NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Spakin settur í til Sambýlið í Reynstúni á Argjum í dag

28/6/2022

Comments

 
Picture
Í dag týsdagin 28. juni, verður spakin settur í til Sambýlið í Reynstúni á Argjum. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi.

Tiltakið er kl. 15.00 í Reynstúni á Argjum. Stjórin fyri Landsverk, Sigurd L. Lamhauge, bjóðar vælkomin og Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, ber fram røðu og loysir síðani fyrsta flagið.

Verið vælkomin!

Almannamálaráðið

Comments

Stakkavík hevði 3.900 pund í dag

27/6/2022

Comments

 
Picture
​Stakkavík kom aftur frá útróði klokkan 12:00 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.852 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 2.000 pund toskur, 1.800 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

​SáH


STAKKAVÍK - ( KG 748 )NFCS-27-06-2022   1.926

Comments

Búgvin komin inn við 32.000 pundum

27/6/2022

Comments

 
Picture
Búgvin er komin aftur av fiskileið. Teir hava trola á landleiðini og eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 31.512 pund, tað mensta var havtaska og toskur, 8.448 pund havtaska, 6.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna her.

Teir byrjaði túr tann 20. juni.

Landa bleiv til NFCS í morgun.

SáH

BÚGVIN - ( KG 119 )NFCS-27-06-2022   15.756

Comments

Fiskaklettur komin inn við 50.000 pundum

27/6/2022

Comments

 
Picture
Fiskaklettur kom tíðliga inn í morgun av góðum túri. Teir høvdu trola á landleiðini og eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 50.212 pund, tað mesta var longa og tunga, 17.800 pund longa, 9.600 pund tunga og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 21. juni og við vóru 4 mans.

Landa bleiv til NFCS og byrjaði teir at landa Fiskaklett klokkan 06:00 í morgun.

SáH

FISKAKLETTUR - ( TN 415 )
NFCS-27-06-2022   25.106

Comments

Turið F. Arge verður nýggjur forstjóri í BankNordik

27/6/2022

Comments

 
Picture
​Nevndin í BankNordik boðar í dag frá, at Turið F. Arge tekur við sum nýggjur forstjóri eftir Árna Ellefsen, og at Heini Thomsen verður nýggjur stjóri í samtakinum. Árni Ellefsen heldur fram sum forstjóri, væntandi til eftir kunngerðina av ársroknskapinum fyri 2022.

Tá ið Árni Ellefsen í apríl segði seg úr starvi sum forstjóri í BankNordik, fór nevndin undir eina tilgongd at seta nýggja stjórn. Í dag er bankin fegin um at kunngera, at nýggja stjórnin í samtakinum frá 1. juli 2022 verður mannaðav Árna Ellefsen, forstjóra, Turið F. Arge, stjóra, og Heina Thomsen, stjóra.

Til tess at tryggja, at týðandi vitan verður varðveitt í samtakinum, og at BankNordik framhaldandi kann rekast víðari á hollum grundarlagi, heldur
Árni Ellefsen fram sum forstjóri í eitt tíðarskeið, áðrenn Turið F. Arge tekurvið sum forstjóri.

Turið F. Arge hevur starvast í BankNordik síðan 2007 og hevur havt eina røð av ymiskum leiðslustørvum. Hon er útbúgvin cand.merc.aud., hevur
eina Executive MBA og hevur seinastu árini røkt starvið sum rakstrarstjóri í samtakinum. Síðan 2015 hevur Turið verið partur av samtaksleiðsluni og
ein drívmegi handan góðu gongdina hjá samtakinum.

Heini Thomsen er stautsaut. grannskoðari og hevur seinastu árini starvast hjá grannskoðanarfyritøkuni Januar, haðani hann hevur hollar royndir við
grannskoðan at børsskrásettum fyritøkum og fíggjarfyritøkum. Harumframthevur Heini drúgvar leiðsluroyndir úr grannskoðanarvinnuni.

Bankin fer nú undir tilgongdina at fáa til vega neyðugu sonevndu fit and proper-góðkenningarnar frá Fíggjareftirlitinum.

BankNordik

Picture
Lýsingarprísir til at flenna at, klikk bannara omanfyri
Comments

Torbjørn Hentze fekk hægsta midalkarakterin á Sjónami

27/6/2022

Comments

 
Picture
SjónámTorbjørn Hentze fekk hægsta midalkarakterin av skipsatstødarunum 2022 og var umframt bædi kosin besti kammeratur og ídnasti næmingur.

Á myndini saman vid umbodum Banknordiks ið lótu ídnisvirdislønina

Sjónám ynskir Tórbirni hjartaliga til lukku við heiðurliga avrikinum og bestu eydnu á yrkisleidini 

​Sjónám

Comments

Safir og Smaragd komnir aftur við 210.000 pundum

27/6/2022

Comments

 
Picture
Safir og Smaragd eru komnir aftur frá fiskileið. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir høvdu 210.000 pund og tað mesta var upsi. Ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og tað var 59.800 pund, tað mesta var longa og toskur, 31.800 pund longa, 23.400 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 16. juni.

Landa bleiv til Kósina í morgun.

SáH

SAFIR – ( KG 339 )KLAKSVÍKAR HAVN27-06-2022   15.500
SMARAGD – ( KG 340 )KLAKSVÍKAR HAVN-27-06-2022   14.400


Picture
Lýsingarprísir ein flennur eftir, klikk á bannaran.
Comments

Ætlaði at brenna Pike niður fríggjanáttina

26/6/2022

Comments

 
Picture
Fríggjanáttina var ein gestur á Pike sera harðligur og hevði hug at berjast við hinar gestirnar á Pike, har hann var frekur og bleiv við at gera seg inn á gestirnar og tað endaði við at hann bleiv blakaður út.

Barrvørurin ringdi til Politi og bað um hjálp, tí hesin maðurin var svakur, men har var svari, "at tað mátti hann klára sjálvur".

Eftir at man hevði roynt at sissa svaka mannin fleiri ferðir, so var onki annað at gera hjá barrvørunum at blaka hann út, men tað sum hendi aftaná var sera ræðandi, tí løtu seinni bleiv boðað frá eldi og sannlíkt er, at  tað var tann sami maðurin, sum var farin norður um Pike og royndi at seta eld á Pike, har hann settið eld á ruskbingjurnar uttanfyri og tað eydnaðist honum at seta eld á tí einu bingjuna.

Fólk sóu tibetur hvat viðkomandi var í gongd við og at eldur var komi í tí einu bingjuna og tey boðaði frá, at onkur var í gongd við at seta eld á Pike og lukkutíð eydnaðist tað fólkunum á Pike at sløkkja eldin.

Viðkomandi rann burtur, men Politi veit hvør viðkomandi er og vónandi fær viðkomandi ein sera harða revsing, tí eldáseting eigur at geva harðastu revsning og vónandi fongsulrevsing í fleiri ár.

Politi ringdi til mín leygardagin og segði frá hvat var hent fríggjanáttina og at Pike hevði krav uppá endurgjald og um sak skuldi gerast burtur úr hendingini og sjálvandi skal viðkomandi fáa sína revsing, tí slík kann man ikki lata fara fram við borðinum, at seta onnur lív í váa, bara tí ein ikki dugir at uppføra seg ordiliga í náttarlívinum verður als ikki góðtikið.

Pike hevur eisini eisini sínar reglugerðir og viðkomandi verður nú bannaður at koma inn í Pike fleiri ár í framtíðini og møguliga restina av hansara lívið, slík fólk eru óynskt í Pike.

SáH

Picture
Tíbetur bleiv eldurin sløktir og vónandi fær viðkomandi ein harðan dóm.
Picture
Lýsingarprísurin so bíðligur at tað er at flenna at, klikk bannaran omanfyri
Comments

Fuglberg og Skoraberg komu aftur leygardagin við fullari last av gullaksi

26/6/2022

Comments

 
PictureSkoraberg og Fuglberg, mynd tikin leygardagin 25.06.2022 klokkan 07:21 og sum vit fingu sendandi frá einum lesara
Fuglberg og Skoraberg komu aftur leygardagin. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir hava rokast og høvdu fult skip, 480.000 pund av gullaksi.

Teir byrjaði túr 22 juni.

Landa bleiv til Kósina og tá ið liðugt var at landa var gullaksurin koyrdur til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

Teir eru longu byrjaðir túr aftur.

​SáH

Comments

Skannarin á Landssjúkrahúsinum

24/6/2022

Comments

 
Picture
​Eg lovaði, tá eg lá á G4 at eg fór at skriva eitt uppslag um hettar, so nú kemur tað! ??
- Pínan byrjaði fríggjamorgun 27/05, eg masseraði, gjørdi øvilsir, strekti væl út, lá á gólvinum við hitapútu í fleiri tímar, tók pínustillandi, alt hettar hevði onga effekt.
- Vaknaði leygarmorgun vid einari forferdiligari pínu, vildi svíma av pínu. Fór oman í lsh kl 09:30. Send inn til læknavaktina, tey sendu meg beinaveg víðari til skaðastovuna eftir at tey góðu mær panodil og ipern (sum onga effekt hevði) tí tey sóu at har var onki at gera. Á læknavaktini bleiv eg bjóða eina song at liggja á, men eg klári ikki at liggja og velji at ganga. Men ávegis yvir á skaðastovuna klári eg ikki at ganga meira av pínu og leggi meg niður á knæð í forhøllini og gráti av pínu, har komu 2 portørar at hjálpa beinaveg og fingu meg onkrsvegna á songina og bleiv trillað oman í skaðastovuna.
- Á skaðastovuni fekk eg beinaveg eina nál í æðranir so eg kann fáa pínustillandi sum skjótast. Standurin var forferdiligur, eg var púra hjálparsleys. Skríggjaði og græt um hjálp. Fekk ikki armin niður, so hann mátti Páll halda í upp yvir høvd ella mátti eg leggja armin sum fragast yvir um nakkan hjá mær. Starvsfólkini gjørdu sítt allar allar besta, men tað var ikki nokk til at pínustilla meg. Eftir eina løtu í skaðastovuni bleiv eg koyrd á G4.
- Á G4 fekk eg meira pínustillandi men har gjørdi onki mun. Tey royndu at gera eina plan, men har riggaði ongin plan sum tey høvdu. Vit fingu at vita at skurðlæknin var farin til dk aftur fríggjadagin og at MR skannarin var lukkaður til mánadagin, so hettar var dårligt time’að av mær at faa ein diskus prolaps ein leygarmorgun. Pínan bleiv ikki betur og tað mesta av leygardegnum fór til grát, skríggj og bønan um at sleppa í MR skannarin ella at blíva doyvd vekk, men har var onki at gera. Leygarnáttin til sunnudagin var heilt einfall forferdilig, pínan tók til og tablettinar riggaðu ikki. Tá læknavaktin kom inn sunnumorgun hevði eg spýð av pínu og føldi eg at armurin var dovnaður nakað og fingranir byrjaður at prika, sovna. Bæði eg og maðurin bønaðu um at eg skuldi sleppa í MR skannarin ella at blíva doyvd vekk til mánamorgun tá eg skuldi sleppa í mr skannarin, tí pínan var heilt einføll forferdilig! Men har var onki at gera. Og eg merkti hvussu hjálparsleysar sjúkrarøktarfrøðinganir vóru, tí tær kundu ikki gera meira enn tað sama. 
Tað var talan um at koyra meg á intensiv, so eg kundi faa sterkari pínustillandi og yvirvaking. Men aftur har bleiv onki gjørt!
Har kom ein útlendskur lækni og koyrdi dosis upp, eg skuldi hava 2 stórar dosis um dagin + fleiri minni dosis millum har. Tað hjálpti uppá at eg slappaði av í kroppinum og ikki spenti so nógv ímóti diskus pínuni, men tað gjørdi onki við sjálva diskus prolasp pínuna.
- Mánamorgun kl 08:30 slapp eg í MR skannaran. Tá var armurin so illa farin, niðursetta kraft og 3 av 5 fingrum sovnaðu heilt meðan hinir vóru væl áveg og eg fekk bara havt armin yvir høvd. MR skanningin var hørð, hevði ringt við at liggja still so longi, men tað gekk. Tá eg fekk svar tiðliga seinnapart segði læknin “du havde rætt, det er en stor diskus prolaps på højre side mellem 5-6 hvirvl”… eg vist tað! Og eg segði tá frá tí eg kom inn á læknavaktina at tað var ein diskus prolaps, tí eg havi prøva hettar fyrr í 2009 og eg mintist alt forløbi sum tað var. Tá bleiv eg skurðviðgjørd fyri diskus prolasp í 4 geisla. Eg fai at vita at eg skal til dk undir skurð og vit fara avstað týsdagin og skal undir skurð mikudagin.
- Mánadagin 23/05 bleiv eg skurðviðgjørd fyri diskus í lendinum. So hettar gjørdi tað ikki betur, at eg bæði skuldi koma fyri meg í lendinum og at eg nú eisini hevði fingi ein nýggjan prolaps í nakkanum. Tann 3 uppá 12,5 ár! Mega hart!
- Mánadadgin 30/05 kl 06:30 eri eg klár at fara avstað og ferðin til glostrup sjúkrahús byrjar. Eftir at eg hevði summa meg eftir eina rævuliga nátt, har eg hevði nógva pínu og sýði illa var eg nøkulunda klár at fara avstað. Eg skal liggja á børu umborð á AA og tá vit koma fram til kbh koma fagfólk eftir mær og koyra meg til sjúkrahúsið. So byrja fyrireikinganir, so eg eri klár til kl 11 morgunin eftir, also mikumorgun, at fara undir skurð. 
- eg megni onki, ikki at vaska mær, fara á wc, eta sjálv, drekka sjálv, upp úr songini sjálv, klári ikki at sita, klemma míni børn ella mann. Onki og eg hevði onki av hesum klára uttan Páll ❤️ Hann var og er mín klettur ❤️
- Mikumorgun kl 11:30 fari eg undir skurð og kl 17:30 var eg aftur niðri á ryggavdeilingini og alt gekk sum tað skuldi. Eg hevði ikki pínu meira, men fingranir sova enn og styrkin er enn niðursett. 
- Tað sum eg vil við hesum, er at alt skuldi gingið skjótari. Eg skuldi ikki havt ligið í 5 dagar við so nógvari pínu at alt pinustillandi ongan kjans hevði at pínustilla. At skaðin skuldi gerast størri enn neyðugt. Eg eri frisør og eg elski mítt fag og vil fyri alt í verðini vera frisør til eg fari uppá pensión. Hevði eg bara sloppi í MR skannarin í vikuskiftinum, so hevði skaðin nokk ikki verið so stórur, tí tey høvdu sæð at tað var ein stórur diskus prolaps og kundu sent meg akut til dk og fari undir skurð.. Hettar er ikki ok, at 3 hæddir undir G4 er ein MR skannarin sum vit ikki kunnu brúka til eina og hvørja tíð tá tað er brúk fyri tí! Hettar hevur fatalar avleiðingar! 
- Líka viðm at eg fekk tí bestu viðferðina á G4, tær sum passaðu meg vóru fantastiskar ❤️
- nú liggi eg á glostrup og kanska verið eg útskr í morgin, um standurin er sum hann skal. So skal eg koma heim at koma meg, bæði mentalt og kroppsliga. Mentalt tí at eg eri útkoyrd av forløbinum sum eg havi verið gjøgnum sístu tíðina og skelka av at eg og øll onnur vóru so hjálparsleys, tá eg nú enn tá var á rætta stað. Kroppsliga skulu bæði lendanir og nakkin og armurin styrjkast aftur eftir 2 diskusar sum koma at hava eina ávirkan á meg alt lívið. 
Hettar skrivaði eg tá eg láð í Glostrup sjúkrahúsið og hevði tað heilt forferdiligt! 
Eg eri komin nakað fyri meg, men langur vegur er til eg komi meg heilt og ivamál er um eg yvirhøvir komi har til.
Eg havi ikki nógv álit á sjúkrahúsverkinum, tað situr so fast í mær at eg ikki fekk tað hjálp sum var neyðug. 
Eg ynski at hettar uppslagið fer at broyta at MR skannarin ikki er lukkaður í vikuskiftinum meira og at ØLL sum koma inn í vikuskiftinum og hava brúk fyri at sleppa í MR skulu sleppa! At MR skannarin er tøkur tá man hevur brúk fyri honum! 
Hettar krevur nógv av mær at deila hettar, men føli at tað er neyðugt.

​Ein viðmerking frá sjúklingi á Facebook 24-04-2022

Mín viðmerking, sjá filmsklipp og ynski sjúklinginum ATB og góðan bedring.

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Klaksvík Shuttle til Flogvøllin hvønn dag, Klikk her

    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.