NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Gerningsmaður til ógvusligt álop við Sandá er handtikin

30/4/2024

Comments

 
Picture
Umleið kl. 20.00 sunnukvøldið fekk Føroya Politi fráboðan um, at ein kvinna í 20-árunum var álopin, meðan hon gekk túr eftir gøtuni ovarliga við Sandá í Havn.

Gerningsmaðurin leyp á kvinnuna aftanífrá og framdi ógvusligan harðskap móti henni. Kvinnan fekk ymiskar skaðar av álopinum og varð innløgd á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Umleið 15 minuttir eftir álopið handtók politiið ein mann í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í gjár kl. 13.00. Maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Maðurin, sum er í tríatiárunum og er útlendingur, noktaði seg sekan.

Politiið sóknast eftir vitnum
Stutt áðrenn álopið sá kvinnan ein mann, sum gekk eftir gøtuni frá AB-húsinum á Argjum oman móti Sandá, fyri síðani at snara til høgru eystureftir/omaneftir gøtuni. Hetta var ikki gerningsmaðurin, men hesin maðurin kann hava møtt gerningsmanninum, og politiið vil tí feðin hava samband við hann. Politiið heitir eisini á onnur møgulig vitni um at boða frá á telefon 114.

Politiið ger í løtuni umfatandi kanningar í málinum, eitt nú teknskar kanningar, DNA-kanningar og avhoyringar af fólki, sum kunnu hava hoyrt ella sæð tilburðin.

Føroya Politi

Comments

Okkara framtíðar Klaksvík

29/4/2024

Comments

 
Picture
Pallborðsfundir, sofaprát og framløgur, ið snúgva seg um trivnað og menning í Klaksvíkar kommunu, hava seinastu árini verið fastur táttur í Virkið vár/Virkið heyst skránni, og sigast má, at tað hevur eydnast væl at skipa fyri minni og størri fundum, har borgarar, vinna og aðrir áhugapartar hava fingið møguleika at koma til orðanna.

Yvirskriftin hesaferð er “Okkara framtíðar Klaksvík”.

Í stuttari framløgu hava fimm borgarar í aldrinum 17 – 39 ár fingið til uppgávu at lýsa, hvat tað er, sum ger, at tey trívast í Klaksvík, og harumframt at koma við boðum uppá, hvat kann gerast enn betur.

Klaksvíkar býráð samtykti á seinasta býráðsfundi at fara undir arbeiðið at gera eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir. Og hvat er ikki meira viðkomandi enn júst at geva teimum ungu, sum búleikast í býnum, møguleika at koma við nøkrum boðum uppá framtíðina.

Tiltakið verður í býarsalinum í Varpinum týskvøldið 30. apríl kl. 20.00.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Tesla skannarin á gáttini til Klaksvíkar Sjúkrahús

29/4/2024

Comments

 
Picture
Í morgin, týsdagin 30. apríl, tekur Klaksvíkar Sjúkrahús ímóti 3 Tesla Siemens MR-skannaranum.
 
Hetta er ein løta, sum vit øll hava sæð fram til, og hava arbeitt málrættað fram ímóti.

3 Tesla MR-skannarin vigar 7,3 tons, meðan sjálv MR-kabinan vigar 1,5 tons. 3 Tesla MR-skannarin er 2,45 metur breiður, 2,14 metur høgur og 1,72 metur djúpur. 

Skannarin verður avhendaður við Víkavegin týsmorgunin um kl. 8.  Skannarin verður lyftur oman í garðin hjá sjúkrahúsinum. Eftirfylgjandi verður hann rullaður inn í MR-kabinuna. 

Klaksvíkar Sjúkrahús vil senda eina inniliga bøn til bilførarar og onnur ferðandi, um at nýta onnur vegastrekkir í tíðarskeiðnum millum kl. 8-11, so Siemens, saman við fleiri, fær arbeiðsfrið í sambandi við avhendingina. 

Klaksvíkar Sjúkrahús ynskir at takka fyri ta vælvild, ið grannar og onnur hava víst seinastu tíðina, meðan arbeiðið við umbygging hevur staðið á. Somuleiðis takka vit øllum starvsfólkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri tolsemi og fyri at hava rúmað forstýrinum inni í húsinum, í sambandi við umbyggingina.´

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments

Hjartafelagið, nevndin afturvald

25/4/2024

Comments

 
Picture
​Nevndin í Hjartafelagnum varð afturvald á aðalfundinum 24. apríl 2024.
 
Í nevndini eru:
Eyðna Joensen, forkvinna
Amy Ljósheim, næstforkvinna
Jan Rasmussen, nevndarlimur
Ingibjørg Egholm, skrivari
Páll Hammer, nevndarlimur
Tiltakslimir
Sigga Durhuus
Fríðálvur A. Jensen

Hjartafelagið

Comments

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy

23/4/2024

Comments

 
Picture
Tað er staðbundna nevndin fyri Svínoy, saman við Karl Johansen, borgarstjóra, ið bjóðar bygdafólkunum á fund. Fundurin verður í Gamlagarði 3. mai kl. 13.00.

Fyrr um dagin hevur staðbundnanevndin ein regluligan fund. Eftir tann fundin verður høvið hjá svínoyingum at hitta staðbundnu nevndina í Gamlagarði.
​
Á skránni fyri almenna fundin er m.a. kunning um bygdaætlanina, vetrarfriðing av bygdini, asfaltering av kommunalum vegum og annað.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Sjálvandi skulu bøturnar í landskassan

4/4/2024

Comments

 
Picture
Aksel. V. Johannesen, løgmaður, ætlar, at tær bøtur, sum verða skrivaðar á yvirtiknum málsøkjum, framyvir skulu fella í landskassan og ikki í ríkiskassan.

Hetta framgongur í svari frá løgmanni í dag uppá §52a fyrispurning frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni.

“Tá talan er um bøtur á yvirtiknum málsøkjum, eiga hesar sjálvsagt at fella til landskassan. Tí tók eg longu málið upp við danska forsætisráðharran á fundi í Keypmannahavn hin 2. oktober í fjør. Eg kom við eini áheitan um, at samráðingar verða tiknar upp um eitt øðrvísi býti av sektum millum ríkiskassan og landskassan.” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Á fundinum varð avtalað, at Løgmálaráðið og danska Justitsministeriet umrøða hesi viðurskifti nærri. Samráðingar verða væntandi tiknar upp í næstum.

Svarið hjá løgmanni kann lesast her.

Løgmansskrivstovan

Comments

​MORGUNSANGUR MIKUMORGUNIN 03.APRÍL  KL. 10:00

1/4/2024

Comments

 
Picture
Mikumorgunin 03.apríl  er morgunsangur kl. 10:00.

Hanus á Gørðum hevur stutta andakt.

Eftir morgunsangin er kaffi og hugnalig samvera í kirkjukjallaranum.

MORNING SONG WEDNESDAY MORNING 03TH' OF APRIL AT 10 A.M.
On Wednesday 3th'  of April  at 10 am we have morning song.

Hanus á Gørðum will have a short devotion.

After the morning song everyone is welcome for coffee/tea and a pleasant moment in the church basement.

Christianskirkjan

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.