NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Krista Mørkøre úr Ægir við til Paralympisku leikirnar í Rio

21/4/2016

Comments

 
Billede
Er tað ikki fantastisk, at vit hava ein Klaksvíking, sum venur í Føroyum og sum skal til Paralympisku leikirnar í Rio.

Jaime og Torkild hava gjørt eitt framúr gott arbeiði og Krista Mørkøre hevur hetta seinasta árið, sligi eitt met fyri og annað eftir.

Vit í Ægir eru sera stolt av tær Krista, tú hevur vant sera hart og hevur fult uppiborið at umboða Føroyar í Rio.
Her tíðindaskriv frá ÍSB:


Í eina tíð hava vit hildið ondini meðan bíðað hevur verið eftir boðum um parasvimjarin Krista Mørkøre hevur svomið nóg skjótt at vinna sær luttøku á Paralympisku  leikunum í Rio sum verða í døgunum 7. - 18. septembur.

Krista hevur fyri langari tíð kvalifiserað seg til Evropeiska Meistaraskapið fyri parasvimjarar sum verður í Funchal á oynni Madeira 30. apríl – 7 mai, og í gjár fekk hon boð um at hon eisini hevur vunnið sær pláss á Paralympisku leikunum.

Av tí at ÍSB er fullgyldugur limur, og var við til at stovna IPC, svimja føroyskir parasvimjarar altíð undir Merkinum.

Krista hevur seinasta árið svomið við svimjifelagnum Ægir, men hevur pápi hennara, Torkil Mørkøre eisini verið venjari og hollur stuðul hjá henni seinastu árini.

Í 2015 og 2016 hevur Krista fingið stuðul úr Úrvali, og hevur hetta saman við stuðli frá m.a. ÍSB og privatum virkjum verið viðvirkandi til at Krista hevur kunnað luttikið í neyðugu kappingunum og venjingarlegunum, ið skulu til fyri at sleppa at kappast millum tey fremstu í heiminum.

Krista fekk í 2007 ein svull í heilan, ið ger at hon hevur lammilsi í høgru síðu av andlitinum og hevur ataxi í høgra armi og beini.

Parasvimjarar verða kannaðir í umfatandi viðurkendari læknakanning hjá IPC, og klassifiseraðir í ymiskar klassar alt eftir hvussu stóra ávirkan brek teirra hevur á motoriska førleikan at gera ítrótt teirra. Hetta verður gjørt fyri at tryggja rættvísa kapping.

Krista er klassifiserað í sterkastu bólkunum ávikavist í firvald, bringu, rygg og frísvimjing.
Hetta merkir at hon svimur saman við teimum skótastu parasvimjarunum.

Í Rio sleppur Krista at svimja 50m, 100m og 400m frísvimjing.

ÍSB ynskir Kristu hjartaliga tillukku við luttøkuni, og bestu eydnu við fyrireikingunum til bæði Evropeisku og Paralympisku leikirnar.

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.