SEV hevur ljóssett nakrar av vindmyllunum í Húsahaga fyri at skapa eitt sertakt huglag í vindmyllulundini. I fyrstu atløgu er talan um tríggjar vindmyllur, har ljóskastarar varpa ljós á myllurnar í ymiskum litum.
Fyrstu ljóssetingarnar verða framdar í einari royndartíð, har kannað verður eftir, hvussu ljóskastararnir avirka t.d. fuglalívið í umhvørvinum.
Koplingarstøðin í Húsahaga er eisini byggilistarliga lagað eftir landslagnum, og umframt tann tøkniliga leiklutin hjá støðini, eru bygd undirvísingar- og sýningarhøli at eygleiða vindmyllurnar og framleiðsluna.
SEV metir tað sum sína skyldu at gera ábøtur, har elfelagið á ein ella annan hátt hevur ávirkað nærumhvørvið. Elfelagið roynir at fríðka og fáa tað besta burturúr, har inntriv eru gjørd í náttúruna í áhaldandi strembanini eftir grønari orku.
Í Neshaga hevur SEV gjørt snotuligar vegir, beinkir, borð og eitt vindskýli, sum sólin sær inní allan dagin, har niðasti parturin av vindmyllunum er grønur á liti fyri at fáa vindmyllurnar at fella inn í landslagið.
Eyðun Eliasen, arkitektur, hevur staðið fyri tí fagurfrøðiliga partinum bæði í Húsahaga og Neshaga.
Kelda: www.sev.fo
SáH