NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fantastiskur vakur sangur og vakrar myndir av Føroyum

28/2/2015

Comments

 
Picture
Hetta filmsklippið mugi tit hyggja eftir. 

Karstin Danielsen syngur ein stillan sang og er sangurin sera vakur og sera kensluborin. 

Orð og myndir: Jógvan K. Henriksson, lag eftir Ian Tyson.

Klikk filmsklipp herundir og hoyr vøkru røddina hjá Karstini.


SáH


Comments

Vakurt veður ímorgun í Klaksvík

28/2/2015

Comments

 
Picture
Koyrdi ein rundtúr runt býin kl. 05.00 ímorgun og  tá svav okkara kæri býur. 

Onkir einstakligur var áveg til hús í hesum góða veðrinum, men eg rokni ikki við, at hann fekk tað við, at tað var so vakurt í Klaksvík ímorgun.

Sjá myndirnar niðanfyri, onkur eru stak vakrar.

SáH

Comments

Røða - Skúla FM 2015 í Íverksetan

27/2/2015

Comments

 
Picture
Røða hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, hildin í Norðurlandhúsinum 27. februar 2015 í sambandi við Skúla FM 2015 í Íverksetan                                          

Endamálið við íverksetaraarbeiðinum í fólkaskúlanum er at geva næmingunum møguleika at nýta sítt hugflog, síni skapandi evni og fakligu førleikar í arbeiðinum at skapa og menna eina vøru frá hugskoti til liðugt avrik við øllum teimum avbjóðingum, sum eru ávegis. Les røðuna hjá landsstýrismanninum her.

Kelda: Mentamálaráðið


Comments

Pensjónistar, sum hava serliga trupul fíggjarlig kor, fáa ein bata

27/2/2015

Comments

 
Picture
Persónliga viðbótin, ið er málrættað pensjónistum við fíggjarliga trongum korum, er nú broytt, soleiðis at fleiri pensjónistar fáa hjálp, tá tørvur er á tí.

Persónlig viðbót verður veitt eftir umsókn til Almannaverkið. Almannaverkið ger eina ítøkilig tørvsmeting, og vísir tað seg, at pensjónisturin ikki sjálvur er førur fyri at bera eina ávísa útreiðslu, fær pensjónisturin eina persónliga viðbót. Tað er tó ein treyt, at útreiðslan, sum søkt verður um, verður mett at vera neyðug og rímiliga grundað.

Annika Olsen, landsstýriskvinna sigur í stuttari viðmerking:

“Tað er eitt politiskt ynski at bøta um korini hjá teimum pensjónistum, sum hava serliga trupul fíggjarlig kor, og tað meti eg, at henda broytingin ger.”

Fólkapensjónin er samansett av fleiri veitingum, ávikavist grundupphædd, viðbót, viðbót til ávísar pensjónistar, umframt eini persónligari viðbót, sum er ætlað pensjónistum, sum hava serliga trong fíggjarlig kor.

Persónliga viðbótin verður ikki veitt um pensjónisturin og møguligur hjúnafelagi eiga ogn, ið kann nýtast at nøkta tørvin, undantikið minni ogn, ið verður ásett í vegleiðing. Sum inntøka verður roknað øll inntøka, tó frároknað barnaviðbót, røktarviðbót og hjálparviðbót hjá pensjónisti og møguligum hjúnafelagi. Við broytingini verður viðbótin til ávísar pensjónistar eisini frároknað í inntøkuni, tá tørvsmetingini skal gerast. Við hesum verða inntøkurnar, sum verða lagdar til grund í tørvsmetingini lægri, enn galdandi er í dag.

Samstundis verður upphæddin, ið pensjónistur ella hjún kunnu hava í tøkum peningi, hækkað í mun til vegleiðandi upphæddirnar, sum eru galdandi í dag

Kelda: Almannamálaráðið


Comments

Føroyingarfelagið í Aarhus nýggja nevnd

26/2/2015

Comments

 
Picture
Leygardagin 21.februar var ársaðalfundurin hjá Føroyingafelagnum á skránni.

Umframt frágreiðing av ársrokniskapi felagsins, nýggju hølunum og øðrum, so bleiv eisini ein nýggj nevnd mannað. Nýggja nevndin hevur síðani skipað seg. Tey, ið blivu vald í nevndina, eru:

Magni Blástein(formaður)
Jacobina Kristiansen(næstformaður)
Fróði Abrahamsen(kassameistari)
Durita Mohr(skrivari)
Marin M. Østerø(nevndarlimur).
Jóhanna V. Joensen(tiltakslimur)
Atli Jacobsen(tiltakslimur)

Nýggja nevndin er longu farin til verkað. Fyrsta uppgávan er longu leygardagin. Tá savnast fleiri av limunum í nýggju hølunum, har teir fara at rigga hølini til.

Fráfarandi nevndin ynskir nýggju nevndini góðan byrð.

Ein fullfíggja fundarfrásøgn av aðalfundin kemur seinni á heimasíðuni, www.aarstova.dk.

Comments

Marjun Lómaklett innstillað til Norðoya Vestara Prestagjald.

25/2/2015

Comments

 
Picture
Á felags kirkjuráðsfundi í Norðoya vestara prestagjaldi í gjárskvøld, hin 25. februar 2015, innstillaðu kirkjuráðini Marjun Lómaklett í kallið sum sóknarprestur.

Tað er landsstýrismaður, ið endaliga tekur støðu til innstillingina og setir komandi sóknarprestin í embætið.

Ætlanin er, at prestur verður innsettur skjótast gjørligt. Í komandi viku verður avgjørt, nær dómprósturin skipar sóknarprestin í embætið.

Prestagjaldið fevnir um fimm kirkjusóknir: Mikladalur, Húsar, Kunoy, Árnafjørður og Klaksvík.

Vit ynskja Marjun at vera hjartaliga vælkomin, og Guds ríku signing í embætinum.

Norðoya Portalurin ynskir eisini Marjun og familjuni vælkomin heim aftur og Guðs ríku signing til tykkum øll. Kála og Ásbjørn nakað stolt.

Kelda: Christianskirkjan

SáH

Hetta skrivar Wikipedia um Christianskirkjan:
Christianskirkjan er en kirke i byen Klaksvík på Færøerne. Den hører til folkekirken og blev indviet i 1963. Kirken er viet til minde om de færøske fiskere, der døde på havet under den anden Verdenskrig og at kirken er bygget til minde om den danske konge Christian den Tiende (1870-1947).

Kirken har omkring 1.000 siddepladser. Kirkens arkitekt er danskeren Peter Koch.

Christianskirkens tagkonstruktionen er den samme som i de færøske røgstuer (køkkener) og bygdekirker. Denne tagkontruktion viser sig at være særlig velegnet til kirkebygninger, idet der er bedre akustik i denne kirke end i nogen anden af tilsvarende størrelse.

Der er til kirkens bygning benyttet materialer som sten, tømmer og græstorv som alternativ til den uhæmmede brug af beton, der havde præget efterkrigsårene.

Glasmaleriet i rosetvinduet som kun kan ses udefra, er udført af den danske billedhugger Ulrika Marseen, motivet er Kristus som verdens bærende kraft. Det store kirkerum får sit særlige præg af det altdominerende alterbillede. Maleriet eksisterede længe før kirken, og det siges, at Peter Koch tegnede sin kirke uden om det. Det var den berømte danske kirkemaler Joakim Skovgaard, der i 1901 malede frescomaleriet forestillende den store nadver, til Viborg Domkirke i Danmark. Men på grund af fugtproblemer fra domkirkens væg og fare for at kunstværket skulle blive ødelagt, blev det i 1910 taget ned.

Døbefonten af granit er også dansk. Den er en 4000 år gammel hedensk offerskål, fundet i en kirkeruin i Nordsjælland, og skænket til kirken af Nationalmuseet i København.

Orglet har 29 stemmer, det er tegnet af Peter Koch og bygget i 1974 hos Jensen & Thomsen, Hillerød.

Under tagbjælkerne hænger en færøsk båd – áttamannafar, en båd til 8 roere. Dette er den sidste båd, der blev bygget til præstegården i Viðareiði. 1912 blev båden solgt til Fugloy og den var blandt andre både på fiskeri lillejuleaften i 1913 – den ulykkesdag, da flere både forliste, blandt andre båden fra bygden Skarð på Kunoy. Samtlige voksne mænd i bygden omkom på havet denne nat – kvinder og børn flyttede til nabobygderne og bygden Skarð blev nedlagt.


Comments

Jørgen tók kampin upp - og vann

25/2/2015

Comments

 
PictureJørgen Niclasen (Facebook)
Jørgen Niclasen vann sakina og hervið skal KVF og Portalurin gjalda Jørgen endurgjald fyri ærumeiðing.

Í mánaðarvís gjørdi KVF sendingar um Jørgen Niclasen og ikki altíð varð tað so stuttligt, at vera Jørgen Niclasen, tá harðast leikaði á. Sjálvur tosaði eg við Jørgen á Country Festivalinum síðsta ár, og tá varð Jørgen ógvuliga fegin um stuðulin hann fekk frá mær, tá eg skrivaði greinina Persónlig forfylging av Jørgen (les greinina HER). Her kann so eisini nevnast, at Jørgen varð sera keddur um málið og at tað ikki tókist sum tað nakran enda fekk frá KVF. Ikki sørt glaður bleiv eg sjálvur, tá eg frætti at Jørgen Niclasen hevði vunnið sakina ímóti teim heilt stóru í KVF og Portalinum.

Mong vóru sikkurt tey, sum ynsktu tað øðrvísi - men eg sjálvur eri tó glaður við, at ein persónlig forfylging fær avleiðingar - óansæð hvør man er. Ongin hevur uppiborið tað, sum Jørgen Niclasen longu hevur verið ígjøgnum og at hann so tók kampin upp og ikki vildi góðtaka at onnur fólk gjørdi lívið súrt fyri hann - ja, tað má man bert taka hattin av fyri.

Og tað er ikki heilt smávegis, sum tey skula gjalda. Liljan Weihe (tíðindaleiðari hjá KVF) skal gjalda Jørgen 20.000,00 kr og tað skal Dia Midjord eisini, sum er stjóri hjá KVF.

Jan Lamhauge (tíðindafólk hjá KVF) skal gjalda 10.000,00 kr og Sveinur Tróndarson skal gjalda 20.000,00 kr. Har afturat skula tey gjalda Jørgen Niclasen 50.000 - tó Jan sleppur at gjalda við 5.000,00 kr.

Eisini skula tey gjalda fyri sakarumkostnað - sum ljóðar uppá heili 75.000,00 kr og eisini burdi tað verið uppá sítt pláss, at KVF kom við einari umbering til Jørgen Niclasen, sum tað seinasta árið hevur liva í einum reinum Helviti. 

So nú kann sigast, at Jørgen Niclasen hevur vunnið og at lívið gongur víðari. Slutt við persónligari forfylging av KVF og Portalinum - og nú kann lívið livast soleiðis sum lívið nú einaferð livast kann. Vit á Norðoya Portali ynskja tær, Jørgen Niclasen hjartaliga tillukku og alt tað besta í framtíðini.

JáH (y) 25.02.2015

Comments

Gongutúrurin frá Kósini heim móti Varpinum, hoyr sendingina her

25/2/2015

Comments

 
Picture
Á Torradøgunum bleiv ein gongutúrur gingin frá Kósini heim móti Varpinum. Kári Olsen Útvarpmaður og Jógvan Ravnsfjall skipaðu fyri. Her kanst tú hoyra sendingina, klikk á myndina ella á hetta linki: Gongutúrurin frá Kósini heim móti Varpinum.

SáH

Comments

Nýggi skúlastjórin á fyrireikandi fundi við kommununa og Mentamálaráðið

24/2/2015

Comments

 
Picture© Klaksvíkar Kommuna
Mánadagin 23. februar 2015 var fyrsti, fyrireikandi fundurin millum kommununa, Mentamálaráðið og nýsetta skúlastjóran fyri samanlagda skúlan í Klaksvík, Vagn Foldbo, sum hevur sín fyrsta starvsdag 1. mars 2015.
Umframt Vagn Foldbo, skúlastjóra, luttók Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, á fundinum, sum var í býráðshúsinum, har Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, tók ímóti saman við umboðum fyri umsitingina.

Les meira HER

JáH (y) 25.02.2015
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Ímorgin fellur HAMARIN !!!

24/2/2015

Comments

 
Picture
Ímorgin fellur hamarin - og tá fær Jørgen Niclasen, at vita um hann hevur vunnið sína sak - har hann hevur saksøkt starvsfólk úr KVF og Portalinum fyri ærumeiðing.

Dómarin nevndi fyri einari góðari viku síðani, at hann hevði brúk fyri einari viku at hugsa seg um. Og tann dagurin er sostatt ímorgin og tá fáa vit síðan at vita um Jørgen fær viðhald í sakini.

JáH (y) 24.02.2015

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.