NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Roykstovan 30 ár ídag, tillukku við degnum

30/4/2016

Comments

 
Billede
Fyrireikingarnar vóru í hæddini, tá ið Norðoya Portalurin vitjaði Roykstovuna fyri hálvum tíma síðani.

Har bleiv stríðst av øllum alvi, at fáa tað síðsta uppá pláss, so stóra ballið kundi byrjað kl. 17.00.

Hetta verður skráin ídag:

Í sambandi við, at Roykstovan fyllir 30 ár 1. mai undir núverandi eigara, so verður dagurin hátíðarhildin í dag 30 apríl. Frá kl. 17.00 verður almenn móttøka, har Roykstovan bjóðar almenninginum inn á gólvið til m.a. ábit, livandi tónleik, "goddiebags" (avmarkað nøgd) og framsýning av gomlum myndum frá Roykstouni gjøgnum tíðirnar. Harafturat vera góð tilboð gjøgnum allan dagin/náttina. Føroya Bjór og Kjølbro Heilsøla stuðla degnum.

Stór tillukku við stóra degnum.

SáH

Comments

Broyting av hjúnabandslógini samtykt við 2. viðgerð

28/4/2016

Comments

 
Billede
Klokkan nærkaðist 00.30 í nátt, tá ið broytingin av hjúnabandslógini bleiv samtykt við 2. viðgerð.

Nógv fólk vóru í Tingsalinum og Løgtingsformaðurin bað fleiri ferðir áhoyrarnar at vera friðalig, tá ið atkvøtt varð og tað endaði við at lógaruppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, sum er uttanflokkakvinna, Kristionnu W. Poulsen, Javnaðarflokkinum, Hanna Jensen Framsókn og Katrin Kallsberg Tjóðveldi bleiv samtykt 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Øll onnur uppskot blivu samtykt við minst møguligum marginalum, 17 fyri og 16 ímóti. Tingfundurin endaði við, at allir áhoyrarnir klappaðu við lógvabrestum og nógv klemm blivu givin. Málið skal til triðju viðgerð, áðrenn tað verður endaligt samtykt.

Størsti taparin gjørdist Heðin Mortensen
Heðin Mortensen, sum hevði lagt uppskoti fyri Tingið, til at koyra broytingina av hjúnabandslógini til fólkaatkvøðu, tók tað uppskotið aftur, tí tað var ikki undirtøka í Tinginum fyri uppskotinum, men tað var tað, tí Bill Justinussen legði sama uppskot, sum Heðin Mortensen, fyrr um dagin hevði lagt framm og tá ið atkvøtt varð, restaði bara Heðin'sá stemma í og tískil hevði Heðins'sá uppskot verið samtykt um fólkaatkvøðu. Man er ikki fullspottaður fyri man spottar seg sjálvan sigur orðatakið og tað má sigast um Heðin Mortensen, eftir sjónleikin ígjár.

Her filmsklipp frá KVF, klikk her: "Video: Lógvabrestir, gleðistár og hjartasuff"

SáH

Billede
Comments

LGBT aktivistur dripin í Bangladesh

25/4/2016

Comments

 
Billede
Tveir persónar eru stungnir til deyðis av knívi í Bangladesh. Eitt av offrinum varð blaðstjóri fyri eitt blað til transsexuell.

Løgreglan roknar við, at militantir islamistar standa aftanfyri drápini.

Blaðstjórin fyri Rupban, stóð eisini aftanfyri einari skrúðgongu fyri samkynd í Dhaka í 2014 og 2015 - og er hann eisini blivin hóttir við lívinum av ekstremistum, veit NTB at siga frá.

JáH (y) 25.04.2016

Comments

MBF 35 ára hátíðarhald og bókaútgáva

25/4/2016

Comments

 
Billedeá myndini vanta Leila Solmunde, sála, og Trygvi Jacobsen


Tíðindaskriv: Fríggjadagin 20. mai eru øll hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið at hátíðarhalda 35 ára stovningardagin hjá Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum. 

Neyvan var tað av tilvild, at MBF varð stovnað sjálvan dagin hjá Sameindu tjóða 24. oktober 1981, og var tað eitt stórt framstig fyri felagið og føroyingar, tá ið Føroya Løgting 13. mai 2009 samtykti ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Øll árini hevur MBF áhaldandi arbeitt við brekpolitikki, ið umfatar øll samfelagsviðurskifti, og hevur virkað fyri at fáa ávirkan og at verða hoyrd í málum, ið viðkoma fólki, ið bera brek.

Á skránni í Norðurlandahúsinum 35 ára dagin verða lívssøgur, hugleiðingar og tónleikur, og harumframt verður ljós varpað á stóru broytingarnar innan brekøkið seinastu árini. 

Eisini er tað við stórari gleði fyri MBF á 35 ára degnum at bjóða til framløgu av nýggjari bók, sum er upplýsandi tilfari til føroyingar um ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Hetta er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamann, Jastrid Gullaksen, Grafia, og Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu, í MBF. Bókin verður ókeypis, og er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Vónandi fer bókin at kveikja áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek.  

Ver hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið 20. mai kl. 12:30 at hátíðarhalda 35 ára dagin hjá MBF.

Comments

Bilbumba í Damaskus kravt 6 mannalív

25/4/2016

Comments

 
Billede
Alsamt fleiri bilbumbir hava verið í seinastuni og júst nú - hevur enn ein bilbumba gjørt um seg, og hevur kravt 6 mannalív, tá ið hon sprongdist í høvuðs-staðnum í Sýria, Damaskus, veit NTB at siga frá.

Tey rokna við at deyðstalið verður meira enn tey seks, sum eru váttaði deyð.

JáH (y) 25.04.2016

Comments

Nógvir vindur & sera kalt í dag!

25/4/2016

Comments

 
Billede
Nú er Flaggdagur og tað merkir ikki beinleiðis, at tað verður nakað serligt veður í dag hjá skótunum kring landið at flagga.

Landsverk veit t.d. hetta at siga um veðrið uppá núverandi tíðspunkt:

Meira um veðrið hjá Landsverk - trýst HER

Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 11:38: Boðað verður frá nógvum vindi. (31 m/s).

JáH (y) 25.05.2016

Kelda: Landsverk

Comments

Minst tveir persónar deyðir í Fraklandi

25/4/2016

Comments

 
Billede
Tann franska ávísin Le Figaro veit at siga, at minst tveir persónar eru deyðir, eftir at ein skotbardagi varð uttanfyri skúlan í Greboble í Fraklandi.

Triðji persónur skal vera heilt ávorliga sáraður.

JáH (y) 25.04.2016

Comments

Krista Mørkøre úr Ægir við til Paralympisku leikirnar í Rio

21/4/2016

Comments

 
Billede
Er tað ikki fantastisk, at vit hava ein Klaksvíking, sum venur í Føroyum og sum skal til Paralympisku leikirnar í Rio.

Jaime og Torkild hava gjørt eitt framúr gott arbeiði og Krista Mørkøre hevur hetta seinasta árið, sligi eitt met fyri og annað eftir.

Vit í Ægir eru sera stolt av tær Krista, tú hevur vant sera hart og hevur fult uppiborið at umboða Føroyar í Rio.
Her tíðindaskriv frá ÍSB:


Í eina tíð hava vit hildið ondini meðan bíðað hevur verið eftir boðum um parasvimjarin Krista Mørkøre hevur svomið nóg skjótt at vinna sær luttøku á Paralympisku  leikunum í Rio sum verða í døgunum 7. - 18. septembur.

Krista hevur fyri langari tíð kvalifiserað seg til Evropeiska Meistaraskapið fyri parasvimjarar sum verður í Funchal á oynni Madeira 30. apríl – 7 mai, og í gjár fekk hon boð um at hon eisini hevur vunnið sær pláss á Paralympisku leikunum.

Av tí at ÍSB er fullgyldugur limur, og var við til at stovna IPC, svimja føroyskir parasvimjarar altíð undir Merkinum.

Krista hevur seinasta árið svomið við svimjifelagnum Ægir, men hevur pápi hennara, Torkil Mørkøre eisini verið venjari og hollur stuðul hjá henni seinastu árini.

Í 2015 og 2016 hevur Krista fingið stuðul úr Úrvali, og hevur hetta saman við stuðli frá m.a. ÍSB og privatum virkjum verið viðvirkandi til at Krista hevur kunnað luttikið í neyðugu kappingunum og venjingarlegunum, ið skulu til fyri at sleppa at kappast millum tey fremstu í heiminum.

Krista fekk í 2007 ein svull í heilan, ið ger at hon hevur lammilsi í høgru síðu av andlitinum og hevur ataxi í høgra armi og beini.

Parasvimjarar verða kannaðir í umfatandi viðurkendari læknakanning hjá IPC, og klassifiseraðir í ymiskar klassar alt eftir hvussu stóra ávirkan brek teirra hevur á motoriska førleikan at gera ítrótt teirra. Hetta verður gjørt fyri at tryggja rættvísa kapping.

Krista er klassifiserað í sterkastu bólkunum ávikavist í firvald, bringu, rygg og frísvimjing.
Hetta merkir at hon svimur saman við teimum skótastu parasvimjarunum.

Í Rio sleppur Krista at svimja 50m, 100m og 400m frísvimjing.

ÍSB ynskir Kristu hjartaliga tillukku við luttøkuni, og bestu eydnu við fyrireikingunum til bæði Evropeisku og Paralympisku leikirnar.

Comments

NMF mælir til at reiðarar halda Hvílutíðsregulin!

19/4/2016

Comments

 
Billede




Tíðindaskriv:


Nordiska Maskinbefälsfederationen (NMF) som reperesenterer ca. 30.000 maskinmestre og skipsoffiserer i Danmark, Sverige, Norge, Finland, Island og Færøyene har avholdt  sekretariatsmøde i Torshavn 18.-19. apríl 2016. 

Hviletidsbestemmelser

NMF er bekymret for at rederier stadig bemanner sine skip slik, at arbeidstakerne går på akkord med hviletidsbestemmelser, bl. a. med 6 – 6 vakter og E0 vakt som inngår i hviletid.

Både IMO og ILO regler om hviletid sier at arbeidstakere til sjøs skal ha minst 10 timer hvile i løpet av en hvilken som helst periode på 24 timer, og 77 timer i en hvilken som helst periode på 7 døgn. Hviletiden kan deles opp i to perioder, hvorav én skal være på minst 6 timer. Intervallet mellom fortløpende hvileperioder skal ikke overstige 14 timer. 

En må ergo både se på hviletid pr. døgn, uke og over en 2 ukers periode.

Det er Skipsføreren, som også er omfattet av hviletidsbestemmelsene, som skal sørge for at den fastsatte hviletiden overholdes, men både arbeidstaker, skipsfører og rederi risikerer bot, samt at skipet kan holdes igjen ved en havnestatskontroll som avdekker brudd på hviletiden.

NMF oppfordrer både rederi og mannskap til å følge hviletidsregelen, slik at en riktig og sikker bemanning kan bidra til å oppnå regelens intensjon om å verne helse og miljø.

Engine room/ engine control room design

NMF konstaterer, at IMO guidelines på ergo dynamiske kriterier for utstyr og utforming av bro har medført en betydelig forbedring av arbeidssituasjonen for bro personell.

NMF anser det som meget viktig, at kontroll og maskinrom også designes og utformes slik at mennesket står i sentrum.
NMF krever av den grunn at en ny regulering innføres i SOLAS. 

Tórshavn den 19. april 2016

Nordiska Maskinbefälsfederationen

Pàll Hansen, President 

Comments

Ekvador: Jarðskjálvtin kravt 233 mannalív

18/4/2016

Comments

 
Billede
Jarðskjálvtin í Ekvador hevur kravt 233 mannalív, veit forsetin Rafael Correa at siga frá.

Jarðskjálvtin varð at vera 7,8 í styrki og kundi merkjast 17 míl undir høvuðsstaðnum Quito.

​Hetta er ein tann ringasti jarðskjálvti tey hava havt í Ekvador í áratíggjir.

JáH (y) 18.04.2016

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.