NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Myndir Emma Jacobsen 100 ár í dag

28/9/2018

Comments

 
Billede
​Eitt sera hugnalig løta í Røktarheiminum ídag, tá ið Emma Jacobsen fylti 100 ár. Her nakrar myndir frá hátíðarhaldinum, sjá niðanfyri:

​SáH


Comments

Elsti KÍ fjepparin Emma Jacobsen 100 ár í dag

28/9/2018

Comments

 
Billede
Í dag fyllir elski KÍ fjepparin Emma Jacobsen 100 ár. Hon er mamma Eiler og Steinbjørn Jacobsen, kempurnar á 66 liðnum og sum hava vunnið nógv FM heitir heim til Klaksvíkar.

Eisini er hon omma Stig Eltør og langomma Jákup Andreasen og skal tað ikki vera lygn, so er hon ein av størstu fjepparum hjá Barca spælarnum Messi.

Formaðurin hjá KÍ Tummas Lervig var eisini í Røktarheiminum í dag og heilsaðu uppá Emmu og ynski henni tillukku við degnum frá KÍ og hevði hann eina serstaka gávu við til hana, har allir KÍarnir á Betri liðnum høvdu skrivað teirra undirskrivt á troygguna og eisini høvdu teir prenta Emma 100 á troygguna.

Sera hugnalig løta í Røktarheiminum ídag. Tummilin upp fyri Emmu og KÍ, stórt tillukku herfrá.

SáH

Comments

Sýri handtikin í Týsklandi fyri at hava planlagt terrorálop

27/9/2018

Comments

 
Billede
Ein maður úr Sýria er handtikin í Berlin í Týsklandi - mistonktir fyri at planleggja eitt terror-álop á Ísrael.

Maðurin planlegði at brúka kemiskevnir í álopinum og hann hevði eisini fingið onnur at hjálpa sær við álopinum, skrivar tann týska ávísin Bild.

JáH (y) 28.09.2018, N. Greenwich

Comments

Kina avrættað eina barnagentu fyri at seta eld á eini hús

27/9/2018

Comments

 
Billede
Kina hevur avrættað eina kvinnu fyri at eld á eini hús - har hon arbeiddi, sum barnagenta.

Trý børn og mamma teirra lótu lív av eldinum, sum barnagentan hevði ásett.

Avrættingin hendi síðsta fríggjadag, skrivar NTB.

JáH (y) 28.09.2018

Comments

​Ljós í Sumbiartunlinum

27/9/2018

Comments

 
Billede
TRYGD Í TUNLUM: Í fjør undirskrivaðu Landsverk og P/F El Service sáttmála um at fáa gjørt eina trygdarskipan í Sumbiartunlinum. Teknikkhús er nú gjørt uttan fyri tunnilin, og í dag verða fyrstu ljósini í loftinum tendrað.
Sum liður í ferðslutrygdararbeiðinum at fáa øllum tunlum í Føroyum neyðuga trygdarútgerð, gjørdi Landsverk í fjør eina avtalu við El Service um at fáa sett upp eina trydarskipan í Sumbiartunlinum.

Avtalan fevnir millum annað um at seta upp ljós, trygdarskáp, eldsløkkjarar, telefonir og vakmyndatól inni í tunlinum og teknikkhús og bummar uttanfyri. Tá alt hetta er gjørt, verður trygdarútgerðin í Sumbiartunlinum á sama trygdarstøði sum tann í Viðareiðistunlinum.

- Vit hava lagt okkum eftir at finna eitt hóskandi trygdarstøði til føroyskar tunlar, har fyrilit millum annað verður tikið til ferðsluna. Vit meta, at hetta er eitt hóskandi støði til tvíbreytaðar tunlar, har ferðslan er lág, sigur Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki.

Afturat oman fyri nevndu trygdarútgerð, verður ein sonevnd SRO-skipan eisini sett upp í Sumbiartunlinum, ið er ein trygdarskipan, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá Politinum umvegis alarm og sjálvvirkandi steinging av tunlinum.

Í dag verður so fyrsti partur av ljósskipanini tendraður, ið merkir, at triðja hvørt ljós nú lýsir í Sumbiartunlinum. Næsta stig verður at seta upp neyðskáp, eldsløkkjarar og telefonir. Trygdararbeiðið verður, sum nevnt, gjørt í stigum yvir nøkur ár, og tíðarætlanin er treytað av játtan til uppgávuna. Samlaði kostnaðurin fyri hesa verkætlan er umleið 10,5 milliónir krónur.

Fakta 
Sumbiartunnilin varð tikin í nýtslu í 1997 og er við sínum 3.240 metrum longsti landtunnil í Føroyum. Tunnilin er tvíbreytaður við eini samlaðari koyribreidd á 5, 5 metrar. Fríhæddin á tunlinum er 4,3 metrar. Í Lopra liggur tunnilsmunnin í umleið 55 metra hædd, meðan hann í Sumba er oman fyri 100 metra hædd. Sí annars samlað yvirlit yvir tunlar í Føroyum, klikk her: "Vegatunlar í Føroyum"

Kelda: www.lv.fo

SáH

Comments

Ímillum fupp og fakta

26/9/2018

Comments

 
Billede
​Tað finnast ongir sannleikar – bara tulkingar. Soleiðis segði týski heimspekingurin, Friedrich Nietzsche, langt áðrenn tað gjørdist modernað at tosa um fake news, tað post-faktuella samfelagið og ekkorúm í cyberspace. Menniskju hava altíð verið ósamd, og demokratiið snýr seg júst um at liva saman í friði og náðum, hóast vit eru ósamd um lívsins stóru og smáu spurningar. Tú hevur tíni virðir – og eg havi míni. Tú hevur tíni sjónarmið – og eg havi míni. Hinvegin byggir øll okkara útbúgvingarskipan á ta fatan, at vísindi og gransking slóða fyri nýggjari vitan, sum gevur okkum eitt felags grundarlag at standa á. Men er øll vísindi ikki svikalig? Hví skulu vit hava álit á gransking, tá granskarar eisini eru ófullkomin menniskju, sum mangan hava mistikið seg? Finst nakar objektivur sannleiki? Finnast nøkur fakta, sum øll rætthugsandi menniskju eiga at góðtaka?

Fríggjadagin kl. 15.00 fara tveir granskarar á Fróðskaparsetri Føroya, Magni Mohr og Heini í Skorini, at skifta orð um vitan og vísindi í Føroyum anno 2018. Rógvi Olavson, journalistur, fer at halda teir til eldin og prika teir eitt sindur.

Hetta tiltakið er partur av Vísindavøkuni 2018, sum verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 28. september.

Tiltakið byrjar kl. 15 við móttøku við øli og sodavatni frá Føroya Bjór og Ocean Spaghetti frá TARI – Faroe Seaweed.

Síðani verður samrøðan millum Magna Mohr og Heina í Skorini á skránni.

Aftaná hetta verður handan av ársins Miðlaheiðursløn fyri almenna miðling av gransking. Ein dómsnevnd hevur viðgjørt innkomnu uppskotini og mett um, hvør skal hava heiðurin í ár. Saman við heiðursbrævi fær móttakarin 5.000 kr.

​Kelda: Gransking.fo

Comments

Tvær nýggjar ákærur ímóti Kavanaugh

26/9/2018

Comments

 
Billede
Tvær nýggjar ákærur eru nú komnar framm ímóti valevninum hjá Trump til Hægstarættin, Brett Kavanaugh, skrivar CNN.

Kavanaugh er spurdir um tær, men noktar seg sekan í báðum. Nú er talið av ákærum ímóti Kavanaugh.

Tann eina ákæran snýr seg um, at hann hevði gjørt seg inn á eina kvinnu, sum hann date'aði í 1998 og hin snýr seg um neyðtøku í einum báti í 1985. Alt hetta og sikkurt meira enn so - áðrenn stemmast skal um Brett Kavanaugh fríggjadagin.

JáH (y) 27.09.2018

Comments

Tveir handtiknir fyri terrorsak í Danmark

26/9/2018

Comments

 
Billede
Í Keypmannahavn eru tveir persónar handtiknir - eftir at hava verið granskaðir í longri tíð, upplýsir løgreglan úr Keypmannahavn.

Teir eru ákærdir fyri at hava viðvirka til roynd av terrorismu í útlondum. Teir eru mistonktir fyri at vera ein partur av einum netverki, sum er tilknýtt til IS.

JáH (y) 26.09.2018

Comments

Stemma verður um Kavanaugh fríggjadagin

25/9/2018

Comments

 
Billede
Sjálvt um kvinnan, Christine Blasey Ford, hevur ákært valevni hjá Trump, Brett Kavanaugh fyri at hava gjørt seg inn á seg seksuelt - so skal stemmast um Kavanaugh fríggjadagin til at vera dómari í Hægstarættinum í Amerika.

Tað løgna við tí heila er, at ímorgin skal Christine Blasey Ford forsvara sína ákæru ímóti Kavanaugh í rættinum.

Sjálvur noktar Kavanaugh, at hava gjørt seg inn á hana og tað er ikki sannlíkt, at hon fer at fáa viðhald í rættinum, tá ið hetta er ein hending, sum hendi í 80'unum.

JáH (y) 26.09.2018

Comments

DØMDUR: Bill Cosby skal í fongsul

25/9/2018

Comments

 
Billede
Skemtarin frá The Cosby Show, Bill Cosby hevur fingið straff - og skal til at sita í fongsul í 3 - 10 ár fyri seksuellan ágang ímóti Andreu Constand í 2004. Yvir 50 aðrar kvinnur hava eisini ákært Cosby fyri at hava neyðtikið tær, men tær hava ikki fingið viðhald í teirra útsøgnum.

​Les eisini: Rættarsakin hjá Cosby byrja aftur

Umframt, at 81 ára gamli Cosby kann enda í fongsul í 10 ár, so er hann eisini dømdur fyri alment at vera ein "seksuellir greðingur", sum inniber - at tað kemur at vera registerar so leingi maðurin er á lívið og so skal hann eisini fáa hjálp fyri hetta - restina av lívinum.

Bill Cosby varð einsamallur í rættinum, tá ið hann bleiv dømdur. Enntá konan hjá honum, 74 ára gamla Camille Cosby varð ikki til staðar, tá ið hann bleiv dømdur. Cosby sjálvur hevði onga viðmerking til dømingina hjá dómaranum.

Fleiri kvinnur, sum Cosby er ákærdir fyri at hava neyðtikið - stóðu við liðuna hjá Constand, tá ið dómurin bleiv lisin upp og sjálv er Andrea Constand vorðin til ein frontfigurir í rørsluni "metoo" eftir fyrru døming hjá Steven O'Neill. Fleiri "metoo" kvinnur klappaðu í rættinum í Montgomery í Norristown, tá dómur bleiv lisin upp.

JáH (y) 26.09.2018

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.