Taka vit tíðirnar fyri svimjingina eftir summarferiuna, so sæst at Vár Erlingsdóttir Eidisgaard úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir hava klára seg allerbest í Føroyum, men tær blivu ikki úttiknar til HM.
Hyggja vit eftir Swimrankings fyri Season 2017 frá 1. august 2016, klikk her "Svimrankings", so sæst at Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevur 726 Fina stig, og beint aftanfyri hana hevur Signhild Joensen Fina 718. Sigast skal at Signhild Joensen slóð føroyska metið í 200 metur rygg í kappingini í Tórshavn fyri viku síðani. Eg vil seta formanninum í Svimjisamband Føroya Rók hesar spurningar?
1. Hvussu hava tit úttikið svimjarnar til HM í Kananda?
2. Var kappingin í Tórshavn úttøkukapping til HM?
3. Hví vera besta svimjarnir júst nú ikki tiknir við?
Vónandi hevur SSF eina góða forkláring uppá tað, so ongin misskiljing verður í framtíðini.
Vinarlig heilsan
Símun á Høvdanum