SáH
Í dýrdarveðriðnum sunnukvøldið fór okkara elskaða vinkona Petra Jacobsen til Harran. Hetta lívsstykkið, sum vit hava havt sera góðar løtur við í Svimjihøllini, tá ið eg fyri nøkrum árum síðani vandi tey gomlu fólkini hjá Ægir og okkara vinarbond blivu knýtt. Hetta vóru ríkar løtur, sum ongantíð vera gloymdar og ein gleddi seg at koma niðan í Svimjihøllina tíðliga sunnumorgnar, at trena hesum huffarsligu damur, sum altíð vóru í góðum lag og har var Petra ein av teimum, sum altíð kom við onkrari góðari. Har var "hyggens" og ofta fóru vit biltúr aftaná og so ein túr á Jørundsgøtu ella Helnabrekku. Mamma og Petra vóru sera væl og tað seinasta tíðini hevur mamma tosað sera nógv um vinkonuna Petru við meg. Har hon hevur sagt "Símun, mær dámar einki tilstandin hjá Petru" og eg haldi, at mamma hevur ringt næstan hvønn dag til hana og til familjuna hjá Petru hesa seinastu tíðina og spurt, hvussu hon hevði tað. Aftaná hevur ringt til mín og sagt mær, at Petra orkar ikki meira og røddin hjá mammu hevur verið sera kedd. Ja, tær vóru góðar við hvørja aðra og tað var sera stuttligt og ikki minst læruríkt, at síggja eitt so gott vinarlag ímillum hesar báðar mammur. Síggið tær báðar fyri mær, tá ið tær komu stetlandi eftir flísunum í Svimjihøllini, illa gongdar, men í hylin vildi tær og so vóru tær altíð smílandi. Vit hava aftur mist eina góða vinkonu og tankar okkara leita til tykkum nærmastu, tit hava mist eina sera fitta, fryntliga, stuttliga og eina sera Ja-liga mammu, ommu og langommu. Hví í friði, mín fitta vinkona Petra, saknur verður í tær. Símun á Høvdanum Tað kann vera vandamikið fyri ferðsluna á Helnabrekku, at bussteðgiðstøðini eru hinmegin vegin, har børn skulu kryssa vegin, fyri at koma við bussinum og har ongin hús eru, tí húsini eru niðanfyri vegin. Var sjálvir ein túr seinasta fríggjadag við bussinum og tá hendi tað akkurát, har tríggir dreingir runnið yvir vegin fyri at klára bussin, men skilti var hinmegin vegin og hevði bussførarin ikki verið so beinasamur, so mátti hesir dreingir bíða í ein tíma, inntil næsti bussir kom, tí hetta var aftaná kl. 18.00 og teir stóðu á skeivari síðu á vegnum. Eisini er tað ov langt ímillum steðgiðstaðið frá "Undir Græshjalla" og til húsini hjá Brandal á Skáltaveginum, tí klárar tú ikki bussteðiðstaðið misskeiðis á Helnabrekku, so hevur tú ongan møguleika, at klára oman til Brandal. Annars lata fólkini væl at, at bussleiðin er byrja at koyra her norðuri, nú er bert at tillaga støðini og tíðirnar, so tær passa við skúlan og arbeiðsplássini. SáH Ídag er tað júst 25 ár síðani, at okkara systir Oluffa á Høvdanum byrjaði at starvast á Føroya Tele og ikki kann sigast annað, at hon hevur verið góð við sítt felag. Hon hevur starvast á Føroya Tele, mest sum vanligt arbeiðsfólk, við ymiskum uppgávum, men tey seinastu árini, hevur hon verið deildarleiðari bæði í deildini í Saltangará og í deildini í Klaksvík. Oluffa er sera arbeiðssom, fryntlig og altíð klár við einari hjálpandi hond. Fyri 2-3 trimum árum síðani, bleiv hon kosin ársins starvsfólk hjá Føroya Tele. Sjálvir kann eg bara geva systir stórt rós. Klaksvíkar Timburhandil, Maverick og øll míni privatu hald, hava verið frá Føroya Tele og sigast skal, at vit hava fingið ein sera góða tænastu, takka verður tær Oluffa á Høvdanum. Altíð klár at hjálpa, tá ið tað er brúk fyri tí, haldi bara at tú hevur ein feil og tað er, at tú ikki dugir at siga Nei, men altíð tekur allar uppgávur uppá teg, tað mást tú læra teg í framtíðini, tí ofta hevur staðið nógv á tær, men tú ert ein stríðskvinna og tað skal Føroya Tele vera glað fyri, at hava eina megnar kvinnu sum teg innan teirra dyr. Hjartaliga tillukku við degnum. Símun á Høvdanum, bróður Bara fyri viku síðani var Summarfestivalurin 2014 hildin í Klaksvík og hevði hetta verið veðrið, so hevði staðið illa til, tí ídag er míðandi áarføri og fitt av vindi. Vágsbøur sær út sum ein svimjihylir. Ósáin er eisini sera stór, so Tjaldingarplássið hevði ikki sæð tespiligt út. Tað er at gleðast yvir at SF 2014 lukkaðist væl. SáH Síðani í gjárskvøldið hevur tað regna av tí ringasta í Klaksvík. Áirnar eru blivnar sum fossar og nógvar áir, sum hava verið turrar leingi, eru nú at síggja sum stórar áir. Veðurstøðin YR sigur, at tað verður turrari umleið kl. 14.00 ídag, so tað verður spennandi at vita, um hon hevur rætt. Niðanfyri eru nakrar myndir tiknar ímorgun. Havi ein góðan sunnudag øll somul. SáH Kl. 07.40 ígjár tann 14. august koyrdi hesin bussurin á Helnabrekku og er hetta fyrsti bussurin, sum hevur koyrt í rutu á Helnabrekku. Trý bussistopp eru á Helnabrekku, eitt við Sambýlið, eitt miðskeiðis á Helnabrekku og eitt við svingi niðan Undir Græshjalla. Tað er ókeypist at koyra við bussinum, so vónandi fara borgarnir her norðuri, at gera sær dælt av hesum tilboðnum og man tað vera sera gott fyri tey, sum ikki hava bil, at nú hava tey møguleikan, at sleppa tey ókeypist inn í býin. SáH Hagstovan veit at siga frá, at lønirnar í juli vóru áleið 630 milliónir krónir, sum er nøkurlunda tað sama, sum lønirnar vóru í juni. Frá í ár av eru lønargjaldingar farnar úr 600 milliónum um mánaðin til 630 milliónum um mánaðin. Teir vísa á, at lønirnar byrjaðu at vaksa frá august í fjør og veit um lønirnar ikki fara at vaksa enn meira. Annars kann sigast frá, at arbeiðsloysi í Føroyum bert er 3,7 % (frá mai av) 2014 og tað er also nakað sum vit føroyingar kunna vera almikið stoltir av. Í Danmark, har talið eisini er lágt liggur tað tó á 5,1 % í 2014. JáH (y) 14.08.2014 Sum tey flestu hava fingið við, so er Robin Williams deyður. Hann doyði tann 11. august, har hann hevði hongt seg sjálvan við einum belti. Tað sum merkiligt er, at Robin Williams hevur hongt seg á ein hátt, sum minnir ógvuliga nógv um hvussu ein kariakter hongdi seg í einum filmi hann sjálvur spældi við. Filmurin er frá ár 2009 og eitur "World's greatest Dad" har Robin spælir pápi til ein son, sum elskar at kvala seg sjálvan, ímeðan hann fleygar sær. Einaferð endar galið hjá soninum og endar tað við, at sonurin situr deyður í kamaranum við einum belti um hálsin, tá pápin (Williams kemur inn). Í filminum heldur pápin, at tað er ein fúl skomm, og velur tískil at flyta tann deyða sonin í eitt klædnaskap og síðan ringja eftir løgreglini. Hann velur síðan at skriva eina bók um hendingina og endar við at skora kassan - also í filminum. Um tú ikki hevur sæð filmin, so kann undirritaði fortelja frá, at tað er svartur humor allavegin ígjøgnum og er filmurin sera væl spældur av Robin Williams. Í veruleikanum bleiv Robin Williams funnin hongdur (við belti) um hálsin í einum klædnaskapi, har hann eisini hevði skorið seg um hondliðina, vita amerikanskir fjølmiðlar at boða frá. Ergiligt er at ein so talentfullur maður velur ein so tristan enda. Hygg eftir "trailara" niðanfyri: JáH (y) 14.08.2014 Frá í morgin, hósdagin 14. august verður bussleiðin royndarkoyrd. Byrjað verður við bussteðgiðstaðið á Sandinum. Tveir bussar eru og koyra teir 18 minnuttir yvir og 48 minuttir yvir fullan tíma. Fyrsti túrur av Sandinum er kl 07.30. Annar Bussurin fer tá eftir vestursíðuni og hin eftir eystursíðuni og steðga bussarnir tá við skúlan áðrenn kl 8. Hetta sum ein serlig skúlafarleið. Eftir kl.18 verður koyrt einaferð um tíman av Sandinum - 48 minuttir yvir hvønn fullan tíma. Hinar túrarnar fara bussarnir út eftir Klaksvíksvegi og so heimaftur eftir ovasta vegi, heim eftir ringvegnum og oman gjøgnum Bøgøtu, niðan eftir Gerðagøtu, norður eftir Kráargøtu, Kjalarvegi, Helnabrekku, Skáltavegi og heimaftur á Sandin eftir niðasta vegi og tekur farleiðin ½ tíma at koyra. Hjálagt er kort sum vísur hvar bussarnir koyra og eru fólk vælkomin at royna bussarnar, sum eru ókeypis at koyra við. Mánadagin, 18. august, tá ið skúlarnir byrja, verður bussleiðin alment tikin í nýtslu. Tó verður bussleiðin leypandi eftirmett og kunnu tíðir og steðgistøð broytast og verður tá kunnað um tað á heimsíðuni hjá Klaksvíkar kommunu – www.klaksvik.fo. Kelda: KK |
Greinar
December 2024
|