NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kolombia: Tann svarti kassin er funnin

29/11/2016

Comments

 
BilledeTilvildarlig mynd
Svarti kassin sum varð umborð á flogfarinum, sum datt niður í Kolumbia, er nú funnin aftur ...

Granskað verður av øllum alvi fyri at finna útav, hví flogfarið datt niður - sum kravdi 71 mannafólk, har einans 6 yvirlivdu.

Ein av orsøkunum tykist at vera, at flogfarið ikki hevði nokk bensin og noyddist tískil at neyðlenda - men veruligu orsøkina finna tey helst, nú svarti kassin er funnin og verður avlurtaður av løgregluni.

JáH (y) 30.11.2016

Comments

​Aðalfundurin hjá Ægir verður hildin á KÍ loftinum ímorgin

27/11/2016

Comments

 
Billede
Árligu aðalfundurin hjá Ægir verður hildin mánakvøldið tann 28 november kl. 19.00 á KÍ Loftinum. 

Tað er longu greitt, at tað skal veljast ein nýggjur formaðurin fyri Símun á Høvdanum, sum hevur boðað frá, at hann ynskir ikki at vera formaður í Ægir longur. 

Eitt uppskot komi til fundin og tað er, at nevndin blívur ein fimm mannað nevnd, við tveimum eykalimum, annars er skráin smb. lógum felagsins.

Vónandi møta nógv fólk til fundin.

Ægir

Comments

Jólatrøini verða tendrað

27/11/2016

Comments

 
Billede
​
Jólatrøini í kommununi


Jólatrøini verða tendrað

Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 3. desember kl. 15.30.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Jólatræið í Ánunum verður tendrað mikukvøldið 7. desember kl. 17.00.
Bjørk Høgnadóttir Zachariassen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mikukvøldið 7. desembur kl. 19.00.
Tummas Lervig, formaður í KÍ heldur røðu heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Kalsoy
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 8. desember kl. 18.00.
Jørundur Hansen, bóndi heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 8. desember kl. 19.00.
Jørundur Hansen, bóndi heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.00 – bussur er við í ferðini.

Svínoy
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 10. desember kl. 16.00.
Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments

Løgin úttøka til HM í svimjing

24/11/2016

Comments

 
Billede
Tríggir svimjarar blivu úttiknir til HM á stuttgeil í Kananda í desember, men eg haldi har mangla ein ella tveir svimjarar at koma við til Kanada.

Taka vit tíðirnar fyri svimjingina eftir summarferiuna, so sæst at Vár Erlingsdóttir Eidisgaard úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir hava klára seg allerbest í Føroyum, men tær blivu ikki úttiknar til HM.

Hyggja vit eftir Swimrankings fyri Season 2017 frá 1. august 2016, klikk her "Svimrankings", so sæst at Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevur 726 Fina stig, og beint aftanfyri hana hevur Signhild Joensen Fina 718. Sigast skal at Signhild Joensen slóð føroyska metið í 200 metur rygg í kappingini í Tórshavn fyri viku síðani. Eg vil seta formanninum í Svimjisamband Føroya Rók hesar spurningar?

​1. Hvussu hava tit úttikið svimjarnar til HM í Kananda?
2. Var kappingin í Tórshavn úttøkukapping til HM?
3. Hví vera besta svimjarnir júst nú ikki tiknir við?

​Vónandi hevur SSF eina góða forkláring uppá tað, so ongin misskiljing verður í framtíðini.

Vinarlig heilsan

Símun á Høvdanum 

Billede
Comments

Klaksvíkar Býráð hevur skipað seg

21/11/2016

Comments

 
Billede
​Klaksvíkar Býráð 2017 til 2020

Býráðið hevur skipað seg fyri komandi setuna.

Kommunustýrislógin ásetur, at nývalda býráðið skal skipa seg innan árslok í valárinum.

​Jógvan Skorheim, ið var fyrstvaldi býráðslimur á kommunuvalinum 8. november 2016, hevði kallað inn til skipandi býráðsfund í kvøld, týskvøldið 22. november 2016.
Á skránni var val av borgarstjóra, val av 1. og 2. varaborgarstjóra, val av limum og tiltakslimum í føstu nevndir býráðsins, umframt áseting av fundardøgum býráðsins fyri árið 2017.
Nývalda býráðið tekur við 1. januar 2017.

Formansskapur
Jógvan Skorheim varð afturvaldur til borgarstjóra. Signhild V. Johannesen varð vald til 1. varaborgarstjóra, og Gunvá við Keldu til 2. varaborgarstjóra.
Síðani var val av limum og tiltakslimum í fíggjarnevndina, trivnaðarnevndina Børn og Ung, trivnaðarnevndina Eldri og Bústaðir, havna- og vinnunevndina, mentanarnevndina, teknisku nevndina og umhvørvis- og býarskipanarnevndina.

Fíggjarnevndin verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Jógvan Skorheim, borgarstjóri / (Kristian Eli Zachariasen)
Signhild V. Johannesen / (Óli M. Lassen)
Tummas J. Lervig / (Beinta Klakstein)
Gunvá við Keldu / (Atli S. Justinussen)
Herfrí J. Sørensen / (Beinir Johannesen)

Trivnaðarnevndin Børn og Ung verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Beinta Klakstein / (Kristian Eli Zachariasen)
Signhild V. Johannesen /(Óli M. Lassen)
Tummas J. Lervig / (Óli M. Lassen)
Beinir Johannesen /(Gunvá við Keldu)
Herfrí J. Sørensen / (Atli S. Justinussen)

Trivnaðarnevndin Eldri og Bústaðir verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Beinta Klakstein / (Óli M. Lassen)
Signhild V. Johannesen / (Tummas J. Lervig)
Kristian Eli Zachariasen / (Tummas J. Lervig)
Gunvá við Keldu / (Beinir Johannesen)
Herfrí J. Sørensen / (Atli S. Justinussen)

Havna- og Vinnunevndin verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Tummas J. Lervig / (Signhild V. Johannesen)
Kristian Eli Zachariasen / (Beinta Klakstein)
Óli M. Lassen / (Signhild V. Johannesen)
Atli S. Justinussen / (Gunvá við Keldu)
Beinir Johannesen / (Herfrí J. Sørensen)

Mentanarnevndin verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Signhild V. Johannesen / (Tummas J. Lervig)
Beinta Klakstein / (Kristian Eli Zachariasen)
Óli M. Lassen / (Kristian Eli Zachariasen)
Gunvá við Keldu / (Beinir Johannesen)
Atli S. Justinussen / (Herfrí J. Sørensen)

Tekniska nevndin verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Óli M. Lassen / (Signhild V. Johannesen)
Tummas J. Lervig / (Signhild V. Johannesen)
Beinta Klakstein / (Kristian Eli Zachariasen)
Atli S. Justinussen / (Gunvá við Keldu)
Steinbjørn O. Jacobsen / (Beinir Johannesen)

Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Kristian Eli Zachariasen / (Tummas J. Lervig)
Óli M. Lassen / (Beinta Klakstein)
Signhild V. Johannesen / (Tummas J. Lervig)
Gunvá við Keldu / (Herfrí J. Sørensen)
Beinir Johannesen / (Atli S. Justinussen)

Fundardagar í 2017
At enda vórðu fundardagar býráðsins í 2017 ásettir. Býráðið fer at hava regluligu fundir sínar 26. januar, 23. februar, 23. mars, 4. mai, 1. juni, 29. juni, 28. september, 26. oktober, 16. november og 14. desember.

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments

Jørgen Niclasen afturvaldur floksformaður

20/11/2016

Comments

 
Billede
Á fjølmentum landsfundi hjá Fólkaflokinum í gjár, var Jørgen Niclasen afturvaldur til floksformann og somuleiðis var starvsnevndin afturvald.

Landsfundur fólkafloksins var seinnapartin í gjár í skúlanum við Løkin. Óvanliga nógv fólk var møtt. Fyrrapartin var floksleiðslufundur.

Stavsnevndin hjá flokkinum stóð fyri valið og var hon øll afturvald. Har sita Aage Arnoldson, floksskrivari, Absalon í Buð, kassameistari, Inga Dahl, skrivari og Joan Neshamar og Janus Rein, nevndarlimir. Umframt tey, eru Jørgen Niclasen, floksformaður og Jákup Mikkelsen, tingmaður í starvsnevndini. Starvsnendin tekur sær av vanliga rakstrinum.

Floksleiðslan er hæsta vald í flokkinum. Har sita tvey umboð fyri hvørt limafelag, eisini ungmannafelagið HUXA og tingmanningin.

Comments

Jägerbomb líka farligt sum Kokain!

18/11/2016

Comments

 
Billede
Ein nýggj kanning frá universitetinum Purdue úr Indiana vísur á, at tað kann vera minst líka farligt, at drekka Jägerbombs sum kokain.

Granskingin er gjørd mýsum og vísti tað, at ein drinkur við alkoholi og energidrinkur høvdu somu effekt á heilanum hjá mýsnum og teirra fysikkurin sum ein sá á músunum varð tann sama, sum fingu tær kokain.

- Tað sær út til, at alkohol/energiblandaðar drikkir kunna hava eina skaðaliga ávirkan á tín kropp og so vísur kanningin eisini, at alkohol blandað við energidrykkum, faktist uppnær eina minni effekt, um tær seinni fáa kokain. Also skal tað meira kokain til at blíva "high" enn tær mýsnar sum IKKI hava fingið energidrink blanda við alkohol, sigur pro. Richard van Rijn til The Mirror.

- Tað sær út til, at blandingin av hesum báðum ger tað at tú fert yvirum eina grensu, sum ávirkar heilan hjá tær, júst sum tað ger, tá ið tú sniffar kokain. Og tað síggja vit eisini, um tú nú drekkur alkohol og energidrink fyri seg sjálvan - tí tá er ikki talan um somu effekt á heilan, sigur Richad van Rijn at enda.

Ringast av øllum, so kanningin at effektin av at blanda alkohol við enerigidrykkum kann vara í fleiri ár í kroppinum hjá tær og kann eisini vera sera ring at sleppa av aftur við.

JáH (y) 19.11.2016

Comments

Steinbjørn Jacobsen frystir úti og fær einki, hoyr samrøðuna her:

12/11/2016

Comments

 
Billede
Hetta skrivar KVF á teirra heimasíðu, hoyr samrøðuna niðast á síðuni.

​​Valkvøldið var avtala gjørd um, at býráðssamgongan í Klaksvík skuldi halda fram, men endin var, at Tjóðveldi noyðist í andstøðu
Nýggja býráðssamgongan í Klaksvík kostaði Tjóðveldinum sessin í býráðnum.

Nýtt Sjálvstýri og Javnaðarflokkurin hava gjørt samgongu uttan um Tjóðveldi - og tað er Steinbjørn Jacobsen, einasti býráðslimurin hjá Tjóðveldi, vónbrotin um. Hoyr samrøðuna, klikk her: "Steinbjørn var innanfyri, men endaði uttanfyri"

Comments

Sjónleikarin Robert Vaughn er deyður

12/11/2016

Comments

 
Billede
Sjónleikarin Robert Vaughn doyði ígjár 83 ára gamal.

Hann er kendir fyri at spæla skurkir í filmum, men gjøgnumbrotið hjá honum varð rollan í The Man from U.N.C.L.E.

Familjan varð rundan um hann, tá ið hann ígjár doyði av akuttum leukemi, veit BBC at siga frá.

JáH (y) 12.11.2016

Comments

Amerika: Deyðastraffurin skal ganga skjótari fyri seg

11/11/2016

Comments

 
Billede
Eftir amerikanska valið endaði týsdagin, hevur Nebraska gjørt deyðastraffin av nýggjum ...

Nú skal tað ganga skjótari fyri seg í deilstatunum Oklahoma og San Francisco at døma ein persón til deyðis og mannagongdin skal ganga enn skjótari, veit NTB at siga frá.

JáH (y) 12.11.2016

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly