Hetta lívsstykkið, sum vit hava havt sera góðar løtur við í Svimjihøllini, tá ið eg fyri nøkrum árum síðani vandi tey gomlu fólkini hjá Ægir og okkara vinarbond blivu knýtt.
Hetta vóru ríkar løtur, sum ongantíð vera gloymdar og ein gleddi seg at koma niðan í Svimjihøllina tíðliga sunnumorgnar, at trena hesum huffarsligu damur, sum altíð vóru í góðum lag og har var Petra ein av teimum, sum altíð kom við onkrari góðari. Har var "hyggens" og ofta fóru vit biltúr aftaná og so ein túr á Jørundsgøtu ella Helnabrekku.
Mamma og Petra vóru sera væl og tað seinasta tíðini hevur mamma tosað sera nógv um vinkonuna Petru við meg. Har hon hevur sagt
"Símun, mær dámar einki tilstandin hjá Petru" og eg haldi, at mamma hevur ringt næstan hvønn dag til hana og til familjuna hjá Petru hesa seinastu tíðina og spurt, hvussu hon hevði tað. Aftaná hevur ringt til mín og sagt mær, at Petra orkar ikki meira og røddin hjá mammu hevur verið sera kedd. Ja, tær vóru góðar við hvørja aðra og tað var sera stuttligt og ikki minst læruríkt, at síggja eitt so gott vinarlag ímillum hesar báðar mammur.
Síggið tær báðar fyri mær, tá ið tær komu stetlandi eftir flísunum í Svimjihøllini, illa gongdar, men í hylin vildi tær og so vóru tær altíð smílandi.
Vit hava aftur mist eina góða vinkonu og tankar okkara leita til tykkum nærmastu, tit hava mist eina sera fitta, fryntliga, stuttliga og eina sera Ja-liga mammu, ommu og langommu. Hví í friði, mín fitta vinkona Petra, saknur verður í tær.
Símun á Høvdanum