
Raksturin gekk skjótt og væl og kom grindin skúmandi inneftir og tað mesta gjørdi landgongd, men har vóru umleið 40 hval eftir og tað tók eitt sindur av tíð at fáa fatur í teimum, men eftir einum góðum tíma, so var lívið tikið av flest øllum og eftir vóru um fýra hval og teir blivu riknir út aftur.
Grindin verður øll flutt til Klaksvíkar og Karl Johansen, sýðslumaður sigur at seðlarnir koma út tíðliga í morginárini.
Tað verður fyrst og fremst Klaksvíkingin, sum fær grind hesaferð og er nakað eftir, so koma Kunoyar Bygd og Viðareiði eisini uppí part.
SáH