"Eg vil ikki minnast" segði Jose Salvador Alvarenga í einari samræðu við NBC, eftir at hann varð sloppin út úr sjúkrahúsinum.
Alvarenga (37) hvarv eftir ein fiskitúr við sjógvin á Mexico í november 2012 og kom aftur í januar - har hann endaði á oyggini Marschall Islands sum liggur ímillum Hawaii og Australia.
Hann fortaldi fyri mynduleikunum at hann hevði yvirlivað sína 9600 km longu leið við at eta ráðan fisk og við at drekka sítt egna utin - men hansara skipsfelagi doyði av svongd.
Alvarenga greiddi víðari frá, at hann bønaði og bað, hugsaði um síni foreldur og fyri ikki at missa vitið so taldi hann dagarnir við at hyggja eftir mánanum, men hann vildi ikki fara í detaljur um hendingina.
"Eg vil bara gloyma alt," segði hann.
Nú er hann aftur samin við familjuna sum ikki hevur sæð hann í áravís og Alvarenga seði eisini at nú gleddi hann seg at hvíla seg og aftur at síggja hansara tannáringa dóttir, Fatima, aftur.
"Eg helt ongantíð at eg fór at síggja hana aftur, men Guð vildi tað øðrvísi," segði hann.
Spurdir um hvat hann vil siga til tey, sum hava ilt við at trúgva at hann kundi yvirlivað so leingi í einum 24 fóta báti, svaraði Alvarenga soleiðis aftur: "Bara Guð veit, ikki eingong eg veit. Um tey trúgva tí ella lata vera við at trúgva tí, er líkamikið fyri meg."
JáH (y) 28/02-14