NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Ljós í Sumbiartunlinum

27/9/2018

Comments

 
Billede
TRYGD Í TUNLUM: Í fjør undirskrivaðu Landsverk og P/F El Service sáttmála um at fáa gjørt eina trygdarskipan í Sumbiartunlinum. Teknikkhús er nú gjørt uttan fyri tunnilin, og í dag verða fyrstu ljósini í loftinum tendrað.
Sum liður í ferðslutrygdararbeiðinum at fáa øllum tunlum í Føroyum neyðuga trygdarútgerð, gjørdi Landsverk í fjør eina avtalu við El Service um at fáa sett upp eina trydarskipan í Sumbiartunlinum.

Avtalan fevnir millum annað um at seta upp ljós, trygdarskáp, eldsløkkjarar, telefonir og vakmyndatól inni í tunlinum og teknikkhús og bummar uttanfyri. Tá alt hetta er gjørt, verður trygdarútgerðin í Sumbiartunlinum á sama trygdarstøði sum tann í Viðareiðistunlinum.

- Vit hava lagt okkum eftir at finna eitt hóskandi trygdarstøði til føroyskar tunlar, har fyrilit millum annað verður tikið til ferðsluna. Vit meta, at hetta er eitt hóskandi støði til tvíbreytaðar tunlar, har ferðslan er lág, sigur Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki.

Afturat oman fyri nevndu trygdarútgerð, verður ein sonevnd SRO-skipan eisini sett upp í Sumbiartunlinum, ið er ein trygdarskipan, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá Politinum umvegis alarm og sjálvvirkandi steinging av tunlinum.

Í dag verður so fyrsti partur av ljósskipanini tendraður, ið merkir, at triðja hvørt ljós nú lýsir í Sumbiartunlinum. Næsta stig verður at seta upp neyðskáp, eldsløkkjarar og telefonir. Trygdararbeiðið verður, sum nevnt, gjørt í stigum yvir nøkur ár, og tíðarætlanin er treytað av játtan til uppgávuna. Samlaði kostnaðurin fyri hesa verkætlan er umleið 10,5 milliónir krónur.

Fakta 
Sumbiartunnilin varð tikin í nýtslu í 1997 og er við sínum 3.240 metrum longsti landtunnil í Føroyum. Tunnilin er tvíbreytaður við eini samlaðari koyribreidd á 5, 5 metrar. Fríhæddin á tunlinum er 4,3 metrar. Í Lopra liggur tunnilsmunnin í umleið 55 metra hædd, meðan hann í Sumba er oman fyri 100 metra hædd. Sí annars samlað yvirlit yvir tunlar í Føroyum, klikk her: "Vegatunlar í Føroyum"

Kelda: www.lv.fo

SáH

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.