NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Valfundur á Sjónámi í Klaksvík

29/11/2022

Comments

 
Picture
Í samband við Løgtingsvalið 8 desember skipar næmingarráð Sjónáms fyri valfundi hósdagin 1. desember kl 13.00

Ljós verður varpað á tað maritima økið. Serliga verður dentur lagdur á fiskivinnuna, geopolitisku broytingarnar og tær avbjóðingar og møguleikar hetta førir við sær. 

Tvey valevni fyri hvønn flokk svara spurningum um eitt nú, heimaflotan, skattaskipanina, tilfeingisgjøld og mangt annað.

Valfundurin verður stroymdur, og leinkja verður send út til miðlarnar og løgd á Facebook og heimasíðuna hjá Sjónámi.

Øll eru annars hjartaliga vælkomin sum áhoyrarar á Sjónámi á Faktorsvegi 14 hósdagin 1. Desembur kl 13.00 har høvið verður at seta spurningar til valevnini. Fundurin væntast at vara í hálvanannan tíma ella har á leið.

Við sjómanskvøðu

Næmingarráðið á Sjónámi

Comments

Tað skal loysa seg at arbeiða

28/11/2022

Comments

 
Picture
Vit skulu øll hava tað gott í Føroyum.

Vit í Føroyum eru røsk at arbeiða. Altjóða hagtølini siga, at vit eru tey raskastu í Europa. 
Arbeiðsloysið er met lágt – og vit hava tørv á meira arbeiðsmegi.

Fólkaflokkurin sigur: Hevur vinnan tað gott – hava øll tað gott. Grundarlagið fyri at vinnan skal hava tað gott er, at hon hevur møguleika at fáa fólk til arbeiðis. Tað er munur á at fara til arbeiðis, tá ið tað lønar seg at arbeiða, og tá ið tað ikki ger. Hugurin at arbeiða meira kemur av nøgdsemi og ikki øvut.

Vit vilja skapa karmar fyri at tað skal loysa seg at arbeiða.

Okkara endamál:
    • Eingin miðal inntøka skal skattast meira enn 30 % - og láginntøkur væl lægri enn tað
    • Vit skulu hava lægri skatt, tí tað skal loysa seg at arbeiða meira, um man hevur hug
    • Øll lesandi og allir lærlingar skulu kunna tjena upp til 85.000 kr. Skattafrítt
    • Tað skal loysa seg at arbeiða, eisini hjá pensjónistum
    • Markið fyri mótrokning í pensjón skal hækkast til í minsta lagi 80.000 kr.
    • Avgjøld á borgaran skulu lækkast ella takast burtur
    • Kommunur skulu fáa heimild at hækka botnfrádráttin
    • Tað skal loysa seg at búgva í Føroyum

Hetta er eitt av mínum stóru málum – um tú gevur mær títt álit, at umboða teg á valinum 8. Desembur.

Gott val – X við A
Fía Selma Nielsen

Picture
Comments

Jólatræið tendrað í Vágstúni

28/11/2022

Comments

 
Picture
Veðrið var fagurt og veðurguðarnir høvdu sett regnskjólið yvir høvdið. Nýggi stigabilurin hjá Klaksvíkar Sløkkiliði hjálpti til at tendra træið. Við í kurvini vóru Karl, borgarstjóri og ein jólamaður. Uppgávan hjá teimum var at tendra jólatræið. Teir vórðu lyftir 10 m heilt upp til jólastjørnuna á trænum.

Áðrenn hevði Klaksvíkar Hornorkestur spælt tvey jólaløg. Síðani bað borgarstjórin børnini hjálpa sær at telja upp í fimm, fyri at fáa træið at tendra. Við sær hevði hann ein serliga ljóspinn, sum skuldi tendra træið, men tíverri taldu børnini ov spakuliga, so tað riggaði ikki.

Hann bað tí børnini telja uppaftur harðari – og taldu tey so hart, at tað hoyrdist næstan um alla Klaksvík. Tá bar til og vakra træið tendraði so prýðiliga um allan miðýin.

Síðani var Karl, borgarstjóri loraður longur niður frá 10 m høga træmum, samstundis sum hann byrjaði eina góða og hugnaliga røðu.

Eftir røðuna spældi hornorksetrið aftur og endaði við Gleðilig jól, sum øll tey mongu børnini og tey vaksinu sluppu at syngja við til.

Niðanfyri verður røðan hjá Karl H. Johansen, borgarstjóra endurgivin.

Gott kvøld øll somul!

Hjartaliga vælkomin, nú løtan er komin, har vit fara at tendra jólatræið í miðbýnum.

Tá jólatræið í miðbýnum tendrar, so er tað eitt greitt tekin um, at jólini nærkast.

Og á hvørjum ári fáa jóla-tónarnir frá Klaksvíkar hornorkestri okkum eisini veruliga at merkja jólahátíðina.

Ár eftir ár møta tit trúføst upp og fjálga okkum við tykkara vøkru tónum. Takk fyri, at tit eru við til at gera hesa løtuna serstaka og takk til tykkum øll, sum eru møtt her í kvøld. 

Vit lýsa ofta tíðina upp til jóla sum eina tíð, har vit rokast.

Tikið verður til, at tað ikki er fyrr enn aftaná, at vit eru liðug at keypa, pynta, baka og vaska, at vit seta ferðina niður og kanska ikki fyrr enn tá gerast varug við tað fjálga og hugnaliga.

Vit skulu líka hava skil uppá øll tey praktisku viðurskiftini.

Men eg haldi, at vit skylda okkum sjálvum eisini at njóta løturnar, sum eru, áðrenn friður valdar yvir jólini.

Hetta er avgjørt ein av teimum.

Her er onki hóvasták! Vit eru saman, børnini renna runt um vakra træið og vit hava møguleika at hugsavna okkum um vøkru tónarnar frá hornorkestrinum.

Ja, kanska loyva vit enntá tonkunum framat og fara at hugsa um siðvenjur, sum mynda okkara jólahøgtíð.

Eg kundi lýst míni jól í trimum. Hvussu eg upplivdi tey, sum barn, sum smábarnafamilja og tíðina í dag.

Um tað virkar natúrligt, sig so hetta:

Góðu fittu børn, mammur, pápar, abbar og ommur

Kunnu tit líka koma eitt sindur nærri...

 Tá eg var lítil fingu vit fortalt, at jólamaðurin búði uppi undir Snæfelli.

Hava tit eisini hoyrt tað?

Sjálvt um vit hvørt kvøld í desember royndu at fáa eyga á hann, so sóu vit ongantíð nakran jólamannin fyrr enn jólaaftan.

Tað var ómetaliga spennandi, tí tá kom jólamaðurin altíð við einari gávu til okkara.  

Í dag eru fleiri jólamenn. Eg haldi eisini teir duga betur at ferðast enn teir gomlu. Kanska orka teir betur at ganga í fjøllunum, tí teir síggjast oftari enn fyrr.

Tá eg bleiv eitt sindur eldri, bleiv eg politistur og eisini pápi at tveimum fittum gentum, sum eita Annika og Durita.

Tær eru vaksnar konur í dag, men tá tær vóru lítlar sum tit, tá gleddu tær seg eisini til jólaaftan, tí jólamaðurin kom eisini altíð at vitja tær tá.

Men tá ið man arbeiðir sum politistur, so skal man ofta til arbeiðis um kvøldið. Eisini onkuntíð um náttina. 

Og vita tit hvussu løgi tað var tá?

Hvørja ferð jólamaðurin kom at vitja Anniku og Duritu, so ringdu tey frá politistøðini og søgdu at eg mátti koma til arbeiðis. Tí var tað sera sjáldan at eg slapp at hitta jólamannin heima hjá okkum.

Men á hvørjum ári gloymdi jólamaðurin húgvuna, turriklæði ella okkurt eftir í kjallaranum, í hjallinum ella uttanfyri húsini, so eg visti altíð at hann hevði verið har.

Nú nærkast, at vit fara at tendra jólatræið, men eg havi hug at leggja afturat, at hóast jólini hava havt ymiskt innihald gjøgnum árini, so er tað ein boðskapur, sum er tann sami – Gleðiboðskapurin um, at Jesus Kristus frelsari varð borðin í heim. 

Saman við familju, vinfólkum og kenningum fegnast vit á hvørjum ári um fødda frelsaran, og tí eru tað mong, sum hittast til hugnaliga samveru hesa høgtíðina.

Tað eru tó eisini fólk, sum hesa tíðina uppliva einsemi, og tað haldi eg at vit øll kunnu leggja okkum í geyma, og eftir førimuni geva teimum, ið treingja, og vitja tey, sum sita einsamøll.

At vera nakað fyri onnur er ongin sjálvfylgja og krevur yvirskot. Vár Harra styrki okkum til tess, tí vit vita, at  “sælari er at geva enn at fáa”.

Góðu tit øll!

Nú vit hava talt niður og tendra ljósini á vakra trænum, so skal ljóða eitt ynski um eina góða advent og eini gleðilig jól til tykkum øll.

Takk fyri.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Jóhan Eli Poulsen, ein borgarlig, liberal, sosial og tjóðskaparlig rødd á Tingið.

27/11/2022

Comments

 
Picture
Eg havi tikið avgerð um at lata meg stilla upp aftur, tí eg meti at eg, við mínum vinkli upp á ymisku samfelagsviðurskiftini, kann verða við til at gera Føroyar til eitt enn betri land at búgva í. Eg meti tað verða sera umráðandi at fáa ein vanligan fiski og verkamann inn á Ting, ein ið kann umboða vanliga fiskimannin og arbeiðaran. Tað er av alstórum týdningi at fólkið kann endurspegla sær í onkrum av røddunum á Tingi.

Eg er 33 ára gamal og útbúgvin Skipsførari. Eg sigli í dag sum dekkari og avloysi sum stýrimaður. Eg búgvi í Hvalba, eri stakur og barnleysur. Frítíðin verður brúkt saman við vinum og familju, umframt at eg fáist nógv við seyð. Eisini brúki eg frítíðina í bjargingarfelagnum ið eg síggi sum ein tíðandi og neyðugan part av tilbúgvingini. Fyri kortum gav eg út yrkingarsavnið “Eitt blað úr lívsins bók”. 

Síðsta valskei sat eg á Tingið í 15 mánaðir sum varðamaður fyri Fólkaflokkin. Mær dámdi stak væl Tingarbeiðið og er tað ein framíhjárættur at sleppa at verða við til at flyta samfelagið rætta vegin. Eg fekk fleiri av mínum hjartamálum ígjøgnum, antin partvíst ella heilt. Men enn eru nógv eftir at fremja og fari eg komandi dagarnar at lýsa tey nærri.

Hvar standi eg politiskt.
Eg eri borgarligur, eg gangi ikki inn fyri at broyta bert fyri at broyta. Men til tíðir kann verða neyðugt at broyta fyri at varðveita. Eg vil byggja víðari á teir varðar ið okkara undangongumenn hava bygt.
Eg eri liberalur, eg ynski ikki at staturin skal stýra fólkið niður í smálutir, men at fólkið hevur frælsi at skipa sítt lív soleiðis sum tey ynskja tað, so leingi tað ikki gongur útyvir frælsi hjá øðrum.
Eg eri sosialur, eg halda at tað er uppgávan hjá samfelagnum at hjálpa teimum ið ikki megna at hjálpa sær sjálvum.
Eg eri tjóðskaparligur, eg ynski ein frælsan sjálvstýrandi stat ið sjálvur tekur ábyrgd av egnum fólkið og viðurskiftum.
Eg byggi mítt lív á kristnu grundvirðini.

Eg havi nóg hjartamál og fari her at skriva nøkur av teimum,
    • Ognarrætturin skal verjast og tryggjast.
    • Skatturin skal lækkast, og frádrátturin hjá lesandi og lærlingum skal hækkast .
    • Samferðslu kervið skal betrast munandi, ein Suðuroyartunnil skal gerast.
    • Fiskivinnan skal hava greiðar og góðar karmar at virka undir, og heimaflotin ið leingi hevur verði gloymdur í allari avgjaldsøðini skal lyftast.
    • Pengarnar skulu fylgja brúkaranum.
    • Vinnan skal hava greiðar og góðar karmar at virka undir.
    • Vit skulu hava ein greiðan integratión politikk.
    • Almanna og Heilsuverkið skal skipast soleiðis at mest fæst fyri hvørja krónu. 
    • Umhvørvið skal verjast og stuðlast skal upp undir nýbygging av skipum fyri at koma skjótt fram á grønu leiðini.
    • Tilbúgvingin skal mennast og betrast munandi.

Jóhan Eli Poulsen
Valevni fyri Fólkflokkin

Comments

Fíggjarætlanin samtykt – íløgur fyri 51,7 mió.

26/11/2022

Comments

 
Picture
Á býráðsfundinum 24. november varð fíggjarætlanin fyri 2023 samtykt. Inntøkurnar eru mettar til 328,8 mió. kr. og rakstarútreiðslurnar 254,8 mió. kr. Hetta er ávikavist 6,1% og 4,9% hægri enn í 2022. Skattaprosent og barnafrádráttur eru óbroytt, ávíkavist 20,75 % og 5.500 kr.

Rentustuðul og rentur eru mett til 12,2 mió. kr., og við hesum er avlopið áðrenn íløgur 61,7 mió. kr.  Íløgurnar eru 51,7 mió. kr. og avdráttirnir 10 mió. kr. Hetta gevur eitt netto avlop upp á 78 tkr.

Av íløgum komandi ár eru flestar krónur settar av til eitt nú liðugtgerð av útstykkingini á Fossum, víðkan av Norðhavnini, útbygging av dagstovninum Fjallafípuni, mentanarhúsið Varpið og útiøkið á Skúlatrøð.

Yvirlit yvir allar íløgur, sæst her:
Nýgerð av Fjallafípuni 4.6 mió.
Útiøki á Skúlatrøð 3.6 mió.
Klokkuskipan á Skúlatrø 0,48 mió.
Bókasavn (rúmið) 0,3 mió.
Mentanarhúsið 3.0 mió.
Hornaskýlið 2.0 mió.
Fastogn 2.0 mió.
Uttanumøkið kappróðrarneyst 3.0 mió.
Byggibúning á Fossum 10 mió.
Spillivatnsútbygging (kloakk) 3.5 mió.
Vegur + parkeringspl. við Stangavegin 3.0 mió.
Vegir íløga 4.0 mió.
Norðhavnini 8.5 mió.
Bátafelagshús og sølutorg 0,5 mió.
Vatnleiðing til tunnil Norður um Fjall 0,53 mió.
Byggibúning bústaðir 1.5 mió.
Prosjektering av Gregoriusen bygningi 0,5 mió.
Fimleikarahøll, fyrireiking 0,45 mió.
Skiljiskipan - reinhald og burturkast 0,1 mió.
Fyrireiking til tak omaná svimjihylin úti í Grøv 0,1 mió.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Sínámillum fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Russland fyri 2023

25/11/2022

Comments

 
Picture
Føroyar og Russland hava í dag gjørt sínámillum fiskiveiðisáttmála fyri 2023. Talan var um talgildan fund.

Avtalan, sum nú er gjørd, hevur tillagingar, ið taka atlit til broytingar í fiskastovnunum. Toskakvotan í Barentshavinum fer niður við 20 % í 2023, og hevur hetta við sær, at føroysku kvoturnar av botnfiski verða 20 % lægri enn í 2022. Føroyska rækjukvotan hækkar við 1.500 tonsum. Eisini tær russisku kvoturnar av svartkjafti, makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi lækka.

Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2023 verða hesar: Toskur 12.285 tons, hýsa 1.276 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.

Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 verða hesar: Svartkjaftur 72.000 tons, makrelur 13.000 tons og sild 8.500, íroknað hjáveiðu.

Fiskimálaráðið

Comments

Størri valfrælsi í barnaansing – Pengarnir skulu fylgja barninum

25/11/2022

Comments

 
Picture
Um vald á Løgting fari eg sum borgarlig, sosial og frílynd kvinna at virka fyri, at játtanin til barnaansing (nú kommunal) kann fylgja barninum og ikki stovninum.

Løgting og kommunur kundu samráðst um at innføra valfrælsi í barnaansing. Børn og barnafamiljur í Føroyum eru so væl fyri, at íalt hava land og kommunur ráð til at játta tilsamans uml. 1.000 mió (1 mia) krónur árliga til ‘barnavælferð’ (sambært fmr – barnaansing, barnavernd, barnafrádrátt o.t).

Eini 5.000 børn eru í Føroyum millum 0 og 6 ár. Føroyska burðartalið (2,5 barn í miðal pr. kvinnu) liggur 50% hægri enn okkara grannalond og upp í 100% hægri enn sunnaru og eystaru lond í ES.Hetta vesturlendska metið er okkara mammum (og fedrum) til heiður.

Hvørt barn á stovni ‘kostar’ okkara kommunum eini 6-8.000 kr. í ansing hvønn mánað.

Umframt gjalda flestu foreldur 2-3.000 kr. um mánaðin pr. barn fyri ansing.

Óivað kundu fleiri foreldur hugsað sær at ansa sínum egnu børnum heima enn á stovnum í eitt tíðarskeið. Fleiri foreldur halda, at teirra børn og kanska tey sjálvi høvdu havt betri av at verða heima hjá mammuni (foreldrunum) 1 ár ella 2 longur (og hví ikki til 6 ára aldur, um neyðugt)?

Tær mammur (foreldur), sum vilja sleppa út at arbeiða eitt ár eftir barnsburð, kunnu sjálvsagt velja verandi kommunalu barnaansing. Men nakrar møður (foreldur) kundu hugsa sær at halda fram í barnsburðarfarloyvi,við teimum 7-8.000 kr. í løn fyri heimaansing, sum kommunan nú rindar sínum ansingarstovnum pr. barn – kundu flutt játtanina frá stovni til foreldur.

Umframt hesa mánaðar ’løn’ høvdu foreldur spart sín part av kostnaðinum fyri komunala barnaansing, altso eini 2.000 kr. um mánaðin. So høvdu ‘pengarnir fylgt barninum’ og ikki sum nú stovninum.

Hetta valfrælsi hjá foreldrum átti at verið rímiligt í fríum landi sum Føroyum.

Mona Breckmann Wescott
Veljið Fólkaflokkin.

Picture
Comments

Døgg hevur teknað jólakortið

25/11/2022

Comments

 
Picture
Í ár verður tað vakra tekningin hjá Døgg Klakstein, sum kemur at prýða jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- Heimatænastu.

Seinastu árini hava børnini í frítíðarskúlanum, Snjallabjalla, luttikið í eini jólateknikapping, har vinnandi tekningin myndprýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. Eini 150 tekningar komu inn, og tann heldigi vinnarin gjørdist Døgg Klakstein, sum gongur í 1.b á Skúlatrøð. 

Karl Johansen, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH, var og vitjaði í Snjallubjallu, har hann handaði Døgg eina gávu og fyrsta jólakortið. Eisini fingu børnini okkurt søtt frá borgarstjóranum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Eiðis kommuna veksur skjótast!

25/11/2022

Comments

 
Picture
Nýggjastu tølini frá hagstovuni vísa, at Eiðis kommuna er tann kommunan í Føroyum, har fólkatalið er vaksið mest í prosentum seinasta árið.

1. oktober 2021 búðu 773 fólk í kommununi. Nú eitt ár seinni búgva 810 fólk í kommununi. Hatta er ein fólkavøkstur á 37 fólk ella 4,8%. So stóran vøkstur hevur eingin onnur kommuna í landinum. Hetta er sjón fyri søgn at tað gongur væl í Eiðis kommunu. Har gott fólk er, legst gott fólk afturat.

​Eiðis Kommuna

Comments

Tíðindafundur: Fólkaflokkurin leggur valskránna fram

23/11/2022

Comments

 
Picture
​Fólkaflokkurin heldur tíðindafund, har floksformaðurin, Beinir Joahnnesen, fer at leggja fram valskránna hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið 8. desember 2022.

Tíðindafundurin verður í Smæruni, Tórshavn, hósdagin 24. november, kl. 16.00.

Fólkaflokkurin


Picture
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.