NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Jólatræið tendrað í Vágstúni

28/11/2022

Comments

 
Picture
Veðrið var fagurt og veðurguðarnir høvdu sett regnskjólið yvir høvdið. Nýggi stigabilurin hjá Klaksvíkar Sløkkiliði hjálpti til at tendra træið. Við í kurvini vóru Karl, borgarstjóri og ein jólamaður. Uppgávan hjá teimum var at tendra jólatræið. Teir vórðu lyftir 10 m heilt upp til jólastjørnuna á trænum.

Áðrenn hevði Klaksvíkar Hornorkestur spælt tvey jólaløg. Síðani bað borgarstjórin børnini hjálpa sær at telja upp í fimm, fyri at fáa træið at tendra. Við sær hevði hann ein serliga ljóspinn, sum skuldi tendra træið, men tíverri taldu børnini ov spakuliga, so tað riggaði ikki.

Hann bað tí børnini telja uppaftur harðari – og taldu tey so hart, at tað hoyrdist næstan um alla Klaksvík. Tá bar til og vakra træið tendraði so prýðiliga um allan miðýin.

Síðani var Karl, borgarstjóri loraður longur niður frá 10 m høga træmum, samstundis sum hann byrjaði eina góða og hugnaliga røðu.

Eftir røðuna spældi hornorksetrið aftur og endaði við Gleðilig jól, sum øll tey mongu børnini og tey vaksinu sluppu at syngja við til.

Niðanfyri verður røðan hjá Karl H. Johansen, borgarstjóra endurgivin.

Gott kvøld øll somul!

Hjartaliga vælkomin, nú løtan er komin, har vit fara at tendra jólatræið í miðbýnum.

Tá jólatræið í miðbýnum tendrar, so er tað eitt greitt tekin um, at jólini nærkast.

Og á hvørjum ári fáa jóla-tónarnir frá Klaksvíkar hornorkestri okkum eisini veruliga at merkja jólahátíðina.

Ár eftir ár møta tit trúføst upp og fjálga okkum við tykkara vøkru tónum. Takk fyri, at tit eru við til at gera hesa løtuna serstaka og takk til tykkum øll, sum eru møtt her í kvøld. 

Vit lýsa ofta tíðina upp til jóla sum eina tíð, har vit rokast.

Tikið verður til, at tað ikki er fyrr enn aftaná, at vit eru liðug at keypa, pynta, baka og vaska, at vit seta ferðina niður og kanska ikki fyrr enn tá gerast varug við tað fjálga og hugnaliga.

Vit skulu líka hava skil uppá øll tey praktisku viðurskiftini.

Men eg haldi, at vit skylda okkum sjálvum eisini at njóta løturnar, sum eru, áðrenn friður valdar yvir jólini.

Hetta er avgjørt ein av teimum.

Her er onki hóvasták! Vit eru saman, børnini renna runt um vakra træið og vit hava møguleika at hugsavna okkum um vøkru tónarnar frá hornorkestrinum.

Ja, kanska loyva vit enntá tonkunum framat og fara at hugsa um siðvenjur, sum mynda okkara jólahøgtíð.

Eg kundi lýst míni jól í trimum. Hvussu eg upplivdi tey, sum barn, sum smábarnafamilja og tíðina í dag.

Um tað virkar natúrligt, sig so hetta:

Góðu fittu børn, mammur, pápar, abbar og ommur

Kunnu tit líka koma eitt sindur nærri...

 Tá eg var lítil fingu vit fortalt, at jólamaðurin búði uppi undir Snæfelli.

Hava tit eisini hoyrt tað?

Sjálvt um vit hvørt kvøld í desember royndu at fáa eyga á hann, so sóu vit ongantíð nakran jólamannin fyrr enn jólaaftan.

Tað var ómetaliga spennandi, tí tá kom jólamaðurin altíð við einari gávu til okkara.  

Í dag eru fleiri jólamenn. Eg haldi eisini teir duga betur at ferðast enn teir gomlu. Kanska orka teir betur at ganga í fjøllunum, tí teir síggjast oftari enn fyrr.

Tá eg bleiv eitt sindur eldri, bleiv eg politistur og eisini pápi at tveimum fittum gentum, sum eita Annika og Durita.

Tær eru vaksnar konur í dag, men tá tær vóru lítlar sum tit, tá gleddu tær seg eisini til jólaaftan, tí jólamaðurin kom eisini altíð at vitja tær tá.

Men tá ið man arbeiðir sum politistur, so skal man ofta til arbeiðis um kvøldið. Eisini onkuntíð um náttina. 

Og vita tit hvussu løgi tað var tá?

Hvørja ferð jólamaðurin kom at vitja Anniku og Duritu, so ringdu tey frá politistøðini og søgdu at eg mátti koma til arbeiðis. Tí var tað sera sjáldan at eg slapp at hitta jólamannin heima hjá okkum.

Men á hvørjum ári gloymdi jólamaðurin húgvuna, turriklæði ella okkurt eftir í kjallaranum, í hjallinum ella uttanfyri húsini, so eg visti altíð at hann hevði verið har.

Nú nærkast, at vit fara at tendra jólatræið, men eg havi hug at leggja afturat, at hóast jólini hava havt ymiskt innihald gjøgnum árini, so er tað ein boðskapur, sum er tann sami – Gleðiboðskapurin um, at Jesus Kristus frelsari varð borðin í heim. 

Saman við familju, vinfólkum og kenningum fegnast vit á hvørjum ári um fødda frelsaran, og tí eru tað mong, sum hittast til hugnaliga samveru hesa høgtíðina.

Tað eru tó eisini fólk, sum hesa tíðina uppliva einsemi, og tað haldi eg at vit øll kunnu leggja okkum í geyma, og eftir førimuni geva teimum, ið treingja, og vitja tey, sum sita einsamøll.

At vera nakað fyri onnur er ongin sjálvfylgja og krevur yvirskot. Vár Harra styrki okkum til tess, tí vit vita, at  “sælari er at geva enn at fáa”.

Góðu tit øll!

Nú vit hava talt niður og tendra ljósini á vakra trænum, so skal ljóða eitt ynski um eina góða advent og eini gleðilig jól til tykkum øll.

Takk fyri.

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.