NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

ANRU fullur undir lúkurnar, heili 65.000 pund

30/6/2022

Comments

 
Picture
​ANRU er komin aftur av sera góðum túri. Teir hava roynt við línu á Føroya Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 65.380 pund, tað mesta var hýsa og longa, 48.000 pund hýsa, 13.720 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 24. juni.
Skipari á ANRU er Gundur Sørensen.

Landa bleiv til Snarfrost í Miðvági klokkan 06.00 í morgun.

SáH

ANRU – ( KG 730 )
 (SNARFROST)-30-06-2022   32.690

Comments

Hvar beiv opinleikin av í Klaksvíkar Kommunu?

30/6/2022

Comments

 
Picture
Ein má spyrja hvar opinleikin bleiv av hjá Klaksvíkar Kommunu? nú meira enn 50 prosent av Býráðsskránni í dag er fyri afturlatnum hurðum.

5 mál kann almenningurin fylgja við í, men heili 6 mál eru fyri afturlatnum hurður, hví so er má ein spyrja okkara fólkavaldu um, men má tað vera tí, at á seinasta býráðsfundinum tann 25. mai, klikk link herundir, var samgongan als ikki samd í fleiri málum. Eitt nú, tá ið stýri fyri Atlantis ætlaði at koyra borgmeistaran út úr stýrinum fyri Mentanurnarhúsinum, so at Klaksvíkar Kommuna ongan makt hevði í stýrinum í framtíðini, hetta stóð í tí málinum, Mælt verður til, at býráðið tekur undir við at broyta viðtøkurnar, sum víst omanfyri – at borgarstjórin fer úr stýrinum, sjá her: 43/22 22/01026-1 Broyting av viðtøkum fyri grunnin, Mentanarhús í Klaksvík og hetta málið fall og tískil er borgmeistarin enn í stýrinum og kvettroyndin bleiv stemma niður.

Aftaná hevur man hoyrt, at kommunan nú er í holt við at niðurleggja stýri og fáa Menturnarhúsi undir Klaksvíkar Kommunu aftur og tað haldi eg er tann rættað loysning. Stýri hevur fingið alt ov stóra makt og tá ið tey nú eisini royna at gera kvettroynd móti Klaksvíkar Kommunu, so er onki annað at gera enn at siga alt stýri upp og niðurleggja tað ella broyta viðtøkurnar og skifta allar nevndarlimurnar út og seta okkara fólk inn ístaðin.

Eitt annað mál var um eitt byggiloyvi í Árnafirði, sjá her: 48/22 22/00723-3 Umsókn um byggiloyvi til seyðahús á matr.nr. 22, Árnafjørður, har varaborgmeistarin Atli S. Justinussen tapti atkvøðugreiðsluna og málið bleiv samtykt.

Mín meining er tann, at mest sum øll mál skulu vera almenn, so at opinleikin verður so stórur sum møguligt og at man sleppur frá at mistonkja politikkarnir um at føra vinar og kenningarpolitik.

Eitt stórt mál er í dag og sum allir borgarnir í Klaksvík eru sera áhugaði í og tað er lántøkan 2022 í BankNordik, men tað er eisini fyri afturlatnum hurðum og tískil fáa vit ikki innlit í tað málið.

Her málini sum eru fyri afturlatnum hurðum:

Til viðgerðar fyri afturlatnum hurðum
59/22 22/00549-25 Jústabrekka 1- uppskot til sølulýsing
60/22 22/00584-12 Nýgerð av elsta partinum – Fjallafípan
61/22 21/01301-9 Lendi til parkeringspláss við Kjalarvegin
62/22 22/00751-8 Lendi ísv. p-pláss og alment WC í Árnafirði
63/22 22/01076-3 Umsókn um keyp av matr.nr. 807c
64/22 22/01284-1 Lántøkur 2022: lán í BankNordik

Símun á Høvdanum

Her býráðsskráin tann 25. mai 2022, klikk her: ​https://news.fo/byradsskrain-er-nu-toek-3/

Comments

Una Joensen verður virkandi rektari á Glasi

28/6/2022

Comments

 
Picture
Una Joensen tekur við sum  virkandi rektari, nú Steinbjørn Hardlei hevur sagt seg úr starvinum sum rektari á Glasi.

Steinbjørn Hardlei hevur røkt rektarastarvið seinastu trý árini og byrjar í august í starvi sum privatkundastjóri í BankNordik. Í telduposti til starvsfólk á Glasi sigur Steinbjørn: "Eg havi trivist sera væl sum rektari hjá tykkum hesi skjótt trý árini, og okkara samanleggingar- og menningartilgongd, síðani vit byrjaðu í 2015, hevur verið spennandi og avbjóðandi".

Una Joensen, sum verður virkandi rektari inntil nýggjur rektari verður settur, hevur drúgvar royndir bæði sum leiðari og sum undirvísari. Hon var leiðari á deildini fyri Samfelag á Glasi frá 2016-2021, tá hon valdi at fara frá sum leiðari og gerast undirvísari burturav. Tá Elsa Maria Holm Olsen fór í farloyvi frá starvinum sum undirvísingarstjóri fyri gymnasialt miðnám, heitti Steinbjørn Hardlei, rektari, á hana um at átaka sær ta uppgávuna í farloyvistíðarskeiðinum. Nú verður hon so eisini virkandi rektari, inntil rektarastarvið er lýst leyst og sett. Hetta fer væntandi at taka einar trýggjar mánaðar.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, takkar fráfarandi rektara, Steinbjørn Hardlei, fyri tíðina, hann hevur verið rektari á Glasi. "Steinbjørn hevur loyst uppgávuna sum rektari avbera væl - í einum truplum tíðarskeiði. Eftir eitt samanleggingartíðarskeið, sum var merkt av rembingum, hevur Steinbjørn ment skúlan víðari. Hálvt ár eftir, at Steinbjørn tók við, rakti Korona, sum hevur verið ein stór avbjóðing fyri alt skúlaverkið. Her hava Glasir gingið undan og gjørt tað, sum kundi gerast, fyri at tryggja, at næmingar, lærlingar og lesandi hava fingið best gjørligu undirvísing. Prógvini, sum eru latin á skúlanum, eru prógv um tað.

Una Joensen tekur við sum virkandi rektari 1. juli 2022.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Comments

Sambýlið í Reynstúni á Argjum

28/6/2022

Comments

 
Picture
Í dag varð skipað fyri hátíðarhaldi, nú spakin er settur í til Sambýlið í Reynstúni á Argjum.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, bar fram røðu, áðrenn hann loysir fyrsta flagið fyri heiminum.

Nýggja Sambýlið í Reynstúni á Argjum eru til fólk við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á røkt og stuðul alt samdøgrið. Pláss verður fyri 18 búfólkum. Umframt búeindirnar verða felagsøki og starvsfólkaøki.

Í mai mánað vórðu arbeiðstøkusáttmálarnir at byggja sambýlið undirskrivaðir. Tað eru P/F Articon (jørð, kloakk og bygning), P/F Maria Poulsen (HVS og ventilatión) og Sp/f El.fo (el og ABA), sum fara at standa fyri arbeiðnum.

Tað er Teknistovan MAP arkitektar, ið hevur prosjekterað verkætlanina.

Heimið fer at liggja beint omanfyri rundkoyringina við Glyvursvegin á Argjum. Arbeiðið byrjar í næstum og skal verða liðugt síðst í 2023.


Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna hjá landsstýrismanninum:

Góðan dag og vælkomin øll somul!
Í dag er ein stórur dagur, nú spakin verður settur í til nýggja sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki.
Sambýlið verður eitt heim til 18 búfólk, ið hava tørv á røkt og stuðul alt samdøgrið. Teirra skerdu virkisførleikar gera, at teimum tørva hjálp til flestu aktivitetir í gerandisdegnum.
Verkætlanin, sum í dag fer av bakkastokki, byrjaði við eini ætlan um at nútímansgera Eirargarð 14 & 16. Eirargarður varð fyri fleiri enn 40 árum síðan, bygdur til fólk við menningartarni, og var fyrsta byggjarí til henda málbólk í Føroyum.

Í 2018 varð ætlanin tó slept. Heldur enn at umvæla og umbyggja Eirargarð, varð gjørt av at byggja eitt nýtt sambýlið til búfólkini á Eirargarði. Almannamálaráðið setti seg í samband við Tórshavnar kommunu, um at fáa til vega nøktandi grundøkið, og vísti tey á hetta grundøkið her í Reynstúni.

MAP arkitektar vunnu útbjóðingina at gerast høvuðsráðgevi, og sjøtul varð settur á skipanaruppskotið í januar 2019, sum var liðugt í februar sama ár. Vegna millum annað stjórnarskifti og at Tórshavnar kommuna skuldi avgreiða søluna til Almannamálaráðið, hava verið steðgir í byggifyrireikingini.

​Í januar í ár varð høvuðsprosjektið liðugt og boðið út. Lisitatiónin var 18. februar í ár og arbeiðið varð boðið út í trimum arbeiðstøkum.
P/F Articon fer at hava jørð, kloakk, timbur-, snikkara-, betong-, lendis-, málara-, múrara- og gólvarbeiðið um hendi, P/F Maria Poulsen HVS og ventilatión og Sp/f El.fo el-arbeiðið.
Eftir at verklagslógin varð løgd fyri Løgtingið í februar 2022, samtykti eitt samt Løgting at heimila landsstýrismanninum at brúka 54 mió. kr. at byggja sambýlið fyri.

Sambýlið, ið verður bygt her í Reynstúni, er eitt nýbrot. Fyri fyrstu ferð byggja vit eitt sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki, ið hava stóran røktartørv.

Kjarnin í námsfrøðiliga arbeiðinum á heiminum er nærvera og sambandi við onnur menniskju. Búfólkini skulu varðveita sínar kropsligu, sálarligu og sosialu førleikar, so leingi sum gjørligt.

Hesum stuðla teir fysisku karmarnir í sambýlinum eisini undir bæði – úti og inni. Bygningurin er skipaður í tríggjar eindir: tvær búeindir og ein felags eind.

Hvør búeind hevur 9 íbúðir, býttar í tríggjar býlingar. Í hvørjum býlingi eru soleiðis tríggjar íbúðir, sum eru felags um eitt tún.

Í felagseindini er millum annað starvsfólkahølir, felagskøkur, vaskarí, tøknirúm og sansarúm.
Vit eru fleiri, sum eru sera spent og gleðast um, at vit endiliga fara undir at byggja hetta nýggja sambýlið. Hetta fer at broyta umstøðurnar munandi til tað betra.

Nú byggingin loksins fer av bakkastokki, er hetta byrjanin til eina nýggja tíð. Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í nýggja sambýlið síðst í 2023.

Eg fari at takka bygginevnd, sum við innliti og royndum hevur gjørt eitt stórt arbeiði, og Landsverk fyri ráðgeving og fyri at hava havt verkætlanarleiðsluna um hendi.

MAP arkitektar fyri at hava sniðgivið og teknað ein funktionellan og vakran bygning, ið rúmar tørvinum hjá búfólkum, bæði úti og inni. Og allar samstarvspartnarar hjá MAP, sum prosjektera byggiverkætlanina.
Og til tykkum í Articon, Mariu Poulsen og EL.fo sum fara at gera verkætlanina til veruleika, fari eg ynski blíðan byr við arbeiðinum.

Eg fari eisini at takka Løgtinginum og allari teirri politisku skipanini fyri at vísa verkætlanini vælvild, eins og øllum teimum, sum hava havt ein virknan leiklut í at gera hesa verkætlan til veruleika.
Tað er mín vón, at húsfólkini , eins og teirra avvarðandi, fara at kenna seg væl í Reynstúni.

Við hesum orðum er løtan komin, har eg fari at loysa fyrsta flagið til nýggja sambýli.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum

Almannamálaráðið

Comments

Norðurlendskur fundur millum fíggjarmálaráðharrar

28/6/2022

Comments

 
Picture
Norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir hittust í gjár í Eidsvoll í Noregi. Á skránni vóru fíggjarpolitisku avleiðingarnar av krígnum í Ukraina og umrøða av almenna leiklutinum í serligum støðum, tá farsóttir og kríggj herja.

Hetta var gjøgnum MR-Finans, sum er norðurlendska ráðharraráðið fyri búskapar- og fíggjarpolitikk.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, kunnaði um búskaparligu støðuna í Føroyum, og hvussu føroyskir myndugleikar hava handfarið støðuna síðstu tvey árini.

Somuleiðis greiddu hinir ráðharrarnir frá støðunum í ymsu londunum og teimum átøkum sum eru framd síðstu tíðina. Fundurin gav ráðharrunum høvið at umrøða hvørji atlit eiga at vera tikin tá fíggjarpolitikkurin verður lagdur.

Meira kann lesast um fundin hjá MR-Finans her.

Fíggjarmálaráðið

Comments

Kaj Leo á norðurlendskum samstarvsráðharrafundi

28/6/2022

Comments

 
PictureUMMR og Norges Utenriksdepartement
​Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava hitst á fundi í Halden í Noregi 27. og 28.juni. Fyri Føroyar luttók Kaj Leo Holm Johannesen, norðurlendskur samstarvsráðharri.

Mong evni vóru á skrá, m.a. krepputilbúgving og hvussu norðurlond kunnu samstarva betur, tá kreppur av ymsum slag raka. Harumframt varð visjónin fyri 2030, um at Norðurlond gerast tað mest grøna, mest kappingarføra og sosialt burðardygga  øki í heiminum, viðgjørd.

At enda var fundur við Markaforðingarráðið, ið greiddi frá arbeiðinum við at loysa ymsar forðingar, ið borgarar í Norðurlondum uppliva, tá tey arbeiða, flyta ella ferðast ímillum Norðurlond.

“Tað er altíð kveikjandi at hitta norðurlendsku starvsfelagarnar og saman umrøða øll tey mongu øki, ið knýta okkum saman sum norðurlendsk familja. Tað hevur týdning at tosa saman og binda okkum til tættari  samstarv, serliga at finna loysnir uppá ítøkiligar avbjóðingar og forðingar hjá okkara borgarum og vinnulívi,” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvs.

Heilsumálaráðið

Picture
Comments

Rennibreytin: Óviðkomandi onga atongd

28/6/2022

Comments

 
Picture
Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á arbeiðið við rennibreytini. Av hesi orsøk heitir Klaksvíkar kommuna staðiliga á fólk, um at halda seg burtur frá arbeiðsøkinum.

Myndin vísir ábøtur, sum verða gjørdar á rennibreytina, eftir at óviðkomandi hava verið inni á økinum. Eitt nú síggjast fótaspor á undirlagnum, sum er neyðugt at umvæla, áðrenn arbeiðið kann halda áfram. Slíkar hendingar kunnu vera við at seinka arbeiðinum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Føroyaleikir settir í Klaksvík 1. juli

28/6/2022

Comments

 
Picture
Føroyaleikir er ein størri summarkapping har 20 ymiskar ítróttagreinar luttaka. Kappingarnar fara fram 30. juni – 3. juli. Kappast verður í Klaksvík, Runavík, Vági og í Tórshavn.

Skráin fyri Føroyaleikirnar í Klaksvík er hendan:
Fríggjadagin 1. juli kl. 18.00 er FM í Triatlon
Fríggjadagin 1. juli kl. 18.00 er Styrkilyfting í Spinnarínum
Leygardagin 2. juli kl. 14.30 er Vektlyfting í Spinnarínum
Sunnudagin 3. juli kl. 14.00 er Kúlulyfting í Spinnarínum
Sunnudagin 3. juli kl. 13.00 er Boccia kapping í Badmintonhøllini
Sersambondini fyri súkkling og triathlon, Styrkisamband Føroya og Parasport Føroya skipa kappingarnar.

Setanin fyri luttakarar í Klaksvík verður fríggjadagin 1. juli kl. 16.30.
Borgarstjórin, Karl H. Johansen, heldur røðu
Elin H. Joensen ÍSF forseti heldur røðu vegna ÍSF
Páll Brim syngur og spælir

Á økinum verða hoppiborgir til børnini og ein drekkamunnur til foreldrini. Eftir setanina verður FM í Triatlon sett ígongd.

Setanin verður á P-økinum ímillum EFFO og FK. Ein partur av økinum verður stongt av í samband við setanina og triatlon kappingina.

Kom við til setanina av Føroyaleikum í Klaksvík - fríggjdagin 1. juli kl. 16.30.

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments

Stakkavík hevði 2.600 pund í dag

28/6/2022

Comments

 
Picture
​Stakkavík kom aftur frá útróði klokkan 10:00 í morgun. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og høvdu teir 2.620 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 1.500 pund toskur, 1.100 pund hýsa og 20 pund hvítingur, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

STAKKAVÍK - ( KG 748 )NFCS-28-06-2022   1.310



Comments

Bjørgvin hevði 3.100 pund í dag

28/6/2022

Comments

 
Picture
Bjørgvin kom aftur frá útróði klokkan 9:30 í morgun. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.140 pund, tað mesta var hýsa og hvítingur, 1.500 pund hýsa, 1.100 pund hvítingur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Bjørgvin var eisini til útróðrar í gjár og tá høvdu teir 2.632 pund.

Landa bleiv til Sjógæti í Klaksvík klokkan 10:00 í morgun.

SáH

BJØRGVIN - ( KG 503 )
 (SJÓGÆTI)-28-06-2022   1.570
BJØRGVIN - ( KG 503 ) (SJÓGÆTI)-27-06-2022   1.316

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.