Í sambandi við at stýrið fyri grunnin Mentanarhúsið í Klaksvík helt ársfund í býráðshúsinum í Klaksvík leygardagin 29. mars, varð avgjørt at bjóða býráðslimum og avvarandi feløgum við til fundin. Í stýrinum sita Signhild V. Johannesen, forkvinna og Gunvá við Keldu vegna býráðið?, Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð vegna Tónlistaskúlan, Rudolf Joensen vegna Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Archibald Black vegna Norðoya Listafelag og Sif Gunnarsdóttir vegna Norðurlandahúsið. Grunnurin, sum sá dagsins ljós 2011, yvirtók Posthúsið á samkomu 8. okt. 2013 fyri kr. 5 mill og skal reka tað sum mentanarhús, ið hýsir nevndu feløgum. Ætlanin hjá býráðnum er, at býráðið leigar seg inn við býráðshøll og móttøkurúmum. Klaksvíkar Sjónleikarafelag við palli, goymslu, venjingarumstøðum og leikhøll. Eisini skal Klaksvíkar Tónlistaskúli húsast her við frálæru síni, og listaverkini hjá Norðoya Listafelag skulu hava goymslustað í kjallaranum, eins og eitt framsýningarhøli skal vera í miðhæddini til skiftandi framsýningar. Til fundin var eisini Niels Halm, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum frá 2005 til 2013, boðin. Hann er settur í starv í Nakskov við heitinum bychef, har kommunan, vinnan og ferðavinnan løna honum við hvør sínum triðingi. Ein av uppgávunum hjá Niels Halm er at skipa eitt gamalt bókasavn um til eitt mentanar- og íverksetanarhús, har so nógvir ymiskir brúkarar skulu húsast, sum gjørligt. So sigast kann, uppgávan líkist nakað henni á Posthúsinum. Niels aftur á slóðina Niels Halm, sum hevur nógvar kenningar í Norðoyggjum, var fegin um møguleikan at koma henda vegin ein túr og umframt at geva av hollu vitan síni eisini fáa eitt prát um góðu gomlu dagarnar her á klettunum. Hann vitjaði á Grønabóli, har Archibald greiddi frá mongu listaverkunum, sum enn koma undan kavi. Onkur yvirraskilsi bíða eigarunum av andlitsmyndunum, hann hevur nýtt sum motiv uttan at siga frá, greiddi Archibald frá við einum smíli. Eisini vildi Niels sleppa at síggja ístandsettu altartalvuna í Christianskirkjuni og annars heilsa uppá vinir og kenningar. Á ferðini avstað aftur varð lagt at landi í Norðurlandahúsinum, har hann sá myndaframsýningina við myndum av Edward Fuglø úr bókum hansara. Niels helt, tað var undarligt at vera aftur í hesum frálíka og væla húsi, Norðurlandahúsinum. Men sum hann kundi síggja í longu skránni, og sum hann hevði hoyrt, hevði húsið tað gott við nýggja stjóranum, Sif Gunnarsdóttir - og tað gleddi eisini Niels. Niels Halm, sum fór avstað aftur sunnudagin, fara vit ivaleyst at frætta meira frá í sambandi við um- og afturatbyggingina av Posthúsinum í næstum. --- Eitt tað fyrsta, sum nú stendur á breddanum, er, at evna eina byggiskrá til, sum lýsir hølis- og hentleikatørvin hjá býráðnum og feløgunum, Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Norðoya Listafelag, Klaksvíkar Tónlistaskúla, sum skulu húsast á Posthúsinum í framtíðini. Tað er Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs, sum er forkvinna í grunninum Mentanarhúsið í Klaksvík, ið nú hevur hildið sín fyrsta ársfund, eftir at hølini vórðu keypt. Kelda: Klaksvíkar Kommuna Útflutningsráð Føroya verður nú sett á stovn. Fremsta uppgávan hjá nýstovnaða Útflutningsráðnum verður støðugt at betra um marknaðaratgongdina hjá føroyskum vørum og tænastum uttanlands. Útflutningsráðið skal veita løgmanni ráð um handilspolitikk, handilssáttmálar, handilspolitisk átøk og annað, ið tryggjar eina betri marknaðaratgongd. - Í sínari stremban eftir at vaksa og betra um sítt virksemi, leita fleiri fyritøkur og vinnurekandi støðugt eftir nýggjum marknaðum og samstørvum uttanlands. Útflutningsráðið verður sterka bindiliðið millum vinnuna og politiska myndugleikan. Ráðið fer millum annað at gera tilmæli, hvørjir marknaðir ella hvørjar vinnugreinar eiga at verða sett í miðdepilin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. At seta eitt útflutningsráð á stovn er eitt av málinum í samgonguskjalinum. Útflutningsráðið verður mannað við sjey limum, ið verða tilnevndir av løgmanni fyri eitt tvey ára skeið. Landsstýrismenninir í vinnumálum, fiskivinnumálum og mentamálum tilmæla hvør ein mann og eina kvinnu í ráðið. JáH 31.03.2014 (Kelda: Løgmansskrivstovan) Í góða veðrinum í nátt fór streymurin um alt landi. Í Klaksvík var hann burtur í umleið 45 min. og tað er stak óheppið, at tílíkt hendir ferð aftaná ferð. Man kann góðtaka at streymurin ferð, tá ið tað er ódn, men í durdarveðrið eigur hetta ikki at henda. Taki tykkum saman á SEV. Her nakrar myndir frá streymslitinum í nátt. SáH Til minnis um mín góða vin Finnur Heinesen (Finnur á Gili) í Kunoy f 31.aug 1945. d 9. Feb 201428/3/2014 Foreldrini hjá Finn vóru, Richard og Jensa Heinesen, mamman "Jensa" var fødd "Ennistein". Baði vóru fødd og uppvaksin í Kunoy, Richard var ættaður Norði í Húsi og Jensa var ætta á Gili, tey giftust og búsettust á Gili, fingu 10 børn, sum ikki var nakað óvanligt tá í tíðini. Finnur var nummar 6 í syskinaflokkinum. Foreldrini hjá Finn hoyrdu til tað ættarliði, sum ikki nývdist av kenslum sum hjálparloysi og ræðslu, teir gomlu løgdu á annan bógv, tóku snørið í hond, løgdu til havs, vunnu gull og trúgv á egna megi, arbeiðsgleði, sum eisini kom jarðarbrúkinum til góðar, teir gomlu veltu upp úr nýggjum og fluttu bøðgarðar lívsins longur út. Fólkatalið vaks, og fleirfaldaðist, meðan vónin um framburð vaks til eina fasta trúgv uppá varandi menning. Tey gomlu høvdu lært, at geva seg til tols og at bíða, uttan at missa trúnna uppá aðrar og betri tíðir. Vísmaðurin og heimspekingurin, nevnliga Prædikarin, Sálomon Kongur sigur: "At liva hevur tíð sína, alt hevur tíð sína, og hvør einasta fyritøka undir himli hevur tíð sína, at verða føddur hevur tíð sína og at doyggja hevur tíð sína, at planta hevur tíð sína, og at ríva upp tað í planta er hevur tíð sína." Karla Johannesen (Karla í Innarstovu) og Finnur blivu hjartavinir fyri sløkum 10 árum síðani. Mangan hava vit fjallmennirnir hjá Finn siti væl við búgvi borð í Innarstovu, har treyt hvørki vátt ella turt. Um nakar kennir til svára sorg, so er tað Karla. Einans 41 ára gomul, gjørdist Karla einkja, maður hennara "Elian" var við kunoyingum á fjalli Suðuri í Gjógv, lagnudagin 19. Oktober 1981, í einum ógvuliga ringum vátaslettingsæli datt Elian oman og doyði á staðnum, einans 36 ára gamal. Tvey ár seinni, á heysti 1983 misti Karla elsta sonin "Jógvan Gunnleiv" vanliga nevndur Gulli, sum doyði av sjúku einans 13 ára gamal. Tann 9. Juli í 1998 vóru kunoyingar á fjalli í hagapartinum "Fyri Norðan", tá komu aftur sorgarboð, beiggi Karlu "Berint Hansen" var áhalsin, datt oman norði í Havnartindi og doyði á staðnum. Ein hevur hug at spyrja, "Eru tey í Innarstovu ikki nóg hart roynd, hví skulu tey líða so nógva sorg"? Framvegis standa vit spyrjandi, men tó við vón um, at tann sum øllum ræður leggur ikki størri byrðar á okkum, enn vit eru ment at bera. Góða Karla, tú skalt hava stóra takk fyri, alt tað góða sum vit fjallmennirnir hjá Finn hava noti av góðu hond tíni inni í hugnaligu og gomlu Innarstovu, tað verður ikki lønarleyst ein dag, eisini skalt tú hava stóra takk fyri, at tú tók tær so væl av Finn, nú sjúkan gjørdi meira og meira um seg. Eg var staddur umborð á norskum boripalli, tá yngri beiggi mín Sjúrður, ringdi meg upp og segði at Finnur var farin, ógvuliga stillisliga inni í Innarstovu, fyri einum lítlum tíma síðani, hevði Finnur lagt lívsins búna frá sær. Lívsólin var sokkin í vesturroða. Seinast vit tosaðu saman greiddi Finnur mær frá, at nú fór tað skjótt at vera, herviliga sjúkan gjørdi meira og meira um seg. Finnur var ungur, tá hann saman við William bleiv valdur til seyðamann í hagapartinum "Fyri sunnan Gjógv" og hetta arbeiði gekk Finnur ógvuliga høgt uppí, og hevði altíð serligan tokka til Gjóvhaga. Aftaná útskiftingina bleiv Finnur ein av eigarunum í Byrgishaga, og tað fall í mín lut, at eg var fastur fjallmaður hjá Finn, enn minnist eg við gleði aftur á tá Finnur ringdi meg upp, og segði við síni djúpu og eyðkendu rødd "Vit hava boða fjall Suðuri í Byrgi í morgin" Sum eg nú skrivi hesar reglur, fer hugur mín avstað við mær. Í andanum gangi eg eftir gøtuni Suður á Bø, bergtakandi Urðafjalls kvirran hevur lagt seg yvir Kunoyarbygd, úr kvirruni hoyrist suð av veingjum og fuglar sum blunda í nánd, komin líka suður um Lánna síggi eg at stovu vindeyga á Gili stendur opið, Finnur lenar seg niður á vindeygakarmin og tosar niður í túni, stutt frá honum standa Haldur og Árni, tað er bara ein Árni, nevnliga Árni bóndin í Árnastovu,sum jú er syskinabarn Finn, tað hoyrist at prát teirra snýr seg um morgindagin, hvussu man morgin dagurin fara at roynast sum fjalldagur. Finnur hevði eitt sjálvsama lætt lyndi, lætta og skemtingar sama lyndi, sum Finnur hevði, gjørdi mangt orðaskiftið til láturs, um menn onkuntíð, tá teir gingu fjøllini (royting og skur) og arbeiði við hagreiðing av seyði gekk sína vanligu gongd, so kundi viðhvørt okkurt orðaskiftið, um seyð, haga, ella um hvat skuldi sleppast upp og ikki, stinga seg upp millum menn á rættini, orðaskiftið helt á, til Finnur til seinast segði okkurt stuttligt, so alt bleiv ein berur látur. Finnur, eg vildi so gjarna duga, at takka tær fyri alt tað góða eg minnist teg fyri, men tíðverri, eg dugi tað ikki, og eg eri tað ikki mentur. Nú ikki fyrr enn hálvan annan mána eftir at tú fór frá okkum kennist saknurin so stórur, eg havi ikki ordliga fata tað enn at tú ert farin handan sýnina, tað kennist løgi, at eg ikki longur ringi suður á Gil og tosi við teg, tú vart altíð so góður í ráðum, hjálpsamur, skemtingarsamur og nemmur at tosa við. Deyðin er ikki tað seinasta, tú ert bara farin um sýnina. Tað sum vit áður vóru fyri hvørjum øðrum, tað eru vit enn. Meðan eg skrivi hesar reglur og minnini um teg kveikjast í mínum huga, so flenni eg soleiðis, sum vit báðir vóru vanir at flenna saman at onkrum skemtiligum. Deyðin og lívið hoyra saman. Lívið er framvegis dýrabært, tað heldur fram øld eftir øld. Hví skuldi tú fari úr mínum huga, tó at tú nú ert farin úr míni eygsjón. Finnur er farin og kemur ikki aftur til okkara, nei, vit fara til hansara. "Tá sól er sett her, eg aftur síggi øll tey sum fóru heim undan mær, og í tí landi vit aldri skiljast, tá sól er sett her, í ævir har" Alt er sum tað eigur at vera, vit síggjast handan sýnina. Hvíl í friði kæri frændi Djóni Kunoy Mikukvøldið 26.mars kl. 20 verður almennur pallborðsfundur í Margarinfabrikkini við valevnum, ið bjóða seg fram at umboða ungdómin í Tórshavnar ungdómsráði. Fyrsta valið til Tórshavnar ungdómsráð er farið av bakkastokki. Og fríggjadagin verður úrslitið greitt. Tá fara fimm ungdómar at umboða ungdómin í Tórshavnar ungdómsráði. Á pallborðsfundinum hava tey ungu møguleika at seta spurningar, og valevnini fara somuleiðis at greiða frá um seg sjálvi, um hví tey bjóða seg fram og um teirra yvirskipaðu mál fyri Tórshavnar kommunu. Rebekka Petersen leggur fyri við at syngja nøkur løg. Síðani greiðir Helena Dam á Neystabø frá, hví stig er tikið til ráðið og um endamálið við ráðnum. Eftir hetta verður fundur við valevnum. Orðstýrari verður Bjarni Kárason Petersen, limir í Norrøna Ungmannafelag Føroya Øll ung, ið eru millum 14 og 22 ár í Tórshavnar kommunu, kunnu greiða atkvøðu. Tiltakið er ókeypis og bjóðar Margarinfabrikkin te og kaffi Annars ber til hjá teimum ungu at greiða atkvøðu her: https://val.torshavn.fo/ Norðoya Bjargingarfelag hevði ársaðalfund hóskvøldið tann 20-03-2014. Nógv ymiskt mál blivu umrødd og á fundinum bleiv nýggj nevnd sett: Her nýggja nevndin: Á myndini frá vinstru: Birna Joensen (Kassameistari) Kristian Johannesen (Nevndarlimur) Jákup J. Jacobsen (Formaður) Poul Ivan Askham (Næstformaður) Leif H. Johannesen (Skrivari) Birgir Johannesen (Tiltakslimur) Karola Lydersen (Tiltakslimur - Væntar á mynduni) Mynd: Erland Sivertsen SáH Við ársenda vóru tað 23.685 løntakarar í Føroyum – tað vóru 130 færri enn í oktober. Frá juni til oktober í fjør blivu fleiri løntakarar hvønn mánað, tilsamans 150. Í oktober vóru skrásettir 23.813 løntakarar, tað hægsta í 2013, men veturin køvdi framgondina, og bæði í november og desember var afturgongd. Kelda: Hagstovan - Lat okkum tí hjálpast at, soleiðis at filmur bæði vinnuliga, men ikki minst mentanarliga, verður ein listargrein á egnum beinum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann heiðraði Sakarisi Stórá á samkomu í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at tað var við fragd, at vit í Føroyum hoyrdu tíðindini um, at Sakaris vart heiðraður við virðisløn í Berlin fyri stuttfilmin Vetrarmorgun. - Øll hava vit staðið spent í bíðirøð til ein góðan film í biografinum. Kanska hava vinfólk tosað um filmin. Kanska hevur ein góð lýsing drigið okkum til dyrnar. Ella kanska hava vit lisið eitt gott ummæli á netinum. Tí er tað ofta við spenningi, at vit keypa atgongumerki til filmar í biografinum, segði borgarstjórin, sum hevur verið íðin biografgangari. - Tað er okkurt gandakent við filmum, sum fáa okkum at gloyma tíð og stað. Ein góður filmur flytur okkum burtur úr vanliga gerandisdegnum, og hesa løtuna í biografinum eru vit treytaleyst rúnarbundin. Er filmurin góður, eru vit eina uppliving ríkari, tá ljósið vinnur á myrkrinum, og vit tuska út aftur úr biografsalinum. Og tað var júst hetta, dómararnir á festivalinum í Berlin vóru, tá teir høvdu sæð Vetrarmorgun: Teir vóru eina uppliving ríkari, segði Heðin Mortensen. Borgarstjórin segði víðari, at tað er eingin ivi um, at Sakaris dugir væl at arbeiða við stuttfilmum. Hann hevur ment sín egna stíl og styrkt sín egna máta at siga okkum áskoðarum viðkomandi søgur. Áskoðarin gloymir ikki filmarnar, men tekur søgurnar við víðari á lívsleiðini. - Vetrarmorgun gevur eina erliga – men eisini beiska – lýsing av vinarlagnum millum tvær ungar gentur. At tú íðin arbeiðir við filmi - hóast tað ikki er nakað yvir at dylja, at tað bæði krevur gott tol, pengar og ein vilja av stáli – ja, tað kunnu vit av sonnum fegnast um! Allar fyrireikingarnar, øll bíðitíðin, allar telefonsamrøðurnar og øll boðini til leikarar, myndafólk og hjálparfólk. Alt hetta arbeiðið verður kókað niður til ein stuttfilm, sum er av eftir 18 minuttum. Tað er eitt kynstur at siga eina søgu um og til menniskju eftir so fáum minuttum. Tí má tað eisini vera ein góð kensla at fáa eitt herðaklapp, sum ein virðisløn altíð er. Tórshavnar kommuna - Í Tórshavnar kommunu er ein vælvild at styðja undir arbeiðið at menna framleiðsluna av filmi í Føroyum. Og tað var eisini tí, at vit gingu umbønini hjá Klippfisk á møti, tá ið áhugafelagið fyri filmsfólk vendi sær til okkum við eini áheitan um at lata stuðul til virksemið hjá felagnum. - Tað krevur nógv at framleiða film. Tað vita vit. Men tað er eingin ivi um, at eldsálir og dugnaskapur gera stóran mun. Kunnu vit haraftrat sum kommuna ganga á odda at flyta føroyska filmsframleiðslu fram á leið, so gera vit sjálvsagt tað. - Vetrarmorgun er plantaður í føroyskari mold. Men evnið í filminum kenna fólk um allan heim. Og soleiðis skal tað vera. Tá verður okkara samleiki bygdur upp. Vetrarmorgun snýr seg um samleika og viðurkenning. Í so máta eru fleiri træðrir í filminum, sum kunnu dragast beinleiðis yvir í okkara filmsumhvørvi. Vit eru tannáringar á økinum, leita eftir okkara egna og sermerkta filmsmáli og arbeiða fyri at røkka dreymum, sum enn bíða eftir at gerast veruleiki. - Alt gerst ikki um eina leið, segði borgarstjórin. - Men við tínum gávum eri eg onga løtu í iva um, at tú megnar at gera ein film í fullari longd. Vit eru í øllum førum nógv, sum bíða spent eftir tí degi, tá vit kunnu seta okkum væl til rættis í einum biografi, tí ein “Sakaris Stórá”-filmur verður sýndur. Til lukku við heiðrinum og framhaldandi blíðan byr. Gávu frá kommununi - Eg skal vegna Klippfisk, Tórshavnar Kommunu og meg sjálvan geva Sakarisi eina lítla gávu og gratulera hann við heiðrinum hann hevur fingið. Nú kann tað tykjast ráksnilt at heiðra teg nú, aftaná at tú hevur fingið prís í útlandinum: men Sakaris, um tú vilt tað ella ikki - eg kenni tað sum tú hevur vunnið prísin - ikki bara fyri teg, men eisini fyri Føroyar og tann spírandi føroyska filmin, og ja, tí loyvi eg mær at takka tær nú. - Listin kann flyta mørk - ella í øllum førum vísa okkum veruleikar, sum gera, at vit mugu hugsa og tingast um mørk. Og tá listaformurin so er breiður og sterkur ber til at raka breitt. Filmur er linsan, vit síggja, granska og skilja okkara samtíð ígjøgnum. - Dómsnevndin á Berlinaluni sigur: "Í einum lítlum avbyrgdum oyggjasamfelag í Norðuratlantshavi, royna tvær gentur at reisa seg ímóti fortreð av stigmatiseringini. Fyri hansara erligu og beisku presentatión av viðurskiftunum millum hesar báðar bestu vinkonurnar, vil dómsnevndin fegin geva ein serligan prís fyri besta stuttfilmin eftir Sakaris Stórá." - Sakaris vísir okkum, at filmur kann vera ein sentralur pallur í mentanarlívinum, sum 'setur samtíðina í spæl' og er ein vitalur stríðsvøllur, har vit kjakast um virði og samleika. Og her er veruleikin ein annar enn tann, sum vit sóu í atkvøðunum í Løgtinginum. - Føroyskur filmur er komin úr grulvigarðinum. Lat okkum hjálpast at, soleiðis at filmur bæði vinnuliga, men ikki minst mentanarliga, verður ein listargrein á egnum beinum - eina listargrein, ið vit veruliga kunnu kalla: føroyskan film. Vit hava haft stóra gleði av, at Sakaris hevur verið knýttur at Klippfisk, sum eg haldi er upprunin til nógv av tí, vit síggja henda nú - og sum einans er stuðlað av Tórshavnar Kommunu. - Sakaris er marggávaður innan film og hevur fleiri ferðir vunnið prísir uttanlands fyri sínar stuttu filmar. Og hesuferð í Berlin - við hansara egnu orðum: tað svarar til at B71 hevði vunnið Champions League. Tað er hesum leikstjóra, vit heiðra í kvøld. Til lukku Sakaris - og eg vóni, at vit ein dag síggja ein spælifilm eftiri Sakaris Stórá dystast um hjørtuni í føroyska biografinum og um prísir í Berlin. Vónandi kann hann tá av podiunum í Berlin fáa annað og meira enn tað, eg havi at bera fram, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, tá hann takkaði vegna Klippfisk og kommununa. Kelda: Tórshavnar Kommuna |
Greinar
December 2024
|