Talan er um eitt grundøki á 520 m2, ið er planerað og liggur í ítróttar- og mentanarøkinum hjá Klaksvíkar kommunu.
Staðsetingin er mitt í býnum og stutt er til allar hugsandi hentleikar so sum dagstovn, skúla, handlar og bussleið.
Víst verður til økisásetingarnar í serstøku byggisamtyktini fyri C2-økið og Almennu byggisamtyktina hjá Klaksvíkar kommunu. Møguligur keypari er vælkomin at seta seg í samband við kommununa hesum viðvíkjandi.
Søluupplýsingar sæst her: https://www.skyn.fo/ognir-til-soelu/ogn/grundoeki-ger%c3%b0agoeta-4-klaksvik-1
Vegleiðing viðvíkjandi ásetingum hjá Klaksvíkar kommunu um byggisamtyktir sæst her: https://www.klaksvik.fo/vegleiding-til-byggisamtykt
Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Jákup Alfredsson Olsen
Ognarseljari
Telefon 234 404
jakup@skyn.fo