
Í mánaðarvís gjørdi KVF sendingar um Jørgen Niclasen og ikki altíð varð tað so stuttligt, at vera Jørgen Niclasen, tá harðast leikaði á. Sjálvur tosaði eg við Jørgen á Country Festivalinum síðsta ár, og tá varð Jørgen ógvuliga fegin um stuðulin hann fekk frá mær, tá eg skrivaði greinina Persónlig forfylging av Jørgen (les greinina HER). Her kann so eisini nevnast, at Jørgen varð sera keddur um málið og at tað ikki tókist sum tað nakran enda fekk frá KVF. Ikki sørt glaður bleiv eg sjálvur, tá eg frætti at Jørgen Niclasen hevði vunnið sakina ímóti teim heilt stóru í KVF og Portalinum.
Mong vóru sikkurt tey, sum ynsktu tað øðrvísi - men eg sjálvur eri tó glaður við, at ein persónlig forfylging fær avleiðingar - óansæð hvør man er. Ongin hevur uppiborið tað, sum Jørgen Niclasen longu hevur verið ígjøgnum og at hann so tók kampin upp og ikki vildi góðtaka at onnur fólk gjørdi lívið súrt fyri hann - ja, tað má man bert taka hattin av fyri.
Og tað er ikki heilt smávegis, sum tey skula gjalda. Liljan Weihe (tíðindaleiðari hjá KVF) skal gjalda Jørgen 20.000,00 kr og tað skal Dia Midjord eisini, sum er stjóri hjá KVF.
Jan Lamhauge (tíðindafólk hjá KVF) skal gjalda 10.000,00 kr og Sveinur Tróndarson skal gjalda 20.000,00 kr. Har afturat skula tey gjalda Jørgen Niclasen 50.000 - tó Jan sleppur at gjalda við 5.000,00 kr.
Eisini skula tey gjalda fyri sakarumkostnað - sum ljóðar uppá heili 75.000,00 kr og eisini burdi tað verið uppá sítt pláss, at KVF kom við einari umbering til Jørgen Niclasen, sum tað seinasta árið hevur liva í einum reinum Helviti.
So nú kann sigast, at Jørgen Niclasen hevur vunnið og at lívið gongur víðari. Slutt við persónligari forfylging av KVF og Portalinum - og nú kann lívið livast soleiðis sum lívið nú einaferð livast kann. Vit á Norðoya Portali ynskja tær, Jørgen Niclasen hjartaliga tillukku og alt tað besta í framtíðini.
JáH (y) 25.02.2015