
Argumentini hjá Bannon eru, at Google og Facebook eru neyðug í tí vanliga lívinum og at tað næstan er blivi eitt monopol rundan um hesi feløg.
JáH (y) 30.07.2017
![]() Ráðgevin hjá tí amerikanska Forsetanum, Steve Bannon heldur, at Facebook og Google er blivi somikið stórt, at tað skal lagast til almenna tænastu, veit The Intercept at siga frá. Argumentini hjá Bannon eru, at Google og Facebook eru neyðug í tí vanliga lívinum og at tað næstan er blivi eitt monopol rundan um hesi feløg. JáH (y) 30.07.2017 ![]()
Amerikanski Forsetin Donald J. Trump hevur júst boða frá, at hann fer at banna eindarkynd (transseksuell) fólk, at vera í herinum. Hann sigur, at hann hevur tosað við herovastar og at teir siga, at tað skal vera ov dýrt fyri herin, at hava eindarkynd fólk í herinum og alt for órógvandi.
Men um nakar sannleiki er í tí, sum Trump sigur - er so ein heilt onnur søga. Tí Pentagon sigur seg ikki vita, at Forsetin hevur havt planir um júst at banna eindarkynd fólk úr herinum og at tað skal vera nógv dýrari, at hava eindarkynd fólk í herinum - er eisini ein totalt ivaspurningur. Talskvinnan hjá Donald J. Trump, Sarah Huckabee Sanders - fekk ígjár eina rúgvu av spurningum frá fjølmiðlunum um júst sama evni - har hon ímillum annað hevði trupuleikar við at svara um eindarkynd fólk, sum tæna herin beint nú - vera tveitt út úr herinum. Sjá sjálv/ur klipp niðanfyri: JáH (y) 27.07.2017
![]() Í kvøld tann 25. juli verður nýggjasta bókin um læknastríðið í Klaksvík 1952-1956 løgd fram í býráðshøllini í Klaksvík – kl. 19.30. Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð, Arnstein Niclasen, rithøvundi greiðir frá savningini til og skrivingini av bókini, meðan Símun Absalonsen ummælir og hugleiðir úr bókini. Bókin ber heitið: Herskin herðindi - læknastríðið í Klaksvík frá 1952-1956 - millum tvey lond um æru og atsóknir; fyri 601 krónu og 50 oyru. Rithøvundur er Arnstein Niclasen. Høvundurin lýsir við hepnari hond - ikki bara søgugongdina undir læknastríðnum, sum hann upplivdi og var ein partur av, við eitt nú at verða við til at leggja “Barm” út sum stongsil fyri Klaksvíkar Havn. Men hann hevur eisini við í bókini mong upplýsandi djúptøkin og skemtilig strok um lokalar og politiskar høvuðspersónar undir hesum herviligu herðindunum. So sum um forsætisráðharrarnar Hans Hedtoft, H.C. Hansen og Viggo Kampmann og landsstýrismenn sum Kristian Djurhuus, Hákun Djurhuus, Richard Long, Edward Mitens o. fl., umframt loftnaðar embætismenn, og so lokalar oddafiskar sum eitt nú um Jógvan Fr. Kjølbro, Fischer Heinesen, Robert Joensen, Olaf Halvorsen, Viggo Joensen, Richard Jacobsen, Poul J. Olsen, Poul Skarðenni og Eivind Rubek Nielsen v.m. Rættargongdir, ákærur og fongsulsdómar vera lýstir og umrøddir, sum nøkur fólk fingu at bera fyri alla fjøldina, hesi sum rættiliga tilvildarliga blivu útvald og atsøkt av ákærumyndugleikunum ríkisins. Stílurin í bókini er lættur og livandi. Álvarsemi og skemt samantvinnað við mongum fotomyndum og skemtiligum brotum, eisini við myndum frá William Heinesen og av Óla P. Kelda: www.klaksvik.fo SáH ![]() Arbeiðið við nýggjum bátabrúgvum byrjað Í morgun byrjaði Vegadeildin hjá kommununi arbeiðið við at gera nýggjar bátabrúgvar á Vágni. Fyrsti partur av arbeiðnum er at reinsa fyri grót framvið sjóvarmálan við núverðandi bátabrúgvar. Tá ið hetta er liðugt, verður farið undir at stoypa á botninum, har nýggju brúgvarnar síðan verða settar omaná. Finskur veitari framleiðir nýggju bátabrúgvarnar, sum verða sendar til Føroya og monteraðar seinni í summar. Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini er væl nøgdur við arbeiðsgongdina higartil. – Vit hava allan vegin ígjøgnum lagt stóran dent á, at bátaeigararnir skuldu hava møguleika fyri at geva sína meining til kennar, og tí hava teir allir fingið spurnarblað í samband við hesa verkætlanina. Tað merkir samstundis, at stórur áhugi nú er fyri arbeiðnum, sum er byrjað, og tað verður stuttligt at fylgja við komandi tíðina, har vit fara at síggja veruligar broytingar í økinum, sigur Tummas Lervig. Hann leggur afturat, at fleiri hugskot eisini hava verið á lofti um, hvat núverandi bátabrúgvar kunnu brúkast til. – Sjálvt um tær gomlu bátabrúgvarnar hava tænt væl í rættiliga nógv ár, so kunnu nakrar av teimum brúkast eitt sindur afturat, so tær verða eftir ætlan tiknar í nýtslu aðrastaðni í kommununi, har tørvur er á bátaplássum, sigur Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini í Klaksvíkar kommunu. Á myndunum sæst ein partur av arbeiðnum frá í morgun, har teir fyrst reinsa fyri grót, og niðanfyri síggjast eisini hondteknaðar skitsutekningar av nýggja maritima deplinum, sum Ósbjørn Jacobsen, arkitektur hevur teknað. ![]() Klokkan 04.30 ímorgun varð boða frá at plátur av Spinnarínum fuku runt húsini við Borðoyavík. Sløkkiliði kom á staðið og kl. 05.00 var farið uppá taki, at royna at binda pláturnar, so ikki meira feyk av takinum. Fólk mugu ansa sær á Borðoyavík júst nú, tí sum tit síggja á myndini, so er tvær plátur júst foknar av og tað er ikki lukkuligt, at fáa tílíkar plátur á seg, man kann fáa stóran skaða, sjálvt um hasar eru steinullsplátur, tí tær eru tungar og eisini er nakað av vindi, so best er, at fólk heldur seg burtur har á leiðini, inntil Sløkkiliðið hevur fingið tamarhald á støðuni og ongar plátur fúka av takinum meira. SáH ![]() Har komu so nógvir hvalir inn í einum í grindini í Hvannasund, at sýslumaðurin Karl Johansen mátti taka um endan og hann fekk sær mønustingara í hond og so fór hann ígongd við at avlíva hvalir. Skjótt gekk hjá honum og eftir stutta tíð hevði hann fingið lívið av fleiri hvalum. Her nakrar myndir, har Karl Johansen sýðslumaður brúkar mønustingaran. SáH ![]() Seinnapartin ídag legði ein stór grind beinini í Hvannasundi. Mett verður at tað er um 200 hval og øll grindin verður býtt í heimapartar í Klaksvíkar Kommunu. Raksturin gekk skjótt og væl og kom grindin skúmandi inneftir og tað mesta gjørdi landgongd, men har vóru umleið 40 hval eftir og tað tók eitt sindur av tíð at fáa fatur í teimum, men eftir einum góðum tíma, so var lívið tikið av flest øllum og eftir vóru um fýra hval og teir blivu riknir út aftur. Grindin verður øll flutt til Klaksvíkar og Karl Johansen, sýðslumaður sigur at seðlarnir koma út tíðliga í morginárini. Tað verður fyrst og fremst Klaksvíkingin, sum fær grind hesaferð og er nakað eftir, so koma Kunoyar Bygd og Viðareiði eisini uppí part. SáH ![]() Bátaeigarar og onnur kunnu gleða seg til nýggja maritima depilin, sum byrjar við nýggjum bátabrúgvum á Vágni. Í dag er avtala gjørd millum Klaksvíkar kommunu og finskan veitara um nýggjar bátabrúgvar, sum eftir ætlan verða tiknar í nýtslu á Vágni í heyst. Málið um nýggjar bátabrúgvar varð stovnað í farnu býráðssetu og ferð er veruliga komin á arbeiðið í hesari setuni. Í fyrsta umfari verða fimm mió.kr. brúktar uppá nýggju bátabrúgvarnar, og tað er teknistovan hjá Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað nýggju bryggjuna, sum eisini sæst á myndunum. Signhild V. Johannesen, virkandi borgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini, sum í dag hevur undirskrivað avtaluna vegna býráðið, fegnast um verkætlanina, sum eisini kann stimbra mentanarlívið í kommununi. – Maritimi depilin fer at geva fantastiskar umstøður at njóta sjógvin, sum vit øll hava so tætt at lívinum, uppá ein nýggjan og spennandi máta, sigur Signhild V. Johannesen. Í arbeiðstilgongdini hevur sambandið við bátaeigararnar í økinum havt stóran týdning og tí hava tey øll havt møguleika fyri at svara spurnarblaði og geva sína meining til kennar. – Bátaeigararnir eru jú alt annað líka tey, sum koma at brúka bátabrúgvarnar mest, so tað er umráðandi fyri okkum, at tey kenna seg hoyrd í ætlanini, sigur Tummas Lervig, formaður í Havna- og Vinnunevndini. Nýggju bátabrúgvarnar eru millum fyrstu stigini í størru heildarætlanini, sum er skapanin av einum maritimum depli við sjóvarmálan í Klaksvík. - Tað hevur alla tíðina verið ein partur av samlaðu miðbýarætlanini, at maritima umhvørvið skuldi koma til sín rætt, og nýggju bátabrúgvarnar eru ein liður í hesum, so við teimum fáa bátaeigararnir betri umstøður, umframt at vit øll fáa eitt vakrari útsýni við sjóvarmálan, sum við tíðini verður uppaftur snøggari og betri samanhangandi, so hvørt, sum tær mongu verkætlanirnar í miðbýnum taka skap og gerast lidnar, sigur Tummas Lervig. Kelda: www.klaksvik.fo SáH ![]() Suni Schwartz Jacobsen, sum hevur verið forstjóri í Betri Banka síðani 2011, hevur í dag fraboða avvarandi nevndum í Betri samtakinum, at hann hevur valt at siga seg ur starvi. Hetta merkir, at hann samstundis heldur uppat sum forstjóri í Betri P/F og Ognarfelag Tryggingartakaranna. Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri P/F, takkar Suna Schwartz Jacobsen fyri avrik hansara í Betri samtakinum seinastu árini. Vit hava valt at taka avgerð hansara til eftirtektar og vilja ynskja honum alt tað besta framyvir. Suni Schwartz Jacobsen ásannar, at n6gva umtalan, sum hevur verið um Betri samtakið í seinastuni, ikki gagnar samtakinum, og tí er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nyggjar kreftir taka við. Eg havi havt eina góða tíð og n6gvar st6rar og spennandi avbjóðingar í Betri samtakinum. Eg takki fyri tíðina og ynski leiðslu og starvsf6Ikum alt tað besta á leiðini framyvir, sigur Suni Schwartz Jacobsen. Ein fyribils stjóri verður skj6tast møguligt settur í Betri P/F og ein í Betri Banka P/F. Tórshavn, 13. juli 2017 Birgir Nielsen Nevndarformaður í Betri P/F Torben Nielsen Nevndarformaður í Betri Banka P/F ![]() Norðoya Portalurin skrivaði um Byggigøluna í vardu íbúðunum á Heygavegi fyri góðum mánaða síðani, nevnliga tann tann 8. juni í ár og nú ein mánaða aftaná svarar Steinbjørn O. Jacobsen Norðlýsinum, at hetta er reint út sagt ein skandala og Norðlýsið brúkar hesu grovu yvirskiftina ídag "Donsk byggiskandala í Klaksvík", klikk grein her: "Donsk byggiskandala í Klaksvík". Klaksvíkar Kommuna er ein løgin stovnur, teir fylla húsið við fólki og tosað um opinleika, men tá ið ein setur teimum ein spurning, so fær man einki svar. Hetta skrivaði Norðoya Portalurin tann 8. juni í ár "Hvat hendir við vardu bústaðarnar við Heygavegin í Klaksvík?", og svari er komi ídag, ein skandala, men tað visti vit av og so hin spurningurin, hví gerð Kanjon ella Scandibyg ikki skaðan aftur? Her greinin hjá Norðoya Portalinum tann 8. juni, klikk her "Hvat hendir við vardu bústaðarnar við Heygavegin í Klaksvík?" SáH |
Greinar
February 2025
|