NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Býarbussarnir koyra ikki hósdagin 31. Januar

30/1/2019

Comments

 
Billede
BÝARBUSSARNIR KOYRA IKKI HÓSDAGIN 31. JANUAR

Vegna vánalig koyrilíkindi og manglandi atkomumøguleikar koyra býarbussarnir ikki hósdagin 31. januar.

SáH

Comments

Hvat Hendur Á Fossum?

29/1/2019

Comments

 
Billede
Hetta lovaði Sjálvstýri áðrenn valið í 2016 og fekk flokkurin hundratals stemmur uppá at geva lyftir, um eitt og annað, tey ætlaðu at gera í býnum og lyftini kundi ongan enda taka, har bleiv lova í eyst og í vest, men lítið og onki er gjørt aftaná valið. Eitt dømi er á Fossum, har Sjálvstýri lovaði at grundstykkini skuldi vera tøk í 2017  og hvussu hevur Sjálvstýrið klára seg, at fáa íbúðir tøkar til borgarnar í Klaksvík, meira tvey ár aftaná valið. Úrslitið er NULL higartil, men nakrar eru á veg á Biskopstorginum, men nær tær vera latnar leigarunum er ongin sum kann siga nakað sum helst um enn.

Her greinin hjá Kristian Eli Zachariasen, sum er skrivað í 2016, les herundir:

Grundstykkini á Fossum tøk í 2017
Fyri summarfrítíðina varð samtykt, at Klaksvíkar Kommuna skuldi fara í holt við eina útstykkingarætlan á Fossum, ið skuldi byrja í 2018. Síðani hetta varð kunngjørt, hava fólk víst ætlanini rættiligan stóran áhuga. Um vit taka útgangsstøði í grundstykkjalistanum, vóru 13 fólk á bíðilistanum í juni 2016, áðrenn ætlanin á Fossum varð kunngjørd. Síðst í august vóru 42 umsóknir, sum er meira enn ein trífalding av umsóknum. Vit kunna loyva okkum at staðfesta, at ætlanin á Fossum óivað er orsøkin til hetta.

Vit framskunda ætlanina til 2017
Tað er stórur gravgangur eftir at seta búgv í Klaksvík. Um vit leita ígjøgnum heimasíðurnar hjá teimum ymisku húsameklarunum, síggja vit nærum ongin hús á sølulistanum, ið eru í Klaksvík. Somuleiðis er sera torført at fáa fatur á leiguíbúðum í løtuni. Hetta skulu vit sum kommuna loysa. Tískil er bráneyðugt, at Klaksvíkar Kommuna framskundar útstykkingarætlanina á Fossum og byrjar uppá hana í 2017.

Byggingin skal vera fjølbroytt
Tað skal vera rúm fyri fjølbroyttari bygging. Ásannandi tørvin á leiguíbúðum, skulu vit taka hædd fyri hesum og seta øki av til tað. Klaksvíkar Kommuna skal samskifta við Bústaðir um at útvega einar 8-12 leiguíbúðir, ið ikki endavenda tí mánaðarligu fíggjarætlanini hjá einari familju, samstundis sum vit bjóða eini 20-25 grundstykkir út.

Taka hædd fyri trivnaði og grønum økjum
Tey síðstu árini hevur dentur verið lagdur á at fremja grøn økir kring um í býnum. Hetta skal takast við frá byrjan í nýggja býlinginum. Tað skal vera rúm fyri grønum og rekreativum økjum. Somuleiðis skulu vit hava eitt spælipláss við fótbóltsvølli tilknýtt nýggja býlinginum.

Ikki neyðugt við lántøku – kommunan megnar at fíggja ætlanina
Kommunan hevur fleiri stórar verkætlanir í gongd í løtuni, ið verða fíggjaðar uttan lántøku. Hetta hevur við sær, at ein stórur partur av tøka peninginum á íløgusíðuni fer til hesar ætlanirnar.

Fyrsta byggistig á Fossum er mett at kosta 12,5 mió. kr. Inntøkurnar frá 20-25 grundstykkjum eru áleið 8,5 mió. kr. Sostatt er kostnaðurin 4 mió. kr. at íverkseta ætlanina á Fossum. Til dømis kundi hetta verði fíggjað við at halda aftur við avdrøgum í 1 ár. Í verandi stund verða 8,5 mió. kr. goldnar um árið. Tá ið grundstykkini eru seld, kann peningurin nýtast til eitt dupultgjald av avdrøgum áljóðandi 17 mió. kr. Til ber at finna tær írestandi 4 mió. kr. innanfyri tann verandi íløgukarmin hjá kommununi.

Útstykkingin á Fossum er alneyðug
Klaksvíkar Kommuna er í menning. Vit hava rokkið 5.000 íbúgvum. Nú snýr tað seg um at vera framskygdur – leggja lunnar undir einum enn størri vøkstri. Skulu vit tryggja vøksturin og eitt fjøllbroytt úrval av grundstykkjum og íbúðum, er tað alneyðugt, at vit sum kommuna fara undir verkætlanina í 2017!

Kristian Eli Zachariasen
Býráðslimur

Billede
Comments

Hvat hendur á Biskoptorginum?

29/1/2019

Comments

 
Billede


Um tveir dagar skriva vit 1. februar 2019 og onki frættist, hvat hendur á Biskopstorginum? Tann 21. juli 2018 hevði eg ein grein um Biskopstorgi og setti eg borgmeistarnum nakrar spurningar, sum enn eru aktuellur og møguliga kann Jógvan Skorheim svara spurningunum nú, heili seks mánaðir aftaná?

Spurningar Viðvíkandi Biskopstorg?
News.fo fór runt við myndatólinum í morgun og endaði eg mitt í býnum á Biskopstorg og her nakrar spurningar til umsitingina hjá Klaksvíkar Býráð ella til Býráðsformannin, viðvíkjandi hesari bygging og hvussu tað gongur við byggingini av Biskopstorg.

Hevði onkur í umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu kunna svara okkum uppá hesar spurningar, so siga vit takk:

1. Hvussu nógv kostar Biskopstorg nú?
2. Nær verður tað liðugt?
3. Hvussu nógv fara íbúðurnar at kosta?
4. Nær kunnu leigarnir væntað at sleppa inn í íbúðurnar?
5. Helt játtanin?
6. Var játtanin ov lítil ella er tað meirkostnaður?

Tað er Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað Biskopstorg. Tað vera 30 íbúðir í ymiskum støddum, samlað búvídd 2.700 fermetrar. Byggikostnaður skuldi vera 50 milliónir og tað er Bústaðir, sum byggir íbúðirnar í miðbýnum í Klaksvík fyri Klaksvíkar Kommunu.

Vónandi fáa vit svar í komandi viku. Gott vikuskiftið øll somul.

SáH

Comments

Vakurt kavaveður í dag, her nakrar myndir

29/1/2019

Comments

 
Billede
Var ein túr við myndatólinum í morgun, her nakrar kavamyndir, sjá niðanfyri.

Comments

Jens Petur Brattalíð settur sum leiðar í Páls Høll

29/1/2019

Comments

 
Billede
Í samband við at Vágs kommuna hevur yvirtikið Páls Høll varð undan jólum søkt eftir leiðara til Páls Høll. Og nú hevur Vágs kommuna sett Jens Petur Brattalíð í starv sum leiðari í Páls Høll.

Jens Petur Brattalíð hevur síðan í oktober 2017 verið leiðari í Marghøllini í Vági. Áðrenn hetta var Jens Petur samferðsluleiðari og samferðslusamskipari á Strandfaraskipum Landsins. Jens Petur hevur eisini royndir sum hallarleiðari í Vágs Høll, umframt at hann hevur drúgvar royndir sum samskipari innan ítrótt.

Ongin ivi er um, at vit við Jens Petur Brattalíð hava fingið ein sera dugnaligan og royndan leiðara av Páls Høll, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. 

​SáH

Comments

​Er umsitingin av Norðoyatunlinum og Vágatunlinum flutt til Runavík?

25/1/2019

Comments

 
Billede
Hesa grein skrivaði eg fyri einum árum síðani, har eg royndi at fáa umsitingina av Norðoyatunlinum og Vágatunlinum til Klaksvíkar, men hon endaði í Runavík. Havi ikki fingið við, um hon er latin upp í Runavík, er hon tað? Her greinin hjá mær, eg skrivaði tann 25. januar 2018, les her:

Krevjið umsitingina av Norðoyatunnilinum til Norðoyggjar beinanvegin
Nú arbeiðsplássini í Eysturoynni og Norðoyggjum fara at minka munandi í framtíðini, er tað ongantíð ov skjótt, at fáa almennar stovnar frá Tórshavn til økini í Norðoyggjum og Eysturoynna.

Líka til høgra beini er umsitingin av Norðoyatunnilinum
Tað sær út sum, at vit í Noroyggjum skulu blíva við at gjalda til Norðoyatunnilin, sjálvt um hann er útgoldin, men so er at krevja at umsitingin av Norðoyatunnilinum flutta til Norðoyggjar beinanvegin, helst í hesum mánaðinum ella í Februar.

Inntøkurnar í Alivinnuni og Fiskivinnuni fara minka munandi, har fleiri hundratals arbeiðspláss á hesum økjum vera løgd niður. Tað er sjón fyri sókn, har Bakkafrost longu hevur sagt 147 fólkum úr starvið og um nakrar mánaðarar, so verður túrurin hjá okkum í Klaksvík og tað verður bæði í Alivinnuni og Fiskivinnuni.

Á Norðoyatunnlinum arbeiða ikki so nógv fólk, men tað er so ein lítil byrjan. Eydnast tann flytingin væl, so er bara at halda áfram, tað má vera uppá tíðina, at almennir stovnar vera fluttir runt alt Føroya land.

Fyri at hetta skal lata seg gera, so er tvingandi neyðugt, at allir útjaðarapolitikkarnir standa saman og so er at býta kristliga almennu stovnarnar ímillum økini. Onkrir kunnu fara til Suðuroyar, onkrir vestur til Vágar, onkrir til Sandoynna, onkrir til Eysturoynna, onkrir til Norðoyggjar og so sjálvandi onkrar í Suðurstreymoy. Hetta fer at gera eini javnari Føroyar og er tað ikki tað øll vilja hava.

Símun á Høvdanum

Comments

Roknskaparligar mannagongdir á Landsverki eru tryggar

23/1/2019

Comments

 
Billede
VERKÆTLAN: Seinastu tíðina er í fjølmiðlunum sett spurnartekin við innanhýsis mannagongdir á Landsverki í sambandi við rokningar, sum viðvíkja verkætlanini, Glasir. Víst verður á, at tað liggja rokningar aftur til 2015. Tað er rætt, at ein ógoldin rokning frá 2015 liggur í almennu gjaldsskipanini. Tó er orsøkin til hetta ósemja um støddina á rokningini, ið er partur av gerðarrættarmálinum millum Landsverk og TG Verk.

Málið um Glasir og stovnin Landsverk hevur fylt nógv í miðlunum í longri tíð. Atfinningarnar fevna nú ikki bara um verkætlanina Glasir, men skola inn yvir allan stovnin Landsverk. Núverandi leiðsla á Landsverki ynskir við hesi viðmerking at lýsa verandi støðu stutt og greitt, soleiðis sum leiðslan sær málið og tær atfinningar, ið eru settar fram.

Landsverk er ein 70 ára gamal stovnur, sum fevnir um eitt sera fjølbroytt og eisini væl virkandi virksemi kring landið. Tað harmar núverandi leiðslu og øll starvsfólk á Landsverki almikið, at stovnurin er komin í hesa vanlukkuligu støðu við verkætlanini Glasi. Øll starvsfólk, ið hava arbeitt við hesi verkætlan hava gjørt sítt allarítasta fyri at koma á mál við verkætlanini til ásetta upplatingardagin, sum var 9. august 2018. At fíggjarliga yvirlitið hvarv móti endanum í byggitilgongdini, er ein staðfesting, vit nú mugu fyrihalda okkum til, liva við, læra av og skjótast fáa í rættlag.

Í fjølmiðlunum í gjár var ført fram, at rokningar í sambandi við verkætlanina liggja og flóta runt á Landsverki. Hetta gevur eina sera ørkymlandi mynd av fíggjarstýringini og galdandi mannagongdum á hesum øki á Landsverki, og leiðslan vil staðiliga afturvísa hesum.

Allar rokningar hjá tí almenna koma inn ígjøgnum roknskaparskipanina hjá landinum og verða síðani fluttar til Landsverk. Rokningarnar eru sostatt skrásettar í almennu gjaldsskipanini, sum er ein trygg skipan, ið allir almennir stovnar undir landinum nýta. Tá rokningarnar eru góðkendar, verða tær goldnar beinanvegin. Liggja tær ov leingi í skipanini, verða áminningar sendar rætta viðkomandi um at vátta rokningarnar.

Í byggimálum kann ein rokning liggja leingi, tí ósemja kann vera millum partarnar um, hvørt veitingin er framd sambært avtalu, og upphæddin samsvarar veitingini. Tær rokningar, sum liggja í skipanini í sambandi við verkætlanina Glasir, har ein rokning er heilt afturi frá 2015, liggja har framvegis orsakað av áðurnevndari ósemju millum byggiharra og veitara. At rokningar liggja og flóta runt á Landsverki, og at deildarleiðarar og leiðsla ikki vátta rokningar, er tikið úr bláari luft og hevur einki samband við veruleikan. Rokningarnar liggja júst har, tær skulu. Sostatt liggja ongar rokningar, sum við vilja ella orsakað av óskili ikki eru goldnar.

Núverandi leiðsla á Landsverki arbeiðir av øllum alvi við at fáa eitt samlað yvirlit yvir fíggjarliga partin í hesi verkætlan og við at fáa avstemmað rokningar í mun til tað, sum er umbiðið og gjørt. Harafturat er samskifti í gongd við nakrar av veitarunum, har ósemja er um støddina á ávísum rokningum.

Sum virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, vísti á í tíðindasendingini í útvarpinum á middegi týsdagin, er fult yvirlit yvir tær rokningar, sum eru komnar til Landsverk eftir avhending, og hesar eru skrásettar í almennu gjaldsskipanini. Óvissan, ið enn er, snýr seg um, hvørt tað koma fleiri rokningar, ið Landsverk sum byggiharri ikki hevur roknað við, og sum núverandi leiðsla ikki er vitandi um. Eingin í verandi leiðslubólki á Landsverki hevur verið beinleiðis partur av hesi verkætlan ella luttikið á nøkrum mánaðarligum fundi millum Landsverk og Mentamálaráðið um byggiverkætlanina Glasir, og hava tí ikki havt neyðuga innlitið í verkætlanina.

Orsakað av hesum hevur tað tikið tíð at fáa fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna í sambandi við verkætlanina.

Billede
Comments

Átak í Klaksvík: Lúsakríggj 26. og 27. januar

21/1/2019

Comments

 
Billede
Til foreldur og stovnar í Klaksvíkar Kommunu: Lýs eru ein afturvendandi trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Fyri at fyribyrgja best møguligt og basa lýsnum er neyðugt, at øll børn verða kemd samstundis. 

Vit fara tí at heita á øll foreldur, um at kemba tykkara børnum vikuskiftið 26. - 27. januar 2019.

Talan er um eitt felags átak við áheitan frá okkum øllum.

Vegleiðing og góð ráð eru at finna á:

https://www.apotek.fo/god-rad/boern/lys/

www.gigni.fo/ 

Vinarliga

Barnahúsið Margit

Blákollan

Dagrøktin

Dr. Margrethu Barnagarður

Fjallafípan

Mylnuhúsið

Snjallabjalla

SáH

Comments

Ógoldnar rokningar fyri tíggjutals milliónir og onga Ábyrgd

21/1/2019

Comments

 
Billede
Gølurnar hjá núsitandi Løgmanni rúgva seg upp og tað gongur ikki dagur, har okkurt nýtt kemur fram í ljósið.

Í Javnaðarflokkinum vera Løgtingslimur, sum hava bakka løgmann upp, blakaðir út, Landsstýrisfólk vera skift út, Landsstýrisfólk handla í heimildarloysið, Landsstýrisfólk leggja frá sær, útflutningur av fiski minkaður við eina milliard osv. osv……Tað síðsta nýggja er, at Rigmor Dam her lagt frá sær, klikk her, “Rigmor Dam fer frá”.

SáH

Comments

​Dag & Vika: Feilurin var at eg hevði álit á Landsverk

21/1/2019

Comments

 
Billede
Rigmor Dam segði við Dag og Viku í gjárskvøldið, at størsti feilurin hjá henni var, at hon hevði havt álit á Landsverk og gav leiðsluni á Landsverki alla ábyrgdina av byggigøluni hjá Glasir.

Her samrøðan sum Johnsigurd Johannesen hevði við hana, klikk her, “Rigmor Dam tekur fulla ábyrgd av játtan til Glasir.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.