NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

SPENNANDI  TÝSKLANDSTÚRUR

30/1/2024

Comments

 
Picturehetta er Loreley sum er 12 km fra har vit búgva.
​SPENNANDI  TÝSKLANDSTÚRUR
Sum fyrr lýst, fara vit til tað vakra,  idylliska og søguliga økið við RHINEN/LORELEY tann 1. til og við 7. juni 2024. 

Ferðin kostar við bussi úr Kjøpinhavn á stakgóðum hotellum við risamorgunmati og døgurða (3 rættir) bara 7.975 kr.

Tit fáa romantisk og kultursøgulig upplivilsir fyri lívið og vitja har "Sjúrður vá á Orminum"  við Drekafelli. 

Enn  eru nøkur pláss eftir. 

Tit fáa nærri boð um ferðina  á [email protected] ella á tlf 40246515

Comments

Býráðsskráin 25. januar 2024

25/1/2024

Comments

 
Picture
Býráðsfundurin byrjar kl. 17.30 og til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni. Tilber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á FM 98,7

Býráðsskráin kann takast niður her: Býráðsskráin 24. januar 2024

​Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Nýggjur grótknúsari til Klaksvíkar kommunu

24/1/2024

Comments

 
Picture
​Grótknúsarin gevur nýggjar møguleikar fyri at veita vinnulívinum og borgarum eina betri tænastu. Seinnapartin í gjár var ein lítil samkoma í Grótbrotinum, sunnanfyri nýggja vinnuøkið undir Hamri, har Atli S. Justinussen, formaður í Havna- og vinnunevndini, segði nøkur orð. Síðan vísti Aksal Peteren, leiðari í Grótbrotinum, hvussu grótknúsarin verður nýttur og hvørjar hentleikar hann hevur.

Atli S. Justinussen geiður frá, at hann er sera spentur uppá, hvussu hetta nýggja amboðið kemur at roynast.

- Hetta er ein sera effektiv maskina, sum fer at veita eina munandi betri tænastu til vinnulívið, borgarar og kommunur í norðurøkinum. Somuleiðis er hetta ein grøn loysn, bæði tí at knúsarin er EL rikin og at vit framyvir fáa stutt flutt grót.  

- Eg kann leggja afturat at í 2023, hevði kommunan ein kostna á 600.000 krónur í koyring av tilfari til Grótbrotið, so her et talan um eina sparing og eina effektivisering.

Hetta merkir samstundis, at virksemið hjá Grótbrotinum verður víðkað, við eisini at spreingja og útvega grót til grótknúsarin, nakað, sum Klaksvíkar kommunu ikki hevur gjørt í fleiri ár.

Klaksvíkar kommuna samtykti í 2023 at arbeiða miðvíst við heimsmálunum. Hetta arbeiðið er avgjørt ein liður í arbeiðinum at minka um co2 útlátið og finna nýggjar burðadyggar loysnir.

Fakta um grótknúsarin:
Merki: SBM Jawmax 300 
El nýtsla: 75 kW
Vekt: 38 tons

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Busssamband í samband við pensjónistaveistlu

19/1/2024

Comments

 
Picture
Í samband við pensjónistaveistluna 20. januar í Havn, koyrir ókeypis bussur av sandinum kl. 16.00 til Dansifrøi.

​Bussurin koyrir eisini norð aftur eftir veistluna.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Gigni í nýggjum hølum á Skúlatrøð

19/1/2024

Comments

 
Picture
- Vit eru sera fegin um at hava útvegað Gigni góðar hølisumstøður á skúlanum tætt at næmingunum og starvsfólkunum her á Skúlatrøð, sigur Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung.

- Gigni ger eitt sera týðandi og grundleggjandi arbeiðið á skúlunum kring landið, og tí er umráðandi, at kommunur útvega teimum best møguligar karmar um arbeiði teirra.

- Her í Klaksvík hava heilsufrøðingarnir faktiskt ongantíð havt hølir tætt at næmingunum inni á skúlanum, og hetta var tí eitt av málunum, sum eg setti mær fyri at fáa framt sum formaður í Trivnaðarnevndini børn & ung, ið varðar av hesum økinum vegna býráðið, sigur Eyðstein Ólasaon Poulsen.

- Í sambandi við hesa flytingina løgdu vit eisini dent á, at heilsufrøðingarnir hjá Gigni fingu hølir saman við skúla-sálarfrøðinginum á Skúlatrøð, sum í løtuni er ein undangongu royndarverkætlan hjá Undirvísingarstýrinum saman við Skúlatrøð.

Eitt stórt framstig
Sigrun Dalsgaard Hansen, heilsufrøðingur hjá Gigni, hevur starvast í nøkur ár á Skúlatrøð, og hon fegnast um nýggju karmarnar, sum tær hava fingið á skúlanum.

- Frammanundan høvdu vit hølir í einum grannabygningi tætt at skúlanum, sum ikki var optimalt. Hetta er tí eitt stórt framstig, sum vit leingi hava ynskt okkum, og sum gevur okkum munandi betri arbeiðsumstøður og eisini tættari samband við næmingarnar og skúlan sum heild, sigur Sigrun.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Kvíggjartún latið upp

19/1/2024

Comments

 
Picture
Í dag varð skipað fyri móttøku í sambandi við at Kvíggjartún á Argjum lat upp.

Kvíggjartún er heim, umlætting og frítíðartilboð til børn og ung við autismu.

Sirið Stenberg landsstýriskvinna helt røðu. Niðanfyri ber til at lesa hana.


Góðu tit børn og ungu, góðu tit øll, sum eru her í dag; familja, fakfólk og vinir.

Tað er gleðiligt at vera her í dag og vera saman við tykkum henda stóra dag. Og eg havi leingi sæð fram til hendan dagin, sum tit allarhelst eisini hava verið spent uppá.

Vit eru saman her í dag, ikki bara í einum stásiligum, spildurnýggjum bygningi, men við einari felags ætlan um at skapa eitt heim, og eitt trygt og gott stað at vera hjá børnum og ungum við autismu.

Her verður bæði bútilboð, umlætting og frítíðartilboð. Trý neyðug tilboð við sama endamáli: at geva børnunum og teimum ungu møguleika at menna sosialar og persónligar førleikar, og megna eitt so sjálvstøðugt lív, sum til ber.

Eg fari fyrst at venda mær til børnini og tykkum ungu. Tit eru hjartað og sálin í hesum heiminum, og tykkara vælvera og tykkara umstøður at fjálgast og mennast her, eru ovasta raðfestingin og endamálið við tí heila. Hetta húsið er gjørt til tykkum. Góðar umstøður eru avgerandi fyri góða sálarheilsu, orkuró, miðsavnan og trivnað sum heild. Og góðar umstøður, tað skulu tit hava!

Øll eru tit einstøk, við tykkara egnu styrkjum, áhugamálum og avbjóðingum og eginleikum, og tað er akkurát tað, sum ger tykkum so serstøk.

Í hesum kørmunum vóni eg, at tit fara at fáa ein góðan og gevandi gerandisdag eins og góða, stuttliga og mennandi frítíð í umstøðum, sum eru gjørdar júst og serliga til tykkara. Familja og vinir hjá tykkum og tykkara kæru fara eisini at kenna gleðina, tá tey síggja tykkum trívast og gleðast - hetta hevur tí eisini stóran týdning fyri tey.

Her hava byggifrøðingar, arkitektar, serfrøðingar, snikkarar, timburfólk, fakfólk og felagsskapir roynt at hugsa um hvørja detalju. Gott ljóð, ljós og tilfar hevur havt høga raðfesting.
Góð inniluft, góð trygd og góðar umstøður at vera fyri seg sjálvan og at vera saman, alt slíkt sum hevur týdning fyri okkum menniskju. Her eru felagsrúmini; sansarúm, aktivitetsrúm, verkstað, vatnrúm, ítrívsrúm og sansagarðar. Alt hetta fer vónandi at geva tykkum gleði í gerandisdegnum.

Høvuðsráðgevin, KONTRAST, hevur havt uppgávuna at sniðgeva henda serstaka bygning, sum er grundaður á hugsjónina um at fevna og verja tykkum, sum koma at húsast her – í einum virkisgrundaðum, tryggum og heimligum umhvørvi.

Sjey arbeiðstakarar hava staðið fyri byggingini, og bygningurin er slóðbrótandi í tann mun, at hetta er fyrsti bygningur av sínum slag í Føroyum. Tí er Kvíggjartún eisini søguligt. Her er hugsað heilt serligt um tykkum, sum her skulu vera.

Saman við Almannaverkinum og Landsverki hevur okkara mál ikki bara verið at geva tykkum tak yvir høvdið, men at skapa eitt heim, har sum tit kenna tykkum væl, og har sum tey sum eru saman við tykkum um dagarnar og næturnar, fáa tær bestu umstøðurnar at geva tykkum góðar og ríkar dagar við trivnaði og umsorgan. Her skal vera gott og mennandi at vera.

Góðu foreldur, systkin, ommur og abbar og onnur, sum eru so heppin at vera partur av lívinum hjá hesum fittu børnum. Eg skilji væl, um kenslan er blandað. Bæði gleði um, at nú er klárt at flyta inn ella fáa dagtilboð ella umlættingartilboð her – og so hinvegin, stúranin um, hvussu tað verður hjá tykkum øllum, nú gerandisdagurin broytist, og barnið er meira heimanífrá. Vónandi fara tit skjótt at kenna tykkum trygg við umstøðurnar, og fáa eitt gott og mennandi samstarv við starvsfólkini og onnur avvarðandi. Mín inniliga vón og væntan er, at alt skal ganga væl – børnunum at gagni.

Tykkum starvsfólkum vilja vit geva góðar karmar at virka undir, sjálvandi. Tykkara íkast, tykkara fakligheit og umsorgan er avgerandi førningur fyri at kunna skapa tær bestu umstøður, og góðan gerandisdag fyri børnini og tey ungu í øllum trimum tilboðum.

Tað krevur góðar umstøður at veita góðar umstøður, og vónandi fáa tit her hugsavnað tykkum um tað, sum tit duga allarbest: At skapa tryggleika og trivnað, og at veita fakliga grundaða umsorgan í gerandisdegnum. Eg ynski tykkum bestu eydnu við arbeiðinum.

Havið børnini, familjurnar og hjartað við í øllum tí tit gera. Tit hava eina ómetaliga stóra og týdningarmikla uppgávu at røkja. Og tað fara tit eisini at megna til fulnar. Tit vera avgerandi fyri sálina í húsinum og fyri trivnað og menning hjá børnunum.

Ætlanin um at byggja heim til børn og ung við autismu hevur verið leingi á veg, men tað var í 2019 at gongd fyrstu ferð varð sett á ítøkiligu ætlanina at byggja. Arbeiðið varð tá boðið út, men síðani varð avgerð tikin um at bjóða út av nýggjum.

Á vári 2021 setti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, spakan í og loysti fyrsta flagið. Eg minnist væl dagin, tá ið flagið varð loyst. Vit vóru nøkur, sum vóru møtt og stóðu júst her í kavaælingi og droymdu um, hvussu hetta fór at verða. Og nú er tað her.

Eg fari við hesum eisini at takka politisku skipanini fyri at hava víst hesi verkætlan vælvild, øll hava havt sama ynski um at hetta skuldi eydnast, og at tað skuldi eydnast væl. Hetta merkir viðhvørt eisini at skjótasta og bíligasta loysnin ikki altíð er tann besta.
Ætlanir sum hesar taka tíð, og vit vita, at tað hevur verið leingi at bíða.
Hetta er ikki bara er ein spurningur um føgur orð og vakrar veggir, men ein veruligur tørvur og eitt neyðugt stað og heim, sum tit hava bíðað leingi og spent eftir. Endiliga, kunnu vit tí siga, endiliga kunnu vit bjóða hetta heimið, sum tit so hava uppiborið. Tað eri eg, sum sagt, so glað um.

Almannamálaráðið, Almannaverkið og Landsverk hava við hesum avrikað eina væleydnaða verkætlan, sum liður í eini longri ætlan um at veita nøktandi tilboð, umstøður og heim og tilboð til fólk, sum hava serligar avbjóðingar av ymiskum slag. Eg haldi, vit skulu siga serligar eginleikar, heldur enn serligar avbjóðingar.

Eisini fari eg at takka Autismufelagnum mangar ferðir fyri at hava verið ein góður og konstruktivur sparringspartnari í tilgongdini. Bíðilistin er langur, og umstøðurnar hava verið langt frá nóg góðar. Hervið er eitt týðandi klípið tikið av avbjóðingini hjá okkum at basa hesum.

Vert er at minnast, at okkara styrki, sum samfelag, ikki bara mátast í materiellum virðum, men eisini í okkara hegni og førleika at skapa fevnandi rúm og samfelag fyri øll. Kvíggjartún er ikki bara ein flottur bygningur, men umboðar eisini okkara felags skyldu at styrkja og stuðla hvørjum øðrum. Í okkara samfelag skulu øll trívast og rúm skal vera fyri øllum.

Eg fari at ynskja tykkum øllum blíðan byr og vóni so, at tit fara at trívast her í vakra hugnaliga Kvíggjartúni.

Takk fyri.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Gadus farin at sigla heim

18/1/2024

Comments

 
Picture
​Teir fóru avstað tann 28. oktober og hava sostatt verið næstan tríggjar mánaðar í Barentshavinum.

​Teir hava 430 tons nú teir eru farnir at sigla heim.

Hetta skrivar ein av manningini á hansara Facebook vanga fyri ½ tíma síðani:

Sigla heim 😊 eftur 3 mánar eysturi í barentshaviðnum verur gott at síggja síni kæru aftur 😊 takk fyri hesa ferð 😎😘🥰😍

Skipari hendan túrin er Ólavur Biskopstø.

​Væntandi vera teir á Klaksvík einaferð sunnudagin.

Vit ynskja skipara og manning eina skjóta og góða heimreisu.

SáH

​Her myndir frá Gadus tá ið hann koma á Klaksvík fyri fyrstu ferð.

Comments

Ljós á Fossum

18/1/2024

Comments

 
Picture
​Nú líður væl við útstykkingini á Fossum. Fyrstu stykkini eru longu latin eigarunum og í næstum verður verkætlanin handað kommununi.

Í farnu viku vóru gøtuljósini tendrað á Fossum. Allar gøtur eru asfalteraðar, og nú kavin liggur tjúkkur, so er eisini viðkomandi at siga, at framyvir verða hesir vegir eisini tiknir við í kavagevstur-ætlanina hjá kommununi.

Tað er Jákup Johansen, ið er starvsnæmingur í Klaksvíkar kommunu, sum hevur tikið myndirnar.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Helvtin av fænum í Íleggingargrunninum til útbygging av Vága Floghavn

18/1/2024

Comments

 
Picture
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, fegnast um ætlanina at góðar 350 milliónir krónur kunnu brúkast til at byggja flogvøllin í Vágum út.

Tilsamans hevur Vága Floghavn tørv á at byggja flogvøllin út fyri góðar 1,3 milliardir krónur komandi árini. Talan er um stórar íløgur, ið skulu gera flogvøllin føran fyri at taka ímóti  einari millión ferðandi um árið.

Longu í 2019 var fløskuhálsur á flogvøllinum, tá ferðafólkatalið fór upp um markið á 400.000 ferðandi, bert 5 ár eftir at farstøðin varð bygd. Mett verður, at ferðafólkatalið verur omanfyri 800.000 longu um 10 ár.

“Útbyggingin er alneyðug fyri at framtíðartryggja føroyska ferðasambandið við útheimin, tí flogvøllurin er longu ov lítil sum er. Ferðafólk leggja nógv eftir seg, og føroyingar hava eisini tørv á at ferðast í frítíðar- og arbeiðsørindum. Vit síggja hetta sum eina íløgu í okkara samferðslukervi, um vit við hesum íkasti til fíggingina megna at halda ferðaseðlaprísirnar á einum rímiligum støði,” sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, ið varðar av Vága Floghavn.

Løgmálaráðið

Comments

Malltek skal byggja randarhús á Fossum

17/1/2024

Comments

 
Picture
Í heyst lýsti Klaksvíkar kommuna eitt øki í nýggju útstykkingini á Fossum til sølu. Ein verkætlan var lýst fyri lendi, har 13 randarhús skulu byggjast á. Inn komu tvey tilboð og var tað byggifyritøkan Malltek, ið átti besta uppskotið.

Í verkætlanini fyri økið verður lýst, at talan er um randarhús, og at búeindirnar kunnu verða bygdar til leigubústaðir, lutabústaðir ella eigarabústaðir. Randarhúsini máta uml. 9 m x 22 m og eru uml. 200 m2 hvørt. Alt økið er 2600 m2 til støddar.

Karl Johansen, borgarstjóri, er sera fegin um, at hendan verkætlanin nú fer í gongd og at glið kemur á byggingina á Fossum.

- Hetta er ein forkunnug verkætlan og eisini fyrsta av sínum slag í kommununi, tí eri eg, saman við býráðnum, sera spentur uppá, hvussu hendan verkætlan kemur at eydnast. Tað er eingin ivi um, at vit hava stóran tørv á fjølbroyttum bústøðum, og tí er hetta nakað sum vit vónað og væntað, at fólk fara at taka væl ímóti.

Byggifyritøkan Malltek upplýsir, at í løtuni verður uppskotið endaliga projekterað og vónað verður, at arbeiðið kann vara í gongd í summar ella eftir summarfrítíðina.

Klaksvíkar Kommuna

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.