NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggjársrøða løgmans 2022

31/12/2022

Comments

 
Picture
Góðu føroyingar.

Herfyri bar kringvarpið tíðindini um, at ikki ein einasta klaga kom inn um valið. Eingin setti spurnartekn við uppteljingina, atkvøðubýtið – ella nakað annað.

Tað gera vit í Føroyum ongantíð, sama hvussu valúrslitið er.

Í Føroyum er hetta ein sjálvfylgja. Tað er tað ikki aðrastaðni.

Vit høvdu eitt lívligt valstríð. Nógvar ymsar meiningar. Nógvar spurningar. Men hóast ósemjur vóru bæði valevni og veljarar púra trygg.

Hóast vit toga ymsar vegir, megna vit at vera ósamd í sátt og semju.

Ein av grundsúlunum undir okkara fólkaræði er júst, at pláss er fyri ósemjum. Eg havi eitt nú sjálvur sagt, at vit ikki kunnu skipa samgongu við øll, tí vit í verandi løtu eru ósamd um nøkur grundleggjandi viðurskifti.

Men hóast ósemja er um okkurt, og tað tískil hevði verið trupult at skrivað samgonguskjal, útilokar tað ikki samstarvi um ymist annað. Heldur ikki góðum samstarvi.

Eg rætti tí hervið andstøðuni hondina – við einum lyfti um, at vit vilja søkja breiðu semjurnar.

Tí vit hava breiðar semjur um nógv viðurskifti, hóast ósemja valdar um sumt.

Og politikkur er ikki alt. Hóast vit eru ósamd politiskt, hava vit so nógv annað í felag. So nógv annað, sum knýtir okkum saman.

Nú valstríðið er liðugt, vil eg heita á okkum øll: latið okkum leggja stríð og spjaðing frá okkum og arbeiða saman, har tað ber til.

***

Eitt gott dømi um, hvussu væl vit kunnu arbeiða saman, sóu vit beint undan jólum, tá ið hervilig skriðulop raktu.

Í somu løtu fyrsta skriðan leyp, stóðu fólk og feløg øksl við øksl og gjørdu ein verjugarð um tey, sum vórðu rakt.

Hurðar vórðu latnar upp. Húski blivu herbergað. Og hjálpin varð latin, áðrenn nøkrum nýttist at biðja um hana.

Heldur ikki hetta er nøkur sjálvfylgja. Og hetta er eisini ein av dygdunum, sum vit mugu verja og varða.

***

Orsøkin til, at eg í kvøld leggi dent á sterka álitið og breiða samstarvið, er, at eg óttist fyri einum ráki, sum hevur rakt okkara land.

Seinastu árini havi eg støðugt oftari ógvast við orðavalið. Tónin í kjakinum er mangan stríðssinnaður og kloyvandi, og tað birtir undir ta fatan, at ávísir samfelagsbólkar eru í stríði hvør við annan. At tað er meiri, sum skilir okkum, enn sum bindur okkum saman.

Eg stúri fyri, at vit tosa fram gjáir í okkara samfelagi, og at hetta kann gera óbótaligan skaða. Tí orð hava týdning. Orð ávirka. Einstaklingar, bólkar og alt samfelagið.

Vit síggja tað í øðrum londum. Vit hóma tað eisini her.

Sjálvt um nøkur arbeiða við stertum og roðslu, og onnur við at lekja og linna, kunnu vit ikki býta landið sundur í einar »Framleiðsluføroyar« og einar »Útreiðsluføroyar«, sum vit javnan hoyra.

Hóast nøkur hava lært á lærdum háskúlum og onnur í lívsins skúla, kunnu vit ikki tosa um »einar akademiskar Føroyar« og »einar arbeiðandi Føroyar«.

Og tó at nøkur búgva í útjaðaranum og onnur í miðstaðarøkinum, er land okkara ikki skift sundur í »einar Útjaðaraføroyar« og »einar Miðstaðarføroyar«.

Tí tað eru bara einar Føroyar. Og tað eru vit øll. Vit hava øll virði fyri samfelagið, og tað er tørvur á okkum øllum.

Følsku fíggindamyndirnar, sum so javnan verða málaðar, eru skeivar og hava einki gott við sær. Tvørturímóti máa tær burtur av tí sterka áliti og teirri sterku umsorgan, sum vit enn vísa hvør øðrum í Føroyum.

Og lítla land okkara hevur eina sterka felagskenslu fyri neyðini.

Serliga nú.

***

Tí góðu føroyingar.

Alt bendir á, at vit standa á gáttini til eitt nýtt tíðarskeið. Seinastu árini hava vit havt metlága rentu, lágan oljuprís og lága inflatión.

Seinasta árið er henda støðan munandi broytt.

Føroyar eru framvegis eitt av heimsins ríkastu londum. Útflutningurin er methøgur. Fiskaprísurin er góður. Vinnan stendur seg væl, og arbeiði er til øll. Vit megna at basa teimum avbjóðingum, sum koma.

Men broytingarnar fara at merkjast. Tær merkjast jú longu. Tí er tað so umráðandi, at vit standa saman. At vit arbeiða og virka saman.

Tí eg veit, at fólk stúra.

Til handils seta vit dýrara livurposteiið aftur – og taka í staðin tað bíligara. Radiatorurin í stovuni verður oftari skrúvaður fyri. Fíggjarkontan tømist skjótari. Meiri fer til rentu, og minni er eftir til tín.

Vit mugu raðfesta, hvussu vit brúka pengarnar. Eisini í landskassanum.

Men broyttu tíðirnar raka summi harðari. Metnógvar umsóknir komu inn til jólahjálpina hjá Barnabata. Vit vita, at serliga einligar mammur søkja. Metnógvur stuldur verður skrásettur – og sum nakað nýtt eru tað nú gerandisvørur, sum verða stolnar. Alt bendir á, at fleiri nú fáa sær eykaarbeiði, eftir at vanligi arbeiðsdagurin er lokin.

Hetta eru greiðar ábendingar um, at gerandisdagurin er vorðin fíggjarliga tyngri.

Men góðu tit, sum í kvøld stúra um, hvussu tit skulu fáa pengarnar at røkka: júst gerandisdagurin er fremsta raðfesting okkara. Vit vilja gera tín gerandisdag lættari. Bíligari.

Vit føroyingar góðtaka ikki, at tit og børn tykkara fara svong í song.

Júst hetta er jú kjarnin í vælferðarsamfelagnum – at vit, sum megna, taka eitt eykatak fyri tykkum, sum av ymsum orsøkum – eitt skifti – ikki megna at bera byrðina.

Men tað krevur, at vit øll standa saman. At vit arbeiða saman.

Og skulu vit arbeiða væl saman, krevur tað, at vit tosa virðiliga við og um hvør annan. At vit ikki við orðum skapa split, ið fær viljan til samanhald at vikna.

Okkum tørvar samanhald. Bæði innanlands – fyri at standa ímóti avbjóðingunum her heima – men sanniliga eisini fyri at standa stinn í einum heimi, sum júst nú broytist dag frá degi.

***

Besta dømið um broytingina síggja vit í Ukraina.

Jólaaftan vitjaði eg í KFUK. Millum gestirnar vóru sjey ukrainar úr Kharkiv. Fimm kvinnur og tvey børn – ein smágenta og ein drongur um 14 ára aldur. Tey vóru júst komin til landið og vóru merkt av drúgvu ferðini. Vit fingu ikki samskift nógv, tí tann einasti, sum dugdi eitt sindur av enskum, var ungi drongurin.

Á nýggjárinum í fjør búðu tey í einum frælsum landi. Livdu eitt vanligt familjulív. Nýggjársynskini snúðu seg helst um tað vanliga: eitt heilsubetri lív, minni skerm og meiri nærveru – ella at lætna eitt sindur.

Nú – bara eitt ár seinni – standa tey her. Flóttafólk í einum fremmandum landi. Nýggjársynskini hava í ár fingið meiri tyngd. Størri álvarsemi.

Milliónir eru flýddar hesar seinastu mánaðirnar, og innanlands í Ukraina eru somuleiðis milliónir av flóttafólki, sum leita sær skjól í øðrum pørtum av landinum.

Longu fyrst í nýggja árinum fara vit at senda størri part av okkara neyðhjálparjáttan til Ukraina.

Og vit fordøma kríggið! Øll skulu kunna liva í friði og frælsi í egnum landi.

Hetta noyðir okkum at taka støðu. Vit síggja nú, at orð og gerðir okkara hava avleiðingar. Og at vit onga undanførslu hava longur fyri ikki at melda greitt út. Tá ið tað ræður um at velja ímillum rætt og rangt, eiga vit øll eina ábyrgd, sama hvussu smá vit eru.

Tá ið eitt land, sum vit samstarva við, loypur á eitt frælst grannaland, ja, so gera tey samstarv okkara trupult. Tí vit vilja ikki lata alt um okkum ganga. Vit mugu siga frá.

Tað krevur nakað at taka støðu. Tað kostar at verja rættvísi. Men eg eri ikki eina løtu í iva um, at vit eisini megna tað.

Tí heimurin broytist. Og har broytingar eru, koma nýggir møguleikar.

Landsstýrið fer at kalla allar flokkar inn fyri at finna eina breiða semju. Vit mugu standa saman um ein felags boðskap.

***

Góðu føroyingar.

Í 2022 merktu vit, at nýggjar tíðir eru í væntu.

Við áræði – og varsemi – stíga vit nú inn í 2023. Avbjóðingar liggja fyri framman, tað vita vit, og vit fara at loysa tær í breiðum samstarvi við allar flokkar.

Ein kend regla hjá Hans Andreasi Djurhuus ljóðar: »Saman at standa var ei okkum givið.«

Men eg havi hug at bjóða hesum av, tí eg havi eina sterka vón um, at vit kunnu standa saman, tá ið á stendur. At vit kunnu gevast við at tosa niðrandi um hvør annan. Og tosa fram djúpar gjáir okkara millum.

Tí álitið í landinum er stórt. Nú eftir valið kom ikki ein tann einasta klaga, hóast nøkur eyðsæð eru vónbrotin um úrslitið.

Og tá ið lívið rakar nøkur okkara meint, spyrja vit ikki, hvar tey búgva, ella hvørjum tey arbeiða við. Tá hjálpa vit. Tá prógva vit, at tað er meiri, sum knýtir okkum saman, enn tað, sum skilir okkum. Hóast vit eru ósamd um nøkur viðurskifti, kunnu vit saktans samstarva um onnur.

Nú vit fara inn í nýggja árið, vil eg bjóða sundurlyndinum av og eggja okkum øllum til at byggja ein enn sterkari felagsskap – heldur enn við orðum okkara at máa burturav honum.

***

Góðu føroyingar.

Nú fáar løtur eru eftir av 2022, veit eg, at tað er ymist, hvussu vit hvør sær stíga inn í nýggja árið.

Summi ganga við bjørtum vónum, røttum ryggi og gleði ímóti tí, sum hómast í nýggja árinum. Tey vilja skunda undir tíðina, so at hon skal ganga skjótari.

Onnur stúra. Tey eru bogin og bangin –  um seg sjálv ella onkran, tey eru góð við. Tey vilja steðga tíðini, so at hon ikki skal føra tey móti tí, tey óttast.

Vit eru eisini mong, sum kundu hugsað okkum at bakkað aftur. At gjørt okkurt umaftur ella sagt okkurt annað. At fingið eina seinastu samrøðu – ella klemm. Eg veit, at nógv í ár hava mist, tí 2022 gjørdist árið, tá ið flest fólk higartil fóru um sýn í Føroyum.

Latið okkum minnast tey, ið stúra og syrgja. Latið okkum vísa serføroysku umsorganina og samkensluna við teimum, sum hava tað svárt.

Og latið okkum samstundis eisini samgleðast við teimum, sum eydnan smílist til.

Latið okkum øll minnast til at njóta tað, vit hava – áðrenn tíðin broytir tað til “tað, vit høvdu”.

Vit eiga bara løtuna. Vit hava bara hvør annan. So latið okkum í hesum komandi árinum arbeiða saman. Og eru vit ósamd, ja latið okkum so vera ósamd í sátt og semju – við virðing hvør fyri øðrum.

Gott nýggjár, øll somul.

Gud signi Føroyar

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Løgmansskrivstovan

Comments

Sjálvandi skulu Dimma og Sosialurin ongan miðlastuðul fáa

29/12/2022

Comments

 
Picture
Hvat er hetta fyri nakað at koma við "Tá ið nýggja landsstýrið hevur boðað frá sínum ætlanum fyri miðlastuðulinum, verður støða tikin til, hvussu nógvar blaðútgávur verða í framtíðini."

At geva undanfarnu samgongu skyldina fyri at tit ikki duga at geva bløð út er dekan ov langt úti, heldur átti tit at tikið skyldina á tykkum sjálvar og lagt kongarnar.

Sjálvandi skulu Dimmalætting og Sosialurin ongan miðlastuðul fáa. Tit hava fingið milliónir í stuðli at reka tykkara fyritøkur fyri í áravís og tit hava prógva, at tit duga ikki at reka bløð og tí skulu onnur kunnu sleppa framat og tað kann so undir ongum umstøðum vera Føroya land sum skal fíggja tykkum í allar ævir vegna tykkara dugnaloysið.

Tíðin er farin frá, at vit onnur skulu geva olmussi til stóru mennirnar í høvuðsstaðnum, har vit hava goldið milliónir í miðlastuðli í áravís og onki fingið afturfyri og minnast tit ikki Korona, tá gav landi stórari fyritøku í Tórshavn 10tals milliónir ella var tað 100 milliónir í stuðli? og vit í útjaðarnum fingið NULL. Tann fyritøkan ríkar seg upp nú og hevði tað ikki verið upp á sítt pláss, at hon betalti allan stuðulin aftur, tí nú er hendan fyritøkan munandi sterkari enn aðrar fyritøkur í Føroyum, grunda á milliónstuðulin frá landinum og er við yvirlutan í kappingini at selja sínar vørur munandi bíðligari enn tær minnu fyritøkurnar runt landi og tað er sera órættvíst.

Vil staðiliga heita á nýggju samgonguna at strika allan fjølmiðlastuðul í Føroyum
, so tað aftur verður líka kapping ímillum miðlarnar og ikki sum nú, har miðlarnir í høvuðsstaðnum hava framíhjárætt til allar miðlamilliónirnar og tað kann ikki vera rætt og sum tit hava sæð, so hava hesir mennirnir ikki duga at brúkt hesu ovurstóru pengaupphæddina rætt og vilja bara hava meira í stuðli, so teir kunnu stuttleika sær í teirra kongaríkum.

Tann tíðin er farin, Føroyar kunnu ikki bara geva útvaldum miðlum í Tórshavn stuðul og lata allar hinar miðlarnar í Føroyum fara á heysin. Tit hava fingið NOKK og nú mugi tit klára tykkum sjálvir uttan stuðul, klára tit ikki tað, so mugi onnur taka yvir, SO ER TAÐ SAGT.

​Símun á Høvdanum

Picture
Comments

​Eftir nýggjár leggja Dimmalætting og Sosialurin saman

29/12/2022

Comments

 
Picture
Avtala er gjørd millum eigararnar av Dimmalætting og Sosialinum um at leggja virksemið hjá báðum miðlunum saman frá 1. januar 2023 at rokna. Tó so verða miðlarnir framvegis hvør sín miðil óheftir hvør av øðrum og við hvør sínum blaðstjóra.

Sosialurin kemur út enn sum áður eina ferð um vikuna við Vikuskiftis Sosialinum, og eina til tvær ferðir um mánaðin við blað, sum verður borið í hvørt hús. Og heimasíðan in.fo heldur fram sum higartil.

Í fyrstu atløgu verður longri ímillum tær prentaðu útgávurnar av Dimmalætting. Bíðað verður eisini eftir, hvat nýggja landsstýrið ætlar við miðlastuðlinum. Sambært samgonguskjalinum, so ætlar nýggja samgongan, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast, og at miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta.

- Tá lógin um miðlastuðul varð broytt í fjør, var grundarlagið fyri blaðútgávu í Føroyum skert, og nú verður ein seinasta roynd gjørd fyri at fáa raksturin at geva avkast, soleiðis at til ber at geva tíðindabløð út við at leggja virksemi saman fyri tvey tey størstu bløðini í Føroyum, siga eigararnir av Sosialinum og Dimmu.

- Tá ið nýggja landsstýrið hevur boðað frá sínum ætlanum fyri miðlastuðulinum, verður støða tikin til, hvussu nógvar blaðútgávur verða í framtíðini.

- Tað er neyðugt at fáa lógina um miðlastuðul aftur á beint, tí sum nú er gevur skipanin ikki grundarlag fyri at geva bløð út, tí hon eggjar til, at bløðini skulu gera annað tilfar enn siðbundið blaðtilfar, sum er kjarnuvirksemi hjá bløðunum. Tí er verandi skipan við til at niðurlaga blaðútgávu í Føroyum, siga eigararnir av Sosialinum og Dimmu.

Dimmalætting á netinum heldur fram á dimma.fo, har tilfar verður lagt út til haldarar hvønn dag.

Sp/f Dimmalætting og Sp/f Sosialurin

Comments

Dalsenni ein sera góðan túr í dag, 10.000 pund

29/12/2022

Comments

 
Picture
Dalsenni er á veg inn frá ein sera góðum túri í dag. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.008 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 5.400 pund toskur, 4.600 pund hýsa, restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Tað er langt síðani at ein útróðrarbátur hevur havt meira tosk enn hýsa, men tað hevði Dalsenni í dag, so vónandi kemur vend í nú, at okkara útróðrarbátar fara at fáa meira tosk í framtíðini.

Landa blívur til NFCS.

SáH

DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-29-12-2022   5.004

Comments

Kunoyarnes komin aftur við 4.500 pundum

29/12/2022

Comments

 
Picture
Kunoyarnes hevði ein góðan túr í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 4.522 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.500 pund hýsa, 2.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

Myndirnar hevur Jens Sigurð Justesen tikið, takk fyri.

SáH

KUNOYARNES - ( KG 323 )NFCS-29-12-2022   2.261

Comments

Stakkavík hevði 7.000 pund í dag

29/12/2022

Comments

 
Picture
Stakkavík kom aftur frá útróðrið klokkan 09:00 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 7.000 pund, tað mesta var hýsa og toskur,  5.460 pund hýsa, 1.520 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til Sjógæti.

SáH

STAKKAVÍK - ( KG 748 ) (SJÓGÆTI)-29-12-2022   3.500

Comments

Norðsøki hevur rokast á Bankanum

29/12/2022

Comments

 
Picture
Norðsøki er á veg inn frá góðum túri á Føroya Banka, teir hava 15.500 pund.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og hava teir 15.400 pund, tað mesta er hýsa og longa, 10.400 pund hýsa, 3.000 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa blívur til NFCS og vænandi vera teir inni klokkan 19:00 í kvøld.

SáH

NORÐSØKI - ( KG 538 )NFCS-29-12-2022   7.716

Comments

Hví vera kranarnir ikki settur upp ella eru teir til pynt?

29/12/2022

Comments

 
Picture
Ofta havi eg skrivað hesa yvirskiftina "Tað ruggar ikki rætt í Klaksvíkar Kommunu" og má tíðanverri brúka somu yvirskift aftur í dag.

Klaksvíkar Kommuna keypti fýra kranar í 2020 og eru teir allir goldnir, also fyri tveimum árum síðani, men nú hava hesir kranar staðið í einum goymslubygningi í 2 ár og samlað rust.

Er tað virkuliga so galið, at vit hava fólk í Klaksvíkar Býráð, sum skulu brúka 2 ár til at seta 4 kranar upp ella hvat í himmalsins navn tonku tit fyri tykkum, tá ið tit keypti fýra kranar og so bara lata teir samlað rust í einum goymslubygningi?

Hvat kostaði krananir? og hvat hevur tað kostað, at hava teir liggjandi í einari goymslu í tvey ár? og hví blivu teir keyptir?

Havi eisini hoyrt, at hatta málið bleiv skunda ígjøgnum og tískil bleiv ongin útbjóðing boðin øðrum veitarum at koma við tilboðnum til krananar og teir blivu bara keyptir í skundi og síðani er einki hent í málinum, ein kann spyrja, er alt fari rætt fram í hesum málinum?

Tað var formaðurin í Klaksvíkar Havn Atli S. Justinussen sum á býráðsfundinum tann 15. desember kom inn á málið, Tey flestu av okkum høvdu gloymt kranarnr og hildu slett ikki  teir vóru keyptir, tí vit hildu at teir vóru brúktir sum valagn í býráðsvalstríðnum fyri tveimum árum síðani.

Tí kann tað slett ikki góðtakast, at formaðurin í Klaksvíkar Havn segði at høvuðsorsøkin til at kranarnir ikki eru uppsettir enn, er tann at trygdin skuldi vera í ordan fyrst, so smábørn ikki fóru at spæla við kranarnar, men er tað ikki tað fyrsta man gerð, tá ið man keypir ein krana ella kranabil, er tað ikki trygdina man fyrst tonkir uppá? og tonkja tvey ár uppá eina trygd, hvat hevur tað við sakina at gera.

Klaksvíkar Kommuna hevur keypt fýra kranar og teir eru goldnir, so fái fingurin úr einum vissum staðið og setið hasar kranarnar upp nú, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum

Hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna á teirra heimasíð tann 30.12.2020

Picture
Fýra kranar verða settir upp í kommununi
Á býráðsfundinum í desember varð samtykt at keypa fýra kranar at seta upp á ymiskum økjum á havnarløgunum í kommununi.

Brúkarar av havnarløgunum, serliga smærri útróðrarbátar, hava í longri tíð havt eitt ynski um, at smærri kranar verða settir upp, soleiðis at tað gerst lættari hjá eitt nú smábátum at fáa fisk á land. Eftir ætlan verða kranarnir settir upp í samráð við teir brúkarar, ið eru á Stongunum, á vestara havnalagi, bátahylinum í Borðoyarvík og í bátahylinum í Árnafirði.

Hetta er ein góð og ómakaleys loysn, sum eisini verður brúkt aðrastaðni í Føroyum.

Kranarnir kunnu lyfta 500 kg úti á 5 metrum.

Klaksvíkar Kommuna 30.12.2020
Comments

Nýggjársaftan er guðdstænasta við Ólavi Eysturdal

28/12/2022

Comments

 
Picture
Nýggjársaftan, 31.desember, er gudstænasta kl. 17 v/Ólavi Eysturdal, presti.

​On New Year's Eve, 31th of Desember, we have a service at 5 pm with the priest, Ólavur Eysturdal.

Christianskirkjan

Comments

Hvat er fiskimannafelagið

28/12/2022

Comments

 
Picture
​Hvat er fiskimannafelagið? Og hví rinda vit eitt rímuliga stórt gjald til hetta felagið? 

Føroya Fiskimannafelag er til fyri allar limir. Felagið samráðist um ein so góðan sáttmála sum gjørligt fyri allar limir. 

Tað er umráðandi, at felagið verjir sínar limir, serliga tá Løgtinsval er. Tá kann sjálvt klókasta valevnið blíva í ørviti.
Til seinasta Løgtingsval var vandi fyri, at fiskimenn í Barentshavinum mistu arbeiðið, tí sáttmálin við russar varð kanska uppsagdur. Russar keypa næstan alla sildina, vit fiska og teir eru í okkara parti, tá vit samráðast um uppsjóvarfisk. Skipini sum liggja her, keypa líka nógv, sum tey larma.
Um sáttmálin varð uppsagdur, so hevði tað rakt fiskimannin meint, men landskassin og kommunukassar høvdu mist fleiri 100 milliónir. Men hetta tordu politikarar ikki at fortelja.

Skattur av hýrum fer partvís í kommukassan. Tilfeingisgjaldið endar alt í landskassanum. Tað, sum fyrr fór í kommunkassar, fer í dag í landskassan. Hægri tilfeingisgjald merkir hægri kommunskatt ella minkandi tænastu í ávísum kommunum.
Tað má átalast, at politikarar, uttan at blunka, taka hýru frá sjómonnum. 

Hvat er fiskimannafelagið
Veiða og hýra hjá heimaflotanum eru ov lág. Hetta er tann bólkurin, sum hevur tað truplast, og sum flest øll royna at gloyma.

Fiskimannafelagið eigur at arbeiða fyri, at umstøðurnar gerast betri. Ov nógvar leiðir eru stongdar, og ov lítið verður fiska. Um vit onki gera, so verða hvørki skip, bátar ella fiskimenn um fá ár. Ein sannroynd er, at fiskimenn ikki hava álit á fiskifrøðini.

Samanhald og trivnaður millum fiskimenn er minkandi. Vit eiga at skapa løtur, har vit møtast til ymiskt gevandi fyri limirnir. Føroya Fiskimannafelag eigur at vera virkið á Føroya Sjómannadegi. Felagið kundi havt ein bás, har sjómenn, líka mikið hvønn skipabólk, teir vóru partar av, kunnu møtast til prát. 

Ein møguleiki kundi verið, at øll manningarfeløgini høvdu ársaðalfund sama dag. 
Ímyndi tykkum, um fakfelagsrørslurnar gingu hond í hond í framtíðini. 

Tit, ið Eysturoynni, sum eru limir í Fiskimannafelagnum, hava fingið eitt valkort í postkassan. Tit hava nú møguleika at velja eitt nýtt umboð í nevndina í Føroya Fiskimannafelag. 

Skal tað vera sama stilla kósin framyvir, ella skal tað verða ein meira virkin felagsskapur. 
Tað eru tit limir, sum avgera tað.

Jonhard Danielsen
Valevni til nevndina í Føroya Fiskimannafelag

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.