NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Hvat er hetta fyri eitt svínarí viðvíkjandi Norðoya Tunnilinum?

31/8/2017

Comments

 
Billede
Tað er ótrúðligt, hvussu vánaligar politikkara vit hava í Norðoyggjum hava, ongin nevndur og ongin gloymdir.

Her hava vit eitt grovt dømi, har vit Norðoyingar betala 40,00 kr. til Tórhavn, fyri at tey í Havn kunnu senda okkum eina rokning uppá 100,00 kr.

Fyri tað fyrsta, so havi eg í áravís víst á, at sjálvandi skuldi innkrevingin fyri Norðoya Tunnilinum ligið í Norðoyggjum og so høvdu vit havt gleði av teimum 40,00 kr., ístaðinfyri sum nú, at tit hava sett enn ein stóran almennan stovn á stovn í Høvuðsstaðnum, men okkara politikkara her norðuri eru, eg má siga tað beint, út í mínum eygum eru tit skrall tóm, tit lata alt um tykkum ganga, bara tit fáa tykkara feitu løn suðuri í Landsstýrinum og Løgtinginum. 

Norðoyggjar hevur ongan góðan og tað gongur ikki dagur, har man hoyrir, hvussu nógv hesin og hasin stovnurin í Tórshavn skal hava í meira pengum (eitt nú Glasir),  og hvar koma pengarnir frá, Jú, tit gittu rætt, frá útjaðarnum og tit standa sum eitt býtt og hyggja at.

Nú viku aftaná viku er eisini uppboðssølurnar byrjaðar, har 10tals milliónir enda í Tórshavn og hvør betalur, jú tit gittu eisini rætt hesuferð, vit í útjaðarnum gjalda, men hvat gera okkara politikkara her norðuri, einki, einki og aftur einki.

Tos, tos og aftur tos, hví gera tit einki fyri at broyta skeivu gongdini? Tað endar heilt sikkurt gali, men tá eru tit langt síðani farin í tykkara almenna starv aftur, so tað fær ikki fylgjur fyri tykkum, men tað fær fylgjur fyri 100tals Norðoyingar. Kom nú, tað kann ikki vera so ringt, at venda skeivu gongdini, Lars Løkke hevur flutt 1000vís av arbeiðsplássum frá Keypmannahavn og út til útjaðaran, tit átti at klára, at flutt nøkur 100 arbeiðspláss frá høvuðsstaðnum og út til útjaðaran.

Føroyar eru ikki eitt stórt land, so Havnafólk kunnu eisini koyra hinvegin og ikki sum nú, har einvegis ferðsla er til Tórshavn hvønn dag.

Takið tykkum saman og gerið eina ætlan, har tit venda gongdini, so at eisini pengarnir enda í útjaðarnum. Tað er tað tit  blivu vald inn fyri. Byrja við Norðoya Tunnilinum, har tit her norðuri, also øll tit, bæði í andstøðu og samgongu krevja, at gjaldi verður tikið av ella um vit skulu gjalda, so skulu vit eisini valda. Kom nú, tað er ikki so ringt.

SáH

Billede
Comments

Endiliga vaknaði ein politikkari í Norðoyggjum, nevnliga Jógvan Skorheim

29/8/2017

Comments

 
Billede
Steðga nú, Sirið!
Hvat er hetta fyri nakað? Klárar samgongan ikki at gera tað, sum hon sigur? Skal Føroya fólk enn einaferð fara ígjøgnum somu myllu, sum við fiskivinnunýskipanini, har tað ferð eftir ferð bleiv sagt eitt, men gjørt nakað annað?
Nú er lýsingin til stjórastarvið komin, og tað er eingin ivi um, at hetta er ein avtøka av teimum trimum sjúkrahúsunum, soleiðis sum vit kenna tey.
Slut við at gera avtalur við hesa samgonguna!

So vaknaði ein politikkari í Norðoyggjum, nevnliga Jógvan Skorheim. Nú er at seta hart ímóti hørðum, eitt nú ikki jattað meira pengar til Høvuðsstaðin, men heldur javna tað út til útjaðaran. Tí hvørja viku enda 10tals milliónir í Tórshavn og 0,00 kr. til útjaðaran.

Les grein her: "Vakni fyri Guðs skyld vakni, hvar eru okkara politikkara, eru tit steindeyðir".

Her kjak í KVF í gjárskvøldið: "Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um Klaksvíkar Sjúkrahús".

SáH

Comments

FRÍGGJADAGIN, 01. SEPTEMBER KL. 15.00 - HUGNALØTA Í KIRKJUKJALLARANUM -

29/8/2017

Comments

 
Billede
​Fríggjadagin, 01. september, verđur hugnaløta í kirkjukjallaranum kl. 15.00. Nikolina Olsen fer at hugleiđa um bygdina Múla - stutt andakt verđur v/Hanus á Gørđum, og ein góđur drekkamuđur verđur eisini - .

FRÍGGJADAGIN, 01. SEPTEMBER KL. 15.00 - HUGNALØTA Í KIRKJUKJALLARANUM -.

Christianskirkjan

Comments

Vakni fyri Guðs skyld vakni, hvar eru okkara politikkara? Eru tit stein deyðir?

28/8/2017

Comments

 
Billede
Nógvar, nógvar tíggjutals milliónir enda í Tórshavn hvørja viku ella rættari sagt hundratals milliónir og útjaðara politikkarnir runt Føroya land gera einki og eru stein deyðir.

Vit kunnu taka viku 34, har bleiv samtykt 71 millónir í eykajáttan til nýggja havrannsóknarskipi, so nú enda 300 milliónr í Tórshavn til havrannsóknarskip. Alt í fínasta íordan halda okkara útjaðara politikkarnir og stemma glaðir fyri.

Í Viku 34 varð fyrsta almenna uppsølan, har endaði 19 milliónir krónur til Tórshavn. Í somu viku var eisini afturlatna uppbossølan og har endaðu 23 milliónir krónur til Tórshavn, íalt 42 milliónir til eitt stórt tómt hol í høvðusstaðnum.

Vika 35 er júst byrjað og nú skal Glasir hava 113,5 milliónir meira, sostatt hækkar verklagslógin 113.5 krónur og skúladepilin í Marknagili kemur nú at kosta 636,5 milliónir kr. og  trúgv mær, hatta endar ikki har, skúladepilin í Marknagili kemur heilt sikkurt at kosta yvir eina milliard og útjaðara politikkarnir stemma eina eykajáttan fyri og aðra eftir, men skal stemmast um nakrar milliónir til útjaðaran, so eru útjaðara politikkarnir so pill býttir, at tær fara at klandrast við hvønn annan og 0,00 kr. vera játtaðar til útjaðaran.

Um tvey ár fara vit at síggja skeivleikarnar, har Tórshavn blomstrar í almennum pengum og útjaðarin doyr spakuliga, tí sum sagt, so enda allir pengarnir í Tórshavn so ella so. Bara í ár roknar samgongan við at uppisølan gevur Tórshavn 200 milliónir og teir pengarnir koma allir frá útjaðarnum.

Skal eg siga tað beint út, so hevur ongin útjaðara politikkari nossir til at stríðast fyri útjaðaran. Møguliga onkrir úr suðri, men so er alt sagt. Stór skomm av tykkum øllum, taki tykkum fyri Guðs skyld saman og fái 50 prosent út til útjaðaran, so javnvág kemur í aftur. 

SáH


Comments

​Nýggju bátabrúgvarnar eru komnar

26/8/2017

Comments

 
Billede
Tilfarið til nýggju bátabrúgvarnar kom til landið mánakvøldið, og nú arbeiða finsku veitararnir við at fyrireika tær til útsetan á Vágni.

Fyrireikandi arbeiðið verður gjørt úti á Norðborg á vestara armi, og so hvørt, sum brúgvarnar eru klárar, verða tær fluttar uppá pláss. Sum eisini sæst á myndunum, er talan um tungt tilfar, sum ikki letur seg flyta bara soleiðis; hvør brúgv vigar umleið 20 tons.

Byrjað verður við norðastu brúgv og ætlanin er so líðandi at flyta bátaplássini til nýggju brúgvarnar, so hvørt, sum tær gerast klárar. Tað er Ósbjørn Jacobsen, sum hevur gjørt tekningarnar av økinum, sum verður ein sjálvsagdur partur av maritima umhvørvinum við nýggja miðbýin.

Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini fegnast um arbeiðsgongdina higartil. – Higartil kunnu vit staðfesta, at verkætlanin og samstarvið við veitaran hevur gingið skjótt og væl. Vegadeildin hjá kommununi hevur eisini longu gjørt neyðugu fyrireikingarnar saman við undirveitara, har teir hava gjørt festið í land. Samanumtikið gongur bæði skjótt og væl, so bátaeigarar og vit onnur kunnu gleða okkum, til arbeiðið verður liðugt, sigur hann. 

Tummas Lervig leggur afturat, at tað hevur havt stóran týdning gjøgnum alla verkætlanina, at bátaeigarar kenna seg hoyrdar og væl kunnaðar, og hetta heldur sjálvandi fram inntil øll tey nýggju plássini eru klár at taka í nýtslu, og tá fer kommunan saman við bátaeigarunum at skipa økið.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

​Áhugaverd vitjan úr Japan

25/8/2017

Comments

 
Billede
Jógvan Skorheim, borgarstjóri var í gjár vertur fyri Kazutaka Sangen, borgartjóra í Taiji í Japan og fylgi hansara.

Á ferð síni í Føroyum, sum er komin í lag umvegis Uttanríkis- og vinnumálaráðið, hevur borgarstjórin í Taiji víst Klaksvík stóran áhuga. Á leið 3.200 fólk búgva í Taiji, sum liggur út móti Stillahavinum, og felags fyri býirnar báðar er sterka tilknýtið til sjógvin og fiskivinnu. 

Á vitjanini fingu borgarstjórarnir innlit í býirnar og siðvenjurnar hjá hvørjum øðrum, og japansku gestirnir vitjaðu eisini hjá JFK og Christian í Grótinum, har teir fingu innlit í føroyska fiskivinnu.

Býráðið í Taiji hevur lagt uppskot fram um vinarbýarsamstarv millum Klaksvík og japanska býin, og á fundinum millum borgarstjórarnar komu teir inn á felags áhugamál og møguleikarnar fyri samstarvi í framtíðini.

Áðrenn støða kann takast til uppskotið um vinarbýarsamstarv, skal málið viðgerast politiskt og síðan leggjast fyri býráðið til støðutakan.

Kelda: www.Klaksvik.fo

​SáH

Comments

Nú eru bert 149 spælarar eftir og tað sær gott út hjá Hans Andrias Midjord frá Klaksvík

24/8/2017

Comments

 
Billede
Hans Andrias Midjord liggur væl fyri á høvuðsborðinum og nú eru bert 149 spælarar eftir og Hans Andrias Midjord hevur 410.000 chips.

Nú er pausa og sum sagt, so sær gott út hjá Hans Andrias Midjord.

Koyrá Hassadi, altíð gott at síggja ein sum heldur við Tottenham, eisini klárar seg gott í Poker.

​SáH

Comments

Hans Andrias Midjord hevur 428.000 júst nú

24/8/2017

Comments

 
Billede
Nú eru bert 160 spælarar eftir og Hans Andrias hevur 428.000 júst nú.

Tað sær gott út hjá honum.

Koyrá Hans Andrias

SáH
​

Comments

Hans Andrias Midjord spælir Poker og sæst live her:

24/8/2017

Comments

 
Billede
​Hans Andrias Midjord á høvuðsborðinum

Nú eru bert 172 spælarar eftir smb. Pokerstars Championship og teir sum eru eftir hava vunnið 10.270 evrur.

Hans Andrias Midjord kemur ikki tómhentur til Klaksvíkar aftur.

​Í løtuni hevur hann 376.000 chips og liggur nummar trý á hansara borið.

Hygg eftir poker kappingin her, klikk link niðast á síðuni.

Góða eydnu Hassadi

SáH

Billede
Comments

Sam ferð væntandi í sigling aftur seinnapartin

23/8/2017

Comments

 
Billede
Sam hevur ligið svinabundin í Tórshavn í alla nátt og í morgun. Har hendi eitt óhapp ð seinastu nátt, tá ið ein stakkari koyrdi umborð Sam, ein endi slitnaði og tað tók góðar tríggjar tímar at fáa stakkarin uppá pláss aftur.

Sum skilst so fekk Sam ikki stórvegis skaða, men har mátti gerast eftirlit við honum í morgun og tískil ferð Sam ikki í sigling aftur fyrrenn seinnapartin ídag.

Hetta skrivar Strandferðslan á síni heimasíðu:
"Vegna tekniskt brek siglir Sam ikki. Alpha Pilot røkir siglingina á Kalsoyarleiðini fyribils. Leið 506 í Kalsoynni koyrir til og frá øllum túrunum hjá Alpaha Pilot."

​Hesar myndirnar blivu tiknar í morgun kl. 08.30

SáH

Billede
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.