Á ferð síni í Føroyum, sum er komin í lag umvegis Uttanríkis- og vinnumálaráðið, hevur borgarstjórin í Taiji víst Klaksvík stóran áhuga. Á leið 3.200 fólk búgva í Taiji, sum liggur út móti Stillahavinum, og felags fyri býirnar báðar er sterka tilknýtið til sjógvin og fiskivinnu.
Á vitjanini fingu borgarstjórarnir innlit í býirnar og siðvenjurnar hjá hvørjum øðrum, og japansku gestirnir vitjaðu eisini hjá JFK og Christian í Grótinum, har teir fingu innlit í føroyska fiskivinnu.
Býráðið í Taiji hevur lagt uppskot fram um vinarbýarsamstarv millum Klaksvík og japanska býin, og á fundinum millum borgarstjórarnar komu teir inn á felags áhugamál og møguleikarnar fyri samstarvi í framtíðini.
Áðrenn støða kann takast til uppskotið um vinarbýarsamstarv, skal málið viðgerast politiskt og síðan leggjast fyri býráðið til støðutakan.
Kelda: www.Klaksvik.fo
SáH