NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tá tú álíkavæl keðir teg !!!

28/2/2014

Comments

 
Picture
Her er nøkur feit dømir uppá, hvat tú kanst finna uppá, um tú keðir teg av helviti til í tínum arbeiðsplássi.

Mynd 1. Klistra "Post-it" klisturmerkir á alt borðið og telduna hjá stjóranum - og syrg fyri at fylla vatn í eingangsbikur kring borðið, so at hann ikki sleppur til telduna.

Mynd 2. Tak ein gamalt teldu knappaborð - saga tað í helvt og líma tað so fast á borðið hjá arbeiðsfelaginum hjá tær. And then - wait - and enjoy !!!

Mynd 3. Pakka ALT í silvurfolio ... ein klassikari !!!

JáH (y) 28/02-14

Picture
Picture
Comments

Komin aftur eftir 14 mánaðir á sjónum

28/2/2014

Comments

 
Picture
Maðurin fann vegin framm eftir at hava verið vekk í góðar 14 mánaðir á sjónum - og sjálvur vil hann helst gloyma alt um hendingina. Hann leggur líka í um fólk trúgva honum ella ikki ...

"Eg vil ikki minnast" segði Jose Salvador Alvarenga í einari samræðu við NBC, eftir at hann varð sloppin út úr sjúkrahúsinum.

Alvarenga (37) hvarv eftir ein fiskitúr við sjógvin á Mexico í november 2012 og kom aftur í januar - har hann endaði á oyggini Marschall Islands sum liggur ímillum Hawaii og Australia.

Hann fortaldi fyri mynduleikunum at hann hevði yvirlivað sína 9600 km longu leið við at eta ráðan fisk og við at drekka sítt egna utin - men hansara skipsfelagi doyði av svongd.

Alvarenga greiddi víðari frá, at hann bønaði og bað, hugsaði um síni foreldur og fyri ikki at missa vitið so taldi hann dagarnir við at hyggja eftir mánanum, men hann vildi ikki fara í detaljur um hendingina.

"Eg vil bara gloyma alt," segði hann.

Nú er hann aftur samin við familjuna sum ikki hevur sæð hann í áravís og Alvarenga seði eisini at nú gleddi hann seg at hvíla seg og aftur at síggja hansara tannáringa dóttir, Fatima, aftur.

"Eg helt ongantíð at eg fór at síggja hana aftur, men Guð vildi tað øðrvísi," segði hann.

Spurdir um hvat hann vil siga til tey, sum hava ilt við at trúgva at hann kundi yvirlivað so leingi í einum 24 fóta báti, svaraði Alvarenga soleiðis aftur: "Bara Guð veit, ikki eingong eg veit. Um tey trúgva tí ella lata vera við at trúgva tí, er líkamikið fyri meg."

JáH (y) 28/02-14



Comments

Bygnaðarliga hallið var umleið 1% av BTÚ í 2012

28/2/2014

Comments

 
Picture
Almenni búskapurin (land, kommunur og sosialir grunnar) hevði í 2010 bygnaðarligt hall á 4,7% av bruttutjóðarúrtøkuni (BTÚ) ella um 600 mió. kr. Í 2011 var hallið 2,7% ella um 350 mió.kr. Í 2012 var hallið mett til 1% ella millum 100 og 150 mió. kr. og í minsta lagi á sama støði í 2013. Til samanberingar høvdu flestu OECD lond bygnaðarligt hall í almenna búskapinum á millum 1 og 3% av BTÚ í 2012.

Hetta er niðurstøðan í frágreiðing frá Fíggjarmálaráðnum um konjunkturjavnaða úrslitið hjá tí almenna. Mett verður, at hallið stavar serliga frá landskassanum.

Skal bygnaðarliga hallið burtur, er neyðugt at gera tillagingar í útreiðslum og ella inntøkum í almenna búskapinum.

Við konjunkturjavnaða úrslitinum verður mett um, hvat úrslitið hjá tí almenna hevði verið, um vanlig konjunkturstøða var í búskapinum. Slíkar uppgerðir hava ein týðandi leiklut, tá mett verður um fíggjarpolitikkin í flestu londum. Til dømis er í regluverkinum fyri fíggjarpolitikkin í ES ásett, at limalondini skulu nýta uppgerðir av konjunkturjavnaðum úrsliti (Cyclically Adjusted Balance) hjá tí almenna, tá ið fíggjarpolitikkurin verður lagdur til rættis. Í frágreiðingini verður víst á, at Ísland hevði í 2012 eitt bygnaðarligt hall upp á 3,3%, USA 6,3%, Stóra Bretland 5,8% og í Danmark metti danska fíggjarmálaráðið hallið at vera 0,8%.

Metingin skal takast við fyrivarni, tí hagtalsgrundarlagið fyri slíkari uppgerð er rættiliga veikt. Men ætlanin er at menna meira nágreiniligar uppgerðarhættir, so hvørt sum vitanin og hagtølini innan økið mennast næstu árini.

JáH (y) 28/02-14 (Kelda: Fíggjarmálaráðið)

Comments

Maður úr India er elst !!!

26/2/2014

Comments

 
PictureDumpmynd frá Youtube
INDIA: Ein maður úr India sigur, at hann er føddur í 1896, og er hervið heimsins elst við sínum 118 árum, skrivar Sky News.

Premsai Patel (á myndini) er frá einum indiskum landsbýi, og sum hann sigur sjálvur so er uppskriftin uppá eitt langt lív at eta frískar grøntsakir - Eg etið simplan mat sum frískar grønsakir og røri ikki kjøt ella fisk, sigur hann.

Tann pensióneraði skúlalærarin hevur eitt statsdokument, sum prógvar at hansara føðingardagur er tann 11. mai í 1896.

Í løtuni er tað tann japanski Misao Okawa sum er heimsins elst (ífylgi Guinees Rekordbók) og er hann "einans" 115 ár.

JáH (y) 26/02-14

Comments

Sjúrðaberg liggur á Norðhavnini

2/2/2014

Comments

 
Picture
Sjúrdaberg fór nýggjan túr í gjárskvøldi kl. 20.00, men klokkan 09.30 ímorgun, sást hann koma inn eftir Pollinum aftur og legdi seg á Nordhavnina.

Teir høvdu fingid okkurt brek ávegis til fiskileid og gjørdi av at vendi vid aftur kl. 03.00 ínátt. Tá breki er rættad, verdur kosin sett eystur í Barentshavid.

Skipari hendan túrin er Ásmundur Olsen. Væntandi verdur farid avstad aftur seinni ídag.

SáH


Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.