Veit nakar um Norðlýsið er selt til Faroe Media? ella er Faroe Media teirra heimasíðu veitari?
SáH
Klikkar man seg inn á Norðlýsið í morgun, so kemur hendan myndin fram "Faroe Media better solutions." Veit nakar um Norðlýsið er selt til Faroe Media? ella er Faroe Media teirra heimasíðu veitari? SáH Leygardagin er Norðurjól á skránni í Vágstúni, har jólatræið eisini verður tendrað. Her kanst tú lesa meira um skránna leygardagin, hini jólatrøini í kommununi og ferðslubroytingar í samband við Norðurjól. Aftur í ár bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum til stóra ókeypis tiltakið Norðurjól, sum Visit Norðoy samskipar fyri kommununa. Pallur og tjøld verða sett upp á økinum, har møguleiki verður at hoyra livandi jólatónleik, og at vitja sølubásarnar, sum í ár eru á tremur við føroyskum rávørum og føroyskum sniðhondverki. Eisini verður heit suppa, gløgg o.a. til keyps. Ferðslubroytingar Í samband við tiltakið verður Vágstún stongt fyri gjøgnumkoyring frá fríggjadegnum 1. desember kl. 13.00 til leygardagin 2. desember kl. 22.00. Broytingin sæst á myndini niðanfyri. Visit Norðoy samskipar tiltakið fyri Klaksvíkar kommunu, og vegleiðandi skelti verða sett upp í økinum. Jólatrøini í kommununi Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 2. desember kl. 15.30. Andras Sólstein, savnsleiðari heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Jólatræið í Ánunum verður tendrað mikukvøldið 6. desember kl. 17.00 Ove Frederiksen, stýrimaður heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mikukvøldið 6. desembur kl. 19.00 Røða verður hildin – ein Kaffimunnur er at fá, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir Kalsoy Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 18.00 Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 19.00 Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 20.00 Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 20.30 Markus í Norðnastovu, bóndi heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.30 – bussur er við í ferðini. Svínoy Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 9. desember kl. 16.00 Poul Sivar Olsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30 Forsetin úr søguni hjá Fraklandi, Emmanuel Macron hevur júst sagt beinleiðis í franska sjónvarpinum, at hann ætlar sær at berjast ímóti harðskapi ímóti kvinnum. - Tað er slutt við mansdomineringum og harðskapi ímóti kvinnum, segði Macron. Macron fer at arbeiða fyri, at sex við børnum yngri enn 15, verður straffa nógv harðari. Eisini Macron fer at arbeiða fyri líkarætti í Fraklandi, so at hesin munir ímillum mann og kvinnu ikki er so stórur, sum munurin ivaleyst er uppá núverandi tíðspunkt. Macron er 39 ára gamal og harvið tann yngsti Forsetin, sum Fraklandi nakrantíð hevur havt. JáH (y) 26.11.2017 Ein sera áhugaverd Útvarpsending um Føroyar, sum Útvarpsstøðin P1 hevur gjørt: Sendingin er um jólamannin Leif Erik Niclasen, sum hjálpir neyðstøddum í Føroyum og um Bakkafrost. Hetta er fyrsta sending av fýra, klikk link her "Nye tider i nord - Baglandet på Færøerne" Tann 24. november var móttøka í Læknamiðstøðini við Sandin í sambandi við, at Arnhold Jensen tekur við føstum starvi sum kommunullækni í Norðoya læknadømi 1. desember. Síðan 1. januar hevur Arnhold verið avloysari á Læknamiðstøðini og sostatt hava hann og familjan longu búð í Klaksvík í nærum eitt ár. Tey fullu skjótt og væl til, og frá 1. desember er Arnhold at rokna sum fastur kommunulækni í Norðoya læknadømi. Hetta varð hátíðarhildið við móttøku á Læknamiðstøðini í dag, har Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndunum í Klaksvíkar Býráð helt røðu og ynskti nýggja læknanum til lukku. Umboð fyri alt heilsuverkið í Norðoyggjum vóru við til móttøkuna, og í røðu síni legði Beinta Klakstein millum annað dent á stóra týdningin og tryggleikan, sum fylgir við starvinum sum kommunulækni. Niðanfyri endurgeva vit alla røðuna hjá Trivnaðarnevndarforkvinnuni: “Góði Arnhold Tað er mær ein ómetaliga stór gleði at ynskja tær til lukku við starvinum, og tær og familjuni vælkomin til Klaksvíkar. Tú hevur kanska hoyrt um tað, at vit í Klaksvík hava tendens til at blíva rættiliga góð við okkara læknar. Og tá ið vit hava fingið teir, so vilja vit ikki av við teir aftur! So vit eru fantastiska glað fyri at hava fingið teg og vóna sjálvandi, at tú verður her hjá okkum í nógv góð ár. Og SKULDI tað hent seg, at vit noyðast av við teg, so mugu vit sjálvandi síggja til, at tað kann henda í sátt og semju uttan mannaði herskip á pollinum. *** Nei skemt til viks, hetta er ein gleðilig løta at vera við til. Ikki bara hava vit fingið ein ungan og dugnaligan kommunulækna. Vit hava eisini fingið eina familju, sum longu hevur funnið seg til rættis og er byrjað at geva sítt íkast til býin. Havi latið mær fortalt, at tit longu eru blivin KÍ-arar, og tað er eitt alvorliga gott tekn uppá væleydnaða integratión, so koyrið endiliga á við tí. *** Starvið sum kommunulækni er millum tey týdningarmestu í øllum samfelagnum. Sum fastur lækni verður tú tann, sum nógv av okkum koma til, tá vit gerast sjúk. Tú ert okkara tryggleiki, óansæð um vit eru ung ella gomul og um vit hava oyrastingir ella búkilsku. Tað krevur fjølbroytni og nærlagni, sum eg veit, at tú hevur. Sum fyrsta lið og avvarðandi lækni er tú eisini tann, sum skal leiða sjúklingin víðari inn í heilsuverkið, tá tørvur er á tí. Tað krevur álit, dýpd og samstarvsevni at spæla ein so sentralan og nærverandi leiklut í samlaða heilsuverkinum, og vit gleða okkum øll ómetaliga nógv at njóta ágóðan av samstarvinum millum teg og øll hini, sum eisini eru væl umboðaði her í dag. Enn einaferð hjartaliga til lukku við starvinum og blíðan byr framyvir. Og so sjálvandi, her at enda: Koyr á KÍ!” Kelda: www.klaksvik.fo Stórt tillukku Arnold Jensen, við tína lið er tað mín Kommunulækni Magnus Magnussen og eg veit at mamma og pápi, bæði 79 ára gomul eru sera glað at tú ert blivin Kommunulækni í Klaksvík. Góðan byr framyvir. SáH Terrorbólkurin IS (Islamiskur Statur) drap yvir 9.000 menniskjur síðsta ár - mest í Irak. Tað er yvir 50 prosent meira - um vit samanlíkna tað við 2015, vísur tann árliga globala kanningin hjá Institute for Economics and Peace. Terrorbólkurin IS vaks sera skjótt í 2014 - og sigst at hava yvir 200.000 hermenn kring allan heim. JáH (y) 15.11.2017 Aftur hesaferð er Ægir gloymt og nú haldi eg toli er uppi hjá okkum. Var á fundi við verkfrøðingin og stjóran á Svimjihøllini fyri góðum 14. døgum síðani og har bleiv tosað um felagshølini hjá Ægir, men í hesari verkætlanini er ikki eitt komma nevnt um Ægir. Vit tosaði á fundinum um, at felagshølini hjá Ægir skuldi vera har Íðka helt til og arbeiðast skuldi hart fyri, at vit fingu Fitness innaftur í svimjihøllina, so fólki fingu ein fullan pakka. Fyrst Fitness, so svimja og so vælvera, men enn einaferð er Ægir við svið og so. Ægir skal húsast víðari í einum kustaskapið og enn meira fólk skulu inni í svimjihøllina, eitt nú Judo, vælveraøki og annað, men Ægir hevur also ikki brúk fyri hesum, vit hava brúk fyri einum góðum kappingarhyli, helst 50 metur hyli og so eini felagshølir og Fitness hølir og har vit kunnu gera okkara svimjara enn betri og eg forstandi ikki, at Ægir ikki er við í fundum um svimjihøllina, tá ið tað er Ægir sum brúkar høllina mest. Hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna á teirra heimasíðu og sigast skal, at Ægir hevur als ikki verið við í hesari tilgongdini og er tað sera løgi at so er, tí tað er svimjifelagið Ægir sum lærir okkara børn at svimja og sum í framtíðini vera kundar hjá Klaksvíkar Svimjihøll. Farið verður nú undir vælverudepil við gosbað, dampbað og infrareyðari saunu í Svimjihøllini. Sáttmálin við veitarar varð undirskrivaður í dag og arbeiðið byrjar sum skjótast. Klaksvíkar svimjihøll er millum best umtóktu og vitjaðu støðini í Norðoyggjum og seinastu árini er populariteturin vaksin í tráð við, at dagføringar og umvælingar líðandi eru framdar í svimjihøllini. Næsta fet á vegnum er vælverudepilin, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu komandi summar. Saman við Signhild V. Johannesen, forkvinnu í Mentanarnevndini og Torkil Mørkøre, leiðara í svimjihøllini, hitti Jógvan Skorheim, borgarstjóri veitararnar til undirskriving av sáttmála um arbeiðstøku í dag. Arbeiðið við vælverudeplinum byrjar tí sum skjótast og verður eftir ætlan liðugt á sumri 2018. - Svimjihøllin er eitt ómetaliga gott og vælumtókt tilboð, sum hevur rættilga nógv vitjandi hvørja viku, og við nýggja vælveruøkinum verður samlaða tilboðið uppaftur betri. Samspælið millum gosbað, heilsuklivar, infrareyða saunu og pottar við eitt nú køldum vatni ger eisini umstøðurnar serstakliga góðar fyri eitt nú úrvalsítróttafólk og onnur, sum vilja forkela seg sjálvi. Á langtíðaríløguætlanini hjá Býráðnum eru eisini pengar settir av til umvæling av hyljunum í svimjihøllini, so har verða dagføringar framdar líðandi, og eg eri fullvísur í, at tað hevur nógv at siga fyri trivnaðin og menningarmøguleikarnar á ítróttar- og frítíðarøkinum yvirhøvur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Frammanundan eru nýggjar saunur í báðum skiftingarrúmum, men hesar eru siðbundnar dampsaunur við koli, meðan saunan í nýggja vælveruøkinum verður hitað við infrareyðari hitatøkni eins og vit kenna tað frá heilsuklivunum, sum eru í svimjihøllini frammanundan. Verkætlanin í stuttum: Vælverudepil í Klaksvíkar svimjihøll Gosbað, infrareyð sauna, brúsuumstøður og øki til pottar Kostnaðarætlan: góðar 3 milliónir Tíðarætlan: klárt at taka í nýtslu á sumri 2018 Arbeiðstakarar: Norðhús, Aquaplan, JP-EL og Signar Kallsberg Kelda: www.klaksvik.fo SáH Hørðu venjingarnir, sum taka fýra langar dagar - senda eitt týðuligt signal til mótpartin Norður-Korea. Undir hesari venjing eru eisini 3 stór hangarskip til staðar. Trygdin har um leiðir - hevur havt nógv at siga, nú amerikanski forsetin Donald J. Trump er á vitjan í Asia. Støðan er sera spent í Norður-Korea - nú Donald J. Trump sendur eitt stórt press til svaka leiðaran Kim Jung-un, har tað er ilt at spáa um - hvussu Kim fer at svara aftur. JáH (y) 11.11.2017 Fimm kvinnur hava nú ákært skemtaran Louis C. K. fyri seksuellan ágang, veit New York Times at siga frá. Les eisini: Fleiri høvd rulla í Hollywood: Hesa ferð Dustin Hoffmann Ávísin hevur tosað við fleiri kvinnur, har Louis hevur fleygað sær frammanfyri teimum. Ávísin hevur roynt, at fingið fatur í Louis C.K., men hann ynskir ikki at tosað um tað. Tíðindafólkið handan hesa søgu, Jodi Kantor, er tann sama, sum kom við Weinstein-søguni. JáH (y) 10.11.2017 |
Greinar
December 2024
|