Aftur í ár var tað Ågot, sum var jólaskip og tað var sera vakurt at síggja, tá ið Ågot silgdi inn eftir víkini við neyðblussum og vøkrum fyrverkið.
Á kajuni tóku nógv fólk ímóti og so var at fáa allar jólamennirnar trygt íland og tað tóku brandfólkini sær av, har stóri kranin á brandbilinum var gjørdur til ein landgongd, so allir jólamennirnir kundi koma sikkurt uppá kajuna.
Børnini vóru sera spent og hundratalsvís av jólapakkum var givið teimum.
Tiltakið endaði við, at jólamennirnir fóru til Røktarheimið við Vágna og har bleiv eisini býtt jólapakkar út til tey eldru.
Eitt sera vælskipa tiltaka og skulu fyrireikarnir hava rós fyri tað.
SáH