Har bleiv stríðst av øllum alvi, at fáa tað síðsta uppá pláss, so stóra ballið kundi byrjað kl. 17.00.
Hetta verður skráin ídag:
Í sambandi við, at Roykstovan fyllir 30 ár 1. mai undir núverandi eigara, so verður dagurin hátíðarhildin í dag 30 apríl. Frá kl. 17.00 verður almenn móttøka, har Roykstovan bjóðar almenninginum inn á gólvið til m.a. ábit, livandi tónleik, "goddiebags" (avmarkað nøgd) og framsýning av gomlum myndum frá Roykstouni gjøgnum tíðirnar. Harafturat vera góð tilboð gjøgnum allan dagin/náttina. Føroya Bjór og Kjølbro Heilsøla stuðla degnum.
Stór tillukku við stóra degnum.
SáH