NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Familjulegan 2015

29/6/2015

Comments

 
Picture
Nú er tíðin komin til tað besta og størsta familjutiltakið á árinum!

Familjulegan, sum KFUM skótarnir í Føroyum skipað fyri á hvørjum sumri, verður frá 2. juli til 5. Juli 2015. Eingin tilmelding er neyðug og øll eru hjartaliga vælkomin!

Á Familjuleguni fáa foreldur og børn endiliga stundir til at vera saman sum familja í nakrar spennandi dagar í náttúruni á Selatrað. Samstundis fáa tey høvi til at royna alskyns virksemi:

Øksakast - Bogaskjóting - Snorkling - Gullgravaran - Paintball - Súkklubátar -Tunnuflakar - Skjóttgangandi bátur - Jarnsmíð - Kano - Siging - Primitiv matgerð - Skattajakt - svimjihylur.

Familjulegan er skipað sum eitt opið hús. Familjuhugni og trivnaður er í hásæti á leguni og familjan kann sjálv velja, nær komið verður til Selatraðar og nær farið verður av Selatrað.

Fleiri velja at vera alla leguna, meðan onnur gera sær ein dagstúr inn á Selatrað.

Á Selatraðsdepilinum er matarsøla, har ein kann keypa sær døgurða og okkurt lekkurt omaná. Matarsølan er opin allan dagin.

Gistingarmøguleikarnir eru fleiri. Hugnaligt er at sova í tjaldi og er hetta eisini ókeypis, men eisini ber til at bíleggja sær kamar á depilinum.

Hvørt kvøld er stórt legubál, har skipað verður fyri undirhaldi og felagssangi, og er hetta ein hugnalig og gevandi løta fyri alla familjuna!

Tiltakið byrjar hósdagin 2. Juli kl. 16.00 og er heilt fram til sunnudagin 5. Juli kl.14.00.

Møguleiki er tó at seta tjald upp frá mikudegnum.

Sí meira um tiltakið og um Selatrað á facebook/familjulegan 2015 ella fá samband á tlf.

31 10 75 ella 75 10 75 fyri nærri kunning.    

Kelda: Tíðindaskriv

SáH

Comments

Bravo - Løgreglan forðaði Sea Shepherd

29/6/2015

Comments

 
Picture
Løgreglan fekk fráboðan kl. 08.30 um grind og skjótt gekk tað at reka grindina inn á Hvannasunds fjørð og varð grindin longu deyð áleið kl. 10.00. 

22 hval høvdu lagt beinini, veit løgreglan at siga frá og tað gekk friðarliga fyri seg.

Løgreglan gjørdi eisini eitt sera gott arbeiðið í morgun, tí ongin slapp ígjøgnum tunnilin á veg til Hvannasunds til grindadrapi, uttan tey høvdu Grindaloyviskort uppi á sær og tað høvdu vit frá Norðoya Portali, so vit fóru eisini í grind. Tó so skal eisini sigast, at løgreglan í Klaksvík kennir hvønn lokalan, so ongin trupuleiki varð hjá teimum, at finna útav - hvør var lokalur og hvør hoyrdi til Sea Shepherd.

Onkur frá Sea Shepherd varð á staðnum, men hesu fólkini tordu onki at gera og lótu okkum drepa grindina í frið & náðum. Sí annars myndarøð niðanfyri.

Leiðin gongur nú til Hvannasunds, har vit fara at royna at tosað við onkrum frá Sea Shepherd og kanska spyrja teir hvat teir nú halda um tað heila ... men Norðoya Portalur roknar nú ikki við, at nakar við tosað við okkum og vilja vit gjarna takka løgregluni, sum manssterk varð upp til Grindadrápi í Hvannasund. Bravo.

JáH (y) 29.06.2015 

Comments

Aftur eldur umborð Jákup B

27/6/2015

Comments

 
Picture
Nakað aftaná klokkan seks ímorgun, bleiv boða frá eldi umborð Jákup B., sum lág við bryggju á Kósini og sløkkiliðið og politið vóru skjótt á staðnum.

Lukkutíð, var tað sama hesuferð, sum tá ið tað bleiv boða frá eldi umborð Jákup B. fyri góðum mánaði síðani.

Eldávaringarskipanin var aftur brend yvir og eitt sindur av roykið stóðs av hendingini.

Sløkkiliðið var væl mannað, einir 10 sløkkiliðsmenn vóru umborð á Jákup B. Báðir reiðarnir Grímur og Óli Lassen vóru til staðar og so sløkkiliðsovastin í Klaksvík Karl Johansen.

Aftaná bleiv keypt rundstykkir og okkurt lekkurt frá Bakarínum hjá Jórun og tað gjørdi Norðoya Portalurin eisini :)

Góðan leygardag øll somul. 

SáH

Comments

So lurtaði Klaksvíkar Kommuna eftir Fólkaflokkinum og setur skattin niður

23/6/2015

Comments

 
Picture
Leingi er tað i væl skal vera og nú er samgongan komin uppá aðrar tankar og setur skattin niður tann 1. januar 2016. Hetta stendur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu:

1. jan. 2016 lækkar kommunuskatturin í Klaksvík við 1,25 %

23-06-2015

Við støði í hækkandi inntøkunum hjá kommununi, og nú útrokningar fyriliggja fyri, hvussu stórar rakstrarsparingar sjóvarhitaskipanin fer at geva í komandi árum, hava vit í býráðsmeirilutanum seinastu tíðina fyrireikað hesa skattalækking á 1,25%, sum kemur í gildi 1. januar 2016.

Tað er avgerandi neyðugt at vita heldur enn at gita, áðrenn ein tekur avgerðir um skattaprosent, og tí hevur meirilutin í Klaksvíkar býráð seinastu mánaðirnar arbeitt miðvíst við at lýsa møguleikarnar fyri lækking av skattaprosentinum í Klaksvíkar kommunu.

Eftir hetta drúgva fyrireikingararbeiði eru vit íbýráðsmeirilutanum komin til ta niðurstøðu, at tað í verandi støðu fyriliggur eitt trygd grundarlag fyri at lækka skattaprosentið við 1,25 %, sum vit hava tikið avgerð um at seta í gildi frá og við 1. januar 2016.

Avgerðin er grundað á tvær høvuðsorsøkir:

Vaksandi skattainntøkur í Klaksvík
Seinastu árini hava vit kunna staðfest alsamt vaksandi skattainntøkur, og tí hava røddir í býráðnum verið frammi um at lækka kommunuskattaprosentið.

Vit í býráðsmeirilutanum hava tó hildið fast um, at ongar óumhugsaðar avgerðir skulu takast um so týðandi viðurskifti, samstundis sum stórar og kostnaðarmiklar íløgur verða framdar í kommununi so sum tann stóra og týdningarmikla skúlabyggingin.

Greið tekin hava verið um hækkandi inntøkur, men umráðandi er, at hesar verða staðfestar, áðrenn avgerðir um munandi skattalækkingar verða tiknar. Nú vit hava kunna staðfest øktu inntøkurnar, er tíðin búgvin til eina munandi skattalækking.

Sjóvarhiti fer at geva rakstrarsparingar
Meirilutin hevur sett út í kortið, eina nýggja linju tá ið tosað verður um orku til kommunalar bygningar. Visjónin hevur frá byrjan verið, at Klaksvík skal gerast grønari, og at raksturin av kommununi skal gerast bíligari, soleiðis at borgarin eisini kann fáa fíggjarliga ágóðan av hesi framskygdu íløgu.

Tí varð farið undir eina nýggja slóðbrótandi verkætlan, ið skuldi geva sjóvarhita til báðar ítróttarhallirnar, svmijihøllina og báðar skúlarnar. Aftur at hesum, varð samtykt at útvega sjóvarhita til nýggja miðbýin, sum í løtuni verður framdur við Sandin.

Møguleikar verða eisini fyri at knýta fleiri fyritøkur og almennar bygningar upp í hesa spennandi verkætlan, og gevur hetta kommununi enn betri møguleikar fyri at minka um raksturin, soleiðis at kommunan framhaldandi verður bíligari at reka, júst soleiðis sum býráðsmeirilutin av fyrstantíð ætlaði.

Fleiri almennir bygningar og fyritøkur hava víst verkætlanini áhuga, og tí eru útlitini góð fyri víðari menning av hesari grønu útbygging.

Trygt búskaparligt grundarlag
Við hesum fortreytum vísa útrokningar frá serfrøðini, at tað er møguligt hjá kommununi at lækka um raksturin, og harvið gera møguleikarnar enn betri fyri skattalækking.

Saman við dyggari fíggjarstýring gevur hetta ein sunnan kommunubúskap og eitt trygt grundarlag fyri at lækka kommunuskattin í Klaksvíkar kommunu við 1,25%, galdandi frá og við 1. januar 2016.

1,25% svara til umleið 7,5 mió. kr. árliga í lægri kostnaðarstøði til borgararnar í Klaksvíkar kommunu, sum við hesum fáa sín part av ágóðanum av framburðinum og teimum sparingum, sum sjóvarhitaskipanin fer at geva.


Klaksvík, 22. juni 2015

Jógvan Skorheim
Borgarstjóri
Steinbjørn O. Jacobsen 
Signhild V. Johannesen 
Jóhann Lützen 
Óluva Klettskarð 
Kristian Eli Zachariassen

Comments

Nógv fólk til Summargleði í Klaksvík

20/6/2015

Comments

 
Picture
Norðoya Portalurin var ein rundtúr við myndatólinum kl. 12.30 ígjár  og tá var lív í allastaðni við alt skúlaøkið og KFUM & K, har Summargleðin hevði síni tiltøk.

Ælabogin spældi tá og nógv fólk vóru og lurtaði eftir.

Har var eisini nógv annað at siggja á Summargleðini í ár. Eitt nú djóragarður, andlitsmáling,  spælipláss, hoppiborgir, síggja brandbil hjá Klaksvíkar Sløkkilðið og sjúkrabil og mangt annað . 

Skráin var fjølbroytt og sæst hon  til vinstru.

Her nakrar myndir frá tiltakinum.

SáH

Comments

Gongur framá á Skúlavegi

20/6/2015

Comments

 
Picture© Klaksvíkar Kommuna
Nú kann koyrast niðan eftir Prestvegi frá Skúlavegi. Tey fyrstu rørini til sjóhitaskipanina eru skoytt upp í hini rørini, sum eru løgd frá sjónum og yvir um Birkupsstøðgøtu.

Sum liður í stóru spillvatnsætlanini hjá Klaksvíkar kommunu, ið varar fleiri ár, er Skúlavegur nú grivin upp. Men samstundis verða leiðingar til sjóhitaskipanina lagdar niður – ein spennandi verkætlan til fleiri almennar stovnar.

Les meira HER

JáH (y) 20.06.2015
Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

Nógv fólk í Fólkaflokkshølinum í gjárskvøldið

18/6/2015

Comments

 
Picture
Sera nógv fólk vóru í Fólkaflokkshølinum í gjárskvøldið og var tað eisini stuttligt, at Landsstýriskvinnan Anikka Olsen var komin norður á vitjan. Hon var sera populær og nógv tiku myndir av henni.

Sjálvandi eisini eisini toppolitikkarnir í Norðoyggjum Elsebeth og Bigge til staðar, har tey bjóðaði suppi, køkur og kaffi.

Hans Andrias Jacobsen spældi nøkur kend løg hjá sær sjálvum og nógv ung komu at lurtað eftir honum.

Her nakrar myndir frá kvøldinum:

SáH


Comments

Fólkaflokkurin spílar seg út í Norðoyggjum

17/6/2015

Comments

 
Picture
Í fiskivinnuhøvuðsstaðnum í Føroyum hevur Fólkaflokkurin sett endaspurtin inn til Fólkatingsvalið. 

Elesbeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur tær flestu og størstu plaktirnar í býnum og tann størsta er á Fólkaflokshølinum á Bøgøtu.

Í kvøld kl. 19.30 verður suppa at fáa í Fólkaflokshølinum og kl. 20.30 verður livandi tónleikur við Hans Andrias Jacobsen, so væntandi vera tað nógv fólk, sum koma á gátt hjá størsta flokkinum í Norðoyggjum.

Her myndir frá teirra kampagnu.

SáH

Comments

Barnafagnaður á Djúpumýri í Klaksvík

14/6/2015

Comments

 
Picture
Hósdagin á Norðoyastevnu var barnafagnaður á Djúpumýri í Klaksvík.

Børnini hugnaði sær óført og høvdu tey latið seg í búnar og summi høvdu eisini málað seg. Onkur var Pippi og onkur annar var ein sjórænari.

Her nakrar myndir frá tiltakinum, sjá Niðanfyri.



Comments

NemID virkar einastandandi

10/6/2015

Comments

 
Picture
Hetta er eitt stórt framstig fyri okkum brúkarar. Nú kann man logga seg inná heimabankan frá øllum teldum og allastaðni.

Fyrr kundi man bara brúka eina teldu, fyri at sleppa inná heimabankan, men ímorgun have eg roynt NemID heima við hús og tað virkar einastandandi.

Hetta gevur okkum stórar møguleikar, har vit kunnu gera flytingar allastaðni og trygdin er eisini munandi betur.

SáH 

Picture
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.