Fyrst í Runavík har Kári á Høvdanum næstan var álopin og í gjárskvøldið á Djúpumýru har undirritaði var fyri skotum.
Blaðstjórin á Norðlýsinum helt tað vera sera stuttligt at rópa yvir alla áskoðarafjøldina at "Høvdasfamiljan skuldi nú halda kjaft, tí nú hevði hon fingið 700.000,00 kr. frá Klaksvíkar Kommunu?"
Blaðstjórin stóð næstan ovast á trappuni í Atlantis, so øll sum stóðu har nærhendis hoyrdi hvat hann rópti upp um, mær vitandi hava eg ikki fingið nakrar pengar frá Klaksvíkar Kommunu, eg bað hann tiga fleiri ferðir, men so rópti bara enn harðari og nevndi navni á beiggja mínum og nú eg bara havi ein beiggja eftir, so bleiv eg stak óðir og fór við myndatólinum og segði við blaðstjóran, at bleiv hann við at rópa so tók eg hann upp live á Facebook og so tagdi hann.
Sjálvandi kundi eg bara latið sum luft og onki skriva um hendingina, men tað sum fær meg at skriva, er at málið um bróður, var á afturlatnum Býráðsfundi tann 30. mai í ár ella sum teir skriva á heimasíðuni afturlatnum hurðum, málini sum vóru á afturlatna fundinum síggjast herundir, sjá mynd og tað er brand ólógligt at fólk almenna kunngerðir hvat er farið fram á afturlatum hurðum í Klaksvíkar Býráð.
Tíbetur var eg ikki inni í Býráðnum tann 30. mai, men sera ódámligt, at ein blaðstjóri leggur alment eftir mínari familju.
Vit kunnu gita hvar blaðstjórin hevur fingið upplýsingarnar frá, men eitt skulu tit øll vita, at eg finni meg als ikki í, at fólk hundadálkar mína familju alment, tí hon er raðfest hægst hjá mær, tit kunnu gott hundadálka meg alment til ein vissan grad, men tit skulu vera heilt vís í at tit fáa eitt aftursvar sum vil nakað.
Haldi at Býráðsformaðurin átti at tikið málið upp í Býráðnum og kannað hvør er sum gevur blaðstjóranum á Norðlýsinum upplýsingar um hvat fyrigongur á afturlatnum hurður í Klaksvíkar Býráð.
Ein sera skuffaður Klaksvíksborgari
Símun á Høvdanum, fyrst eykavaldur á Fólkaflokslistanum