NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Gadus fór avstað klokkan 22:00

26/6/2019

Comments

 
Billede
Gadus fór at sigla heim tann 18. juni og legði at bryggju í Klaksvík tann 22. juni, men nú vit skriva 27.06.2019, so er teir longu farin túr aftur.

Teir løgdu frá bryggju júst klokkan 22:00 og fóru út eftir vágni við trimum floytum, sum er skikkur hjá langfaratrolarnum í Klaksvík.

News.fo og Norðoya Portalurin ynskja tykkum ein skjótan og góðan túr.

Her filmsklipp og myndir frá tá ið teir fóru avstað.

SáH

Comments

​Stakkavík roktúr í Dag, heili 12.200 pund

26/6/2019

Comments

 
Billede
Stakkavík hevði rokfiskiskap í dag. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar og høvdu heili 12.192 pund. Teir løgdu at bryggju kl. 13:00.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur og hýsa. Teir settu 55 stampar og við vóru tríggir mans.

Landa bleiv til NFCS.

Her filmsklipp og myndir av Stakkavík, tiknar tann 26.06.2019.

SáH

Comments

​Dýrindal trupuleikar við trolinum

25/6/2019

Comments

 
Billede
Beint áðrenn kl. 06 í gjár kom Dýrindal aftur.

Teir hava havt stórar trupuleikar við trolinum og tí brotið teir túrin av og løgdu at við stóru kaj. Har teir fingu skil á trolinum og so fóru teir aftur til fiskiskap beint áðrenn døgurða.

SáH

Comments

​452 km fyri Autismufelagið gav 546.618,16 krónur

24/6/2019

Comments

 
Billede
“Hjálp mær at hjálpa Autismufelagnum”
Elmar megnaði at gjøgnumføra ein dupultan IronMan. Hetta sigur okkum nógv um hansara likamligu og sálarligu styrki. Elmar valdi at brúka hetta megnar avrikið til eitt stuðulstiltak fyri Autismufelagið. Hetta fortelur okkum, at aftan fyri likamligu styrkina slær eitt heitt hjarta, ið setir tørvin hjá familjum, har autisma er partur av gerandisdegnum, í miðdepilin.

Tað var ein kensluborin løta, tá Elmar Ósa rann síðstu umførini á Tórsbreyt. Næstsíðsta umfar fingu øll høvið at renna við. Síðsta umfar ynskti hann at renna einsamallur, fyri síðani at møta konuni og soninum á mállinjuni.

Autismufelagið vil fegin veita eina hjartans tøkk. Fyrst takk til Elmar, at tú valdi at stuðla felagnum við tínum bragdi. Takk til familjuna fyri tann stuðul, tit hava veitt honum. Og takk til tykkum mongu, ið tóku undir við ynskinum hjá Elmari at stuðla Autismufelagnum.

Inn komu 546.618,16 krónur frá umleið 50 fyritøkum og stovnum og umleið 1.000 persónligum gávum. Vit í felagnum eru errin av stórfingna stuðlinum, men samstundis eyðmjúk. Vit fara nú at viðgera, hvussu hesin peningur á bestan hátt kann gagna teimum familjum, har autisma er partur av gerandisdegnum, so sum Elmar eisini ynskti tað.

Hjartaliga takk – øll somul!!

Autismufelagið

Comments

​Jens Leon inn við risa kalva, vigaði heili 436 pund

24/6/2019

Comments

 
Billede
Jens Leon sum kom aftur í morgun kl. 10, hevði ein risa kalva við. Teir hava trola á Íslandsrygginum og norðanfyri Føroyar.

Menn vóru sera spentir og kl. 11:45 kom so kalvin upp úr lastini. Ein sannur risi, hann vigaði heili 218 kilo ella 436 pund, ein tann størsti kalvi, sum nakantíð er komin uppá kaj á Leirvík.

Her filmsklipp og myndir.

Takk fyri at tit góvu mær eitt prei, tað var eitt satt upplivilsi.

SáH

Comments

Loysn er funnin á málinum um rakstrartillagingar hjá Strandfaraskipum Landsins

20/6/2019

Comments

 
Billede
​Samferðslumálaráðið og Strandfaraskip Landsins hava í dag funnið eina loysn á málinum, um raksturin hjá Strandfaraskipum Landsins.

Loysnin merkir, at verandi túratal á Oyggjaleiðum verður óbroytt, men gjørdar verða smáar tillagingar í prísásetingini.

Fyri Bygdaleiðir merkir loysnin, at ein ávís tillaging verður í virkseminum.

Sum nakað nýtt fara fastbúgvandi fólk á útoyggj nú at sleppa undan at gjalda fyri at ferðast. Útoyggjar í hesum sambandi eru Fugloy, Svínoy, Skúvoy, Koltur, Hestur og Mykines.

Miðað verður eftir, at loysnin kemur í gildi tann 1. juli 2019.

Kelda: ssl.fo

SáH

Comments

​Skuld Landskassans minkar við 800 mio. kr. í dag

20/6/2019

Comments

 
Billede
Eitt lán hjá landskassanum á 1,1 mia. kr. fellur til gjaldingar í dag. Undir vanligum umstøðum vildi eitt slíkt lán verið afturgoldið við upptøku av einum samsvarandi láni. Men stóru avlopini hjá landskassanum seinastu árini hava við sær, at landskassin nú er so væl fyri, at heilar 800 mió. kr. kunnu rindast aftur við reiðum peningi, og neyðugt er tí einans at upptaka lán á 300 mió. kr.

Sostatt lækkar skuld landskassans við 800 mió. kr.

Stóru avlopini gera tað møguligt at minka um skuldina

Sambært lógini um Landsbankan skal landsins gjaldføri í minsta lagi samsvara við 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári. Lógarásetta minsta gjaldførið er í løtuni góðar 2,8 mia. kr. Men gjaldføri landskassans hevur í miðal higartil í ár ligið um 3,7 mia. kr. Orsøk til stóra munin eru stóru og framhaldandi avlopini á fíggjarlógini seinnu árini. Hóast kravið um minsta gjaldføri er hækkað árliga so hvørt sum BTÚ er hækkað, so er gjaldførið vaksi enn skjótari. Hetta hevur skapað eitt vaksandi fíggjarligt rásarúm, sum nú ger tað møguligt at minka munandi um skuldina, og framvegis liggja væl omanfyri minstamarkið.

Negativa lánsrentu fyri fyrstu ferð nakrantíð
Treytirnar fyri nýggja láninum á 300 mió. kr. mugu sigast at verða sera lagaligar. Sokallaða effektiva rentan, sum vísir, hvat íleggjarar fáa burturúr, er -0,3575%. At effektiva rentan er negativ merkir, at íleggjarar rinda fyri at læna landskassanum pengar. Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at landskassin hevur lænt pening til negativa rentu. Lagaligu treytirnar avspegla lágu rentuna á altjóða kapitalmarknaðinum, og at álitið á føroyska búskapin er gott. Eisini lækkar tað munandi um rentuna, at lánitíðin er so stutt – lánið skal afturrindast longu komandi ár.

Landsbanki Føroya og Nordea hava fyrireikað lántøkuna, og lánsbrøvini eru seld í Føroyum.

Almenna skuldin er nógv lækkað
Afturgjaldingin hevur við sær, at bruttoskuldin hjá landinum nú lækkar niður í 3,7 mia. kr. Fyri 4 árum síðani var bruttoskuldin umleið 5,2 mia. kr., so bruttoskuldin er nú minkað við 1,5 mia. kr.

Nettoskuldin, sum er lánsbrævaskuldin frádrigið tað, sum landið eigur í reiðum peningi, er nú komin niður á 0,8 mia. kr. Nettoskuldin var 2,8 mia. kr. fyri 4 árum síðani. Hetta er ein minking av nettoskuld landskassans á 2 mia. kr.

Føroyar millum tey lond, ið hava lægst skuld í Europa
Góða fíggjarliga gongdin hjá landið og kommunum seinastu árini hevur havt við sær, at Føroyar nú teljast millum tey londini, har almenna skuldin er lægst. Samlaða almenna bruttoskuldin hjá landið og kommunum samsvarar nú við 24% av BTÚ. Hetta er væl lægri enn í flestu øðrum londum. Miðaltalið fyri almennari skuld í Evropa er 85% av BTÚ. Hyggja vit at grannalondunum, so liggur Danmark á 34%, Ísland á 38% og Finnland á 59%.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum: “Tað er bæði gott og gleðiligt at vit nú minka skuld okkara við 800 mió. kr. afturat. Tí vit vita øll, at eftir góðar tíðir koma minni góðar tíðir. Vit skulu tí gera tað vit kunnu, fyri at bjálva landskassan fíggjarliga, og at minka skuld, nú tíðirnar eru góðar. Vit kunnu øll fegnast um, at vit hava havt munandi avlop øll árini í samgongutíðarskeiðnum, tí hetta hevur gjørt tað møguligt at økja landsins uppsparing og at minka skuldina munandi. Úrslitið er, at vit í dag eru millum tey lond, ið hava lægst skuld. Hetta ger okkum fíggjarliga sterk, til at taka ímóti broytingartíðum, ið fara at koma – og hetta ger okkara vælferðarsamfelag tryggari og sjálvbjargnari.”

Leinkjur:

Prospekt
Kunning um Lánsbrævarøðir hjá landskassanum
Kunning um almennu skuldina og samanbering við onnur lond

Kelda: fmr

SáH

Comments

Graslíkið verður skift á Djúpumýru

18/6/2019

Comments

 
Billede
Tað gongur skjótt at taka gamla graslíkið av. Fólk frá Klaksvíkar kommunu byrjaðu tíðliga í gjár uppá arbeiðið, sum vantandi verður liðugt longu í morgin.

Seinni í vikuni koma fólk at leggja nýggja graslíkið á, umframt at ljósmastrarnar eftir ætlan verða settar upp í komandi viku. Arbeiðið, sum nú er farið í gongd, verður vantandi liðugt seint í juli, og arbeitt veður soleiðis, at tað ikki órógvar leikskránna hjá KÍ.

Tað hevur verið arbeitt kring vøllin í longri tíð, og samlaða verkætlanin er víðfevnandi. Tað verður tí spennandi at síggja endaliga úrslitið, tá leikt verður á Djúpumýru kappingarárið 2020/21.

Kelda: klaksvik.fo

Comments

Rakstartillaging á SSL skal gerast nú

17/6/2019

Comments

 
Billede
“Økta ferðin á føroyska búskapinum hevur lagt trýst á kostnaðarstøðið á tænastuveitingum til SSL. SSL hevur gjørt vart við hetta seinastu árini. Fyri at kunna halda sama støði í trygd og viðlíkahaldsarbeiði, bað SSL í umbøn um rakstrarjáttan fyri 2019, um eina hækking uppá góðar kr. 4 mio.

Hetta vann tíverri ikki frama. Ei heldur eydnaðist at koma ígjøgnum við eini eykajáttan áðrenn Tingið fór í summarfrí. SSL harmast sjálvandi í komnu støðuna.

Til tess at halda sína lógarásettu skyldu um, at samsvar skal vera millum játtan og rakstur, fer SSL frá 1. juli at fremja ymiskar tillagingar í rakstrinum.

Átøkini, sum verða sett í verk eiga sjálvandi at føra við sær minst møgulig árin á samferðsluna. Sparingarnar verða sostatt spjaddar javnbýtt millum oyggja- og bygdaleiðirnar umframt umstingarligar tænastur og virksemi í SSL. Millum annað er avgerð tikin um at seta sparingarnar í verk í fyrsta lagi frá 1. juli, fyri at sleppast kann undan, at skúlabørn og næmingar verða rakt nú summarfrítíðin nærkast í hvørjum.

Nærri kunning um ítøkiligu tillagingarnar, kemur miðskeiðis í næstu viku.

Kelda: www.ssl.fo

Comments

Dragin kom aftur ígjár

17/6/2019

Comments

 
Billede
​

Eftir at hava verið burtur í ein góðan mánað er Dragin komin aftur til Klaksvíkar.

Teir rundaði Klakkin kl. 09.00 ígjár og løgdu at kaj kl. 09:20, har Hans Eli og Fisher tóku ímóti endanum.

Nakað av fólki vóru og tóku ímótir og einastu fjølmiðlar vóru News.fo og Norðoyar Portalurin.

Vit ynskja Draganum og manningina vælkomin heim frá einum ógloymandi túrið, har teir hava heiðra Merkinum runt Danmark.

Vakur sá Dragin út, har hann flaggaði við Merkinum, flagginum hjá Klaksvíkar Kommunu og flagginum hjá Lions.

Her nakrar myndir frá ígjár.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.