NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR-skannaran

18/5/2024

Comments

 
Picture
​Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR-skannaran 👏

Týsdagin, 21. mai, kl. 16, verður skipað fyri móttøku, í sambandi við at 3 Tesla MR-skannarin verður tikin í nýtslu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Fólk fáa møguleika at koma inn í MR-kontrollrúmið, sum hevur fult útsýni inn til 3 Tesla MR-kabinuna.

Tiltakið verður í forhøllini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Á skránni vera røður og sjúkrahúsið bjóðar kaffi, djús og okkurt gott afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin 🤗

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments

Eitt gott grundøki mitt í Klaksvík til sølu

6/5/2024

Comments

 
Picture
​Grundøki, Gerðagøta 4, Klaksvík

Talan er um eitt grundøki á 520 m2, ið er planerað og liggur í ítróttar- og mentanarøkinum hjá Klaksvíkar kommunu.

​Staðsetingin er mitt í býnum og stutt er til allar hugsandi hentleikar so sum dagstovn, skúla, handlar og bussleið.


Víst verður til økisásetingarnar í serstøku byggisamtyktini fyri C2-økið og Almennu byggisamtyktina hjá Klaksvíkar kommunu. Møguligur keypari er vælkomin at seta seg í samband við kommununa hesum viðvíkjandi.

Søluupplýsingar sæst her: 
https://www.skyn.fo/ognir-til-soelu/ogn/grundoeki-ger%c3%b0agoeta-4-klaksvik-1​

Vegleiðing viðvíkjandi ásetingum hjá Klaksvíkar kommunu um byggisamtyktir sæst her: https://www.klaksvik.fo/vegleiding-til-byggisamtykt

Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Ognarseljari
Telefon 234 404
[email protected]

Comments

​Væl bygd og góð sethús til sølu í Kunoy

3/5/2024

Comments

 
Picture
Væl bygd og góð sethús í tveimum hæddum👌 Húsini standa frítt fyri við frálíkum útsýni yvir bygdina, fjørðin og landslagið 😍

Nær við sparkivøll og spælipláss.

Kring húsini er tún, góð parkeringviðurskifti og garaga 👌
🔨 Byggiár: 2004
🛌 Kømur: 5
🏠 Stødd: 233 m2 - grundøki er 660 m2
💰 Prísuppskot: 2.250.000,-

Her fleiri myndir og upplýsingar:
Heinta sølutilfar o.a. her: https://www.betriheim.fo/soelulisti/kelduvegur-14-kunoy

Meira fæst at vita hjá Trónda Jensen í Betri heim tlf. 548907

SáH

Picture
Comments

​Maverick letur upp kl. 18:00 í dag. Luton - Everton verður vístir

3/5/2024

Comments

 
Picture
Í kvøld verður spennandi dysturin Luton - Everton vístir, hetta er ein avgerandi dystir um niðurflyting, her skráin:
Kl. 18:00 AGF - FC Nordsjælland
Kl. 19:30 Hoffenheim - RB Leipzig
Kl. 19:45 Torino - Bologna
Kl. 20:00 Luton - Everton

Eisini verður tónleikur á skránni, kom forbí tað skal nokk vera stuttligt.

Maverick Barr

Comments

NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi

2/5/2024

Comments

 
Picture
Í vikuni byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2024 í Stavanger. Venjingin, sum verður hildin á hvørjum ári í Norðurhøvum, heldur fram í 14 dagar og endar í Reykjavík.

Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroyskt sjóumveldi at gera samskipandi siglingar-, flog- og leitivenjingar. Talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO at standa ímóti hóttanum frá kavbátum, ið koma norðanífrá.

Tilsamans 10 skip, fimm kavbátar og átta flogfør taka lut í venjingini. Tey eru úr USA, Bretlandi, Spania, Niðurlondum, Belgia, Norra, Íslandi, Danmark, Kanada, Fraklandi og Føroyum. Brimil tekur lut og fylgir venjingini, meðan vant verður við Føroyar.

Í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi verður í høvuðsheitum vant norðanfyri. Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum. Hugsast kann, at onkur av skipunum, sum taka lut, koma í føroyska havn. Mesta virksemi við Føroyar í sambandi við Dynamic Mongoose 2024 verður væntandi um vikuskiftið.

Til ber hjá skipum og bátum at fáa samband við førini, sum eru við í venjingini, á VHF. Tey halda seg til galdandi trygdarreglur hjá NATO viðvíkjandi venjingum. Reglurnar hava til endamáls í minst møguligan mun at ávirka ferðslu og virksemi í tí øki, vant verður. Meginreglan er, at tann, sum venur, skal víkja til tess ikki at ávirka ferðslu ella virksemi, t.d. fiskiskap.

Skip og bátar kunnu eisini venda sær til Vørn/MRCC.

Hetta er triðja árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fer fram við Føroyar.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.