NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Marjun Kalsø fekk ársins rósu 2013

24/12/2013

Comments

 
Picture
Í ár fekk eldsálin hjá Mjølnir Marjun Kalsø ársins rósu 2013. Nevndin, sum skipar fyri ársins rósu segði, at ongantíð áður, hava tey fingið so nógvar áheitingar frá borgarnum í Klaksvík, at Marjun Kalsø skuldi fáa rósuna.

Nógv uppskot komi inn, men hesaferð skuldi tað vera Marjun og tað hevði hon sanniliga uppiborið. Hon ger eitt megnar arbeiðið fyri okkara ungdóm,
og gongur altíð í fremstu røð bæði ítróttarliga og innan hennara arbeiðið.

Ársins rósa verður latin onkrum í okkara lokalsamfelagi, sum avrikar nakað serligt til frama fyri fólk og samfelag - einari eldsál, sum tað ofta verið nevnt og tann setningurin passar sera væl til Marjun, hon er og verður ein eldsál fyri Klaksvíkina.

Borgmeistarin segði nøkur rósandi orð og síðani handaði hann henni rósuni og eina stóra jólakurv. Stórt tillukku frá okkum í Norðoya Portalinum.

SáH


Comments

Jólaskipið á Klaksvík fyri 23. ferð

23/12/2013

Comments

 
PictureJólaskipið Ågot
Stór móttøka var í gjárskvøldið, tá ið jólaskipið kom til Klaksvíkar.

Aftur í ár var tað Ågot, sum var jólaskip og tað var sera vakurt at síggja, tá ið Ågot silgdi inn eftir víkini við neyðblussum og vøkrum fyrverkið.

Á kajuni tóku nógv fólk ímóti og so var at fáa allar jólamennirnar trygt íland og tað tóku brandfólkini sær av, har stóri kranin á brandbilinum var gjørdur til ein landgongd, so allir jólamennirnir kundi koma sikkurt uppá kajuna.

Børnini vóru sera spent og hundratalsvís av jólapakkum var givið teimum.

Tiltakið endaði við, at jólamennirnir fóru til Røktarheimið við Vágna og har bleiv eisini býtt jólapakkar út til tey eldru.

Eitt sera vælskipa tiltaka og skulu fyrireikarnir hava rós fyri tað.

SáH


Comments

Jólakonsert íkvøld kl. 20.00

22/12/2013

Comments

 
PictureChristianskirkjan
Árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni verður íkvøld sunnukvøldi 15.des kl 20

 Luttakara í ár verða:

 Kirkjukórið - Lindi og Hans Andrias - Klaksvíkar Hornorkestur

Ein av teimum heilt góðu og hugnaligu løtunum, í desembur mánaða, er Jólakonsertin í Christianskirkjuni, ið Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri.


Kirkjan bleiv vígd 7.juli í 1963 og sama ár hevði hornorkestrið sína fyrstu jólakonsert og hevur hon verið á hvørjum ári síðani. 

Konsertin er ókeypis.


Comments

18 skaðar fráboðaðir

19/12/2013

Comments

 
Picture
Enn ein ódn er yvir Føroya land og higartil eru 18 skaðar fráboðaðir.


Ringast stóð til í Havnardali, har stórur partur av tekjuni á høllini hjá Føroysk Íslandsrossafelag er fokin av og er skaðin sera stórur. Eisini eru fleiri hjallar og úthús fokin runt Føroya land og umleið kl. 11 ímorgun bleiv ein trailari hjá Faroe Ship tikin av vegnum í rundkoyringin í Kollafirði.

Í Klaksvík hevur hesin stormurin ikki gjørt tann heilt stóra skaða og nú er vindurin nógv minkaður nógv.

SáH






Comments

Borðoyavík í einum roki

19/12/2013

Comments

 
Comments

Jólatræði í Klaksvík brotnaði í ódnini ígjárskvøldið

16/12/2013

Comments

 
PictureJólatræði í Klaksvík brotnaði
Jólatræði í Klaksvík brotnaði um tvøran í ódnini ígjárskvøldið. Her myndir av træðnum áðrenn og aftaná, sjá myndir herundir:

SáH


Comments

Norðari endin av tekjuni á nýggja Røktarheiminum rivin

15/12/2013

Comments

 
PictureRøktarheimið Vágin
Kl. umleið 20.30 ígjárskvøldið varnaðust fólk, at bjálvingartilfar og annað frá Røktarheiminum feyk runt í vindinum og stavaði tað frá norðara endanum av takinum á nýggja Røktarheiminum.

Tað var ikki hugsingur um, hjá bjargingarfólkunum at fara uppá tekjuna. Hvirlurnar vóru mega kraftigar júst um tað tíðina.

Vandi var heldur ikki fyri búðfólkunum, har er betongdekk niðanfyri tekjuna.

Tað er týdningarmikið, at tá ið líkindir gerast betur, at fara uppá tekjuna, at koyra nýggjan dúk á skjótast gjørligt, tí annars fer at leka og tað kann gera skaðan enn meira kostnarmiklan.

SáH


Picture
Comments

Myndir frá storminum tann 15. desember

15/12/2013

Comments

 
Picture
Kl. er 16.15: Sera hartført akkurát í løtuni á Helnabrekku í Klaksvík. Hvirlurnar sera harðar, øll vágin í einum rokið. Her nakrar myndir av ódnini ídag. Sjá niðanfyri.

SáH


Comments

Myndir av storminum tann 14. desember 2013

14/12/2013

Comments

 
PictureNorðoya Bjargaringarfelag bjargar Gadus
Av ringasta veðrið í Klaksvík í gjárskvøldið. Nakað aftaná kl. 23.00 vóru hvirlurnar sera sterkar og fleiri bygningar fingu skaða. Eitt nú Magn, JFK Heilsøla, Borg og aðrir bygningar.

Norðborg og Gadus høvdu hug at slíta og Norðoya Bjargingarfelag gjørdi eitt megnar arbeiðið fyri at fyribyrgja at vanlukka skuldi staðist av støðuni.

Nakað eftir miðnátt slakaði vindurin og farið var at rudda upp.

Her myndir frá ódnini, sjá niðanfyri.

SáH


Comments

Tveir kolandi stormar dag um dag

14/12/2013

Comments

 
PictureKolandi stormur í Føroyum íkvøld og ímorgin
Hetta næsta samdøgni verður stak vánaligt veður í Føroyum. Vit fáa tveir stormar dag um dag og seinni íkvøld og í annaðkvøld kann væntast ódn. Hettar skrivar sjónvarpstøðin TV2 ídag.

Færøerne i skudlinjen: To storme på et døgn

Det første stormlavtryk bevæger sig fra sydvest mod nordøst forbi Færøerne i aften og giver sidst på aftenen en overgang stærk storm eller sågar orkan fra nordvest. Les greinina her: http://vejret.tv2.dk/artikel/id-73100073:f%C3%A6r%C3%B8erne-i-skudlinjen-to-storme-p%C3%A5-%C3%A9t-d%C3%B8gn.html

SáH


Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.