NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nú verður meira ferð sett á samfelagið

30/4/2020

Comments

 
Billede
Føroyska samfelagið letur nú enn meira upp. Tað kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi í morgun.

Føroyar eru eitt av teimum fáu londunum, sum hava steðgað smittubreiðingini. Fá fólk bera smittuna, og teir smittutilburðir, sum eru staðfestir seinastu vikurnar, koma allir uttanífrá. Tað tykist sannlíkt, at sokallaðu myrkatølini eru lutfalsliga lág í mun til onnur lond. Tað er sostatt ikki líkt til, at smittan breiðir seg innanhýsis í Føroyum, sum støðan er nú.

- Okkara yvirskipaða visjón er nú at forða fyri, at smittan sleppur inn aftur í føroyska samfelagið. Tað gera vit best við at hava greiðar og tryggar mannagongdir fyri fólk, sum koma til Føroya við flogfari ella skipi, segði løgmaður.

Herdar mannagongdir
Øll, sum koma til Føroya, fáa nú eitt sóttarhaldsskjal í hondina og skulu vátta við undirskrift, at tey hava skilt, at myndugleikarnir vilja hava tey í sóttarhald, og at myndugleikarnir kunnu seta seg í samband við tey næstu tíðina fyri at kanna, hvussu tey hava tað, og um sóttarhaldið verður hildið.

- Lat meg siga tað, sum tað er: Vit vilja ikki, at útlendsk ferðafólk koma til Føroyar fyribils – í fyrsta umfari til og við 30. juni, segði løgmaður.

Løgmaður heldur tað ikki vera rætt at krevja fólk í sóttarhald og læsa tey inni á gistingarhúsi í 14 dagar.

- Eg havi álit á fólki, og at tey brúka vit og skil. Tað skal eftir mínum tykki meira til, áðrenn eg haldi tað vera neyðugt at krevja fólk í sóttarhald undir strangum eftirliti, segði løgmaður.

Upp í ferð
At meira ferð verður sett á samfelagið inniber millum annað, at 4. flokkur fer aftur í skúla tann 4. mai, 5. flokkur fer aftur í skúla 11. mai, og mánadagin 18. mai fáa 9. flokkarnir skipaða undirvísing í skúlanum,

Eisini fyritøkur, sum hava nærsamband við sínar kundar, t.e. frisørar, tannlæknar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, vakurleikastovur, optikarar o.o., kunnu fara aftur til arbeiðis undir skipaðum viðurskiftum mánadagin 4. mai.

Og frá mánadegnum 4. mai kunnu vit eisini savnast í størri bólkum enn fyrr – í mesta lagi 50 fólk. Men í kirkjum og samkomum kunnu 100 fólk savnast, men framvegis við støði í tilmælunum um frástøðu og reinføri. Orsøkin til, at fleiri sleppa í kirkjur og samkomur, er serliga atliti at jarðarferðum.

Les meira um, hvat tað inniber, at Føroyar fara upp í ferð her.

Mugu halda út
Summarið í Føroyum í 2020 verður eitt øðrvísi summar. Vit kunnu nú seta meira ferð á samfelagið, men tað merkir ikki, at hóttanin er burtur.

Løgmaður minti á, at stríðið ímóti koronasmittuni er eisini ein spurningur um áhaldni – um at halda út. Koronasmittan gevst ikki uttan bardaga, og hon fer har, hon sleppur. Tað vil siga, at hon kann framvegis bróta út og breiða seg bæði skjótt og kyniskt, um vit ikki ansa eftir.

- Vit vita, at fleiri lond hava latið upp, men síðan verið kroyst til at lata aftur aftur, tí smittan er brotin út aftur. Tað er tað ringasta, sum kann henda. Bæði trivnaðarliga og búskaparliga. Tí fari eg enn einaferð at heita á tykkum øll somul um at ansa eftir og virða tilmælini um at halda frástøðu, og at hava gott reinføri. Tað mugu við venja okkum við, tí tað er okkara besta vápn í hesum stríðnum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum fyrrapartin.

Løgmansskrivstovan

Billede
Comments

Líðhamar Góðan Túr Í Dag, 13.000 Pund

30/4/2020

Comments

 
BilledeÅgot og Líðhamar, mynd tikin tann 30.04.2020 klokkan 13:57
Líðhamar kom aftur klokkan 13:30 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.984 pund á 45 stampum, tað mesta var hýsa og toskur, 9.200 pund hýsa, 3.700 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Við vóru tríggir mans og skipari var Petur J. Svøðstein.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 )
NFCS-30-04-2020   6.492

Comments

Pison kom aftur klokkan 08:35 í morgun við 40.000 pundum

30/4/2020

Comments

 
BilledePison, mynd tikin tann 30.04.2020 klokkan 08:35
Pison kom aftur klokkan 08.35 í morgun og legði hann at við Kósakajuna. Teir høvdu verið við línu á Íslandsrygginum.

Túrurin kundi verið betri, men høvdu teir 40.000 pund, tað mesta var svartkalvi, 35.600 pund  og á svartkalva er prísurin ikki so galin í løtuni, umleið 30,00 kr. kilo. Restin var annað fiskaslag.

Fiskamarknaðurin Føroya keypti svartkalvan og landa bleiv til Kósina.

Pison byrjaði túr tann 20. apríl.

SáH

Myndir tiknar í morgun tann 30.04.2020

Comments

Daisy Maria Verið Ein Góðan Snellutúr

30/4/2020

Comments

 
Billede
Daisy Maria kom aftur tíðliga í morgun. Daisy Maria hevur roynt við snellu norðan fyri Føroyar.

Hetta gjørdist ein góður túrur. Daisy Maria hevði 2.650 pund og slagi var gott, tað var mesta var góður toskur, sjá søluna herundir.

Har var eisini ein stórur upsi, haldi hatta man vera tann størsti eg havi sæð, sjá mynd.

Tað er Sámal Petur í Grund sum eigur Daisy Mariu og lat hann væl at túrinum, hann var einsamallur hendan túrin.

Landa bleiv til NFCS og teir byrjaðu at landa Daisy Marius klokkan 08:30 í morgun.

SáH

DAISY MARIA – ( KG 611 )
NFCS-30-04-2020   1.325

Her myndir tiknar í morgun

Billede
Comments

Ongin útlendskt ferðafólk til 30. juni

30/4/2020

Comments

 
Billede
Bárður á Steig Nielsen upplýstið á tíðindafundinum júst í løtuni, at ongin útlendskt ferðafólk skulu koma til Føroyar til aftaná 30. juni 2020 ella longri.

Eisini verður stamma upp til øll ferðandi.

​SáH

Comments

Ongin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið

30/4/2020

Comments

 
Billede
​Ongin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6963 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 184 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 30.apríl 2020 klokkan 07.05

Comments

​ANRU hevði 9.000 pund í gjár

30/4/2020

Comments

 
Billede
ANRU hevði roynt vestanfyri í gjár.

Teir fingu 9.000 pund, har umleið 70% var toskur, og restin var hýsa og annað fiskaslag.

ANRU landaði í Miðvági í gjárskvøldið.

SáH

Comments

​Fiskaklettur er komin aftur við 40.000 pundum

30/4/2020

Comments

 
Billede
Fiskaklettur kom aftur klokkan 05:30 í morgun. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 40.280 pund, tað mesta var toskur og reyðsprøka, 20.500 pund toskur, 6.280 pund reyðsprøka og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 23. apríl.

Landa verður til NFCS og teir byrjaðu at landað Fiskaklett kl. 06:00 í morgun.

SáH
​
FISKAKLETTUR – ( TN 415 )NFCS-30-04-2020   20.140

Filmsklipp og myndir tiknar tann 30.04.2020

Comments

Líðhamar hevði 10.500 pund í dag

29/4/2020

Comments

 
Billede
Líðhamar kom aftur í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.540 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 4.400 pund toskur, 6.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir,

sjá søluna herundir.

Landa bleiv á Eiðið klokkan 12:00 í dag.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 )
EIÐIS HAVN-29-04-2020   5.270

Comments

Tilboðið til barnakonur um ókeypis koppseting ímóti kikhosta verður longt

29/4/2020

Comments

 
Billede
Tilboðið til barnakonur um ókeypis koppseting ímóti kikhosta verður nú longt til 1. januar 2021.

Allar barnakonur, sum eru í viku 32 og barnakonur, har tað læknafakliga verður hildið, at vandi er fyri barnsburði innan viku 32, kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti kikhosta. 

Barnakonur, sum ynskja at verða koppsettar, skulu venda sær til egnan kommunulækna.

Heilsumálaráðið

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.