Gadus fór túr tann 30. apríl og hava teir fiska í Barentshavinum. Við hendan túrin eru 32 mans og skiparin er John Fuglø.
Væntandi fara teir at sigla heim fyrst í komandi viku. Framvegis gott fiskarí.
SáH
Í morgun hevði Gadus 727 tons í lastini og nú manglar bara 20 tons til fullað last. Gadus fór túr tann 30. apríl og hava teir fiska í Barentshavinum. Við hendan túrin eru 32 mans og skiparin er John Fuglø. Væntandi fara teir at sigla heim fyrst í komandi viku. Framvegis gott fiskarí. SáH
Í góðar 37 tímar svam, súkklaði og rann Elmar heilið 452 kilometrar, har hann gjørdi bragdi at gera ein dupultan Ironman og beint áðrenn klokkan 20:00 í gjarskvøldið kom hann á mál á Tórsbreyt, har hópin av fólkum við borgmeistarnum Anniku Olsen sum tóku ímóti og Elmar Ósá græt av gleði tá ið hann endiliga kom á mál og tað gjørdist ein rørandi løta á Tórsbreyt.
Elmar takkaði øllum sum høvdu hjálp honum og takkaði fyri stuðulin til Autistafelagið. Borgmeistarin í Tórshavn Annika Olsen helt røðu fyri Elmari og har bleiv rópt eitt stórt trýfaldu hurrá fyri stóra bragdi. Tit hoyra røðuna hjá Anniku Olsen á filmsklippinum herundir. Elmar Ósá rann fyri at savna pening inn til Autistafelagið og væl av pengingini er komi inn, men enn er ikki upplýst hvussu nógv Elmar Ósá rann inn. Stórt tillukku Elmar Ósá, tú gjørdi eitt satt bragd. Her filmsklipp frá KVF, klikk her “Svomið, súkklað og runni 452 kilometrar” Niðanfyri er filmur frá Autistafelagið, sum Símin Ósá bróður Elmar hevur tikið upp og sum tey hava lagt út á teirra Facebook síðu, sjá herundir. SáH Var ein túr á kajuni í morgun nakað yvir kl. 04:00 og tosaði við manningina á Fiskakletti og løgdu teir væl at túrinum. Teir høvdu eitt sindur yvir 500 kassar og tá ið tað er 100 pund í kassanum, so var veiðan góð 50.000 pund. Teir høvdu trola á landleiðini/eystanfyri. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa verður nú klokkan 6. Tað mesta var toskur og havtaska, eisini høvdu teir 10.200 pund av tungu, restin var annað fiskaslag. Teir byrjaði túr tann 8. juni. Við vóru 4 mans og skipari var Jógvan Petersen. Landa blívur til NFCS júst nú. SáH Lýsing Grillin hjá Símun
Ein borgari bað meg fara og taka myndir av hvat gongur fyri seg við vøllin í Djúpumýru. Sum skilst, so vera garðar tiknir niður og fluttur nakrar centrimetrar ein veg og hin vegin og nú er toli uppi hjá summum sum arbeiða a økinum. Har verkfrøðingarnir í Klaksvíkar Kommunu ikki kunnu bestemma seg og sjálvandi ilskast teir, um ein girðing ella betongarður skal brótast niður og so stoypast uppaftur nakrar centimetrar við síðuna av. Ljósini eru heldur ikki komin upp enn og nú er tað fleiri mánaðar síðani at tey komu til landi. Kanska Klaksvíkar Kommuna kundi komi við einari kunning og sagt okkum nær arbeiðið verður liðugt. So verður tað gjørt. SáH Her nakrar myndir. Húsini sum Brian býr í skulu skifta tak og altanin innilukkast fyri at vaksa um húsið. 7 fólk eru i einum rúmi. Brian sum er handicappaður hevur fingið góðan stól, song og blævir og mat til restina av árðinum. Øll tit sum hava stuðla Brian takk fyri tað. Tað kom so nógvur peningur inn, at vit avgjørdu at umvæla húsini fyri peningin sum var ov nógv. Men henda verkætlanin er nakað meira enn tað sum kom inn 2000kr afturat, so eru húsini í góðum standi. Um tú vilt stuðla set peningin a konto 9865-3124724 og viðmerk Brian 😍❤️🌹 Mirjam Nógv hava heitt á News.fo og Norðoya Portalin, um hvat hendir við Blikksmiðjuna í Klaksvík og har tey eru í øðini inn á, at Klaksvíkar Kommuna hevur givið Klaksvíkar Blikksmiðju byggiloyvið til at byggja heilt út til vegin og nú er ongin møguleiki at ganga har, tí so skal ein ganga á vegnum og har koyra jú bilarnir Ein má spyrja, hvat fyrigongur á kajøkinum niðanfyri Klaksvíkar Blikksmiðju? Kanska Klaksvíkar Kommuna kemur við einari kunning til borgarnar í Klaksvík og hví ein fyritøka kann byggja heilt út til ein almennan veg og hvat gongur fyri seg á kajøkinum og hvat er framtíðaræltanin á hasum økinum. Skal eg gita, so rokni eg við at tað verður gjørt líka sum í eystursíðuni á Klaksvík, men eg eri ikki sikkur hvat hendir har, men trygt er tað als ikki nú, vit hava nógv fólk sum ganga júst har og ferðslan er stór, tí Rúsan og Røktarheimin Vágin eru grannar. Løgið sær tað út. Soleiðis sær út niðanfyri Føroya Keypssamtøku á eystursíðuni og her sær gott út og sera trygt hjá gongufólkum at ganga, bæði við kajkantin og at tey hava gonguteig at ganga á. Leygardagin 15. juni 2019 verður søguligur dagur í Svínoy. Tá veður minnisvarði, sum Edward Fuglø hevur gjørt, avdúkaður. Minnisvarðin er reistur fyri tey, sum farin eru av vanlukku bæði á sjógvi og landi. Hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum. Tí er farið heilt aftur til 1739 og fram til 1984 – í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin. Kona Árant úti á Bø doyði í skalvalopinum í Gerðum 1745. Svínoy hevur verið hart rakt av bátsvanlukkum. Í tíðarskeiðnum 1861 – 1913 gingu seks Svínoyarbátar burtur við 6, 3, 2, 2, 5 og 6 monnum ella tilsamans 24 menn. Tann síðsti, ið er nevndur á minnistalvuni, er farin í 1984. Skipað verður fyri góðum sambandi hendan dagin, tí fyriskipararnir vænta hópin av fólki, og eisini er skrá við guðstænastu, áðrenn farið verður út til minnisvarðan “Dropi í lívsins havi”. Keyp bond til ferðina Ferðasambandið er skipað soleiðis, at Ritan siglir snimma á morgni, men neyðugt er at keypa armbond til ferðina út til Svíoyar henda dagin – leygardagin 15. juni 2019. Hesi bond, við ymiskum litum til hvørja ferð, fáast á Norðoya Kunningarstovu. Tlf: 456939 – [email protected]. Bondini skulu heintast og gjaldast á Norðoya Kunningarstovu. Upplatingartíð á Norðoya Kunningarstovu: Gerandisdagar: kl. 10:00 – 16:00 Leygardagin 15. juni: kl. 08:00 – 11:00 Kostnaður: Vaksin kr. 100,- fyri báðar ferðir – út til Svínoyar og innaftur Børn (upp til 15 ár) ókeypis, men skulu hava bond Um so er, at fólk møta upp í Hvannasundi uttan bond til ferðina, kunnu tey sleppa við, bert um pláss er, í mun til tey, sum hava bond til hvønn túrin. Bondini eru eyðmerkt við ymiskum litum til hvønn túrin sær. Ikki er neyðugt við bondum innaftur. Soleiðis verður siglt Kl. 07.00 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Kl. 08.15 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Kl. 09.30 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Kl. 10.45 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Kl. 12.00 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Ritan tekur í mesta lagi 121 ferðafólk hvørja ferð Eisini hjálpir Súlan til við siglingini Kl. 11.00 Súlan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Kl. 12.15 Súlan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Kl. 16.00 Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Kl. 17.15 Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Kl. 18.30 Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Kl. 19.45 Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Kl. 21.00 Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Kl. 22.15 Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar Eisini hjálpir Súlan til við siglingini í hesum tíðarskeiði Um tá vísir seg ikki at vera nóg mikið av fólki innaftur, verður hildið fyrr uppat at sigla – Nærri kunning verður á heimasíðuni hjá Norðlýsinum og Klaksvíkar kommunu. Skrá: Kl. 08.30 – 11.00 Morgunmatur á Gamlagarði Kl. 13.00 Guðstænasta Kl. 14.00 Farið verður út til minnisvarðan, “Dropi í lívsins havi” Kl. 15.00 Vitjað verður runt í bygdini – Símun Hansen, Óli og Jógvan Edmund á Geilini siga frá Kl. 16.00 Boðin verður suppa í Gamlagarði Ritan siglir allan dagin, men sleppa bert 121 við hvønn túr – vaktarhald er SáH Komandi tveir dagarnar er javnstøða millum kynini á breddanum í Havn: Í morgin, týsdagin 11. juni er forkunnugt Barbershop tiltak í Öström í Havn. Tiltakið, sum ber heitið: ”Menn og dreingir fyri javnstøðu millum kynini”, hevur til endamáls at eggja monnum og dreingjum at vera við til at fáa javnvág í millum kynini. Kendi amerikanski granskarin og fyrilestrahaldarin, Gary Barker, fer at leiða Barbershop tiltakið, sum byrjar klokkan 13.00, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður setir dagin. Fleiri spennandi framløgur eru á skránni, eins og bólkakjak og sofaprát. Mikumorgunin 12. juni kl. 8.00 heldur ráðstevnan fram í Smæruni í Havn undir heitinum ”Javnrættindi millum kynini við hús og á arbeiðsplássinum”. Fyrilestrahaldarar úr Íslandi, Litava og Føroyum fara at leggja fram granskingarúrslit og góðar royndir at fáa betri úrslit við at leggja dent á javnstøðu, bæði á arbeiðsplássum og við hús. Til ber at lesa meira um tiltøkini her: www.barbershopconference.fo Tilmelding er steðgað, men um so er, at onkur hevur hug at koma til annan ella báðar dagarnar, ber framvegis til at senda eini boð til: [email protected] Almannamálaráðið Ráðstevnan verður skipað undir vernd av íslendska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum, sum samstarv millum íslendska Forsætismálaráðið og Almannamálaráðið í Føroyum. Nógv hava heitt á News.fo og Norðoya Portalin, um hvat hendir við Blikksmiðjuna í Klaksvík og har tey eru í øðini inn á, at Klaksvíkar Kommuna hevur givið Klaksvíkar Blikksmiðju byggiloyvið til at byggja heilt út til vegin og nú er ongin møguleiki at ganga har, tí so skal ein ganga á vegnum og har koyra jú bilarnir Ein má spyrja, hvat fyrigongur á kajøkinum niðanfyri Klaksvíkar Blikksmiðju? Kanska Klaksvíkar Kommuna kemur við einari kunning til borgarnar í Klaksvík og hví ein fyritøka kann byggja heilt út til ein almennan veg og hvat gongur fyri seg á kajøkinum og hvat er framtíðaræltanin á hasum økinum. Skal eg gita, so rokni eg við at tað verður gjørt líka sum í eystursíðuni á Klaksvík, men eg eri ikki sikkur hvat hendir har, men trygt er tað als ikki nú, vit hava nógv fólk sum ganga júst har og ferðslan er stór, tí Rúsan og Røktarheimin Vágin eru grannar. Løgið sær tað út á vestur síðuni, men sær gott út á eystur síðuni. Soleiðis sær út niðanfyri Føroya Keypssamtøku á eystursíðuni og her sær gott út og sera trygt hjá gongufólkum at ganga, bæði við kajkantin og at tey hava gonguteig at ganga á. |
Greinar
December 2024
|