NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Harry Reid: FBI leiðarin kann hava brotið lógina!

30/10/2016

Comments

 
Billede
Leiðarin hjá Senatinum hjá Demokratinum, Harry Reid hevur alment úttalað seg, at leiðarin hjá FBI, James Comey kann hava brotið lógina við at hann opnaði sakina aftur hjá Hillary Clinton ...

Les eisini: FBI stjórin hevur gjørt tað lort ..!

Eg skrivi til tín, at stjórnin hjá tær kann hava forbrotið seg inn á "Hatch" lógina. Við tað, sum tú longu hevur gjørt, so kanst tú hava forbrotið teg inn á lógina, hevur Reid skrivað til stjóran hjá FBI, James Comey. Men James Comey hevur ikki givið Reid nakað aftursvar enn.

"Hatch" lógina í Amerika sigur frá, at FBI hevur ikki loyvið at blanda seg inn á ta amerikanska valið og kanska serliga eru ymisk fólk í øðini inn á, at júst nú velur FBI at gera okkurt við sakina. Men tað gongur also báðar vegir, tí tað kann eisini tykist løgið, at elligamlar upptøkur av Donald J. Trump finna vegin framm so seint inni í tí amerikanska valstríðnum.

Hetta er tað skitnasta Valstríðið í Amerikanskari Søgu og serfrøðingar meta, at Amerika verur ongatíð tað sama aftur, eftir hetta valstríð.

JáH (y) 31.10.2016

Comments

Terror: IS stendur aftanfyri morðið í Týsklandi

29/10/2016

Comments

 
Billede
Terrorbólkurin IS (Islamiskur Statur) sigur seg, at standa aftanfyri drápi av tí 16 ára gamla dronginum, sum lat lív fyri tveimum vikum síðani.

Drongurin bleiv stungin av knívi og doyði seinni á sjúkrahúsinum av skaðunum og roynt bleiv eisini at drukna dámuna hjá honum. Brotsmaðurin er ikki funnin enn og løgreglan í Týsklandi leitar enn eftir brotsmanninum.

Tíðindablaðið Beit-Zeitung skrivar, at IS átekur seg skyldina fyri kníválopinum í Týsklandi.

JáH (y) 30.10.2016

Comments

Piratarnir stóra framgongd í Íslandi!

29/10/2016

Comments

 
Billede
Liðugt er ikki at telja upp enn í Ísland, men tann nýggji flokkurin Piratarnir sær út til at fáa eitt kanón gott val í Íslandi, har teir uppáverandi tíðspunkt hava eina framgongd uppá 9,4 % - sum svarar til, at Piratarnir fáa 6 eyka sætir í Altinginum, ímeðan 5 flokkar fara at detta vekk.

Men tey telja upp í fulldrøn í Íslandi enn og vit fara at skriva eina grein um málið, tá ið tað er liðugt at telja upp har.

JáH (y) 30.10.2016

Comments

Valstríð 2016: Tómligt av plakatum í Klaksvík

29/10/2016

Comments

 
Billede
Norðoya Portalurin varð ein túr í morgun í Klaksvík fyri at peila av - hvussu valplakatir vóru runt um Klaksvíkina ...

Men har vísti tað seg, at tað einans vóru tveir flokkar, sum stilla upp til hetta Kommunuvalið í Klaksvík, nevniliga Fólkaflokkurin og Nýtt Sjálvstýri.

Fólkaflokkurin hevur yvirlutan uppá núverandi tíðspunkt av plakatum, tó at stóra plakatin hjá Nýtt Sjálvstýrinum er sera fangandi. 

Og tað er sera løgið, at flokkarnir Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin ONGA plakat hava koyrt upp enn, tí nú eru bert 9 dagar eftir til Kommunuvalið 2016 og ein krevur at vera eitt sindur sjónligur, um ein skal hava nakran sum helst møguleika at sleppa inn aftur.

Í Havnini hinvegin er býurin smekkfullir av plakatum og serliga tær stóru plakatirnar av Heðini Mortensen vekja stóran ans í Havnini. Nær flokkarnir, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fara at vakna í Klaksvík og smekka nakrar plakatir upp - er so ein heilt annar spurningur!

JáH (y) 29.10.2016

Comments

Maverick letur upp kl. 11.30 ímorgun

22/10/2016

Comments

 
Billede
Ísamband við at KÍ spælir síðsta dystin í hesum kappingarárinum, so letur Maverick barr upp kl. 11.30 ímorgun.

Upphitingin verður til kl. 13.00  og dysturin í Fuglafirði byrjar kl. 14.00.

Vit ynskja KÍ góða eydnu og takka fyri eitt fantastiskt ár.

​SáH

Billede
Comments

​Ljósseting í Húsahaga

21/10/2016

Comments

 
Billede
Vindmyllurnar í Húsahaga verða nú lýstar upp við føgrum ljósi um kvøldarnar fyri at seta ein serligan dám á vindmyllulundina 

SEV hevur ljóssett nakrar av vindmyllunum í Húsahaga fyri at skapa eitt sertakt huglag í vindmyllulundini. I fyrstu atløgu er talan um tríggjar vindmyllur, har ljóskastarar varpa ljós á myllurnar í ymiskum litum.
 
Fyrstu ljóssetingarnar verða framdar í einari royndartíð, har kannað verður eftir, hvussu ljóskastararnir avirka t.d. fuglalívið í umhvørvinum.
 
Koplingarstøðin í Húsahaga er eisini byggilistarliga lagað eftir landslagnum, og umframt tann tøkniliga leiklutin hjá støðini, eru bygd undirvísingar- og sýningarhøli at eygleiða vindmyllurnar og framleiðsluna.
 
SEV metir tað sum sína skyldu at gera ábøtur, har elfelagið á ein ella annan hátt hevur ávirkað nærumhvørvið. Elfelagið roynir at fríðka og fáa tað besta burturúr, har inntriv eru gjørd í náttúruna í áhaldandi strembanini eftir grønari orku.
 
Í Neshaga hevur SEV gjørt snotuligar vegir, beinkir, borð og eitt vindskýli, sum sólin sær inní allan dagin, har niðasti parturin av vindmyllunum er grønur á liti fyri at fáa vindmyllurnar at fella inn í landslagið.
 
Eyðun Eliasen, arkitektur, hevur staðið fyri tí fagurfrøðiliga partinum bæði í Húsahaga og Neshaga.

Kelda: www.sev.fo

SáH

Comments

Landsstýriskvinnur fegnast um grøna loysn

20/10/2016

Comments

 
Billede
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, fegnast í dag um, at Løgtingið nú hevur endaliga samtykt, at Glasir verður hitað bæði við jarðhita og fjarhita.

- Landið skal vera grøna fyrimyndin, og samgongan hevur sett sær sum mál, at allir nýggir bygningar skulu hitast við grønari orku. At Glasir fær grøna orku er ein sigur fyri Føroya framtíð, tí framyvir fer ongin at góðtaka, at almennir nýbygningar verða hitaðir við olju, sigar landsstýriskvinnurnar báðar.

Við grønu orkuloysnini verður  80 prosent av nýggja skúladeplinum í Marknagili í Havn hitað upp við jarðhita og 20 prosent við fjarhita. Kostnaðurin fyri hesa loysnina er 8 mió. krónur.

Kelda: Logting.fo 20.10.2016

Comments

Árligu strandarlandasamráðingarnar um makrel, svartkjaft og norðhavssild byrja í dag

18/10/2016

Comments

 
Billede
Árligu samráðingarnar millum strandarlondini um makrel, svartkjaft og norðhavssild byrja fyrrapartin í dag, har eisini eygleiðaralond eru boðin við.

Hesa vikuna er makrelurin á skránni og fara tær samráðingarnar fram í suðurírska býnum Clonakilty við ES sum formanslandi. Týðandi tættir at viðgera verða havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur. Stóru politisku málini á skránni til samráðingarnar um makrel hesaferð eru at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2017 eftir at ICES kom við sínum tilmæli herfyri og at royna at víðka makrelsemjuna frá 2014 til aðrar partar.

Í næstu viku eru svartkjafturin og norðhavssildin á skránni og fara tær samráðingarnar fram í London somuleiðis undir formansskapi av ES. Eins og í makrelinum eru týðandi tættirnir at viðgera havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur. Stóru politisku málini á skránni til samráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild eru at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2017 eftir at ICES kom við sínum tilmælum herfyri og at royna at gera nýggjar semjur um býtið millum strandarlondini av ávikavist svartkjafti og norðhavssild.

Luttakandi londini eru Føroyar, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.

Kelda: Fiskimálaráðið 18.10.2016

Comments

Jógvan Skorheim gav einki svar. Opinleikin og gjøgnumskygni burtur í Klaksvíkar Býráð

17/10/2016

Comments

 
Billede
​Svara hesum spurningum harra Borgmeistari

Opinleiki, gjøgnumskygni & framskygni, er motto hjá hesari samgonguni. Vit kunnu royna at seta borgmeistarnum Jógvan Skorðheim í Klaksvíkar Býráð hesar spurningar viðvíkjandi opinleika og gjøgnumskygni? og vónandi svarar hann okkum teimum ídag ella ímorgin. Hesin spurningar blivu settir 6. oktober, men eru ikki svaraðir enn?

1. Sjóhitin, heldur tíðarætlanin og hvussu nógv er avsett til sjóhitan og hvussu nógvir pengar eru brúktir til sjóhitan higartil?
2. Skúlatrøð, heldur tíðaræltann og hvussu nógv er avsett til Skúlatrøð og hvussu nógvir pengar eru brúktir til Skúlatrøð higartil?
3. Miðbýarætlanin, heldur tíðarætlanin og hvussu nóg er avsett til miðbýarætlanina og hvussu nógvir pengar eru brúktir til Miðbýarætlanina higartil?
4. Grundstykkini á Fossum tøk í 2017, kanst tú játtað, at grundstykkini á Fossum eru tøk næsta ár og kanst tú fáa ein býarverkfrøðing í Klaksvíkar Kommunu at játtað tað? ella er hetta bara eitt vallyftið, sum tit als ikki klára at halda.
5. Heitt evnið júst nú, hví fór Karl Jákup Ósa úr starvið síðsta fríggjadag? (30. november 2016)

Havi fleiri aðrar spurningar, sum vit borgarar í Klaksvík vilja hava svar uppá, men teir koma seinni, eitt nú um 50 metur hyl, Atlantis, Sjónleikarafelagið, Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð, Grótbrot, Vegirnir, vinnu og mentastjórin, umstøðurnar á Stongunum, um grundstykkini á Hjalla osv. osv.....

Hatta var Opinleikin og gjøgnumskygni hjá hesari samgonguni í Klaksvíkar Býráð. Borgmeistarin vildi ikki upplýsa borgarnum í Klaksvík, hvussu tað veruliga stendur til í okkara býi. Eg kundi eisini spurt, hvussu stórar hava útreiðslurnar hjá Klaksvíkar Kommunu verið higartil í ár ímun til inntøkurnar, sum vit vita eru methøgar, men hvussu við útreiðslunum harra Borgmeistari? 

Komi eg inn í Klaksvíkar Býráð tann 8. november, so skal alt leggjast á borið og borgarnir í Klaksvík skulu síggja, hvussu tað veruliga stendur til hjá okkara Kommunu. Tí er tað sera týdningarmikið, at tit fara á val tann 8. november og velja Símun á Høvdanum inn, tí so verður tað gjørt.  

Símun á Høvdanum

Comments

Wikileaks: Hillary fingið stuðul frá Qatar !!!

14/10/2016

Comments

 
Billede
Minst ein av hackaðu email'unum frá Wikileaks vísa, at Qatar hevur donera yvir 6,7 milliónir krónir til Clinton kampagnuna.

Hóast at Hillary Clinton hevur alment sagt, at útlendskir stuðlar ikki skuldi ávirka hana, ímeðan hon stóð á postinum sum Uttanríkismálaráðharri, veit Reuters at siga frá. Í email'inum frá 2012 stendur eisini skrivað, at stuðulin frá Qatar til Hillary skuldi vera til føðingardagin manni hennara, Bill Clinton.

Email-skandalan hjá Hillary Clinton hevur eisini við sær, at fleiri amerikanara byrja at ivast í tí amerikanska trygdarsysteminum, sum Donald Trump eisini ger sær dælt av í sínum valstríðið.

JáH (y) 15.10.2016

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.