NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Felagið Peningarstovnar ávarar um teldusníkar!!!

28/8/2013

Comments

 
Tíðindaskriv:

Teldusníkar royna aftur at bróta inn í netbankan


Teldusníkar royna at sleppa inn í netbankan við eini falskari skermmynd, har teir biðja um nummar og slag av fartelefon. Slíkar upplýsingar skulu ikki latast, og heitt verður á kundar um at boða peningastovnunum frá, um teir varnast, at teldusníkar royna at sleppa inn í netbankan á henda hátt.

Um skermmyndin "Installer mobil certifikat" sæst í netbankanum, eiga brúkarar beinanvegin at útrita seg og seta seg í samband við peningastovnin. Teldusníkar biðja við hesi følsku skermmyndini brúkararnar upplýsa nummarið á fartelefonini, og hvat slag fartelefonin er. 

Brúkarar eiga áhaldandi at tryggja sína egnu teldu. Peningastovnarnir hava javnan ávarað ímóti teldusníkum seinastu tíðina, og vegleiðing um, hvussu fólk varða seg fyri teldusníkum, sæst á heimasíðunum hjá øllum peningastovnunum. Fyrsta álopið í søguni á føroyska netbankan var í mai í ár, og peningastovnarnir royna áhaldandi at tryggja sínar skipanir ímóti teldusníkum. Tað er kortini eisini neyðugt, at brúkararnir tryggja sínar teldur so væl sum gjørligt. Tí er boðskapurin um, at eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, áhaldandi verdur
at hava í huga, tá talan er um netbanka-innbrot og teldusníkar.

Fleiri upplýsingar fáast hjá Súna Schwartz Jacobsen, formanni í Felagnum Peningastovnar, tlf. 348 000.

Vinaliga

Felagið Peningastovnar

Comments

Revsitiltøkini eru sett íverk!!!

28/8/2013

Comments

 
EU londini hava ídag sett resvutiltøkini ímóti Føroyum, men Politikken skrivar, at tey vera møguliga liðug í næstu, tað vónar "fødevareministeren" Karen  Hækkerup, les grein í Politikken her: http://politiken.dk/politik/ECE2060473/i-dag-boykottes-faeroeerne-minister-haaber-paa-kvote-loesning-i-naeste-uge/
Comments

Vátligur Sjómannsdagar

21/8/2013

Comments

 
Picture
Fríggjakvøldið, tá ið fiskikappingin, fløskupostar og vatnkríggið vóru, var veðrið gott, men leygardagin, tá ið allar tær stóru kappingarnar skuldi vera, regnaði sera illa og tað var sera illfýsið og tað gjørdi, at fólk settust aftur, men tó vóru tað nøkur sum hættaði sær út og tey fingu ein góðan, men sera vátan dag. Sjómannadagarnir vóru góðir, fitt av fólki høvdu leita sær til fiskivinnuhøvuðsstaðin og sjálvt fiskimálaráðharrin Jacob Vestergaard var til staðar. Her avmyndaður saman við blaðmanninum á Norðoya Portalinum Símun á Høvdanum.


Comments

Norðoya Portalurin ígongd aftur eftir feriuna

21/8/2013

Comments

 
Picture
Vit hava roynt at havt líka langa feriu sum lærarnir og fara nú spakuliga ígongd aftur eftir summarferiuna. Hava tit okkurt uppá hjarta, so meyla endiliga til okkum á meyladressuni simun@simun.dk.

Mynd til vinstur. Tvær summarkv

SáH

Comments

Nógv fólk á Summarfestivalinum 2013

21/8/2013

Comments

 
Picture
Enn einaferð var tað nógv fólk til Summarfestivalinum. Veðrið var av tí besta og fólk hugnaði sær óført. Størsta navni hesuferð, var Kim Larsen og tá kókaði Vágsbøur.
 
Roynt var eisini nýtt tjaldingarpláss á Akursmørk og tað riggaði avbera væl.
Fólk skikkaði sær pent og vit gleða okkum longu til Summarfestivalin 2014.

 SáH


Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly