Fyrsta valið til Tórshavnar ungdómsráð er farið av bakkastokki. Og fríggjadagin verður úrslitið greitt. Tá fara fimm ungdómar at umboða ungdómin í Tórshavnar ungdómsráði.
Á pallborðsfundinum hava tey ungu møguleika at seta spurningar, og valevnini fara somuleiðis at greiða frá um seg sjálvi, um hví tey bjóða seg fram og um teirra yvirskipaðu mál fyri Tórshavnar kommunu.
Rebekka Petersen leggur fyri við at syngja nøkur løg. Síðani greiðir Helena Dam á Neystabø frá, hví stig er tikið til ráðið og um endamálið við ráðnum. Eftir hetta verður fundur við valevnum.
Orðstýrari verður Bjarni Kárason Petersen, limir í Norrøna Ungmannafelag Føroya
Øll ung, ið eru millum 14 og 22 ár í Tórshavnar kommunu, kunnu greiða atkvøðu.
Tiltakið er ókeypis og bjóðar Margarinfabrikkin te og kaffi
Annars ber til hjá teimum ungu at greiða atkvøðu her: https://val.torshavn.fo/