NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Etiopia: Murlifólkið dripið 140 menniskjur!

17/4/2016

Comments

 
Billede
Murlifólkið úr Etiopia hevur dripið minst 140 menniskjur og 39 børn skula hava verið burturflutt, tá ið Murlifólkið leyp á ein annan kappingarneyta, veit BBC at siga frá.

Innanríkismálaráðharrin í Etiopia, Getachew Reda sigur at trygdarlið eru farin eftir Murlifólkinum og at minst 60 av teimum eru deyð.

Eftir at Suðursudan varð vekk úr Sudan í 2011, hevur verið borgarkríggj tvey ár eftir. Borgarkríggji hevur skyldina av, at fleiri hevndardrápum og hevur spjaldra fátæka landið í fleiri etniskar bólkar. Tíggjutúsindavís hava mist lívið, og fleiri enn tvær milliónir eru flýdd frá teirra heimum - grundað av borgarkríggjinum.

Bæði stýrið og uppreistarfólk hava fingið skuldina yvir etniska útreinsing, fólkamorð, dráp av børnum, neyðtøkur og tortur undir borgarkríggjinum.

JáH (y) 17.04.2016

Comments

Fleiri jarðskjálvtar í Japan: Minst 6 hava latið lív!

16/4/2016

Comments

 
Billede
Fleiri jarðskjálvtar hava verið í Japan og tann seinasti, sum hendi í nátt - hevði 7,3 í styrki og hava minst 6 menniskjur latið lív, orsaka av jarðskjálvtanum. Meira enn 400 hava fingið skaða.

Løgreglan, brandfólk og sjúkrafólk hava úr at gera í oynni Kyushu, har jarðskjálvtarnir raka harðast á Japan.

JáH (y) 16.04.2016

Comments

Narko í Føroyum !!!

15/4/2016

Comments

 
Billede
Vit á Norðoya Portali skrivaðu eina grein nýliga - um hvussu nógv narko varð í Danmark í 2015 og so hildu vit sjálvandi, at tað varð áhugavert fyri at vita - hvussu nógv narko varð í Føroyum í 2015.

Les eisini: Narko í Danmark 2015: Størsta mongd av hashi í 16 ár

Vit hava nú fingið svar frá Narkodeildini í Føroyum og hetta skal haldast í fyrivarni, tí vit muga eisini minnast til hvussu nógv menniskjur búgva í Føroyum - í mun til hvussu nógv búgva í Danmark.

Tað búgva áleið 5,7 milliónir menniskjur í Danmark og áleið 50.000 menniskjur í Føroyum. Av teim 5,7 milliónunum sum búgva í Danmark - eru tað áleið 4 % sum ongantíð hava drukkið, ið hava aldur at drekka. Í Føroyum er talan um 25 %, sum hava aldur at drekka - men hava valt ikki at gera tað.

Tí eru tølini, sum vit her vísa tykkum fyri fyrstu ferð nakrantíð - eisini høg í Føroyum, tí hædd skal takast hvussu nógv vit eru og hvussu lítið av føroyingum, sum í veruleikanum smakkað sær á.

Hash:
Í 2015 legði politiið  hald á 2,2 kg av hashi. Í 2014, 2013 og 2012 vóru nøgdirnar ávíkavist 3,8 kg, 4,1 kg og 6,3 kg. Sostatt var nøgdin í 2015 nakað minni enn undanfarnu ár. Harafturímóti kann upplýsast, at higartil í ár hevur politiið lagt hald á 3,1 kg av hashi.
 
Marihuana:
Í 2015 legði politiið hald á 65,47 gram av marihuana. Í 2014, 2013 og 2012 vóru nøgdirnar ávíkavist 44,61 gram, 572,8 gram og 31,0 gram. Higartil í ár hevur politiið lagt hald á 685 gram av marihuana.
 
Hampplantir:
Í 2015 legði politiið hald á 37 plantir. Í 2014, 2013 og 2012 vóru nøgdirnar ávíkavist 87, 358 og 213 plantir. Higartil í ár hevur politiið lagt hald á 55 plantir.
 
Amfetamin:
Í 2015 legðí politiið hald á 93,25 gram av amfetamini. Í 2014, 2013 og 2012 vóru nøgdirnar ávíkavist 0,5 gram, 4,84 gram og 74 gram. Higartil í ár hevur politiið lagt hald á 1,3 gram av amfetamini.
 
Ecstasy:
Í 2015 legði politiið hald á 40 stk. ecstasytablettir. Tey somu undanfarnu árini fann politiið ongar ecstasytablettir. Higartil í ár hevur politiið lagt hald á 1 stk. ecstasytablett.
 
MDMA:
Í 2015 legði politiið hald á 45 gram av MDMA. Í 2014, 2013 og 2012 vóru nøgdirnar ávíkavist 0 gram, 0 gram og 123,8 gram. Higartil í ár hevur politiið lagt hald á 0,74 gram av MDMA.
 
Heroin:
Heroin er sera sjálsamt í Føroyum. Higartil í ár hevur politiið tó lagt hald á 10,8 gram av heroini. Seinast, politiið legði hald á heroin, var í 2004, tá politiið fann 0,3 gram.
 
Kokain:
Í 2015 legði politiið hald á 3,13 gram av kokaini. Í 2014, 2013 og 2012 vóru nøgdirnar ávíkavist 0,8 gram, 0,52 gram og 1,0 gram. Higartil í ár hevur politiið lagt hald á 20,8 gram av kokaini.
 
Umframt omanfyri nevndu evnini, so hevur politiið eisini lagt hald og nøkur onnur ólóglig evni og medicin so sum svampar, morfin, ritalin vm.. Hettar er tó smár nøgdir, talan er um.

Vit á Norðoya Portali fara at skrivað eitt sindur meira um tað sama í framtíðini, har vit fara at gera eina samanmeting av - hvat danskarar brúka í narko og hvat vit føroyingar brúka í narko og um ikki tølini vera nøkurlunda tey somu, tá ið tey eru samanmett.

JáH (y) 15.04.2016

Comments

Tollmálið slapp ikki á Hægsta Rætt!

15/4/2016

Comments

 
Billede
Tollmálið hjá Jørgen Niclasen, har Jørgen kærdi KVF og Portalin fyri ærumeiðing hevur fingið ein enda.

Í fyrstu syftu vann Jørgen Niclasen á KVF og Portalin, men so gjørdu tey av, at kæra málið víðari til Eystara Landsrætt, sum gav KVF og Portalin viðhald - og harvið tapti Jørgen Niclasen ímóti teimum. Síðan hevur verið arbeitt fyri, at fáa málið víðari til Hægsta Landsrætt, men tað hevur ikki eydnast fyri tað, sum Sveinur Tróndarson hevur nýliga skrivað á hansara Facebook status - og sum sagt - so fer hetta málið ikki víðari og hevur sostatt fingið ein enda.

JáH (y) 15.04.2016

Comments

Propagandabuster sera glaður fyri nýggju lógina

14/4/2016

Comments

 
Billede
Her filmsklipp, har ein ovurfegin Propagandebuster fortelur heiminum, um nýggju lógina í Føroyum ímóti Sea Shepherd, sjá filmsklippi herundir:

SáH

Comments

​Petur Elias Petersen lagt frá sær sum forseti í Ítróttasambandi Føroya

13/4/2016

Comments

 
Billede
Av persónligum ávum hevur Petur Elias Petersen, tikið seg úr starvinum sum forseti fyri Ítróttasamband Føroya.

Hann hevur verið forseti í Ítróttasambandi Føroya síðani á vári í 2010. Hann varð valdur í Starvsnevnd í ÍSF’s í 1995, og hevur sitið í nevndini síðani. Fyrst í mong ár sum skrivari, síðani nøkur ár sum næstformaður og seinastu seks árini sum forseti.

Petur Elias Petersen, hevur verið partur av ítróttaumhvørvinum, síðani hann var smádrongur, fyrst sum íðkandi og seinnu mongu árini sum nevndarlimur.

Hann hevur sitið í mongum álitisstørvum innan ítróttina, og kunnu nevnast Sandavágs Ítróttafelag, har hann sat í nevndini í 10 ár. Nøkur ár í áttatiárunum sat hann sum formaður í Dómaranevndini hjá HSF, hann sat eisini sum formaður í kappingarnevndini hjá RSF í nøkur ár, í Oyggjaleikanevndini. Í nærum tíggju ár, var hann eisini liðleiðari hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti.

Hann vil ynskja Ítróttasambandi Føroya alt tað besta í framtíðini og hevur hesa heilsan. Tit, ið taka eftir og eru partur av umhvørvinum og hava ábyrgdina, ansi væl eftir felagskapinum, sum má ganga fram um møguligan løtuvinning og stuttskygdar loysnir.

Kelda: www.isf.fo

​SáH

Comments

​Ein uppsagdur hjá Klaksvíkar Kommunu vegna sparingar

12/4/2016

Comments

 
Billede
Í síðstu viku bleiv ein arbeiðsmaður innan grøna økið uppsagdur hjá Klaksvíkar Kommunu. Grundgevingin var sparingar á økinum,

Kanska ein góð søga hjá Norðlýsinum at skriva um, men í hesum málinum skal Klaksvíkar Kommuna fáa frið fyri mær og eg gevi bóltin víðari til okkara lokalblað, sum kann tosað við allar stjórarnar hjá Kommununi um málið.......

SáH

Comments

​Aftursvar til Norðlýsið "Av-lokalisering"

12/4/2016

Comments

 
Billede
​Ja, eg skal geva John William Joensen púra rætt, at eg má vera ein av mest lokalu klaksvíkingunum og tað eri eg enn. Sjálvt um eg eri stjóri á Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági. 

Royndi at byggja Klaksvíkar Timburhandil uppaftur, men tað bar snøgt sagt ikki til, hevði ov lítið lagur og tískil hevði lítlan møguleika at kappast ímóti teimum heilt stóru og nú eg fekk í boðið, at gerast stjóri á Handilsvirkinum Niclasen, so tók eg av. Annars havi eg enn Maverick Barr og Grilluna, Norðoya Portalin, Klips og hjálpi til í svimjifelagnum Ægir, stuðli Bláa Bylgju og royni at stuðla allari ítróttini í býnum, so JWJ, sindur lokalir eri eg enn.

Sjálvandi kundi eg verið meira lokalir
Nú John William Joensen er skaðafróðir í greinini "Av-lokalisering", so kundi eg gott skriva okkurt um JWJ, sum ikki er so heppið, men lat tað vera. Eg kundi spurt JWJ, hví teir ikki skriva nakað kritiskt um Klaksvíkar Kommunu? Er tað kanska tí, at Norlýsið í 2015 fekk heilið 328.000,00 kr. í lýsingapengum frá Klaksvíkar Kommunu og hin fjølmiðilin í Norðoyggjum, nevnliga Norðoya Portalurin fekk 0,00 kr.?,  er tað veruliga so lætt, at keypa seg til lýsingarpengar? ella er hetta rætt og slætt vinar og kenningar pengar, eg spyrji bara?

Rokni við at nógv undrast. Sjálvandi skal Norðlýsið fáa flest pengar, teir eru jú mest lokalir og skriva bara positivt um Jógvan Skorheim og Klaksvíkar Kommunu, men at Norðoya Portalurin ongar lýsingarpengar fekk frá Klaksvíkar Kommunu í 2015 er ræðandi.

Sindur løgin politikkur, at ein fjølmiðil skal fara avstað við øllum lýsingapengunum hjá Kommuni og hin fjølmiðilin í sama býi, fær eitt stórt NULL, men sjálvandi, hevði Norðoya Portalurin fingið eitt sindur av pengum, um undirritaði skrivaði eitt sindur positivt um Klaksvíkar Kommunu. Kanska eg skuldi byrja uppá at skriva somu greinar sum Norðlýsið, men tað fer so at ganga útyvir pengapungin hjá Norðlýsinum, tí so fer Norðoya Portalurin eisini at fáa pengar frá KK. 

Upplýsast skal at Norðlýsið verður nakað positivt við Klaksvíkar Kommuni í 2016, tí høvuðstalið fyri lýsingarútreiðslur fyri hetta árið er heili 760.000,00 kr. 

Hetta er ein sera stór øking, tí lýsingarútreiðslurnar fyri 2015 vóru 422.000,00 kr., men sum øllum kunnugt so er val í ár.

Bert nakrir lokalir tankar til John William Joensen, sum er byrjaður at skriva aftur og vælkomin í klubban.

Símun á Høvdanum

Comments

Bíbliufelagið hevur limafund í Klaksvík 12. apríl

11/4/2016

Comments

 
Billede
Árligi limafundurin hjá Føroyska Bíbliufelagnum verður týskvøldið 12. apríl 2016 kl. 20.00 í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni.

​Nógv ymiskt er á skránni, millum annað luttekur, landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, á fundinum.

Skráin fyri limafundin er sambært viðtøkum felagsins við frágreiðing frá arbeiðinum og fíggjarviðurskiftum. Limir hava møguleika at koma við spurningurm og viðmerkingum til arbeiðið hjá Bíbliufelagnum.

Andakt við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi og forseta í Bíbliufelagnum.

Nýggj og spennandi tíðindi frá Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies - UBS).

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ber fram heilsu og sigur nøkur orð.

Eisini verður orðaskifti um tørv og framtíðarætlanir hjá Bíbliufelagnum. Upplegg til orðaskifti við Hallgerð Akurstein.

Eftir limafundin sigur Hilda Viderø frá um stuðul frá Bíbliufelagnum til Bíbliur á Filipsoyggjunum og í Pakistan.

Sangur við Tórhild Bjarkhamar og Ingu Jensen. Eisini syngur kórið í Christianskirkjuni.

Nýggir limir kunnu tekna seg á fundinum ella á heimasíðu felagsins: www.biblia.fo.

Hjartaliga vælkomin!

Comments

Gøtuljósini á Helnabrekku sløkt

10/4/2016

Comments

 
Billede
Nú  veit eg ikki um tað er tí, at undirritaði býr á Helnabrekku?, at Klaksvíkar Kommuna hevur sløkt gøtuljósini á Helnabrekku, men teir síðstu dagarnar hava øll gøtuljósini á Helnabrekku og Undir Græshjalla verið sløkt.

Ikki serliga heppið, at sløkkja gøtuljósini í vikuskiftinum, tí tað er eitt sindur ringt hjá fólki at finna heim, tá ið tað er bøla myrkt, sjá myndina, hon er tikin kl. 04.30 ímorgun, á veg niðan til Helnabrekku.  

Vit hava eisini eitt sambýlið "Rynkeby", har eldri fólk búgva og tað kann fáa stórar fylgur, um tey gomlu detta í myrkinum. 

Man skuldi møguliga givist, at skriva kritiskar greinar um Klaksvíkar Kommunu, nú teir  eru farin í hernað ímóti mær? Fyrst hava teir grava allan garðin upp í Maverick og nú eru teir byrjaðir at sløkkja ljósini á Helnubrekku.  Kanska tað ikki hevur nakað við hvørt annað at gera, men løgið er tað.

SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.