NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vælveruøki í Svimjihøllini ávegis, Ægir við svið og so

14/11/2017

Comments

 
Billede
Aftur hesaferð er Ægir gloymt og nú haldi eg toli er uppi hjá okkum. 

Var á fundi við verkfrøðingin og stjóran á Svimjihøllini fyri góðum 14. døgum síðani og har bleiv tosað um felagshølini hjá Ægir, men í hesari verkætlanini er ikki eitt komma nevnt um Ægir.

Vit tosaði á fundinum um, at felagshølini hjá Ægir skuldi vera har Íðka helt til og arbeiðast skuldi hart fyri, at vit fingu Fitness innaftur í svimjihøllina, so fólki fingu ein fullan pakka. Fyrst Fitness, so svimja og so vælvera, men enn einaferð er Ægir við svið og so.

Ægir skal húsast víðari í einum kustaskapið og enn meira fólk skulu inni í svimjihøllina, eitt nú Judo, vælveraøki og annað, men Ægir hevur also ikki brúk fyri hesum, vit hava brúk fyri einum góðum kappingarhyli, helst 50 metur hyli og so eini felagshølir og Fitness hølir og har vit kunnu gera okkara svimjara enn betri og eg forstandi ikki, at Ægir ikki er við í fundum um svimjihøllina, tá ið tað er Ægir sum brúkar høllina mest.

Hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna á teirra heimasíðu og sigast skal, at Ægir hevur als ikki verið við í hesari tilgongdini og er tað sera løgi at so er, tí tað er svimjifelagið Ægir sum lærir okkara børn at svimja og sum í framtíðini vera kundar hjá Klaksvíkar Svimjihøll. 

Farið verður nú undir vælverudepil við gosbað, dampbað og infrareyðari saunu í Svimjihøllini. Sáttmálin við veitarar varð undirskrivaður í dag og arbeiðið byrjar sum skjótast.

Klaksvíkar svimjihøll er millum best umtóktu og vitjaðu støðini í Norðoyggjum og seinastu árini er populariteturin vaksin í tráð við, at dagføringar og umvælingar líðandi eru framdar í svimjihøllini. Næsta fet á vegnum er vælverudepilin, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu komandi summar. 

Saman við Signhild V. Johannesen, forkvinnu í Mentanarnevndini og Torkil Mørkøre, leiðara í svimjihøllini, hitti Jógvan Skorheim, borgarstjóri veitararnar til undirskriving av sáttmála um arbeiðstøku í dag. Arbeiðið við vælverudeplinum byrjar tí sum skjótast og verður eftir ætlan liðugt á sumri 2018.

- Svimjihøllin er eitt ómetaliga gott og vælumtókt tilboð, sum hevur rættilga nógv vitjandi hvørja viku, og við nýggja vælveruøkinum verður samlaða tilboðið uppaftur betri. Samspælið millum gosbað, heilsuklivar, infrareyða saunu og pottar við eitt nú køldum vatni ger eisini umstøðurnar serstakliga góðar fyri eitt nú úrvalsítróttafólk og onnur, sum vilja forkela seg sjálvi. Á langtíðaríløguætlanini hjá Býráðnum eru eisini pengar settir av til umvæling av hyljunum í svimjihøllini, so har verða dagføringar framdar líðandi, og eg eri fullvísur í, at tað hevur nógv at siga fyri trivnaðin og menningarmøguleikarnar á ítróttar- og frítíðarøkinum yvirhøvur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Frammanundan eru nýggjar saunur í báðum skiftingarrúmum, men hesar eru siðbundnar dampsaunur við koli, meðan saunan í nýggja vælveruøkinum verður hitað við infrareyðari hitatøkni eins og vit kenna tað frá heilsuklivunum, sum eru í svimjihøllini frammanundan. 

Verkætlanin í stuttum: 
Vælverudepil í Klaksvíkar svimjihøll
Gosbað, infrareyð sauna, brúsuumstøður og øki til pottar
Kostnaðarætlan: góðar 3 milliónir
Tíðarætlan: klárt at taka í nýtslu á sumri 2018
Arbeiðstakarar: Norðhús, Aquaplan, JP-EL og Signar Kallsberg

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.