. 17 - 19
31. desember kl. 14 - 16
1. januar kl. 16 - 18 

Við Trongisvágs skúla á Tvøroyri
21. desember kl. 8 - 10
23. desember kl. 8 - 10
25. desember kl. 9 - 12
28. desember kl. 8 - 10
30. desember kl. 8 - 10
1. januar kl. 13 - 15

Á Faktorsvegi í Klaksvík
21. desember 8 - 12
23. desember 8 - 12
25. desember 8 - 12
28. desember 8 - 12
30. desember 8 - 12
1. januar verður eisini kannað. Nærri boð um tíðir koma seinni.

Sjúkrahúsverk Føroya fylgir neyvt við støðuni, og verður tørvurin brádliga størri vegna eitt nýtt smittuútbrot, so verða neyðugar tillagingar gjørdar.

Heilsumálaráðið

Comments

Andras Biskopstø helt jólarøðuna í Ánunum 2020, her røðan hjá Andrasi

24/12/2020

Comments

 
PictureAndras Biskopstø, her saman við gubbanum Jógvan á Høvdanum
Tann 30. november bleiv jólatræið í Ánunum tendra. Andras Biskopstø helt røðuna og hana kunn tit lesa herundir.

Gott kvøld øll somul og vælkomin til hetta haldi, hvar vit fara at tendra jólatræið. 

Tað eru fýra ár síðani at Dávur Winther var eftir mær og eg fekk í boði at halda eina talu til hetta haldi við at tendra jólatræði. Men alla tíðina havi eg funni onkran annan at hildu taluna. Fyrsti var Ove Frederiksen, so Heini Mohr, síðan Rúna Sivertsen og nú bleiv tað so mín túrur. 

John Reid Bjartalíð hugleiðir í síni bók “Á gomlum gøtum og yngri”, soleiðis um jólatræið: 

Síggj, og gev tykkum far um, her standi eg í grønu kápu míni, og eg havi fingið vøkur lýsandi ljós á krop mín,  greinar mínar eru vornar ljósskrýddar; tað er menniskjan, ið ynskir og sum hevur gjørt tað so, at á myrkastu tíð ársins kom eg at standa her – í lýsandi skrúð, flutt úr øðrum grannalandi. Uppgáva mín er at vera eitt minni um stórhendingina á sinni, tá stjørnan lýsti so bjørt á himli, stjørnan tann, sum vísti hirðunum – seyðamonnunum vegin til Betlehems at finna Jesusbarnið. 

Tá vit hugsa um, hvat vit hava upplivað í lívi okkara í teimum árunum, ið farin eru, og síðan spyrja okkum sjálvi: Hvat er tað ríkasta og besta, sum vit hava upplivað, ikki bert eina ferð, men ár eftir ár sum barn, sum unglingi ella ung, ja, alt lívið ígjøgnum, munnu so ikki jólini koma at standa fremst hjá teimum flestu í hesum landi? Advents- og jólatíðin er ein føgur tíð. Tað er ein vónarinar tíð, og vónin skapar altíð ríkar møguleikar í menniskjasinninum. Sinnið gerst livandi. Tað grør okkurt í tí, sum rímar saman við gleðini. Men tann, ið leingist eftir gleði, fær eisini sinni at gleða onnur. Soleiðis er tað upp undir jól. 

Vit eru ikki komin inn í desember enn og jólatrøini, her norðuri í Áninum, hava longu staði eina tíð pyntaði og ljósskrýdd, – jú hetta skapar spenning og gleði. 

Spyrja vit, hvat tað er, sum ger, at vit fáa so nógv vakurt at síggja hesa tíðina, so verður svarið, sum vit vita, at tað eru jólini. 

Fólk siga ofta, at jólini eru berur blankur handil; nakað er um tað. Men lat okkum heldur siga, at tað er ein gleði, sum til allar tíðir, síðani Jesus var føddur, hevur rátt millum menniskju í tí kristna heiminum, og henda gleðin mátti fram. 

Tá ein er glaður, so plagar tað at kunna síggjast. Og tá ið ein er glaður, verða ofta onnur drigin við inn í hesa gleði. 

Vit eru sum kristin fólk glað um, at Jesus Kristus kom í heimin. Henda gleði kemur til sjóndar í tí, at vit vilja gleða onnur við t.d. gávum, heilsanum o.ø. Tað verður eisini bjóða til veitslur. 

Tað er kærkomið fyri fólk at fáa eina tíð á árinum, sum soleiðis fær okkum at hugsa meiri um onnur. Tí mong hava nóg mikið í sær sjálvum, mong eru fylt av ótta, tí alt er so ótrygt, siga tey. 

Men jólaevangeliið, sum er upphavið til gleðina, sum vit tosaðu um í áðni, sigur frá, at menniskju eiga ikki at óttast, tí vit hava fingið tey stóru gleðiboðini: Okkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! 

Hetta var tann stóra gávan, Gud gav menniskjanum. 

Vit treingja øll til at eiga ein frelsara, og vit hava øll gott av at hava ein annan harra enn okkum sjálvi. Tað er ikki bara hjá børnum at hetta er galdandi; tey vaksnu kunnu fegin verða við saman við børnunum. 

Og so ein lítil jólasøga. 
Javnan so eri eg og klippi mær og ofta er onkur annar eisini inni í klippistovuni. Hjá konufólki er tað ofta okkurt sum stendur uppi á høvdinum, ivaleyst tí hári skal torna. Men práti gongur og tað er um mjólk og at ganga eftir mjólk. – Tað er ofta eitt sera hugnaligt prát, um gamlar dagar hvussu tað var tá. Í sama práti, so kemur ein hending fram fyri meg sum eg skal sigi frá. Tá eg eri liðugur, siga báðar konurnar at hasa søguna mást siga víðari. – Nú er tað bara mamma mín sum kennir hendingina. 

Søgan er hendan: 
Hetta er stutt eftir at pápi mín var deyður. Vit høvdu búð á Biskupsstøð og vóru flutt niðan í Trønna at búgva. Minnist at mín best vinmaður Jóannes Kjølbro, Jóannes hjá Ewald kom eisini nógv niðan í Trønna at spæla, somuleiðis sum eg eisini var nógv á Biskupsstøð og spældi. Eg havi verið um 7 ár og mamma mín og beiggjarnir vóru í Havn. Mamma mín passaði av og á húsið hjá Hans Paula ommubeiggja mínum, tá tey gomlu vóru í sjúkraørindum í Danmark ella tey vóru og ferðaðist. 

– Hetta var upp til jólar, tað var sera myrkt uppi í Trønni. Húsið stóð so einsamalt á veg út í Grøv. Tá eg var smádrongur vóru tey fyrstu húsini vit komu til omaneftir, húsini hjá Agga. 

Ivaleyst eri eg farin tíðliga í song. Minnist at eg svav ímillum hjá ommu og abba, men nú vakni eg mitt á nátt og tá ið hvørki omma ella abbi vóru í songini so fór eg upp. – Alt húsið var myrkt. Eg tendri so hvørt eg komi fram, men har var eingin at finna. Á loftinum var eingin, á miðhæddini var eingin og í kjallaranum var heldur eingin. Sum verða man, so blívur drongurin bangin. Einast ráðini vóru at ringja til Jóannes og eg undrist á at man longu tá hevur ringt. – Eg ringi og tað gongur ein rúm tíð til Gerda, kona Ewald, tekur telefonina. Eg greiði so frá hvussu støðan er og hon skilir hvussu tað stendur til. Jú hon skuldi koma. – Tvs. at eg fái vagt alt húsið hjá Ewald. – Sjálvur siti eg í undirklæðum á telefonkrakkinum í gongini og bíðji. Tað gekk ein løta so var Gerda og dóttirin Fríðgerð har og glaður var eg. – Eina lítla løtu aftaná so kemur omma mín upp gjøgnum kjallaratrappurnar og uppkomin standa øll spyrjandi. Jú kúgvin hevði kálva uppi í fjósinum og tey høvdu verið noydd at hjálp til. – Omma hevði sæð ein bil koma í túni og at onkur var komin upp gjøgnum trappurnar uttanfyri og farin inn.  – – Ja, soleiðis kundi ein lítil drongur fáa alt í røring mitt um náttina. 

Uppi hjá abba mínum vóru tvær kýr í fjósinum og har gingu nógv fólk eftir mjólk. 

Í dag er alt hatta vekk! Nú ferð øll mjólkin til MBM Meginfelag Búnar Manna! 

At enda skulu vit takka Klaksvíkar kommununi fyri at vit her norðuri í Áninum eisini kunnu fáa eitt jólatræð og takka hornakestrinum fyri at teir so trúfastir møta upp fyri at gera løtuna hugnaliga og takka øllum somlum at tit møttu upp til tiltaki. 

Ivaleyst er tað ein kaffimugur og onkur karamella at fáa aftaná. 

Eftir er bert at siga Gleðilig jól øll somul!  

Stóra takk fyri!

Andras Biksopstø

SáH

Comments

​Fimm nýggir smittutilburðir í gjár

24/12/2020

Comments

 
Picture
Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Allir smittutilburðirnir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 2656 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 191.632 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 561 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 526 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 35 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Comments

Kvinnuhúsið fær jólagávu

23/12/2020

Comments

 
Picture
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, er fegin um, at Kvinnuhúsið fær knapt 800 túsund krónur í fíggjarligum styrki.

Talan er um fæið í ‘Fonden af 1989 for sociale formål på Færøerne’. Stýrið í hesum grunni avgjørdi fyrr í ár at avtaka grunnin, tí mett varð, at grunnurin ikki longur kann lúka  endamál sítt. Samstundis avgjørdi stýrið, at fæið skuldi latast Kvinnuhúsinum, hvørs endamál samsvarar væl við endamálið hjá grunninum. Grunnaeftirlitið hevur nú góðkent at hetta kann verða gjøgnumført.

Landsstýriskvinnan vildi fegin, at peningurin skuldi koma Kvinnuhúsinum tilgóðar, og nú hevur Grunnaeftirlitið so góðkent, at hetta verður so.

Elsebeth Mercedis Gunneygsdóttur er fegin um, at stýrið hevur tikið hesa avgerð, og at Kvinnuhúsið tí kann fáa henda styrkin.

Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum, er takksom um hesa stórfingnu gávu: ” Hetta kann bøta um umstøðurnar hjá kvinnum og børnum, ið hava verið fyri likamligum ella sálarligum harðskapi.”

Fæið í ‘Fonden af 1989 for sociale formål på Færøerne’, á 800 túsund krónur, verður óskorið latið Kvinnuhúsinum.

Almannamálaráðið

Picture
Comments

Seks nýggir smittutilburðir í gjár

23/12/2020

Comments

 
Picture
Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Fýra teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum, og fingu staðfest smittuna við kanning á ávíkavist 3. og 5. degi eftir komu. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 1882 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 188.976 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 556 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 526 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 30 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.